Brúnsveins vísa

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

V. U. Hammershaimb
Færøsk antologi
København 1891


Brúnsveins vísa


Heimildarfólk: Anna Sofia Iversdatter í Vági í 1848

1.
Hoyr tað, Mjøllhvít, svara mær blítt!
- með junga -
eg ríði í lund at biðja mær vív.
- allfagurt ljóðar mín tunga,
- lystir meg í dans gá með junga,
- brúnt er mítt silkihár,
- mjøllhvít eri eg sjálv,
- allfagurt ljóðar mín tunga.

2.
"Hvat heldur tú biður tær konu ella kvinnu,
Krist lati teg hana við æru vinna!

3.
Hvat heldur tú biður tær konu ella moy,
Krist lati tygur bæði við æru doy’!

4.
Hoyr tað Brúnsvein, søti mín!
má eg ikki fara í brúdleyp títt?"

5.
"Skalt tú í mítt brúdleyp fara,
tú mátt ikki mikið reyðargull hava."

6.
"Mítt reyðargull kann eg væl bera,
tað havi eg fingið við heiður og æru."

7.
Brúnsvein reið seg undir oy,
festi sær so væna moy.

8.
Festi frúgvu og flutti heim,
so ger mangur danisvein.

9.
So førdu teir brúður í Brúnsveins garð,
tað var ikki gull fyri leikarar spart.

10.
Fylgdu tey brúður í brúðarhús,
fram gekk Mjøllhvít, bar fram ljús.

11.
Settu tey brúður í brúðarbonk,
fram gekk Mjøllhvít, bar fram skonk.

12.
Skonkti mjøð af harmi,
tárini runnu í barmin.

13.
"Hvat er tað fyri væna vív,
í aftan skeinkir mjøð og vín?"

14.
"Tað er mín yngsta systir,
nýkomin út av kloystri."

15.
"Aldri sá eg nakað kloystravív
fella so møðug tár á lín.

16.
Aldri sá eg nakað kloystrabarn
fella so møðug tár uttan harm.

17.
Tað dugir ei at dylja:
tað man vera tín helja.

18.
Hav tú sjálvur títt slegfriðvív,
flyt meg aftur til faðir mín!

19.
Meira gull ber hon á sær,
enn mín faðir lat fylgja mær.

20.
Meira gull ber hon fyri brósti,
enn eg eigi í míni kistu.

21.
Meira gull ber hon á hond,
enn faðir mín eigur ríki og lond.

22.
Tríggjar giftur hevur faðir meg gift,
og allar hava mær heljur skift."

Í einari uppskrift úr Skálavík frá 1873, verður "mjøllhvít" rópt "hvítmoy". Heiti sipar helst til siðin at halda hjákonu (elskarindu).
Helja: Frilla/hjákona
Á donskum rópast vísan "Slegfred og Brud."