Aligast ríma I (Úr Sandoyarbók)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Sandoyarbók
Hans Johannesen 1822

Aligast ríma I


1.
Karlamagnus droymdi,
tað honum illa sámdi.

2.
Karlamagnus droymdi so,
at hann skuldi at stjala gá.

3.
"Hví man slíkt í dreymar bera,
at eg skal ein tjóvur vera?"

4.
"Tað man so mangt í dreymar bera,
tað man ikki alt av sonnum vera."

5.
Karlamagnus heitir á sveinar tvá:
"Bið hann Aligast for meg inngá!"

6.
Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Aligast inn for borð.

7.
Aligast fellur pá síni knæ:
"Krist signi teg, kongur, hvat vilt tú mær?"

8.
"Tú skalt mær tann saðilin stjala,
frú Gortra ervaði eftir sín faðir."

9.
"Skal eg hann stjala, og vilt tú hann hava,
sjálvur skal tú við mær fara."

10.
Aligast gongur í stallar,
hann skoðar teir gangarar allar.

11.
Hann skoðar tann brúna, hann skoðar tann grá,
tann besta legði hann saðil á.

12.
Karlamagnus reið so harða,
niður skulvu allir garðar.

13.
Aligast reið so tvisti,
tað rørdist ei leyv, ei listi.

14.
Karlamagnus múrin breyt,
Aligast ígjøgnum kreyp.

15.
Tá ið teir koma á loftisriv,
allar ringla gullbjøllur við.

16.
Svaraði drottning, vakin lá:
"Hví ringla várar gullbjøllur so?"

17.
"Tað er hann Hemingur hestasvein,
hann skoðar tygara saðil rein."

18.
"Skoði hann væl, og geri hann svá,
í morgin skulu vit ríða á.

19.
Vit ríða til tinga,
Karlamagnus at binda."

20.
Svaraði drottningin, vakin lá:
"Krist gávi, mín bróðir hevði lýtt hará."

21.
Hann gav henni høgg á kinn,
blóð dreiv á hennara handdragið skinn.

22.
Munn og nasar sundu í blóð,
Karlamagnus helst undir handskar tó.