Brynhildar táttur (Anker Eli Petersen)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Brynhildar táttur

Endursøgn eftir
Anker Eli Petersen
© 2005.


Faroe stamp 320 Brynhild and Budli.jpg Faroe stamp 321 Grani Jumps the Firewall.jpg Faroe stamp 322 Brynhild Sigurd and the Rings.jpg Faroe stamp 323 Gudrun and Grani.jpg


Eg havi eina rímu hoyrt,
gjørd er í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað barst í Buðlans tíð.

    Viðgangur:
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.


Bjarti Buðlin

Einaferð í fyrndartíðum ráddi ein kongur ið róptist Buðli fyri borgum. Kvæðið sigur ikki hvar ella nær, men hann var bæði ríkur og mætur og so gávumikil, at hann deildi málm og ringar við allar sínar hirðmenn. Kvæðið sigur eisini, at hann varð róptur Bjarti Buðli, og at landið hann ráddi yvir var ein long lund, ella skógland, sum vit vildu sagt nú á døgum.


Brynhild Buðladóttir

Tað serliga við Buðla var tó hvørki ríkidømi ella tign, men heldur tann sannroynd, at dóttur hansara var meira enn óvanliga vøkur.
    Dótturin róptist Brynhild Buðladóttir, og yrkjarin leggur ikki fingrarnar ímillum tá hann sigur frá vakurleika hennara. Bæði silkifína hár hennara og eygnabrýrnar lýstu sum gull, og ljómin av hennara armi.
    So vøkur var Brynhild Buðladóttir, at frumkvæðið bragdar táttur vil vera við, at tá hon sat har á Hildarfjalli, var hon so bjørt og vøkur at hennara skuggi fall á sjálvt ljósið. Eygnabrýrnar lýstu sum gull og ljómin av hennara armi bleiktraði, so tað var sum at hyggja at eldi. Tá hon sat í stólinum og kembdi sítt silkifína hár, glitraði tað sum gull.
    Sum vera man, flokkast biðlarnir um tað vøkru gentuna. Kongasynir og jallar ganga í Buðlans borg fyri at biðja hana, men Brynhild er biðlavond og vísur teir allar burtur.
    Buðli undrast á, hví dótturin ikki vil hava nakran av teimum ungu monnunum. Hann gongur tí á høgaloft at finna Brynhild og spyr hana, hvussu leingi hon vil valda honum tað sorg, at nokta hvørjum manni, ið kemur at biðja hana.
    Brynhild svarar, at orsøkin til at hon ikki hevur tikið av nøkrum manni er, at enn er tann mæti harrin ið sømir seg henni, ikki komin. Hennara hugur stendur eystan fyri londini og maðurin rópast Sjúrður, sonur Sigmund og tað ungu Hjørdís.
    Buðli heldur tað vera løgi, at dótturin tráar ein mann, hon ongantíð hevur sæð. Men Brynhild svarar, at nornurnar (lagnudísarnar) hava lagt henni hesa trá í brósti. Í níggju ár hevur hon unnast Sjúrða, hóast hon enn ikki hevur sæð hann.
    Kongurin drekkur av tí reina mjøðinum og spyr so dóttrina, hvat tað er, ið ger henda Sjúrð frægari enn aðrar menn. Hon svarar, at tað ið skilur Sjúrð frá øðrum monnum er, at hann fellur hundrað heidningar um í senn. Hansara saðil og brynja skína sum hitt bjarta gullið. Hon, sum øll onnur hevur eisini hoyrt um bragdið, tá hann feldi tann mikla frænarormin á Glitraheiði og vann mikið gull og fæ. Tá Sjúrður vann á orminum, gjørdist hann so ríkur, at ongin maður á Húnalondum kann metast at vera hansara líki.
    Buðli kongur spyr so dóttrina, hvussu tey skulu bera seg at við at fáa henda mikla mannin av sínum londum.
    Tað veit Brynhild ráð fyri. Buðli skal lata byggja ein sal í oyðum mørkum og seta gullstólin í hann. Rundan um salin skal hann fáa dvørgarnar at sláa ein váðaloga við rúnum, sum ongin uttan Sjúrður torir at herja á. Har inni skal hon so sita við nøkrum fáum tænastufólkum.
    Buðli fylgir ráðunum frá dóttrini. Hann letur byggja ein sal í oyðum mørkum og fær dvørgarnar at sláa ein ógvusligan váðaloga við rúnum um hann.
    Árla um morgunin, tá sólin roðar í fjøll, ríða aftur hábornir unglingar í Buðlans borg. Brynhild situr sum vanligt í stólinum og hon ber gull á brún.
    Tá gongur Buðli kongur inn í salin til hana og sigur, at sjálvur Gunnar kongur av Júkagørðum er komin at biðja hana. Hann stiðjar seg fram á borðið og gevur dóttrini boð um at taka við Gunnari. Brynhild letur ikki við seg koma. Hon glógvar sum reyðagull tá hon reisur seg og uttan at klíva í tvey, skundar hon sær av Buðlans borg, niðan á Hildarheyg.
    Grímur og Høgni Júkason bresta saman á grønum vølli. Teir berjast við hvøssum svørðum, so Buðlans høll skelvur og moyggjarnar hvøkka við í Hildarsali. Sjálv situr Brynhild í tí gylta stólinum handan váðalogan. Hon brosar undir lín og hugsar, at tann ið torir at herja á váðalogan skal gerðast hennara.
    Og her í moyggjarsalinum fara vit frá Brynhild. Í táttinum verður tikið soleiðis til:

Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrð av øðrum londum,
sær til sorgartíð.


Sjúrður vaknar

Í londunum eystanfyri, vaknar Sjúrður Sigmundarson av ringari marru. Hann droymdi, hann sat á Grana baki í reyðum loga, meðan blóðið rann í streymum fyri teimum. Hann dykti so hart á hestin at lindin (helst:kappin) brast og hann misti bæði gull og búgvi belti og hansara góða svørð smelti móti gyltum hjálmi.
    Sjúrður letur seg í og fer oman í urtagarðin. Har sita ígðurnar í greinunum og tær siga honum, at tann vakra, men biðlavonda Brynhild Buðladóttir stundar eftir at hitta hann.


Sjúrður og Grimhild

Tá Sjúrður frættir um Brynhild, ger hann skjótt av. Hann talar á Víggrím Gunnarson, stalldreingin, og biður hann saðla sær Grana. Gangarin verður loystur og leiddur út í tún, klæddur í skarlak niður á meðal síðu. Sjúrður dregur sær gullbúnar handskar á hendurnar og ríður so fram eftir gøtuni.
    Grani gongur eins væl á gróti sum á vølli og sum teir ríða fram, leika teir gyltu ringarnir. Sjúrður hevur tikið tólv gullringar og tann stóra reyða drottningaringin við sær og soleiðis útgjørdur, ríður hann til landi hjá Buðla kongi.
    Á ferðini til Brynhild, ríður Sjúrður so niðarlaga, at hann kemur fram við Júkagørðum. Á gøtuni stendur húsfrúgvin Grimhild fyri honum við mongum monnum. Hon hevur ongantíð sæð ein so vakran mann á hestbaki áður, so tá Sjúrður skal fara framvið, tekur Grimhild í teymarnar og steðgar Grana, Sjúrður gerst bilsin og sigur, at hann ikki visti um nakra kvinnu, ið tordi at halda hansara gangara.
    Grimhild biður Sjúrða steðga síni ferð og tala við seg. Hon sigur, at hon eigur eina vakra dóttur, sum fegin vil leggja ástir saman við honum. Sjúrður vil tó ikki steðga ferðini, meðan gangarin rennur. Hann er á veg til heygin har váðalogin brennur, tí hann vil síggja tað vøkru gentuna har.


Váðalogin

Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur fram,
enn váðalogan at síggja.

Frammi við váðalogan boðar merkismaðurin frá, at bara tann, ið heldur á váðalogan, skal vinna jomfrúnna har inni.
    Grímur Júkason ger seg til reiðar at royna seg. Hann ríður eftir grønum vølli , men tá hesturin skuldi halda á bálið, vendi hann frá og gavst.
    Síðan ger Sjúrður seg til at herja á logan. Hann sigur, at hann ber merki í sínum skjøldri og skal nú ríða í eldin.

Eingin reið á Brynhildar heyg
uttan Sjúrður snari,
gekk um royk og váðaloga,
hann og hestur hans Grani.

Grani ger eitt øgiligt lop gjøgnum eldin. Teir heitu logarnir brenna Sjúrða um lendarnar, men inn koma teir. Heilt inni við heygsdyrnar, bresta hógvarnir í jørðina og Sjúrður er á Brynhildarheygi, sum ongin annar hevur tora fyrr.
    Sjúrður trívur um svørðið og klívur heygsdyrnar. Hann fer innar, hyggur seg um og har sær hann tað vøkru ungu kvinnuna liggja í seingini í fullum herklæðum. Hann fer yvir til hana og við svørðinum sprettur hann brynjuna av henni.
    Tá vaknar Brynhild og hyggur bilsin um seg. "Hvør átti henda bitra brand, ið beit brynjuna av mær?" spyr hon. "Hvør er hesin djarvi drongur, ið sprettir brynjuna av mær"?
    Sjúrður sigur hvør hann er, at hann er sonur Sigmunds og at tað var Hjørdís drotning, sum bar hann í heim.
    "Eg eri riðin higar til tín av øðrum londum," sigur Sjúrður. "Eg eiti Sjúrður Sigmundarson, søta mín."
    Brynhild setist uppundir seg og brosar fyri sær sjálvari. "Ver vælkomin av øðrum londum, higar til mín.
    Hoyr meg Sjúrður Sigmundarson, hvør vísti tær leið gjøgnum royk og váðaloga?" spyr Brynhild.
    "Tað vóru tveir fuglar í grønu lund, ið søgdu at Brynhild Buðladóttir er vøkur og at hon stundaði á mín fund." Svarar Sjúrður.
    "Ver ikki ov bráður Sjúrður Sigmundarson," sigur Brynhild. "Far fyrst í faðir míns garð og tak ráð av honum."
    Tað heldur Sjúrður líti um. "Tú hevur stunda so leingi eftir at hitta meg og ikki hevur tú lurta eftir ráðum frá faðiri tínum. Eg ætli mær ikki at fara til hann at taka móti ráðum," svarar hann.
    Sjúrður leggur seg hjá Brynhild. Tey elskast og í teirri stundini verður Ásla Sjúrðardóttir gitin.
    Sum pant fyri elskhugin, gevur Sjúrður Brynhild tólv gullringar og leggur tann stóra drottningaringin omaná. Í einum øðrum ørindi verður sagt, at Sjúrða ikki væntar ríkidømi og at hann bindur tíggju gullringar upp í flættuna hjá Brynhild.
    So liva Sjúrður og Brynhild saman sum maður og kona. Í sjey mánaðar er Sjúrður í moyggjarsalinum og alt tykist vera gott og eymt millum tey bæði.


Brynhild ávarar Sjúrð

So ein dagin ger Sjúrður seg til at ríða út. Hann biður Brynhild finna sær saðil og boksl og tað síðu brynjuna. Hann ætlar at ríða burtur eitt líti ørindi.
    Brynhild dámar ikki at hann skal fara. Hon biður hann heldur sita í frið heima hjá sær og leika í talvi. "Júki kongur eigur eina dóttur, sum er sterk í gandi," sigur Brynhild við hann. "Tú ert ungur og tínar væntandi lívsroyndir gera tað lætt hjá Guðrunu at taka teg frá mær."
    Sjúrður heldur tað vera undarligt at hon tosar soleiðis og kveistrar hennara órógv til viks.
    "Eg man ikki fara at venda mínar ástir frá tær Brynhild," sigur hann.
    Men Brynhild gevst ikki so. Hon kennur, at hjarta tekur at køla av ræðslu og sigur:
    "Júki kongur eigur eina dóttur, ið kann tøla teg við ástum. Tak hetta fingurgullið við tær og ríð ikki til Grimhild, tí hon er full av svikum."
    Brynhild fylgir Sjúrða á leið og ynskir honum frið og góða ferð. Tá tey skiljast biður hon hann minnast síni orð og leggja tey væl í minni. Sjúrður kyssir Brynhild inniliga og sigur henni at hon ongantíð skal ganga honum úr huga.


Buðli ávarar Sjúrð

So ríður Sjúrður Sigmundarson frá Brynhild. Á leiðini kemur hann framvið Buðlans garði og har stóð Buðli sjálvur og tók í móti honum.
    "Ver vælkomin Sjúrður," sigur Buðli. "Drekk tað tær líkar best, mjøð ella vín."
    "Eg tosti ikki eftir tínum mjøðið og enn minni tínum víni," svarar Sjúrður. "Gev mær heldur Brynhild, onkardóttur tína."
    Buðli sigur aftur:
    "Ver vælkomin Sjúrður. Tær nýtist ikki at siga frá tínum ørindi. Eg kenni fullvæl tíni forløg og veit hvussu tær fer at ganga til enda. Tú ert ungur og óroyndur av lívinum og ongin ivi er um, at tú fert at ognast Guðrunu og gloyma alt um Brynhild. Tú hevur lova Brynhild trúskap og tað kann væl vera at tú ætlar at halda tað, men Guðrun kann blanda valmannadrykk og tað fer at valda sorgir."
    "Hatta vóru undarlig orð at siga," svarar Sjúrður. "Tað fer ikki at henda mær. Eg man ikki fara at venda mínum ástum frá tínari Brynhild."
    Men Buðli trýr honum ikki. Hjarta á konginum tekur at køla og hann sigur aftur at Júki kongur eigur eina dóttur ið kann tøla Sjúrð.
    Hóast Sjúrður stendur við sítt og tekur upp aftur, at hann ikki skal venda sínum hugi frá Brynhild, veit kongurin, at dótturin fer at missa festarmannin. Hann ávarar enn einaferð Sjúrð:
    "Hoyr meg Sjúrður," sigur hann. "Ger tær ikki tað skomm. Ríð tær ikki so niðarlaga, at tú kemur framvið Júkagørðum. Har stendur Grimhild við so mongum monnum og hon vil gjarna forvitnast hvagar tú ríður fram, tí hon hevur ikki sæð so vakran mann á hestbaki fyrr!"
    Buðli fylgdi Sjúrða langt á leið. Hann beyð honum farvæl og ynskti honum góða ferð og góða eydnu.


Beistið

So reið Sjúrður fram gjøgnum skógin, tryggur og uttan at gruna nakran vanda. Men, ferðin verður brádliga avbrotin. Frammanfyri Sjúrða, stingur eitt øgiligt ódjór seg upp. Tað illa djórið berjist til báðar bógvar, eldur goysir úr tí og eitursprænurin stendur frá tí. Tað er ongin ivi um, at nú stendur lív í vanda.
    Sjúrður situr á Grana baki og veit ikki síni livandi ráð. Hann finnur ikki leið og Grani bæði bítur og slær og eyguni mala í heysinum á honum. Ferðin er avbrotin, hesturin er vilstur undan reiðmanninum, so Sjúrður veit ikki onnur ráð, enn at venda og ríða oman móti Júkagørðum.
    Tá hvarv hitt illa djóri fyri Sjúrðar eygum og hann sær Grimhild sita, væl niðursnørda við tveimum bondum.


Í Júkagørðum

So ríður Sjúrður so niðarlaga, at hann kemur fram við Júkagørðum. Úti stendur Grimhild við so mongum monnum, og í tí at hann skal fara framvið, rennur hon hendurnar í teymarnar og steðgar hansara ferð.
    "Sjúrður, steðga tíni ferð og tosa við meg eina løtu," sigur Grimhild. "Eg eigi eina vakra dóttur, ið fegin vil leggja ástir við teg. Guðrun, dóttur mín, er vøkur, hvar enn hon gongur inn. Hennara kinnar lýsa sum rósur og liljur og hon man passa tær betur. Hon er ikki líkari Brynhild, enn summar líkist vetri."
    So biður hon Sjúrða fara inn í høllina. Har skal hann drekka av dýrum krússi, meðan hesturin verður settur í lás.


Guðrun Júkadóttir

Tá Sjúrður er farin innar, kemur Guðrun Júkadóttir út. Hon er í bláum stakki og tað flættaða hárið liggur oman á herðar, bundið við smáum silkibondum.
    "Far oman í kjallaran og blanda mjøð og vín og koyr nokk av óminni í drykkin," sigur Grimhild við dóttrina.
    Guðruni dámar ikki tankan at doyva Sjúrð við gandi og sigur:
    "Í okkara londum finnast nógvir kongasynir og jallar og at girnast ein, ið ein onnur eigur, tað man neyvan lukkast."
    Grimhild verður óð inn á dóttrina. Hon hevjar hondina og frammanfyri mongum monnum, slær hon Guðrun frammaná, so blóðið dreiv um bringuna á gentuni.
    "Tig við tær Guðrun," sigur Grimhild. "Við smædni vinnur tú onki. Tað er betur at spyrja sjálv, enn at missa ein góðan mann."
    So fer Guðrun í kjallaran og blandar mjøð og vín. Hon blandar óminni í drykkin og ber hann upp í salin til Sjúrða og biður hann drekka til sín.
    Sjúrður tekur við tí bjarta horninum og derkkur bæði væl og leingi av tí dýra dramminum. Men so skjótt sum hann drekkur, missur hann minnið og ongin kann grøða hann aftur.
    Tá Sjúrður hevur drukkið, rættur hann kerið aftur til Guðrun. Hann minnist einki til Brynhild og veit ikki longur hvar hann er.
    Guðrun drekkur nú afturímóti tí mæta dreinginum og Sjúrður fær ikki hugsa um annað, enn at hann vil hava hana.
    Grimhild talar nú á dóttrina og biður hana fara í skemmuna og reiða ból fyri sínum gesti.


Brúdleypið í Júkagørðum

Sjúrður Sigmundarson festi Guðrun Júkadóttir og skjótt var brúdleyp hildi í Júkagørðum. Har var drukki væl og virðiliga fyri teimum báðum ungu og í glæmuni av fimti voksljósum, fylgdu kongurin og øll hansara hirð, teimum báðum til songar.
    Á Hildarheygi frættur Brynhild, at Sjúrður hevur svikið hana. Hon verður í øðini av boðunum og lovar fyri sær sjálvari, at Guðrun Júkadóttir ikki skal njóta tann avrekskappan. Heldur skal hann missa lívið. Við tárunum rennandi eftir kinnunum, fer Brynhild av Hildarheygi og sigur at hetta er ein sorgarstund. At taka tann ið onnur eigur, tað mann valla lukkast.


Brynhild og Guðrun í ánni

Árla ein morgunin, fara báðar tær vøkru ungu kvinnurnar samstundis oman í ánna at vaska sær.
    Mitt í ánni hittast tær, Brynhild Buðladóttir og Guðrun Júkadóttir. Onnur teirra ber gleði í barmi, og hin ber tungan harm.
    Brynhild sigur einki, men tann næsvísa Guðrun spyr, hví Gunnar, bróður hennara ikki hevur ogna sær eina so vakra kvinnu.
    Guðrun, sum ikki vil hava tað vatnið á seg, ið rennur úr hárinum hjá Brynhild, gongur framm í streyminum, heilt upp móti tí stríða fossinum. Hon eigur nú Sjúrð, sum er fremstur av øllum monnum, og tí heldur hon seg hava forrætt til tað reinasta vatni.
    "Henda reyða ringin havi eg fingið frá Sjúrða," sigur hon við Brynhild " Tað vann eg í stríðnum móti tær."
    Brynhild verður í øðini og svarar:
    "Fyri títt orð, skal Sjúrður doyggja, um eg havi lív og heilsu. Tað var ikki við mínum vilja, at tú vann tann mikla kappan, eg hevði longu elskast við Sjúrða, longu áðren tú yvirhøvur sá hann."
    Men Guðrun gevst ikki so.
    "Sjúrður spilti tín moydóm og gjørdi seg inn á Buðlans heiður," sigur hon. "Tú gav teg sjálva til tann ríka kongin, men nú er hann mín."
    "Tín falssnóta," svarar Brynhild. "Tú nýtist ikki at brigsla mær tað soleiðis. Fyri tíni orð skal Sjúrður doyggja, um eg so livi."
    Guðrun heldur líti um hóttanina. "Eg óttist ikki tínar hóttir, hóast tú ert stór í munninum. Tað er ongin í Júkagørðum, ið er førur fyri at taka Sjúrð av døgum."
    So rýmdi Brynhild úr ánni og fór heim í sín sal. Gunnar kongur, bróður Guðrun var tann fyrsti ið vitjaði hana, men kvæðið sigur onki um hví. Harafturímóti verður í næsta ørindinum sagt, at Brynhild legst í songina at syrgja yvir missin av Sjúrða.


Ásla Sjúrðardóttir verður fødd

Sjúrður frættir um sorgina hjá Brynhild og eftir øllum at døma byrjar hann nú at minnast. Í hvussu so er, fer hann at vitja hana, men Brynhild vil ikki vita av honum. Hon brikslar Sjúrða, at sjalvt ikki ein hunskur riddari hevði borið seg so ljótt at sum hann. Hann ið sveik gentuna, hann fyrst hevði lovað sína trúgv.
    Sjúrður roynir at verja seg. Hann veit væl, hvat hann hevur gjørt, men orsakar tað við, at hansara hugur var vendur við óráðum.
    Brynhild gjørdist við barn, longu fyrstu ferð hon hitti Sjúrða. Tá hon nú sær hann aftur, føðir hon eina lítla dóttur. Men, tann illa móðurin vil ikki vita av barninum og biður tí tænastufólkið um at seta tað í ánna.
    Tænastufólkini gera sum Brynhild býður teimum. Tann nýfødda Ásla Sjúrðardóttir flota omaneftir á og stórar áir og stríðir streymar bera hana frá londunum.
    Smágentan í ánni, verður seinni bjargað, men tað er ein onnur søga.


Óráðini

Mangur hevur hóttur notið
fyri vakurt vív,
nú er komið at evstu stund,
at Sjúrður missur lív.

Sjúrður var ein avrekskappi,
hann brá sítt svørð í droyra,
og honum voldu kvinnur deyða
sum tær skulu fáa at hoyra.

Mangur maður er komin illa fyri av vøkrum kvinnum og soleiðis gongur eisini Sjúrða. Avrekskappin, ið so ofta dálkaði svørðið í mannablóði letur lív orsaka av hatrinum millum tvær ástarsjúkar kvinnur. Í kvæðinum verður sagt nøkunlunda soleiðis frá deyða Sjúrða.
    Í uppskriftini hjá Hammershaimb, er tað eitt sindur fløkjasligt, hvør av Júkabrøðrunum tað er ið vitjar hana, í summum ørindum er tað Høgni og í øðrum er tað Gunnar. Vit stiðja okkum tí eisini til uppskriftina hjá Lyngby, har tað er Høgni Júkason ið tosar við Brynhild.
    Brynhild er sjúk av trega og sorg. Hon fær hvørki tosa ella siti og liggur tí í songini. Tá ganga Høgni og Gunnar Júkason inn fyri hana. Gunnar hevur hvast slíðraspjót í hendi og sigur, at tann ið hevur gjørt henni illa, skal tola ein harðan deyða.
    Brynhild svarar, at tað er Guðrun, systir hansara, ið voldi henni trega, tá hon fekk Sjúrða, ið ríður fremstur av øllum.
    "Tú skalt ikki tráa eftir ella fáa nakað yndi frá mær, fyrr enn tú hevur tikið Sjúrð av døgum," sigur Brynhild við Gunnar.
    Gunnar hevur ilt við at trúgva, at Brynhild vil gera seg inn á Sjúrð við svikum. Hann sigur, at Sjúrður er hansara heitbróður og at hann tí ikki kann gera honum nakað.
    Men, Brynhild tekur uppaftur, at hann ikki skal vænta sær nakað yndi frá henni, um hann ikki tekur Sjúrða av døgum. Hennara vreiði man ikki taka av, so leingi hon sær hann fyri sínum eygum.
    Gunnar ger vart við, at hon elvir honum miklan vanda og spyr, hvussu hon hevur hugsa sær, at hann skal fáa lívið av Sjúrða, ið enn ikki hevur fingi nakran skaða av svørði.
    Høgni Júkason bliknar av kravinum frá Brynhild og ger vart við, at tað eru fimtan ár síðani teir framdu vápnaleikir.
    Brynhild setur seg í gullstólin og spælir við ein gyltan knív. Hon sigur við Júkungarnar, at teir ikki skulu koma aftur í hennara høll, so leingi Sjúrður er á lívi.
    Júkabrøðurnir biðja hana so leggja teimum ráð, hvussu teir skulu fáa Sjúrða av lívi.
    Brynhild svarar, at teir skulu geva Sjúrða saltan mat, men onki at drekka. So skulu teir ekkaleysir ríða burt á skógin. Hon biður teir býta saðil við hann ella býta hest, bara teir hava svik í hjartanum.
    Sjúrður kemur inn í høllina við gyltum skildri í hendi. Hann er vanur og vitugur, men Brynhild, sum situr í stólinum vendur eyguni frá honum.
    Sjúrður, sum eftir øllum at døma hevur fingið minnið aftur sigur við Brynhild, at tá hann kemur aftur av skóginum, skal hann festa hana. Men, Brynhild er ill og syrgin og svarar honum, at hon ikki festir tveir kongar í somu høll. Hann skal ikki gera sær nakrar vónir um at festa hana, sigur Brynhild.
    Buðli kongur dámar onki at dótturin leggur ráð upp móti Sjúrða. Hann biður tey fáa Sjúrða svørð og hjálm og eitt horn at drekka úr. Hann heldur á einum reyðum ringi og spyr Brynhild hví hon vil elva Sjúrða deyðan. Hann minnir hana á, at tað var hon ið dróg Sjúrða av Norðlondum og lokkaði hann til sín á Hildarheyg.
    So gongur Buðli úr salinum og eftir situr Brynhild hond upp undir kinni.


Sjúrður verður dripin

Meðan júkungar ríða út, við Sjúrði á odda, stendur Brynhild í høllini, har hon sær víða út um heimin. Hon grætur síni møðigu tár, tá hon setur seg í hin gylta stólin. Hon veit væl, at hon ikki skal síggja Sjúrða aftur á lívi.
    Áðrenn teir riðu út á skógin, hava júkabrøðurnir givið Sjúrða saltan mat, men onki at drekka. Sjálvir smakka teir sær á títt og ofta, men drykkjuhornið hjá Sjúrða liggur heima á Júka lofti. Sjúrður kennur, hvussu tostin gerst alt verri og tá teir koma framvið einari keldu, loysir hann hjálmabondini og stígur úr saðlinum. Hann legst at drekka úr veitini, uttan at gruna ilt.
    Men, sum kvæðið tekur til "sjáldan hevur góður kvistur sprotti av illum runni." Meðan Sjúrður liggur og drekkur, leypa Júkabrøðurnir á hann við drignum svørði. Høgni stakk og Gunnar hjó, júst sum Brynhild hevði rátt teimum til. Tá høvdið á Sjúrða fall á vøllin tók tungan at mala og segði, at um hann hevði vita av svikum fyrr, so hevði hann verið maður fyri at vart seg móti fleiri.
    Júkungarnir taka nú líkið av Sjúrða og bera hann á skildrum heim til Guðruna. Teir leggja tann deyða kroppin í songina, har Guðrun liggur og svevur og tá hon vaknar, flýtur songin í blóði. Tann syrgjandi unga konan stríkur blóðið burtur og kyssur Sjúrða høvd á munnin. Hon tekur til, at av øllum, so var Gunnar tann síðsti hon hevði vænta svikini av.
    Guðrun gongur fram á loftið og letur seg úr sínum reyða serki. Allar sínar dagar, skal hon syrgja Sjúrða og hon lovar, at so leingi hon er á lívi, skal hon hevna hansara deyða.
    Brynhild, sum manga nátt hevur sovið á Sjúrða armi, doyr av harmi og sorg yvir sín deyða biðil. Alt gull og fæ og reyðir ringar, ið liggja eftir Sjúrða vera tí bornir Guðruni.


Endi

Her endar so søgan um Sjúrða Sigmundarson, sum setti lívið til í stríðnum millum tað ljósu Brynhild Buðladóttir og hina døkku Guðrun Júkadóttir. Vit enda við teimum seinastu ørindunum í Brynhildar tátti, ið siga frá, at nú er eitt æviskeið farið og eitt nýtt á veg:

Tað er satt sum talað er,
at mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei meira á sinni,
so skal taka upp triðja tátt
og víðari leggja í minni.

Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.