Fuglakvæðið yngra

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Sandoyarbók
Heimildarmaður var Hans Poulsen í Nólsoy, 1824

Fuglakvæðið yngra


1.
Gevið ljóð og lýðið á,
leggið væl í minni,
nú skal kvøða um fuglagleim
alt á einum sinni!

Fuglin í fjøruni
við sínum nevi reyða
mangt eitt dýr og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða.
Fuglin ífjøruni.

2.
Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd er um ta hatarót,
sum eykst av fuglameingi.

3.
Fyrsta dag, ið ljómin víkur,
er mær tað at telja,
skúgvalist ella falkaleik,
hvilkin skulu vær velja?

4.
Sildavaðið grimt og stórt
úti á Aldansfirði,
har kom mong ein fjøður saman,
ymist var tað 'støri'.

5.
Har kom mangur mætur saman,
eg tað ei kann telja,
har kom súla og likka við:
"Hvat er her at selja?"

6.
Har kom ryta og fullkobbi,
álka og teisti við,
mási, bakur og svartbaksskuri,
alt tað fuglalið.

7.
Har kom skarvur og hiplingur,
drunnhvíti hin snjalli,
har kom lundi og lomvigi
og líraskrápurin halli.

8.
Kjógvin við sítt klipta vel
hugsar við sjálvum sær:
"Vertin á hvat ið annar fær,
eg skal nøra at mær."

9.
Fjatlan hoppar á túgvuni,
ætlar fyri at fara,
avindsjúk sær hon silda 'mean'
sum maðkar í røstum tara.

10.
"Har er einki uttan útskotspakk,
lat tey í seg roppa,
eg bíði, í til tey frægastu fara,
tá skal eg eftir hoppa."

11.
Skúgvurin situr á høgum tindi,
sær hann hetta møti:
"Brellast tekur gómi mín
eftir feskum kjøti.

12.
So havi eg brúkt nevið mítt,
mangur gav mær prís,
hevði eg náað at rytuflokki,
veitslan var mær vís."

13.
Strekkir hann út veingir sínar,
út í havið strembar:
"Tungliga vinni eg mína føði,
til tað fer at lemba."

14.
Tjaldrið sat og lýddi á,
tað fleyg í vaðið fram:
"Pakka teg burtur, rytan blá,
tí skúgvurin vil tær and!"

15.
Burt fleyg tað, sum undan leyp,
sumt ræð seg at verja,
skúgvurin singlar suður og norður,
hann torir ei á at herja.

16.
"Hatað skalt tú, tjaldrið, vera,
aldri skalt tú ynnast,
tú hevur spilt mær veitslu mína,
hetta skal eg minnast."

17.
Annan dag í fragdarljómi
falkurin ristir fjaðrar,
syftir hann seg til skýggja upp,
men ætlar at gista jarðar.

18.
Sveimar hann um loftið vítt,
strekkir langar gøtur:
"Hvørt eitt tal, við foldina er,
skal falla mær til føtur.

19.
Hvør er hann á fjaðraríki,
meg ræður á at herja?
eg havi svørð og hvassar teinar,
ætli meg væl at verja.

20.
Hálsurin stívur og høvdið tjúkt,
kenni mítt svørð til heftið,
leggirnir langir og rukkutir,
so er mítt spjót sum skefti.

21.
Allir mínir trúgvu sveinar,
sum hjá fornum jalli,
lurtið nú væl eftir mínum orðum,
sum tey av himni falla!

22.
Smyril, storkur og hjaltakráka,
tangspógvi og fleiri,
ikki minni enn tríati,
hvør torir mukka meiri?"

23.
Árla var um morgunin,
sólin roðar bleik,
falkur talar til sveinar sínar:
"Heintið mær feska steik!"

24.
Starin sat á steininum,
smyril eftir honum leyp,
tjaldrið tók at pippa,
tá ið starin í holu kreyp.

25.
Smyril feyk fyri harra sín,
ræður at telja frá:
"Ikki vinst nýtsla við foldina,
fært tú ikki onnur ráð."

26.
Falkur troðar í øðrum sinni,
búddist at troða sveinar:
"Tit skulu gista svarta hol,
um tit ikki veita beina.

27.
Skortar ei við foldina
hvørki stórt ei smátt,
gásin, hønan, títlingur,
stólpa, alt er líka gott."

28.
Tað var um ein árla morgun,
sólin roðar í snjógv,
hirðin øll av smáfuglum
trokaðist niður at sjógv.

29.
Snjófuglar um bøin flykkjast,
matin í seg pakka,
stari søkir tarabrúnna
til at pikka maðkar.

30.
Grælingarnir marflugur
søkja upp úr hyljum,
dunnan veiðir æti sítt
og rótar í skitnum giljum.

31.
Títlingur á køstagarð
sínum veli slettir,
músabróðir hjallin vitjar,
inntil hann er mettur.

32.
Hønan skavar gólvsópið,
proppar har sína kjós,
hanin reystur blant sínar grannar
gelur upp á rós.

33.
Samdist væl við foldina,
hvørt við sínar náðir,
summir við maðkar, illdýr og slógv,
summir við korn og sáðir.

34.
Falkurin grummi heldur ráð,
tað er fugladeyði:
"Rennur mær nú aftur í grun,
smyrilin, hvat tú segði.

35.
Eg sigi enn, sum eg segði fyrr,
hvør torir mær at granda,
hvør er hann av fjaðraríki,
mær torir móti standa?"

36.
"Hoyr tú tað, mín náðigi harri,
tí eru vær ikki mettir,
tí ber ikki hjá okkum í lag,
stráini standa eftir.

37.
Einans okkum í vegin er,
tað er nevið reyða,
ræður tú ikki at firra hann,
tú sært ikki fugladeyða."

38.
Falkur stoytist frá skýggjum niður,
rætt sum lýnið skjóta,
áður enn nakar vardi tað,
hann ætlaði bein at bróta.

39.
Falkur skundaði síni ferð
við so mikið treyst,
tá hann kom í fuglaflokk,
hann hoyrdi ta vándu reyst.

40.
Tjaldrið tók at láta hart,
tað hoyrdist yvir sjógv,
tá fleyg hvørt í sína ætt,
halan upp í rógv.

41.
Hvørt fleyg burt í sína ætt,
søkti til sítt heima,
falkur skjýtur sær upp og niður,
hann sær seg vera aleina.

42.
"Smyril, títt orð eg sanni nú,
tó eg tað ei vildi trúgva,
sjáldan hevur tú sagt so satt,
tí ofta manst tú ljúgva.

43.
Unnast mær ein hundsaldur,
triðingsvinir at svíkja,
tá lovi eg tær, nevið reyða,
tú skalt ikki leingi ríkja."

44.
Fremjið ring eftir gólvi fram,
sparið nú ongan skó,
gevið nú á, tí fuglaljómi
er ikki meiri enn í vón!

45.
Brúkið nú munn og hendur og føtur,
fúkið nú ástað,
nú skal kvøða um gamla gorp,
ljómsins triðja dag.

46.
Tað var gorpur, gamal bóndi,
hann fleyg av bergi út,
lætti sær út um eggina,
í luftini breyt hann rút.

47.
Hugsaði hann um føðina,
hvar hann skuldi hana fanga,
antin at ræna fuglabjørg
ella tey, í haganum ganga.

48.
"Nógv man krevjast innanhallar,
alt er líka slúkið,
rátt og kókað, bleytt og hart,
tað sámir teirra búki.

49.
Tó man tað einki nerva meg
mína førslu at vinna,
kunnigir eru mær loynistígar,
allir vegir at finna.

50.
Eg havi sveimað við jøkilstoppar
og niðri við hvalaskrokk,
eg havi verið í kobbaveitslu,
altíð fekk eg nokk.

51.
Hvørt eitt kykt á Snjógvalandi
var eftir mínum sinni,
lukkan stendur ei altíð bí,
tað legst mær nú í minni.

52.
Nú keðist mær við rotið slógv,
spik og tvøst at slúka,
nú skal eg veiða mær feska bráð,
bergið skal eg lúka."

53.
Gorpur fremjir síni ferð,
skjýtst av eggini niður,
kundi ei halda kjaftin saman,
tað var hans gamli siður.

54.
Býttur manst tú, gorpur, vera,
sum ein gamal stút,
alt, hvat tær í hugin rennur,
manst tú gorra út.

55.
Gorpur krunkaði, sum hann fleyg,
beint við bergið fram:
"Álkubøli og lundaholur
skulu nú fáa skamm."

56.
Tá hann sá tað fuglameingi,
varð hann fróur í sinni,
gav tá á at krunka,
so tað hoyrdist úti og inni.

57.
Tjøldrini, í haganum vóru,
tyrptust saman í hóp,
hvaðan ið hatta skríggið kom,
so var tað eitt ravnaróp.

58.
Summi flugu á eggina út,
um har var nakað at sjá,
sóu teir tá, hvar gamli gorpur
fleyg bæði til og frá.

59.
Snúgvaðist hann í lundaflokki
bæði út og inn,
ætlaði til at slúka teir
bæði við kropp og skinn.

60.
Tá ið tjøldrini sóu slíkt,
tóku tey til at murra:
"Hvør er hann, sum troystar sær
hin gamla gorp at purra?"

61.
Fram fleyg eitt av tjøldrunum,
í royndum var tað gott:
"Eg skal vita, hvat eg dugi,
fallið tit ei í fátt!"

62.
Tjaldrið snurraði sær ástað,
rætt sum steinar falla,
helt ikki upp, fyrr enn nevaroddur
stoytti í gorpsins skalla.

63.
Tjaldrið brá sær snart ástað,
rætt sum kúlur ganga,
so var sagt, at gamli gorpur
sviða fekk í vanga.

64.
Dátt var gamla gorpi við,
tá hann fekk tann sviða,
strekti hann út hvørja fjøður,
fettist hansara miðja.

65.
Hann gav tá so stórt eitt skrál,
nú er um tað at reypa,
ongum háttri líkari,
enn sum hamrar leypa.

66.
Tá ið tjaldrið gamla gorpi
veitti hetta mein,
datt hann tríggjar reipslongdir
í óvit sum ein stein.

67.
Álkur, lundar og lomvigar
hoyrdu tað ravnareyp,
sýntist teim ikki mjúkari,
enn bergið niður leyp.

68.
Sýntist teim, hvør stólpur og steinur,
yvir teimum stóð,
niður eftir kom raplandi
at vekja fuglablóð.

69.
Men tá ið teir sóu gorpin detta
og meintu, tað var ein klettur,
turkaðist alt av berginum út,
har var einki eftir.

70.
Gorpur flagsar í luftini,
ætlar at vinna nógv,
tá ið vitið at honum rann,
var hann ikki langt frá sjógv.

71.
Strembar hann við bergið upp,
ristir sær við hvørt,
luttar inn at ymsum holum,
allastaðni var sørt.

72.
Gamli gorpur kendi svongd,
spilt var hansara vinna,
tekur at banna tjaldrinum,
sum hann kundi best páfinna.

73.
"Skert vildi eg teg, tjaldrið, so,
fyri tú gjørdi mær ímóti,
so vildi eg, tín búkur og bein
var fullur av malargróti.

74.
Eg vildi, at tú og alt títt lið
í óvitsku skuldi gingið,
so vit kundu roffað og rænað,
hvat okkum lysti at fingið.

75.
Eg vildi, at tú og aðrir fuglar
skuldu tigað og tagt,
hvørt tað góða ella tað ónda
var í okkara akt.

76.
So kundu vit okkum spikað og íitað
rætt sum gøðingarkálvur,
ikki lagt í tykkum lag,
men rátt fyri øllum sjálvur.

77.
Hetta, sum mær varð fyri í dag,
kann ofta berast til,
eg skal royna onnur ráð,
tað stendst hvat av, ið vil.

78.
Nú skal eg finna mínar vinir,
hoyra, hvat teir vilja gera,
til at svekka nevið reyða
tann fyrsti vil eg vera."

79.
Stígið á gólv við stinnum alvi,
setist ikki á pall,
frøðið var næstan kvøðið hálvt,
tá gamli gorpur fall!

80.
Skúgvurin snildi og falkurin fríði
gingu saman í ráð,
eftir kom gorpur stólpandi,
settist teimum hjá.

81.
Greindi tá, hvør í sínum lag,
hvat sær var fyri borið,
hvussu teim var gingið í hond,*
skúgvurin tók tá orðið.

82.
"So havi eg mær snúgvað og vent
tríati vetur og fleiri,
fáur var hann av mínum líkum,
sum vann í brøgdum meiri.

83.
Nørt havi eg bæði her og der,
fáur mundi tað vita,
stundum eg snávaði kropp og skinn,
stundum limir og bitar.

84.
Ránað havi eg bjørgini,
stundum grønan vøll,
fáur hevur mær neisir vunnið,
tungan var so snjøll.

85.
Altíð eg vann, hvar hugurin rann,
bæði við fjøll og røkur,
tó minnist eg á einum sinni,
tá var eg gyrdur í brøkur.

86.
Eg vildi eftir nógvum gapa,
upp á tjólegg fór,
øvigur aftur á langlegg fell,
sum kálvur dettur í flór.

87.
Eg vildi hava hetta og hatta,
royndi brelliráð,
káið har í vegin kom,
tí fór eg skitin frá.

88.
Á vatni vildi eg snúgva mær
rætt sum skarvur og æða,
eg máldi ikki møði mítt,
tað varð mær at skaða.

89.
Har kom fuglur úr sólarrenning,
hoyrið nú hvat eg tali,
granskaði eftir mínum verki,
og alt varð funnið galið!

90.
Gripur kom av Flatnalondum,
førdi harðan lúður,
hann beit mínar kløur av,
eg fell í bjarnadúr.

91.
Gripur gjørdi mær hart um skalla,
skákaði mína húð,
skotraði meg av vaglinum,
tí eri eg gráur nú.

92.
Tvíggjaði hann og sjúggaði meg,
vísti mær til dyr,
lundin upp á vaglið kom,
sum eg hevði sitið fyrr.

93.
Har vórðu settir rossleypar
fýra ferðir tólv,
uttan um lundan girdust teir
sum náttarsólin hálv.

94.
Lundin sat so bringubrattur,
eyguni mundi hann renna
ymsar vegir at leypunum,
hann mundi so fáar kenna.

95.
Har sat hann og skimaðist
uttan um seg at tevja,
leyparnir vóru tøðufrekir,
fáur mundi teim krevja.

96.
Einki dámaði lundanum
at sita í slíkari tøðu,
hann gróv sær eina nýggja holu,
síðani fekk sær bøgu.

97.
Tá tók dagur at lýsa upp,
skýggini spreiddust at,
lundin var smogin í holuna,
og eingin á vagli sat.

98.
Mala tók í knokki mínum,
kløur mundi eg tveita,
ongan visti eg betri
enn á abba gorp at heita.

99.
Tá var hann góður, abbi gorp,
hann ímillum gekk,
tí man eg fjálga reiðrið enn,
sum eg eftir pápa fekk.

100.
Hevði hann ikki lívgað meg,
hjálpt mær tá úr snerru,
væl kann tað ganga mær brókut nú,
men tá mundi gingið verri.

101.
Tapta megi aftur kom,
sum gripur frá mær tók,
líkasum tað um dýrið stendur
skrivað í Halgubók.

102.
Síðani gekk mær væl í hond,
hví skal eg dylja tað,
undantakandi hvat meg hendi
síðsta sildavað.

103.
Tá eg singlaði yvir tí,
sum eg hevði hugin á,
var tað sum í pottinum víst,
tí eingin segði frá.

104.
Eg sat meg á høgum tindi,
hevði har sitið leingi,
var hyggjandi út í fjørð,
eg sá tað fuglameingi.

105.
Brellilystur á meg kom,
eg væntaði besta keyp,
ilt er at binda svangan hund
niður við smørleyp.

106.
Legði eg beint í sildavaðið,
eg beindi har mín veg,
har kom eitt tjaldur flúgvandi,
sum gjørdi mær fortreð.

107.
Tutlaði tað við fuglarnar,
sum vóru í mínum trá:
"Nú kemur smyril í staraflokk,
pakkið tykkum herfrá!

108.
Hann vil tykkum bíta og slíta,
sum smyril ger við stara,
eg gevi tykkum móðurráð,
tit bíðið ikki við at fara!

109.
Tóat hann kemur so ljódliga,
sum vinur finst hjá vini,
ger hann sær ongar tankar um
at eta tykkum at skinni."

110.
Tá ið tjaldrið segði slíkt,
tó tað sannheit var
syndraðust burt í hvørja ætt
tann heili fuglaskari.

111.
Sumt fleyg upp, og sumt fleyg niður,
flokkurin spreiddist sundur,
svangur kom eg av míni møði
sum aftursjúgvaður hundur.

112.
Ikki orki eg at tola
mangar stoytir slíkar,
falkur og gorpur, sigið mær,
um tykkum hetta líkar?"

113.
Falkur grummi treður á fold,
ristir høvur og vanga:
"Ikki skulu teir spyrja tað,
at vit undir hetta ganga."

114.
Gorpur gamli stólpaði fram,
býst nú til at gora,
falkur eyguni at honum skeyt
og ráddi honum at forða.

115.
Gorpurin svarti aftraði seg,
um tað var pá svik,
settist aftur á knappin,
men eyguni gingu kyk.

116.
Falkurin reysti beyð tá til,
tá hann hevði málið fingið:
"Sum tú, skúgvur, fortaldi frá,
so hevur mær sjálvum gingið.

117.
Ikki gekk mær betur enn tær,
tá eg vildi veitslu ná,
tonkti eg tá um hevnisøku,
eg vænti hana at fá.

118.
Í fjør var eg hjá ørnini
so langt frá øllum fjøllum,
trúgva mást tú, stalbróðir góð,
eg segði frá hesum øllum.

119.
Greindi eg tá úr odd í egg,
sum okkum best kundi semja,
uttan at leggja í annað lag,
enn egið gagn at fremja.

120.
Tjaldrið málaði eg so døkt
sum sót og líkið svarta,
men okkum sjálvar sum náttarsnjógv,
tað var av følskum hjarta.

121.
So havi eg nú farið at
og fingið alt, sum eg vil,
nú skal eg passa tjaldrið upp,
tá tað kann bera til."

122.
Gorpurin svarti trokaðist fram,
hann kundi ei longur bíða,
ógvuliga hann keksar á sær,
rætt sum hestar ríða.

123.
"Mangt havi eg meg yvir at kæra,
vanur var eg við nógv,
lutur mín tann frægasti var
bæði av land og sjógv.

124.
Treytir eru tykkum vunnar
bæði á sumri og vetri,
vita skulu tit, gorpar tveir,
mær hevur ei gingið betur.

125.
Ikki er vert at endurnýggja,
men leggja ráðini saman,
brúkið nú høvur, veingir og vel,
og gerið ei av tí gaman!"

126.
Fuglar tríggir hildu ráð,
skúgvurin førdi orðið,
tað mundi ikki vera sørt,
har varð fyri borið.

127.
Grána tóku vangafjaðrar,
tí ráðini vardu leingi,
fimtan nætur og enntá betur
ei sást høvd undir veingi.

128.
Tá mundu brúkast knokkarnir,
tí eru vangar gráir,
teir mistu dúr og náttarfrið,
tí eru summir mjáir.

129.
Ágrýtnari fáur var,
um enn hann kundi ganda,
allir ynsktu tjaldrið detta,
eingin upp at standa.

130.
Løgdu teir sær so eina við
til at kunna út finna,
hvussu teir skuldu tjaldrinum
tær verstu treytir vinna.

131.
Hetta mundu gorpar tveir
royna at halda við,
hugsa ilt og fremja tað,
slíkt eru skálkasnið.

132.
Falkurin snarpi trein tá fram,
biður hinar tiga:
"Tá eg var í ørnarríki,
so mikið eg hoyrdi siga.

133.
Ørnin er so góður fuglur,
øllum vil hon væl
ikki vil hon, í haganum
skal pikkast eitt eggjaskal.

134.
Gjarna sær hon hjá øllum búnast,
hvørt eitt egg blívur klakt,
tað man víðka hennara ríki,
vaksa hennara makt.

135.
Ungarnir bæði smáir og stórir,
sigur hon, mugu ana,
hon setir hann í svarta hol,
fuglin torir at ræna.

136.
Alt, vil hon, skal liva við frið,
bæði stórt og lítið,
tað man minka um okkara lut,
onkur fýlist við býtið.

137.
Tjaldrið fylgir tey ørnarboð,
tá ið eg sigi tað her,
ilt man vera av at leggja tað,
gamal vani er.

138.
Einhvør man vera sær sjálvum best,
hvussu tað øðrum gongur,
hatta lærdi pápin meg,
tá eg var ein lítil drongur.

139.
Vær skulum venda hvítt til svart,
nú eru ei onnur ráð,
ørnin er langt av londum skotin,
hon kann tað ikki sjá."

140.
Skúgvurin svinni mælti orð:
"Um enn tað verða keikir,
tjaldrinum mugu vit royna at basa,
brúkið skálkaleikir!

141.
Tjaldrið kenni eg alt for væl,
vita man tað nógv,
væl man tað kunna fyri sær
bæði á landi og sjógv.

142.
Ofta man tað á sjónum sita,
tað kann sær ikki bara,
klófuglarnir eltast eftir,
vilja tað sama læra.

143.
Tí man minka okkara partur,
um enn tað fyrr var nógv,
nú er knýtt og fyribundið
bæði á landi og sjógv.

144.
Fuglar flestir gerast nú vísir,
vilja ei lata seg fanga,
sum teir síggja, tjaldrið ger,
teir flestu eftir ganga.

145.
Tó man ikki tróta ráð,
tó eg eri svinnur sum genta,
ørnin glettir at okkara orðum,
sum tey vóru prentað.

146.
Vit skulu siga, at klófuglarnir
eru so dummir sum neyt,
men nevið reyða øsir teir upp,
sum tú rørir greyt.

147.
Ráðini gav eg pá mín part,
heldur nógv enn lítið,
gorpur, tú manst njóta tey,
tí tú ert størstur í býti."

148.
Skemtan víkur nú at mær,
vilja tit mær tað trúgva,
búreisingar pjøkast at,
har skal frøðið snúgva.

149.
Tað var um ein mánadag,
eg meini, eg ikki ljúgvi,
tjaldrið fór at hugsa um
at fáa sær nakað til búgvið.

150.
Mundi tað tá við aðrar fuglar,
spógvar og láir, tosa,
til at hjálpa og ríva leyst
og bera gras og mosa.

151.
Fóru teir so fram á leið
og síðan til strandar niður
til at fáa sær proviant
og bera øður og fliður.

152.
Tjaldrið segði til spógvan tá,
hóast tað ber pá rím:
"Minnist tú nakað til pápa tín?
tú veitst, hann hevur krím.

153.
Ber honum hetta bukkablað,
nakað mást tú asa,
stappa tað upp í nevið hans,
so heldur hann upp at hvæsa."

154.
Tríggjar øður og tógva fliður,
ikki høvdu teir meiri
uttan nakran mosa og gras,
sum ætlað var til reiðrið.

155.
Frættist tað blant rovfuglarnar,
sum mundu tað fortróta,
at smáir fuglar pjøknir vóru
veitslu at vilja njóta.

156.
Falkurin fór til krunkin fram,
har sum deyðseyði lá:
"Slepp nú vil og garnarenda,
far og søk tær ráð!

157.
Tú skalt øllum føði skaffa,
har ímót eingin sigur,
hoyrt havi eg, at tjaldrið sankar
bæði maðkar og fliður."

158.
Svaraði gorpur, gamal bóndi,
tálgaðar vóru hans brýr:
"Nú er at heita á skúgvaráð,
tí nú gerast góð ráð dýr.

159.
Hoyr tú, skúgvurin skrinkilbein,
við tín gráa vanga,
hvat er nú til ráða at taka,
hvussu fer tað at ganga?"

160.
"Hoyr tú, gorpur litardimmi,
eyka tær ongan vanda,
tú skalt teg við svikum fara
tjaldrið fyrst at granda!

161.
Fliður sankar tað fyri seg
og maðkar til sínar ungar,
har av kemur kætin tann,
í ternuflokki rungar.

162.
Kjaftin kanst tú at brúka væl,
men lítla hevur tað fynd,
at líta upp alt í tínar hendur
tað var næstan synd."

163.
So var snork á krunki tá
sum á nøkrum grísi,
sveittin stakk um fjaðrar hans
bæði av smoltri og lýsi.

164.
Dálkaður hann í gori var,
smurdur var hann í sveita:
"Hvat er nú til ráða at taka,
á hvønn skal eg heita?"

165.
"Krákuna vil eg seta út
at ganga tær til handa,
tó at tú lønar henni væl,
tú kanst nokk við tað standa."

166.
Krákan stóð har skamt ífrá,
hon hoyrdi skúgvin tala:
"Hvat tú bað meg, mundi eg gera,
um enn tað var at stjala."

167.
Gorpur talar til krákuna:
"Altíð vart tú mær hull,
finnur tú nakað í tjaldurs reiðri,
so er sakin full.

168.
Bjóð tú teg so snart ástað,
gev so lítið tol,
eg ætli, tað hevur sankað saman
og krógvað í eitt hol.

169.
Troystar tú tær ei eina at fara,
kanst tú ei vegin finna,
'Siæru' skal eg senda við tær,
hon er tjóvsk at inna."

170.
Krákan elti gamla gorp,
sum hundur eltir tík:
"Gjarna geri eg tygara vilja,
sjáldan býðst veitsla slík.

171.
Natin mundi eg altíð vera,
hvar nakað var at valda,
har sum vinningur helti til,
eg mundi meg altíð halda.

172.
Mangan bitan havi eg krógvað,
bæði í vølli og gróti,
tjaldrinum skal eg ganga nær,
tær sigið ikki har ímóti!

173.
Tað vísir stropi á mínum nevi,
eggini havi eg amað,
eg vænti, eg fái ikki skitnar nasar,
tí tú hevur gert tað sama.

174.
Eg skal fylgja tygara ráð,
eg eri tó eingin glunti,
mangan góðan gloypibita
tú mær ofta unti.

175.
Mangan havi eg tálgarklunkin
frá tygur, harra, slikkað,
skammrivið og garnmørin
unti tú mær at pikka.

176.
Mangt so havið tær smálambið
slaktað fyri meg,
allar dagar í mínum lívi
minnist eg á teg."

177.
"Halt tú saman tín skitna kjaft,
slatra ikki longur,
gakk og raka í tjaldursreiðri,
vita hvussu gongur!

178.
Set nú rukkur á tínar brýr,
ver nú eingin kálvur,
ver nú bæði buttur og fúsur,
sum eg eri sjálvur!"

179.
Ristir og skakar hon velið sítt,
burt av nevi at turka:
"Mætari var við høviskum boðum
enn í køsti at slurka."

180.
Krákan fór sum njósnari,
luttaði eftir øllum,
stundum hon eftir sjónum fleyg
og stundum eftir fjøllum.

181.
Hoppaði hon um foldina har,
gorpur meinti, hon rann,
stappaði hon í holuna niður
tað, hon í køsti fann.

182.
Hoppaði hon av steininum,
flakraði alt hon kann,
hon hevði verið í hvørji holu,
áðrenn sólin rann.

183.
Hon kom har, sum tjaldrið var,
meinti at fáa nógv,
skeitir og kveitir út undan sær
sum niðri undir krógv.

184.
Taldi bæði øður og fliður,
meinti meiri at fingið,
gjørdi keipur, sum hon hevði sitið
niðri í móreyðu dyngju.

185.
Krákan fleyg fyri harra sín,
áðrenn lýsti dagur:
"Eg havi tygara ørindi
útrættað sum ein maður."

186.
Skúgvur, falkur og svarti gorpur
potaðu burt úr oyra:
"Hevur tú ilt um tjaldrið at siga,
vit vilja tað gjarna hoyra."

187.
"Eg eri móður av longum veg,
tungan hon vil balla,
betri er, at nevið reyða
tær latið higar kalla."

188.
Falkur sendi kráku fyrst,
gorpur aftaná,
til at kalla tjaldrið inn
tað var ikki langt harfrá.

189.
Krákan hoppar til tjaldrið út,
tekur til at mæla:
"Eg eri boð frá harrunum,
teir vilja við teg tala."

190.
Snart mundi tjaldrið altíð vera,
við tað fyrsta orð
snúðist tað so brádliga
inn fyri harraborð.

191.
Rodna tók tað falkanev,
tað mundi tjaldrið síggja,
ymsar brýrnar niður skeyt
og ymsar upp til skýggja.

192.
Skúgvurin gekk við falksins síðu,
tutlaði honum í oyra,
snakkaði tá so ljódliga,
so eingin skuldi hoyra.

193.
Gorpur snurraði sær í klingur
rætt sum streymur í íðu:
"Eg havi biðið krákuna
vera pá mína síðu."

194.
Falkurin grummi breyt tá út,
litir mundi hann skifta:
"Tí mundi eg teg, tjaldrið, kalla,
eg ætlaði tær at skrifta.

195.
Tú hevur tikið gras og mosa
bæði burtur og hjá,
ikki eg ta æru fekk,
at tú segði mær har frá.

196.
Væl má eg vera ærusjúkur,
eg eri tó eingin drongur,
hevur tú ikki fregnast tað,
eg eri her sum ein kongur?

197,
Eg meini, at tú manst hava
borið øður og fliður,
kráka, svara nú fyri gorp,
hví stendur tú har og tigur?"

198.
Krákan stóð og skutlaði sær,
smurd var hon í gori,
burtur gingu tímar tveir,
áðrenn hon fekk upp orðið.

199.
Hjartaslapp og minufull,
einki orð hon greindi,
blunkaði tá at skúgvinum,
sum visti, hvat hon meinti.

200.
Legði hon nev í skúvsins vong:
"Hjálp nú, sum tú plagdi!"
Skúgvurin setti nev mót nev
og greiddi tað, sum bagdi.

201.
Tá ið hon tann styrkin fekk,
mundi hon errin spáka,
drifti vel og sletti høvd
rætt sum fútakráka.

202.
Kráaði hon og skvaldraði tað,
sum hon hevði saman bjórað:
"Gesti høvum vær sakir við,
bæði mangar og stórar.

203.
Hann hevur hentað bukkabløð,
spógvum og øðrum at fáa,
ikki skuldi tað vera so,
tí gorpur vildi tí ráða.

204.
Hann hevur verið so nasavísur,
potað fliður og øður,
fáum geva lov til tað
gorpur og hans brøður.

205.
Fuglar lærir hann alt for mikið,
hvar hann flýgur og gongur,
summum trýtur tí at vera
feitt fyri kjaftum longur.

206.
Ikki stingst nú fingur í vegg,
og ikki batar snið,
leingi áðrenn til skal takast,
frætt hevur fuglalið.

207.
Latið tí tjaldrið ei sleppa á sjógv,
tjóðrið tað uppi á landi,
ristið fót, og skerjið vong,
so er eingin vandi!

208.
Takið nú frá tjaldrinum,
hvat tað hevur samlað,
falkur og skúgvur, sigið ja,
og eg svari fyri hin gamla!"

209.
Rovfuglarnir svaraðu ja,
spraklaðu rætt sum kálvur,
tjóvur meinar, at hvør maður stjelur,
tí hann stjelur sjálvur.

210.
Tjaldrið hoyrdi tað fuglasvar,
sum teir vavdu saman,
tóktist síggja á lótunum,
tað mundi ei vera gaman.

211.
Tá ið tjaldrið hetta sá,
at tað mundi álvara vera,
svaraði tá stívliga,
tað mundi í hjartað skera.

212.
Góða kendi tað sína sak,
vildi tí ikki fíra,
sjónliga las tá teirra pass,
tað neit í fuglanýra.

213.
"Falkur, hví vilt tú forða mær
mosa, gras og flag
til at byggja mær reiðrið av,
befallaði ørnin tað?

214.
Ikki gav ørnin tær tað lov
at trúa við slíkum kossum,
eg havi tó ikki fjalt sum tú
pløgg frá øðrum plássum.

215.
Gorpur, eg kenni teg so væl,
sjálvur tú alt vil slúka,
hvør gav tær lov at nokta tað,
okkum behøvir at brúka?

216.
Tú hevur sýtt okkum bukkabløð,
hosta kann tað ráða,
neyð dreiv okkum at søkja tað,
hjá tær var einki at fáa.

217.
Var tað so, ið ørnin segði,
hví hevði tú einki, títt spók?
tú manst fylgja ørnarboð,
sum fanin les í bók.

218.
Kráka, tú hevur so óvaskað
snikið teg her uppí,
tann sum feil við øðrum skal síggja,
skal sjálvur vera frí.

219.
Eggini hevur tú undir teg rivið,
stropan hevur tú tappað,
mangan hevur tú duldan bita
í helli og holur stappað.

220.
Slíkur kann vera ein sum annar,
burt frá øðrum at snappa,
mangan huldan loynibita
hava tit niður stappað.

221.
Tá ið smyrlar, kjógvar og bakar
í haganum mundu sveima,
lukkaðu tit ikki kjaftin upp,
stillir sótu tit heima.

222.
Altíð søkti eg fuglaframa,
tað vóru ørnsins boð,
vilja tit mær tí treytir vinna,
átti tað verið so?

223.
Hetta skal spyrjast í ørnarríki,
eg havi har verið fyrr,
um enn eg royni uppaftur,
eg vænti, eg finni á dyr.

224.
Ikki dylji eg tygara strikur,
ørnin skal tað hoyra,
tað kann henda seg enn sum fyrr,
onkur flónar um oyra.

225.
Nú orki eg ikki at ríma longur,
rími nú hvør, ið vil,
eg rímaði bæði í gjár og dag,
men ikki vil bera til.

226.
Best man vera at halda upp,
farið nú niður og sitið,
latið nú rímaran hvíla seg,
tí tíðin samlar vitið!"