Leivur Øssursson

Fra heimskringla.no
Revisjon per 24. des. 2013 kl. 15:10 av JJ.Sandal (diskusjon | bidrag)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Leivur Øssursson


1.
Gevið ljóð og lýðið á,
meðan dagur líður,
(eg) kvøði um Leiv(-ur) Øssursson,
tann hin garpin fríða.

Niðurlag:
Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó;
Guð má ráða,
hvar vær drekkum onnur jól.

2.
Leivur vax hjá Trónda upp
bæði vænur og vitur,
vaksin var hann mannliga,
fagur var hans litur.

3.
Tróndur situr í hásæti,
ræður hann síðst at telja:
«Gift teg, Leivur Øssursson,
tú hevur gott í at velja.

4.
Sigmunds einkja á Skúvoyj býr,
hon eigir dóttur væna,
tú fært ikki frægari giftu,
hevði tú fingið hana.»

5.
Leivur svarar so bráttliga:
«Hana kann eg ikki fáa,
hennara móðir ber hat til mín,
hon man henni ráða.»

6.
Til tað svaraði Tróndur gamli,
heldur at tí gaman:
«Eg skal sjálvur fylgja tær,
tit skulu væl koma saman.»

7.
Klæddust teir í klæðir
klæddust teir í skrúð,
vundu upp segl á Tróndar skútu
at vinna ta ríku frú.

-- -- --

8.
Inn kom sveinur í Skúvoyj,
talar so fyri orð:
«Eg síggi eina so stóra skútu
sigla mót Dalaskor.

9.
Eg síggi eina so stóra skútu
undan skorum líða,
sólin skínur so fagurliga
á teirra seglið fríða.»

10.
«Sært tú skip mót Dalaskor,
sól í segl at skína,
vera man einhvör ungur maður
at biðja dóttur mína.»

-- -- --

11.
Hildu síni ferðini
beint mót oynni vestur,
síðani gingu frá strondum niðan,
Tróndur og Leivur reysti.

12.
Leivur gekk at húsi framm,
inn um hallardyr,
eingin hevur sæð reystari ungling
komið í oynna fyrr.

13.
Tróndur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
«Hoyr tú, ríka Sigmunds einkja,
gev honum dóttur tína.»

14.
Tað var ríka Sigmunds einkja,
var so snör at svara:
«Tað er mær so hart ímót,
hon skal so burtur fara.

15.
Øssur tók alt Sigmunds góðs,
tað er frætt so víða,
Leivur væntar tú mína dóttur,
leingi skaltú bíða.»

16.
Til tað svaraði Tróndur gamli,
mundi ei orðum spara:
«Leitið mær moyj í höllina inn,
sjálv fyri seg at svara.»

17.
Inn kom Tóra Sigmundsdóttir,
svarar so fyri seg:
«Leivur er tað títt ørindi,
at tú vilt hava meg.


18.
Eg leggi tær tríggjar treytir á,
kannstú tær uppfylla,
so lovi eg tær trygdarorð,
títt örindi gongur ei illa.

19.
Tann fyrsta treytin, tú svörja skal,
tú voldi ei Sigmunds deyð,
onnur tú skalt manninn nevna,
sum voldi hesa neyð.

20.
Tann triðja treytin, eg sigi fram,
tað eigir tú helst at gera,
tú skalt hevna faðir mín,
so skal eg tín húsfrú vera.»

21.
Leivur stendur á hallargólvi,
klæddur í skkarlak reyða:
«Tað svörji eg við sannan Guð,
eg voldi ei Sigmunds deyða.»

22.
Til tað svaraði Tróndur gamli:
«Tað skulu tit snart frætta,
hoyr tú, Leivur, mín fostursonur,
hitt skal eg útrætta.»

23.
Vundu teir sítt segl í rá,
teir sigldu av Skúvoyjar landi,
strikaðu ikki á bunka niður
fyrr enn á Götu sandi.

Annar táttur.

24.
Nú skal taka upp annan tátt,
tað liggur líka raðið,
eg kvöði um hann Tórgrím óndu,
hagar vendir kvæðið.

25.
Tróndur kemur upp árla morgun,
man meg rætt um minna:
nú skal fara til Suðuroyjar,
Tórgrím skal eg finna.

26.
Gingu teir til strandar oman,
allir fylgdu Trónda:
«Nú skal gista manninn tann,
teir kalla Tórgrím ónda.»

27.
Sigldu teir til Suðuroyjar
á tann sama dag,
Tróndur tók sítt rúnarkelvi,
ikki gloymdi hann tað.

-- -- --

28.
Tórgrímur fyri hallardurum,
sær hann út frá landi:
«Hvat man vilja Gøtu Tróndur
her á mínum sandi.

29.
Tróndur talar til Tórgrím ónda:
«Tað sigi eg tær enn,
eg biði teg um hús í nátt
fyri meg og mínar menn.»

30.
Tórgrímur átti synir tveir,
sigst í kvæði mínum,
óndir og argir av sinnalag,
teir líktust faðir sínum.

31.
Tróndur talar til Tórgrím ónda:
«Eg vil ikki yfir tað tiga,
hvat talast her um Sigmunds deyða,
tað skulu tit mær siga?»

32.
«Her talast so mangt um Sigmunds deyð,
sum tær sögur ganga,
tey halda Tróndur hans lívið tók,
tí hann hevði allar fangnað.

33.
Summir halda hann doyði av møði,
av tí svimjing stranga,
summir halda ham myrtur var,
so ymisk tíðindir ganga.»

34.
Til tað svaraði Tróndur gamli:
«Hetta man vera tað sanna,
tú ert tann maður, tann gerning gjördi,
sig mær einki annað.»

35.
Tróndur talar til sínar menn:
«Gerið á mínum ráðum,
bindið mær hann Tórgrím ónda
við sínum synum báðum.»

36.
Síðani skal eg tykkum siga,
hvursu teir tríggir doyðu,
antin teir vóru á landi dripnir
ella á havinum breiða.

37.
Kyndið mær eld á eldstaði,
træverk harum gerið,
tá má eingin tala orð,
tigandi allir verið.»

38.
Tróndur settist í sessinn tann,
ið stóð millum eld og verkið,
manaði hann teir tríggjar upp,
tann gandakallur sterki.

39.
Hurðin gekk so harðliga,
bleikt tá ljósið skínur,
maður kom í höllina inn
og mitt á gólvið trínur.

40.
Dravutt klæði á kroppi bar,
hendur út hann breiddi,
síðani gekk av durum út,
sum rúnarkelvið leiddi.

41.
Hurðin gekk á öðrum sinni,
harðari hon smeldi,
maður kom í höllina inn,
og hann gekk tætt at eldi.

42.
Leggur hann hendur á træverk niður,
sjógvur úr honum streymar,
so blotnar hjartað í Gøtumonnum,
rætt sum kavi kreymar.

43.
Hamur gekk av durum út,
einki illt hann gjördi,
allir tagdu innanhallar,
eingin orðið førdi.

44.
Tá leið ikki longur um,
enn eina so lítla stund,
tá brá hurðin so harðliga upp,
sum alt hevði gingið í grund.

45.
Stórur maður í höll kom inn,
við blóðigum hövur í hendi,
reyðan kappa á kövdi bar,
hann snart at durum vendi.

46.
Tróndur stóð frá sessi upp,
sær til sveinar vendi:
«Tað kunnu tit nú sjálvir síggja,
hvat var teirra endi.

47.
Sigmundur víst dripin er,
tí bar hann hövur í hond,
Einar og Tórur druknaðir,
í sjónum góvu upp ond.

48.
Sigmundur átti ein stóran ring,
hann var av reyðargull,
kunnu vit hann hjá Tórgrími finna,
so er sakin full.»

49.
Leitaðu teir í Tórgríms húsi,
eina langa stund,
funnu teir hann í eini kistu,
í spjarrum var hann vundin.

50.
Tróndur talar til sínar menn:
«Gerið ei tíðina langa,
reisið ein gálga av sterkum bjálkum,
har skal Tórgrímur hanga.»

51.
Tróndur og hans fylgisveinar
vóru allir í ráðum,
hongdu hann so í gálgann upp
við sínum synum báðum.

-- -- --

52.
Tróndur aftur til Götu fór,
tá hann hevði tað útrættað,
Leivur fróður í hjarta var,
tá hann fekk tað at frætta.

53.
Leivur fór til Skúgvoyjar,
til sín hjartans kæru:
«Nú er hevður faðir tín,
nú skaltú mín húsfrú vera.»

54.
Leivur giftist Sigmunds dóttur,
so er frá tí skrivað,
ikki hevur frægari maður
her í Føroyjum livað.