Høgna táttur

Fra heimskringla.no
Revisjon per 24. des. 2013 kl. 17:01 av JJ.Sandal (diskusjon | bidrag)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55


Høgna táttur


1.
Guðrun situr í Júkagørðum,
sorgina ber so tunga,
hon lovast ongum edilingi
eftir Sjúrð hin unga.

    Viðgangur:
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2.
Guðrun situr í Júkagørðum
við trega og tungum meini,
hon lovast ongum edilingi
eftir tann Sjúrð svein.

3.
Artala gongur í høllini,
biður saðla sær hest:
"Nú skal ríða í Júka garðar,
frú Guðruna at festa."

4.
Árla var um morgunin,
sólin roðar á tanga,
síggja teir ein so miklan kappa
at borgararmi ganga.

5.
Guðrun situr yvir breiða borði,
kom henni mangt í huga,
teir gingu bæði út og inn,
hendan kappa at skoða.

6.
Guðrun so til orða tekur,
skortar hon ei fíggjar:
"Eg skal mær av høllini út
henda kappa at síggja."

7.
Guðrun gekk av høllini út,
við so nýtum orðum:
"Tað glógvar so gull á hesum kappa,
sum Sjúrður reið í forðum."

8.
Artala gongur í høllina inn,
hann bæði er vænur og vitur,
sum hon Guðrun Júka dóttir
yvir breiða borði situr.

9.
Guðrun so til orða tekur:
"Tað er ei at dylja,
hvat eru tíni ørindi,
hvat tykist tú vilja?"

10.
Artala so til orða tekur,
hann mælir av tungum trega:
"Tað eru míni ørindi,
Guðrun, tín at biðja."

11.
Guðrun situr yvir breiða borði,
glógvar í gulli reyða:
"Eg lovist ongum edilingi
eftir Sjúrða deyða."

12.
Artala stendur á hallargólvi,
hann er nýtur drongur:
"Siga skalt tú mær nei ella ja,
eg spyrji teg ikki longur."


13.
Leingi sat Guðrun Júka dóttir,
hugsaði um tað tá:
Hon hevði lovað at hevna Sjúrð,
so leingi hon liva má.

14.
Guðrun so til orða tekur,
tikin til góðar at evna:
"Hvussu heitir tú kappin reysti,
hvussu skal eg teg nevna?"

15.
Tí svaraði Artala,
ið gull bar sær á hond:
"Tú skalt nevna meg Artala kong,
ið ræður fyri Húnalondum."

16.
Guðrun steig upp skundisliga,
hon rætti fram ljósa hond:
"Gjarna fylgi eg Artala kongi
aftur á Húnalond."

17.
Guðrun steig upp skundisliga,
hon rættir hond yvir borð,
fagurt var at lýða
á teirra festnarorð.

18.
Artala kongur í Húnalandi,
sigst í bragda tátti,
festi frúnna Guðrunu,
ið Sjúrður frægi átti.

19.
Artala klæðist árla morgun,
hann gull ber sær á hand,
førir so frúnna Guðrunu
við sær á Húnalond.

20.
Artala klæðist árla morgun,
so er greitt fyri mær,
og hana frú Guðrunu
hann førir í høll við sær.

21.
Livdu saman í ríkinum
alt fyri uttan mein,
áttu børn, ólu av sær
unga sonin ein.

22.
Guðrun var leingi á Húnalandi,
kinn bar hon so reyða,
nú leggur hon ráðini upp
at hevna Sjúrðar deyða.

23.
Tað er hon Guðrun Júkadóttir
letur blanda vín,
Høgna og Gunnar og øllum brøðrum
býður hon heim til sín.

24.
Artala kongur í Húnalandi
kátan mjøðin blandar,
býður hann øllum Júkabrøðrum,
teim stendur nú lív í vanda.

25.
Gunnar gongur í høllina inn,
man so orðum stýra:
"Nú skulum vær til Húnalands
júkagarpar fýra."

26.
Svaraði Grimhild móðir hans:
"Mær tykir tað eingin tattur,
at tit ríðið á Húnaland,
ið eingin kemur aftur."

27.
Tí svaraði Gunnar kongur,
tekur til orða svá:
"Tó skulum vær á Húnaland,
tað standist hvat av ið má."

28.
"Meðan tú fert á Húnaland,
at drekka mjøð og vín,
Gíslar og Hjarnar vera eftir
báðir hjá móður síni."

29.
Gíslar og hann Hjarnar,
Júkungarnir báðir,
ríða teir til Húnalands
móti Móður ráði.

30.
Gíslar og hann Hjarnar,
Júkungarnir tveir,
ríða teir á Húnaland-
fátt kann forða feigum.

31.
Upp stóð Grimhild drottningin,
hin svinna og hin sæla:
"Kvittar tú á Húnaland,
lat meg fylgja tær."

32.
"Eg kann ei síggja, móðir mín,
at tíni eygun gráta,
báran brýtur á blómukinn,
tað kann eg ikki sjá."

33.
Svaraði Grimhild drottningin,
í fyrsta orði tá:
"Tak tú hetta rúnarkelvið
og passa væl uppá.

34.
Tak tú hetta rúnarkelvið
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda."

35.
Sólin skín á heiðina,
hon skyggir á skjøldin fríða,
so var sagt, at Høgni kongur
skuldi undan ríða.

36.
Tað er Høgni Júkason,
hann ríður seg fram við strond,
møtir hann eini sævarkvinnu
á teimum hvítu sondum.

37.
"Heil og sæl, tú sævarkvinna,
sig mær av tí satt:
Eg ríði nú á Húnaland,
komið eg heilur aftur?"

38.
"Hoyr tað, Høgni Júkason,
eg sigi tær av tí satt:
Ríður tú á Húnaland,
ikki kemur tú aftur.

39.
Hoyr tað Høgni Júkason,
eg sigi tær døpur mein:
Um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú heim."

40.
Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hjó hann hesa sævarkvinnu
sundir í luti tvá.

41.
Tekur hann hennar blóðiga høvur,
kastar út á sund,
kroppin skjýtur hann eftir,
sukku tey bæði í grund.

42.
"Ligg nú har tú vonda veittur,
tú hin illa kvinna,
eg skal ríða á Húnaland,
sigur av kappum vinna."

43.
Tað er hann Høgni Júkason,
ríður hann fram fyri strond,
møtir hann einum sævarmanni
á teimum hvítu sondum.

44.
"Heilur og sælur mín sævarmaður,
sig mær av tí gleim:
Eg ríði meg á Húnaland,
komi eg heilur heim?"

45.
"Hoyr tað Høgni Júkason,
eg sigi tær av tí gleim,
væl máttú ríða á Húnaland,
tí heilur kemur tú heim."

46.
So letur Høgni Júkason,
búgva skipini sín,
bæði letur hann í tey laða,
virtin og so vín.

47.
Oman skúgva teir flotdrekan,
fram úr tøttum neysti,
tá stóð fast í kjalarhæli,
loypur so fram og goysti.

48.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvønn stokk,
stavnur og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

49.
Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
gyltir leika veðurringar
upp í miðjan ský.

50.
Høgni vindur segl í rá,
teir út á havið fara,
grátandi vendi Grimhild
aftur í Júkagarðar.

51.
So grætur Grimhild drottningin,
tað hitt væna vív:
"Far væl Høgni sonur mín,
eg síggi teg ei í lívi."

52.
Grimhild fyri munni mælir:
"Høgni reisir á ferð,
eg kenni væl Guðrun dóttur mína,
er roynd í ráðagerð."

53.
Sigldu teir frá landinum
út á saltan sjógv,
Høgni tekur jarnárar tvær,
hann setist sjálvur at rógva.

54.
Ein kom maður í høllina inn,
Guðruni sigur frá:
"Eg síggi skip av havi koma,
seglini gul og blá."

55.
Guðrun so til orða tekur,
øll í gulli skín:
"Vera mann Gunnar og Høgni,
ið koma at vitja mín."

56.
Guðrun gongur í grasagarð,
hon reyðargull ber á hendi,
ramar risti hon illgerningar,
og út á havið sendi.

57.
Vaksa tók tá veður,
byrur lá av londum,
sundur gingu jarnárar
báðar í Høgna hondum.

58.
Vaksa tók tá veður,
sandur á tilju lá,
aldan breyt í bæði borð,
so fell tann bylgja blá.

59.
Mælti tá ein lítil sveinur,
tóktist komin í vanda:
"hvaðan eru hesir avrekshestar,
ið eftir sjónum ganga?"

60.
Høgni so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
"hetta er Guðrunar illgerningar
ristar móti mær.

61.
Hetta eru eingir hestar,
ei heldur onnur ross,
tað er Guðrunar illgerningar,
ristar móti oss."

62.
Guðrun gongur í grasagarð,
reyðargull ber á hendi,
loysir hon út ørnir tvær
og út á havið sendi.

63.
Ørnir tvær av landi koma,
setast á saltan sjó,
vaksa tekur veður í ský,
aldan brýtur á ló.

64.
So var veður á sjónum hart,
at aldan reis frá grunni,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
sum illgerningar kundi.

65.
So var veður á sjónum hart,
tá bliknaðu dreingir dýrir,
Gunnar gekk í lyftingina,
Høgni stóð við stýrið.

66.
So var veður á sjónum hart,
ógvuligt á at líta,
stýrir so Høgni Júkason,
at frá dreiv mjøllin hvíta.

67.
Høgni tekur sítt rúnarkelvi,
floygir tað út fyri borð,
ikki mátti illgerning vaksa,
so megnað vóru hans orð.

68.
Høgni tekur sítt rúnarkelvi,
kastar tað út á sjó,
minka tók tá aldan,
tað stiltist væl á ló.

69.
So var veður á sjónum hart,
tað reyk bæði sjógvur og sandur,
tó varð sagt, at Júkagarpar
slitu upp undir landið.

70.
So var veður á sjónum hart,
tað hurrar í hvørjum streingi,
tóku teir havn í Húnalandi,
tí fullvæl dugdu dreingir.

71.
Tá ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
kasta teir sínum akkerum,
á tann hvíta sand.

72.
Kasta teir sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrstur steig Gunnar Júkason
sínum fótum á land.

73.
Fyrstur steig Gunnar Júkason
sínum fótum á land,
Høgni og Hjarnar og allir brøður
upp á hvítan sand.

74.
Gingu teir frá strondum niðan,
so er greitt fyri mær,
gingu so allir Júkagarpar
niðan í grasagarð.

75.
Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

76.
Uppi í miðjum grasagarði
teir klæddust í brynjur dýru,
gingu so í høgar borgir
teir Júkagarpar fýra.

77.
Tað var Gunnar og Høgni,
heim í garðin fóru,
úti Guðrun Júkadóttir,
fyri teimum stóð.

78.
Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
úti stendur hon Guðrun,
hon fagnar væl brøðrum sínum.

79.
Guðrun so til orða tekur,
glað fyri uttan ekka:
"Gangið tit í høllina inn
tann brúna mjøð at drekka."

80.
Tað var Høgni Júkason,
hann inn í høllina steig,
tá sá hann á Guðrunu,
at ilt undir kinnum beið.

81.
Guðrun so til orða tekur:
"Eg geri tað ei at loyna,
fáið mær higar skjøld og svørð
frá øllum tykkum at goyma."

82.
Mælti tað Guðrun drottningin,
við hógv og hyggin orð:
"Tær kastið svørð og herklæði,
tær stígið yvir borð."

83.
Svaraði Høgni Júkason,
hann heldur á brýndum brandi:
"Eingin fær mítt svørð og skjøld,
meðan eg eri á lívi."

84.
Tí svaraði Gunnar kongur,
hann heldur á brýndum mæka:
"Sjálvur skal eg vápnini goyma,
tað man ongan saka."

85.
Guðrun so til orða tekur,
bar um hjarta trá:
"Mætari maður Sjúrður var,
á gullsaðli lá."

86.
Guðrun so til orða tekur,
ilskan í henni breyt:
"Minnist tú nakað Sjúrð hin unga,
tú legði mær á skeyt?"

87.
Svaraði Høgni Júkason,
hann lítur á ringin reyða:
"Ei er blítt á brúnaskorðum,
hon minnist á buðlungs deyða."

88.
Guðrun so til orða tekur,
hon letur av tungu falla:
"Minnist tú nakað Sjúrð hin unga,
tú førdi mær heim til hallar?"

89.
Svaraði Høgni Júkason,
hann lítur á ringin sín:
"Ei er blítt á brúnaskorðum,
hon minnist á Sjúrðar lík."

90.
Inn kemur Guðrun árla morgun,
ilt er skap at eggja,
borð stóð breitt við silkidúk
og bjór fyri reystar seggir.

91.
Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt íbland.

92.
Tá ið hon hevði blandað teim
mjøðin út í vín,
tá so mikið óminni
letur hon har útí.

93.
Og so mikið óminni
letur hon har útí,
ber so inn fyri Høgna
og biður hann drekka til sín.

94.
Hyggin hyggur Høgni tá
at fingurgulli góða,
sveitka tekur hans fingurgull,
tað rodnaði rætt sum blóð.

95.
Tað er Høgni Júkason,
hann kendi ta svikalist,
biður nú Guðrun systur sína
drekka av skálum fyrst.

96.
Guðrun stendur á hallargólvi,
hon rodnar rætt sum blóð,
hon hvolvdi um tað silvurker,
á breiðum borði stóð.

97.
Kongurin klappar sær á knæ,
sum søgur ganga frá,
Gunnar, Høgna og allar brøður
hann setur nú sær íhjá.

98.
Drekka teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drukku mjøð og klára vín,
glaðir á hvørjum sinni.

99.
Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at eingin ertir teim.

100.
Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at eingin ertir saman.

101.
Guðrun krevur sín unga son
bæði við mekt og mæti:
"Eg vil geva tær gull og fæ,
stillar tú Høgna kæti."

102.
Sveinur var ungur á aldrinum,
hann gjørdi tað hon bað,
hann gekk at tí borðinum,
sum Høgni fyri sat.

103.
Sveinur gekk at borðinum,
duldan hon hann dró,
hevði hann upp sína høgru hond,
Høgna á nasar sló.

104.
Gekk hann fram at borðinum
og Høgna á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
at drekkjan var óró.

105.
Høgna rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
kappin varð tá óstiltur,
svik vóru honum ei kunn.

106.
Tað var Høgni Júkason,
hann reiður borðinum skeyt,
allur hin brúni Mjøður
á hallargólvi fleyt.

107.
Tað var Høgni Júkason,
hann reiður sprakk borðum frá,
mitt á miðjum hallargólvi
komst hann fótum á.

108.
Høgni upp frá borði steig,
snarliga hann sær vendi,
meðan hann greiddi mækan til,
ígjøgnum sveinin rendi.

109.
Høgni upp frá borði steig
og sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá.

110.
"Eg man ei á Húnalandi
drekka tann mjøð við grandi,
ótøkk havi mín móðurdóttir,
ið so sín son upp vandi."

111.
Guðrun gongur fyri Artala kong
og sigur honum frá:
"Deyður er vár ungi sonur,
helst av Høgna ráði.

112.
Eg man ei í Húnalandi
longur við tær gæta,
um tú gert ikki miklar sømdir
eftir tann dreingin mæta.

113.
Eg man ei á Húnalandi
longur við tær stýra,
um tú gert ikki miklar sømdir
eftir tann sonin dýra."

114.
"Hoyr tað Guðrun søta mín,
tað vil eg ikki trúgva,
at tú vilt nakað tínum brøðrum
svik tilhandar snúgva.

115.
Tá ið teir vógu Sjúrð svein,
tað voldu í stríði tínum,
tá var Gíslar lítið barn
heima hjá móður síni."

116.
Svaraði Guðrun Júkadóttir:
"Tað skal eg nú valda,
Gíslar og hann Hjarnar ungi,
báðir skulu gjalda."

117.
"Hoyr tað mín hin velduga søta,
legg mær til tess ráð,
hvussu vit skulum Høgna sterka
av sínum lívi fá.

118.
Tað er ei lítið avreksverk
Høgna at ganga ímót,
hvar hann er í víggi staddur,
har hevur hann høvur á spjót."

119.
"Taka skal tríggjar aldirshúðir,
rýða í mannablóði,
har skal yvir Høgni leypa,
troyttur av miklum móði.

120.
Hoyr tað reystur Artala kongur,
tað skalt tú ikki gloyma:
sláa skal tær fyri hallardyr
og fast við jarni soyma."

121.
Tað var Artala kongur,
ei hann tað nú gloymdi,
hann sló tær fyri hallardyr,
og fast við jarni soymdi.

122.
Guðrun stendur fyri breiðum borði
mælir nú um tann vanda:
"Nú skal Gíslar, bróðir mín,
fyrstur á húðum ganga."

123.
Høgni upp frá borði steig,
ei mundi hann orðum spara,
ein av øllum Júkagarpum
hann ræður fyri hinar svara.

124.
Høgni so til orða tekur,
hann mælir av tungum trega:
"Gíslar og Hjarnar heim skulu fara
sína móður at gleða.

125.
Gíslar og Hjarnar báðir vóru
heima hjá móður síni,
tá ið eg og Gunnar
tóku Sjúrð av lívi."

126.
Guðrun so til orða tekur:
"Tó skulum vit tað valda,
Gíslar, Hjarnar og allir brøður
líka skulu gjalda."

127.
Gíslar og hann Hjarnar
mundu á húðum ganga,
allir sóu teir niður falla,
eingin upp aftur standa.

128.
Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir nú um tann vanda:
"Nú skal Gunnar, bróðir mín,
aftur á húðum ganga."

129.
Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon voldi teim sorg og sút,
øvutur bardist Gunnar kongur
av glæstriborgini út.

130.
Tað var reystur Gunnar kongur,
í stórari trongd var staddur,
klývur hurðar úr seigum jarni,
hann mundi ei vera ræddur.

131.
Gunnar kongur á húðir sprakk,
elvist nú meiri vandi,
allir sóu hann niður falla,
eingin upp aftur standa.

132.
Guðrun stendur fyri breiðum borði,
hon mælir um tann vanda:
"Nú skal Høgni, bróðir mín
síðstur á húðum ganga."

133.
Høgni so til orða tekur,
hann heldur á búnum brandi:
"Betri var í Júkagørðum
at drekka mjøðin blandi."

134.
Tað var Høgni Júkason,
var staddur í stórari trngd,
feldi niður tólv hundrað,
hann ruddi fyri sær gongd.

135.
Høgni tekur brandin tá,
tað vil eg fyri tykkum tína,
gongur so í loftið fram,
hann mintist á móður sína.

136.
Mælti tá Høgni Júkason,
hann studdist við dragið svørð:
"Tó skal ganga á aldirs húðum,
og vita hvussu fer."

137.
Høgni sprakk yvir aldirshúðir,
hann lat tað so vera,
honum barst ikki fóturin við,
tað tókti honum einki at gera.

138.
Høgni sprakk yvir húðirnar,
hann fekk ei bana her,
hann kom niður á grønan vøll
og studdist við skjøld og svørð.

139.
Høgni sprakk yvir aldirshúðir,
hann býst ei við frið,
tá stóð brynjað fyri honum
alt Artala kongsins lið.

140.
Høgni stendur í grasgarði,
bindur um hjálmin sín:
"Áður enn dagur at kvøldi kemur,
í blóði drekkum vær vín."

141.
Høgni tokar í herin fram,
við bitrum brandi í hendi,
eg svørji tann eið við mína trú,
hann mangan sveitan rendi.

142.
Høgni tokar í herin fram,
mátturin í honum veks,
hann sparir ei sín bitra brand,
henn vegur fimm og seks.

143.
Høgni tokar í herin fram,
hann býst ei við frið,
hann legði niður á Húnalandi
alt Artala kongsins lið.

144.
Legði hann niður alt hans lið
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgni Júkason,
hann hopar til hallarveggjar.

145.
Vegið fekk hann alla tá,
frá man frættast víða,
síðla var um aftanin,
tá løttu teir av at stríða.

146.
Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sær hon Høgna standa,
ei høvdu ráðini duga.

147.
Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði reystur Artala kongur
brynjað út hundrað tólv.

148.
Árla var um morgunin,
ið sólin roðar í fjøll,
løgdu teir sínum bardøgum
skamt frá kongsins høll.

149.
Høgni reið av høllini út,
hann býst ei við frið,
enn stóð brynjað fyri honum,
alt Artala kongsins lið.

150.
Tað var Høgni Júkason,
hann ríður teim ein ímót,
hvør ið kom tá fyri hans hons,
tá hevði hann høvur á spjót.

151.
Høgni ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
henn fellur niður av Húnamonnum
tíggju fyri hvørja sipan.

152.
Vegið fekk hann Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgni Júkason,
hann hopar til hallarveggjar.

153.
Guðrun kemur út árla morgun,
sól tók fagurt at branda,
heilan sær hon bróður sín
á leikvøllinum at ganga.

154.
Guðrun so til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Hoyr tað Høgni, bróður mín,
tú skalt á skógin ríða.

155.
Tú skalt burtur á skógin ríða,
eystur um Hildará,
har skalt tú tey undur síggja,
ið tú í forðum vá."

156.
Høgni reið á skógin burt
eystur um Hildará,
har mundi hann tey undur síggja,
ið hann í forðum vá.

157.
Høgni stendur á grønum vølli,
víða um seg hyggur,
mikið var tá buðlungs lík,
á gullbørum liggur.

158.
Høgni stendur á grønum vølli,
slíkt er mikið undur,
mikil hestur, stórur og sterkur,
loypur har á grundum.

159.
Høgni stendur á grønum vølli,
honum kom mangt í huga,
hann sá høvur við hestsins búk
bundið við saðilboga.

160.
Tungan tók at mæla,
hon lat so orðum víkja:
"Illa gjørdi tú, Høgni, tað,
at tú ræð meg at svíkja.

161.
Mær unti Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív,
mær unti Guðrun Júkadóttir,
har fyri lat eg lív.

162.
Brynhild unti mær so væl,
hon sprakk eftir mín deyða,
Guðrunu skiftuð tit gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

163.
Heim til hallar ríð tú nú,
bæði við gleði og gleim,
eg fari aftur á heiðin skóg
so vítt yvir vørild og heim."

164.
Høgni reið til hallar heim,
hann býðst ei við frið,
tá stóð brynjað fyri honum
alt Artala kongsins lið.

165.
Høgni reið í herin fram,
hann letur av brandi rúka,
fótur ei nertur við jørðina,
hann treður á manna búkar.

166.
Hundar goyja, úlvar túta,
ørnin higji lasti,
hundrað heilt og hartil hálvt
hann fellir í hvørjum kasti.

167.
Tað var Guðrun Júkadóttir,
heldur at tí gaman,
meira ið Høgni høggur sundur,
meira renna teir saman.

168.
Tað var Høgni Júkason,
hann gav tí fullvæl gætur,
teir ið hann um dagin drepur,
teir lívgar hon upp um nætur.

169.
Tí svaraði Høgni Júkason:
"Her elvist ein illur siður,
leiðist mær nú í Húnalandi,
at høgga trælar niður."

170.
Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sær hon Høgna ríða,
ei hava svikini dugað.

171.
Hon glør við eygum, glettir á tonn,
við kjaftinum mundi hon gapa,
gjarna hevði hon Høgna gloypt,
eingi kundu svikini bata.

172.
Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon heitir á sveinin sín:
"Gakk tú tær eftir longu Gevu
og bið hana koma til mín.

173.
Hann var fimur á fótunum,
ið boðini skuldi bera,
øll letur hon klæði hans
við rósur og liljur skera.

174.
"Hoyr tað Geva langa,
eg sigi tær satt ífrá,
deyður er Guðrunar ungi son,
helst av Høgna ráði.

175.
Hoyr tað Geva langa,
tú ert ein kempa sterk,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt roysnisverk."

176.
Geva so til orða tekur,
hon talar um sín vilja:
"Tað er ikki eins manns verk
hans høvur frá búki at skilja."

177.
Høgni reið mót Gevu fram
við bitrum svørði í hendi,
henn hevði upp sín bitra brand,
ígjøgnum Gevu rendi.

178.
Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystu longu Gevu
sundir í luti tvá.

179.
Tað er hon Guðrun Júkadóttir,
hon bryggjar og blandar vín,
býður nú Tíðriki Tatnarsyni
heim í høll til sín.

180.
Hann var fimur á fótunum,
ið tey boðini bar
haðan á tann grøna skóg,
ið Tíðrikur fyri var.

181.
"Vælkomin Guðrunar lítil svein,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín."

182.
"Lítið er mær um mjøðin tín,
altvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindi
higar í dag til tín.

183.
Onnur havi eg ørindi,
higar í dag til tín,
tað er hon Guðrun Júkadóttir,
býður tær heim til sín."

184.
Tíðrikur hvarv av vølli brátt,
so er greint fyri mær,
snarliga kom á Artala borg,
sum Guðrun fyri var.

185.
"Vælkomin Tíðrikur Tatnarson,
so væl eg á teg troysti,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt manndómsroysni."

186.
"Hoyr tað Guðrun Júkadóttir,
tú elvir mær miklan vanda,
hvussu skal eg Høgna av lívi taka,
ið einki svørð kann granda."

187.
"Bæði silvur og reyðargull
vil eg geva tær tá,
um tú Høgna Júkason
klívur í luti tvá."

188.
Tíðrikur hvarv úr sessi brátt,
hann er maður hin versti,
hann kom aftur uttan hallar
á kolsvørtum hesti.

189.
Høgni reið mót honum fram,
við so stórari ferð,
møtti honum Tíðrikur Tatnarson,
hann gav honum sár av svørði.

190.
Høgni brá sínum bitra brandi,
kappin tann hin mesti,
sló hann Tíðrik Tatnarson
opnan niður av hesti.

191.
Tíðrikur hvarv av vølli burt,
fáir kennast slíkir,
brá hann sær á lofti upp
í flogdreka líki.

92.
Eitur spýði hin svarti dreki,
niður á Høgna brynju,
hann var ei við vápnum vegin
harífrá lat hann sinja.

193.
Tungt er tað í heiminum
stórar sorgir at bíða,
eitur bar hann í brynju síni,
so fast í hjarta man svíða.

194.
Høgni snúðist haðan burt,
hann bardist ikki longur,
eitur gongur at hjartanum,
tá følnaði nýtur drongur.

195.
Tað var Høgni Júkason,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Artala kongur
fyri honum stóð.

196.
"Eg havi einki sár á mær,
grið vil eg ei tiggja,
lánið mær eina jallsdóttur
í nátt á armi at liggja."

197.
Svaraði Guðrun systir hans,
hon heldur hann fyri háð:
"Fáið honum svínahirðidóttur
at sova hans armi á."

198.
Tí svaraði Artala kongur,
mundi hann at honum hyggja:
"Hoyr tað Høgni Júkason,
ta bøn skalt tú tiggja."

199.
Tí svaraði Artala kongur,
hann tekur til orða svá:
"Fáið honum eina jallsdóttur
at sova hans armi á."

200.
Fingu teir honum jallsdóttur
at sova hans armi á,
hann gat svein við Jallsdóttur
sum søgan sigur frá.

201.
"Hoyr tað Helvík jallsdóttir,
eg sigið tær orðum hátt:
gitið man Artala kongur hava
svein á hesi nátt.

202.
Eignast vit ein ungan son,
tung man sorgin falla,
hoyr tað Helvík jallsdóttir
Høgna skalt tú hann kalla.

203.
Tú eigir tær ein ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara onkarbarn
og legg í vøggu tína.

204.
Tú eigir tær ein ungan son,
Guðrun vil honum sút,
ver tú tær í øllum klók,
tú gakk tær síðari út.

205.
Tað er hon Guðrun, systir mín,
hon kann svikalist,
hon biður teg, Helvík jallsdóttir,
ganga av durum fyrst.

206.
Tú skalt biðja hana undan ganga,
tí hon ber høvur hægri,
tú skalt ganga aftaná,
tí tú ert ein mun lægri.

207.
Eignast vit ein ungan son,
lat tað vera svá:
bið hann Høgna hevna mín,
um hann liva má.

208.
Tak tú hetta rúnarbelti,
tú bint um tínar lendar,
tað kann læsa lásum upp
og tínar sútir rinda.

209.
Hoyr tað Helvík jallsdóttir,
eg geri ei av tí loyna,
fá tað várum unga syni,
tá ið hann kann at goyma.

210.
Eg gevi tár bæði gull og fæ
og mangar ringar reyðar,
tak nú við mín jallsdottir,
og hevn so væl mín deyða."

211.
Tá segði Høgni Júkason:
nú verður ikki longur,
eitur gongur at hjartanum,
so følnaði nýtur drongur.

212.
Helvík leit at síggja á,
tá ið Hógni mundi doyja,
síðan gróv hon dreyg í heyg,
sum dreingir í dalinum hoyja.

213.
Árla vár um morgunin,
sólin roðar í líð,
upp stóð unga jallsdottir,
men Høgni lát sítt lív.

214.
Tær ganga sær við børnunum
níggju mánar sínar,
til at teirra stundum leið,
tær føða sveinar fríðar.

215.
Helvík unga sonin ár,
borin til gott at evna,
síðan bað hon presti bera,
Hogna bað hon nevna.

216.
Guðrun unga sonin ár,
tung mann sorgin falla,
síðan lat hon presti bera,
Svein biður hon hann kalla.

217.
Tá íð tær høvdu á songum ligið,
lætta tekur vandi,
nú er at teim stundum komið,
tær skulu av durum ganga.

218.
Sótu tær inni mánan ein,
sótu tær inni tvá:
"hoyr táð unga jallsdottir,
tú skalt fyrst útgá."

219.
Tí svaraði unga jallsdóttir:
tað skal eg um valda,
tú bert hægri krúnuna,
tí skalt tú fyrst útganga.

220.
Helvík átti sær ungan son,
hann vildi Guðrun pína,
tekur hon Guðrunar unga son
og leggur í vøggu sína.

221.
Tað gjørdi Helvík jallsdottir,
tykir hon í tí tattur,
leggur hon sín hin unga son
í Guðrunar vøggu aftur.

222.
Guðrun gekk í høllina inn,
hon víða um seg sá,
tekur sín hin unga son
og sneiðir høvur frá.

223.
Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon voldi sær stóran harm,
tað vil eg av sonnum siga
hon dráp sítt onkarbarn.

224.
Hógni vox upp í ríkinum
til gævuligan mann,
Artála kongur í Húnalandi
mundi fostra hann.

225.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað var Høgni Høgnason,
hann lystur á skógin ríða.

226.
Hogni reið á skógin burt,
sum søgur ganga frá,
møtir hann síni sælu móður
fyri eystan Hildará.

227.
Helvík so til orða tekur,
hon smílist undir lín:
"tað svørji eg á míni trú,
at tú ert sonur mín."

228.
Høgni so til orða tekur:
"tí vil eg ikki trúgva,
eg hávi ei sæð eina lægri konu
kunna betra at ljúgva."

229.
Tak tú henda lítin knív,
hygg íð væl hann bítur,
sker so meg í armin mín,
vita um í hjartað nýtur."

230.
Hann tók henda lítin knív,
hugdi íð væl hann beit,
skar hann hana í armin sín,
tað fast í hjartað neit.

231.
Mælti tað Høgni Høgnason,
hann smílist undir lín:
"tað kenni eg á sjálvum mær,
at tú ert móðir mín."

232.
"Hoyr tað Høgni sonur mín,
eg sigi tár satt ífrá,
Høgni bað teg hevna sín,
um tú liva má.

233.
Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sorgir rinda."

234.
Tí svaraði hans sæla móðir,
ið tungu bar so snjalla:
"eg gevi tær tað búna svørð,
ið faðir tín sókti úr fjalli.

235.
Og tær gevi eg bæði gull og fæ
og mangar ringar reyðar,
tak nú við mín sæli sonur
og hevn tín faðirs deyða."

236.
Hann kom íkki av skógi heim
fyrr enn síðla á kvøldi,
Artála kongur yvir borði sat
við allt sítt dreingjaveldi.

237.
Sveinur gekk í høllina inn,
hann skuldi ljósið skara,
hann brendi gjøgnum fótablað,
hann mundi tað ikki vara.

238.
Sveinur skuldi ljósið skara,
er mær ei á tí hól,
ljósið brendi í fótablað
niður í hallargólv.

239.
Tí svaraði Artála kongur,
riður í brósti rennur:
"hvat hugsar tú sveinur so djúpt,
tú gáar ei, at tú brennur."

240.
"Tað hugsi eg, Artála kongur,
at tú hevur miklan eyð,
man tó verða á tínari ævi,
at tú tiggur vatn og breyð."

241.
"Bæði havi eg gull og fæ,
og hartil nogvan eyð,
tað verður ikki, meðan eg livi,
at eg tiggi vatn og breyð.

242.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða:
viltú nakað Artála kongur
í dag á skógin ríða?"

243.
Tí svaraði Artála kongur
somu morgunstund:
"gjarna vil eg fylgja tær
ígjøgnum grønu lund."

244.
Árla vár um morgunin,
sól tók fágurt at roða,
nú lystur hann at gullbjørgi
sítt reyðargull at skoða.

245.
Ríða teir á skógin burt,
glaðir í huga full,
vísti hann honum á húsið tað,
ið lagt var innan við gull.

246.
Tí svaraði Artála kongur
og tekur til orða svá:
"hoyr tað nú harra Svein,
tú skalt her fyri inngá."

247.
Tí svaraði harra Svein:
"tað skál eg nú valda,
tú bert hægri krúnuna,
fyrstur skalt tú innganga."

248.
Tað var reystur Artála kongur
hann inn í húsið sá,
Høgni smeldi hurð í lás
og snúðist so haðan ífrá.

249.
Høgni fyri uttan stendur,
glaður uttan sút,
læsti hann aftur við rúnarbelti,
hvørki teirra náddi út.

250.
"Bæði hevur tú gull og fæ,
og hartil nogvan eyð,
viltú nakað Artála kongur
tiggja vatn og breyð?"

251.
"Bæði havi eg gull og fæ,
og hartil nogvan eyð,
gjarna vil eg nú harra Svein
tiggja av tær vatn og breyð."

252.
Inni svølti hann bæði tey
hjá tí gullinum reyða,
tað gjørdi Høgni Høgnason,
so hevndi hann fáðir síns deyða.

253.
Táð var Høgni Høgnason,
ið mikið gull mundi fá,
hann kom ikki aftur í gullbjørgið,
fyrr enn kongurin turrur lá.

254.
Høgni gisti sína móður
síðla dags á kvøldi,
síðan reið hann haðan burt
til kongin í Dánaveldi.