Trýmskviða
Hopp til navigering
Hopp til søk
Trýmskviða
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► | ||||||
Várskot
Blað føroyingafelags í Keypmannahavn
Nr. 5-6. Maj - Juni 1905
Føroyingafelag gevur út.
- Vreiður var hann Vingtórur,
- tá hann vaknaði,
- og sín hamar
- tá saknaði;
- hann risti skegginum,
- hár sítt hann syfti,
- tók tá Jarðarsonur
- til at trilva.
- Og hann tað orðið
- allarfyrst segði:
- „Hoyr nú tú, Loki!
- hvat eg mæli,
- ei fyrr hevir borist
- til á foldum
- ella í himni;
- frá Ási er hamar stolin!“
- Inn til ta fagru
- Froyju teir gingu.
- og hann tað orðið
- allarfyrst segði:
- „Kannst tú mær, Froyja,
- tín fjaðraham lána,
- at eg min hamar
- aftur kann heinta?“
Froyja svaraði:
- „Var hann av gulli,
- við gaman eg lánti hann tó,
- av silvuri fullur,
- tú fekkst hann tó.“
- Fleyg tá Loki
- — fjaðrahamur dundi —
- til hann kom utan fyri
- Ásagarðar,
- til hann kom innan fyri
- Jotnaheim.
- Trýmur sæt á heygi,
- tussa đrottur,
- gullband hongdi
- á hundar sínar,
- javnaði faxið
- á fylum sínum.
Trýmur orðar:
- „Hvussu veit ásum
- og álvum við?
- Einsamallur
- í Jotnaheim?“
Loki svaraði:
- „Ringt er hjá ásum,
- ringt er hjá álvum;
- hevir tú fjalt tann
- hamar hjá Lórida?“
Trýmur svaraði:
- „Fjalt eg havi
- Lórida hamar
- átta mílir
- undir mold;
- eingin maður
- hann aftur heintar,
- utan hann førir mær
- Froyju til konu.“
- Fleyg tá Loki
- — fjaðrahamur dundi —
- til hann kom utan fyri
- Jotnaheim,
- til hann kom innan fyri
- Ásagarðar;
- møtti hann Tóra
- í miðjum garði,
- sum tað orðið
- allarfyst segði:
- „Var títt ørindi
- eydnuverk?
- Sig tú á lofti
- long tíðindi:
- oftum hinn sitandi
- søguna gloymir,
- oftum hinn liggjandi
- lygnarboð sigir.“
Loki svaraði:
- „Endað verk
- er ørindi mítt:
- Trýmur hevir tín hamar,
- tussa drottur;
- eingin maður
- aftur hann heintar,
- utan hann førir honum
- Froyju til konu.“
- Fara teir fagru
- Froyju at hitta
- og hann tað orðið
- allarfyrst segði;
- „Bint tú teg, Froyja!
- við brúðar líni:
- vit skulum aka
- í Jotnaheim.“
- Vreið varð tá Froyja!
- illa hon fnýsti,
- tann heili salur
- skalv harvið,
- sundur brast
- tað Brísingamen:
- „Meg kanst tú rópa
- mannfýsna,
- um eg aki við tær
- í Jotnaheim.“
- Har stóðu æsir
- allir á tingi,
- og ásynjurnar
- allar á máli:
- um tað ráddust
- ríkir tívar
- Lórida hamar
- aftur at heinta.
- Ráð bar Heimdalur,
- bjartasti ásur
- — framsýntur var hann
- sum áðrir vanir: —
- „Bindum vær Tór tá
- við brúðarlíni,
- hann beri á brósti
- Brísingamen.
- Latum við belti
- lyklar gella,
- og konuklæði
- á knæið falla,
- seta á brósti
- breiðar steinar,
- setum upp hár hanns
- snotiliga.“
- Segði tá Tórur,
- treystur ásur:
- „Meg kunna æsir
- ómenni kalla,
- um eg vil bindast
- við brúðarlíni.“
Segði tá Loki, Leyvoyarsonur:
- „Tegi nú, Tórur!
- til teirra orð;
- snart munu jotnir
- Ásgarð búgva,
- um tú ei hamar tín
- aftur heintar.“
- Bundu teir Tór tá
- við brúðarlíni
- og við tí breiða
- Brísingamen.
- Lótu við belti
- lyklar gella,
- og konuklæði
- á knæið falla,
- settu á bróstið
- breiðar steinar,
- og snotiliga
- upp hárið settu.
Segði tá Loki, Leyvoyarsonur:
- „Tær skal eg fylgja
- sum terna tín,
- vit skulum aka
- í Jotnaheim.“
- Riknir strax vórðu
- bukkarnir heim,
- skjótt settir fyri,
- skuldu væl renna.
- Bjørg brotnaðu,
- brann jørðin í loga,
- Oðins sonur ók
- í Jotnaheim.
Segði tá Trýmur, tussa drottur:
- „Standið upp, jotnir!
- og stráið beinkin;
- nú føra tey mær
- Froyju til konu,
- Njarðar dóttur
- úr Nóatúnum.“
- Ganga har at garði
- gullhyrndar kýr,
- oxar alsvartir
- jotni at gaman:
- „Fjøld eigi eg av mentum,
- fjøld av dýrgripum,
- Froyja mær einans
- tykist at tvørra.“
- Kemur nú dagur
- skjótt at kvøldi
- og fyri jotnum
- var øl framborið.
- Eina át han oxa,
- átta laxar,
- krásirnar allar,
- fyri konunum settar,
- tríggjar drakk maður Sivju
- tunnur av bjóri.
Segði tá Trýmur, tussa drottur:
- „Hvar sást tú brúður
- bíta hvassari?
- aldri sá eg brúður
- bíta breiðari,
- ei heldur moy
- meira drekka.“
- Snotilig sat
- tann ternan fyri,
- ræður hon jotni
- orðum at svara:
- „Einki át Froyja
- í átta døgum,
- so var hon ovfús
- eftir Jotnaheimi.“
- Leit undir línið,
- lysti at kyssa,
- men hann stakk inn gjøgnum
- endlangan sal:
- „Hví eru ófrýntlig
- eygu Froyju,
- tykist mær úr eygum
- eldur at brenna.“
- Snotilig sat
- tann ternan fyri,
- ræður hon jotni
- orðum at svara:
- „Einki svav Froyja
- í átta nóttum,
- so var hon ovfús
- eftir Jotnaheimi.“
- Inn kom hin arma
- jotna systir,
- ið hrúðargavu
- biðja tordi:
- „Rætt tú mær av hondum
- ringar reyðar,
- um tú vilt vinna
- ástir mínar,
- allan blíðskap.“
Segði tá Trýmur, tussa drottur:
- „Berið inn hamar
- brúður at víga,
- leggið Mjølnir
- á moyar knæ,
- vígið okkum saman
- við várar hendi.“
- Læði nú Lóridi
- lystuliga í barmi,
- tá við hørðum huga
- hann hamarin føldi.
- Trým drap hann fyrstan,
- tussa drottin,
- alla lamdi hann
- ættina jotuns.
- Drap hann ta avgomlu
- jotna systur,
- hana, ið brúðargávu
- biðið hevði;
- hon fekk smekk
- fyri skillingar,
- og fyri hóp av ringum
- hamarsløg.
- Soleiðis kom Óðins sonur
- aftur at hamri.
- (Sett út av S. S.)