Risans klóta (C)

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 14:11 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Risans klóta (C))
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Risans klóta (C)


Uppskrift úr Sumba í Suðuroy

Eina ferð var tað ein maður og ein kona, sum áttu tríggjar døtur. Hvønn dag var maðurin burtur í skóginun og bardist ímóti risum.
   Eitt kvøldið, tá ið hann kom aftur, bað hann ta elstu dóttrina fara í ánna við hosunum og skónum at vaska. Komin at ánni sær hon ein vakran fugl sita og skal taka hann, men tá stendur hann umskapaður til ein risa. Hann tekur hana heim í hellið til sín og fær henni lín at spinna og oksakjøt at kóka, meðan hann er burturi. Tá ið hann kemur aftur um kvøldið, hevur hon ikki spunnið ein karða, og kjøtið er trátt. So tekur hann og leggur hana tvørtur um knæ sítt, brýtur ryggin av í henni og blakar hana aftur um eina hurð.
   Annan dagin sendur maðurin miðlingardóttrina í ánna við hosum og skóm at vaska, og henni gongst rætt á sama hátt og teirri elstu.
   Triðja dagin sendur maðurin ingstu dóttur sína í ánna. Hon sær henda sama fugl og skal taka hann; tá er tað risi. Hann tekur hana heim í hellið, fær henni lín at spinna og oksakjøt at kóka. Tá ið hann er burturfarin, fer hon út fyri dyr, rópar á smátrøllini øll og biður tey koma at hjálpa sær at spinna: tey skulu fáa soð at drekka og knútur at bíta afturfiri. Tey koma við tað sama at hjálpa henni og spinna alt, meðan hon kókar kjøtið.
   Tá ið risin kemur heim um kvøldið, er hann so væl heitin, nú ið hann sær, at alt er spunnið. Hann setst at eta: væl er kókað. Hon skal vera kona hansara, sigur hann og vísir henni á eina tunnu við valasmyrsli, sum hon skal eiga í festargávu: alt tað, ið deytt er og hetta smyrslið kemur uppá, verður livandi. Hann fer nú at bjóða í brúdleyp, sigur hann og biður hana gera alt til í húsinun, til hann kemur aftur við brúdleypsfólkinun.
   Tá ið hann er farin, finnur hon báðar systrarnar aftanfyri hurðanbak dripnar. Henni kemur í hug smyrslið, hon smyr uppá tær og fær lív í tær aftur. So allar at leggja ráð, hvussu tær skulu sleppa undan risanun. Hin yngsta finnur eina klótu, letur hana í besta skrúð sítt, at hon skal líkjast henni sjálvari, setur hana við eldin, heingir ein stóran vatnketil upp yvir og festir so eitt band í høvduna á ketlinun og annan endan í klótuna. Síðan tekur hon eina kistu og leggur báðar systrarnar niður í. Nú hoyrir hon risan koma, fagnar honum blídliga og biður hann vælsignaðan fara heim til foreldur hennara við einari kistu: men ikki skal hann dirvast at hyggja niður í hana, tí hon sær altíð til hansara - hon sær ígjøgnun bjørg og bláar skorar. So smattar hon seg ígjøgnun einar aðrar dyr og er so knøpp til at fara niður í kistuna og læsa afturyvir. Risin kemur og fer undir kistuna. Tá ið hann er komin húsini úr eygsjón, setur hann av sær og skal vita, hvat ið er í kistuni. Nú ljóðar tað:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg!"
   Risin er so knappur at fáa kistuna upp á bakið aftur og so til gongu. Tá ið hann hevur gingið ein góðan tein aftur, setur hann av sær aðra ferð til at vita, hvat ið í er. Nú ljóðar aftur:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg!"
   Risin skakkur og við tað sama undir kistuna aftur:
   "Hatta er ein fráskila genta, eg eigi, hon sær ígjøgnun bjørg og bláar skorar."
   Á sama hátt gongst honun triðju ferð, ið hann skal royna. Risin kemur til hús, kastar kistuna av sær niður á gólvið og rýmir so sín veg.
   Nú ið hann kemur aftur í hellið og heldur seg síggja gentuna sita so prúða við eldin, tekur hann í klótuna og skal kyssa; men nú streingist á bandið, ketilin hvølvist, og tað kókandi vatnið stoytist yvir høvdið á honun, so hann skáldast. Tað var hansara endi.