Ólavur Riddararós (D)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Islandsk.gif Norsk.gif Faeroysk.gif
Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Uppskriftin er av Kristian Joensen á Sandi.
Heimildarfólk: Marianne Poulsen úr Skopun í 1873.


Ólavur Riddararós (D)


1.
"Hvar skalt tú ríða, Ólavur mín?
- kolusmiður við -
í lofti hongur brynja tín.
- Ungir kalar, kátir kalar,
gangið upp á gólv, sláið lyst umkring!

2.
"Væl er hon skorin, og væl er hon tvinnað,
í blóði verður hon av tær drigin.

3.
Ólavur ríður eftir bjørgum út,
hann fann á tað elvarhús.

4.
Ólavur ríður eftir bjørgum fram,
fann hann á tað elvarrann.

5.
Út kom ein av elvum smá,
flættað hár á herðum lá.

6.
"Hoyr tú, Ólavur rósinkinn,
stíg av hesti, og kom her inn!

7.
Hoyr tú, Ólavur rósinkrans,
stíg av hesti og gakk í dans!",

8.
"Eg kann ikki hjá elvum bó,
í morgin skal eg mítt brúdleyp snó.

9.
Eg kann ikki hjá elvum vera,
í morgin skal eg mítt brúdleyp gera."

10.
"Kanst tú ikki hjá elvum bó,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó.

11.
Kanst tú ikki hjá elvum vera,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

12.
Hvat vilt tú liggja fimtan vetrar í dvala,
ella tú vilt í morgin til moldar fara?"

13.
"Tveir eru kostir, hvørgin er mjúkur,
ringt er at liggja leingi sjúkur."

14.
"Hoyr tú, Ólavur fríði,
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!"

15.
Ólavur heltist á saðilboga,
hann kysti ta elvar av lítlum huga.

16.
Hann kysti hana so mjúkan,
men hon sveik hann so sjúkan.

17.
Ólavur heim í garðin fór,
úti hans móðir fyri honum stóð.

18.
"Hví ert tú, sonur mín, følin sum bast,
sum tú hevði verið teim elvum næst?"

19.
"Tí eri eg følin, og tí eri eg bleik,
tí eg havi verið í elvarkvinnuleik.

20.
Mín kæra móðir, bind mín hest,
mín kæri faðir, heinta mær prest!"

21.
Har var sorg, og har var sút,
tað fóru trý lík til moldar út.

22.
Tað eina var Óli, tað annað var hans vív,
tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.

23.
Tað eina var Óli, tað annað var hans moy,
tað triðja hans móðir, av sorgini doyði.