Aligast ríma II (Napoleon Nolsøe)

Fra heimskringla.no
Revisjon per 24. des. 2013 kl. 17:14 av JJ.Sandal (diskusjon | bidrag)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr savninum hjá
Napoleon Nolsøe 1842


Aligast ríma II


1.
Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd um keisaran Karlamagnus
og aðrar reystar dreingir.

    Niðurlag:
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drignum svørð,
blæs í hornið Ólivan
í Runsival!

2.
Eina veit eg rímuna,
mær var higar send,
um hann keisaran Karlamagnus
og hansara avreksverk.

3.
Karlamagnus Pippings son,
Ingibjargar barn,
bæði gleðir hann úlv og ørn,
í blóði herðir hann jarnið.

4.
Karlamagnus Pippings son,
tann hin menskur mann,
hans var stólur av Rúmaríki
fluttur á Frakkland.

5.
Keisarin vaknar upp árla morgun,
telur hann sínar dreymar:
"Eg var staddur í orrustum,
gevið tað í geyma!

6.
Eg eri kongur og keisari
yvir vørild víða,
skal eg nú ein tjóvur vera,
mikið um lívið at stríða.

7.
Eg var mær eitt lítið barn,
aldur upp blant sveinar,
nú eri eg ein keisari,
tað vil eg for yðrum greina."

8.
Keisarin steig úr síni song
fram á hallargólv:
"Tó skal eg mínum dreymi fylgja,
er mær ei á tí hól."

9.
Tað var keisarin Karlamagnus,
heitir á sveinar tvá:
"Bið hann riddaran Aligast
í salin for meg inn gá!"

10.
Inn kom riddarin Aligast,
fell á síni knæ:
"Krist signi teg, keisarin,
hvat viljið tær mær?"

11.
"Faðir mín átti ein gullsaðil,
mikið er um at starva,
tað var Gortra, systir mín,
hon fekk hann til arv.

12.
Tú skalt fara á heiðin lond,
hóvliga skalt tú ríða,
hvør tær møtir á víðari mørk,
tú skalt honum ikki bíða.

13.
Ríð so heim í kongsins garð
alt fyri uttan kvíða,
tú skalt stjala tann gullsaðil,
ið hongur á borgarsíðu!"

14.
"Skal eg burtur saðilin stjala,
heim til tín at bera,
sjálvur skalt tú, keisarin,
fylgja mær til ferð."

15.
Keisarin niður múrin rendi,
Aligast fyri gekk,
stjól so burtur gullsaðilin,
á borgararmi hekk.

16.
Drottningin hoyrir bjølluklang,
rópar á harra sín:
"Vittingur svarar, at Hemmingur,
hann tógvar gangara mín.

17.
í morgin skal eg keisaran binda,
áðrenn sólin rennur."
Gortra fnýsti at teim:
"Mín bróður eg væl kenni."

18.
Hann gav henni høgg á tenn,
tað av góðum ræði,
blóð dreiv yvir nasar og munn
niður á skarlaksklæði.

19.
"Hevði bróðir mín vitað slíkt
og verið mær so nær,"
men keisarin helt sínar handskar undir,
einki varð hann var.

20.
Aftur reið keisarin Karlamagnus
við sínum blóðiga handska,
so mundu boðini norðan koma,
sendi út Olgar danski.