Marmennil 1

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 13:37 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Marmennil 1)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851


Marmennil


Marmennil líkist fólki, men er tó heldur minni; fingrarnir á honum eru langir; hann livir á havsbotni og ger útróðrarmonnum mein við at bíta agnið av onglunum og seta fast í botn, so teir mega slíta snørini; tá ið hann verður krøktur, er hann so handafimur, at hann kann at loysa teymarnar undan snørinum.
   Annfinnur bóndi í Elduvík var tó so heppin á sinni at krøkja ein marmennil í hondina, men við aðrari hondini kundi hann ikki loysa teymarnar frá, og ikki var hann mentur at slíta. Annfinnur dró hann upp, og risti kross á hann, tá ið hann var komin upp undir borðið á bátinum; annars mundi bóndin ikki hava fingið hann inn í bátin til sín. Hann hevði henda marmennil heim við sær, og goymdi hann í orninum, men ikki vildi hann eta annað enn øgn. Annfinnur mátti minnast til hvørt kvøld at rista kross í øll fýra horn á orninum, hvar marmennil sat. Teir tóku hann við sær, tá ið teir fóru til útróðrar; ei heldur máttu teir gloyma at krossa hann, tá ið teir høvdu tikið hann inn í bátin. Hann settist at læða og spæla í bátinum, tá ið teir komu yvir fiskatorra; mennirnir kastaðu tá niður, og væl fiskaðist, helst tá marmennil drap fingurin niður í sjógvin.
   Annfinnur hevði hann í langa tíð hjá sær, men eina ferðina hevði hann gloymt at rista kross á hann í bátinum; tá ið teir vóru komnir væl frá landi, smoygdi marmennil sær út fyri borð og fór undir kav; tað er vituligt, at hann sást ikki aftur.