Nökur örindi úr »Hávamáli« (gamalt eddukvæði)
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► | ![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() | |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
|||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Nökur örindi úr Háamáli
(Hávamál)
- Gáttir allar,
- áðrenn inn tú gongur,
- skulu varliga skoðast;
- tí at óvist er at vita,
- hvar óvinir fyri
- i skjóli sita.
- _________
- Vápn síni
- skal ei maður völli á
- fet ganga fram um;
- tí at óvist er at vita,
- nær manni á vegum úti
- tarvast spjótið at troyta.
- _________
- Betri byrði
- ber ei maður breytum á
- enn mannavitið mikið;
- betri enn ogn
- tykir tað í ókunnum stað,
- tað er tiltak hans, ið treingir.
- _________
- Smalurnar tað vita,
- nær tær skulu heim,
- og ganga tá av grasi;
- men óvísur maður
- kann sær aldri
- maga mál.
- _________
- Árla skal vakna
- hann ið annans mans
- fæ ella fjör[1] vil vinna;
- sjaldan liggjandi úlvur
- lærbitan fær
- ella sovandi maður sigur.
- _________
- Ganga skal,
- skal ei gestur vera
- altíð í einum stað;
- leiður verður alvinur,
- um hann leingi situr
- annans mans pöllum á.
- _________
- Betri er egið búgv,
- um lítil er búnaður,
- heima er hvör sín harri;
- um tvær geitir er öll ognin
- og ein trong smátta,
- tað er tó betri enn bøn.
- _________
- Um tú vinin eigir
- og tú honum væl trýrt
- og tú vilt av honum nýtslu nýta:
- sinni skalt tú við hann blanda
- og gávum skifta,
- fara at finna ofta.
- _________
- Um tú eigir annan
- og tú honum illa trýrt,
- vilt tú av honum tó nýtslu nýta:
- fagurt skalt tú við hann mæla,
- hava fals í huga
- og løna svik við lygn.
- _________
- Ungur var eg forðum,
- ferðaðist eg einsamallur,
- fór eg tá villur av veginum;
- eyð mær tóktist eiga,
- tá ið eg annan fann:
- maður er mans gaman.
- _________
- Doyr fæ,
- doyggja frændur,
- doyr hann sjálvur somuleiðis;
- eg veit ein,
- ið aldri doyr:
- dómur yvir deyðan mann.
Fotnoter
- ↑ fjör == lív.