Dvørgamoy VI
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Uppskriftina gjørdi Jóannes Patursson
eftir Rudolf Poulsen á Skarvanesi.
Hettar er einasta kenda uppskriftin av hesum kvæðnum.
1.
Hoyrt havi eg í forðum sagt,
gitið man vera víða:
Sjúrður reið á skógin burt
fram á heygin fríða.
2.
Sjúrður reið á skógnum burt,
vanur var til ferða.
Hann sá nógvar dvørgar standa
búnar til ilt at gera.
3.
Sjúrður ríður á grønum vølli
mitt í mannamúgvu:
hann sá hvørki himmal ei jørð,
teir yvir honum flúgva.
4.
Tá var Sjúrður Sigmundarson
komin í stóra trá,
heitir á eina dvørgamoy:
"Tú flyt meg hiðani frá."
5.
Tað var hin fagra dvørgamoy,
tá hon á sær kendi,
ógvuliga við miklari ferð
úr huldarheyg fram rendi.
6.
Tað var hin fagra dvørgamoy
fyri honum stóð,
av gulli vóru akslabond,
og perlur við jørðina dró.
7.
Svaraði henda dvørgamoy,
tað hitt væna vív:
"Hevði eg ikki bjargað tær,
hevði tú latið lív."
8.
Tað var henda dvørgamoy
ræð fyri borði standa:
"Dvølst her eina lítla stund,
so hendir teg ongan vanda."
9.
"Eg kann ikki dvøljast her,
dvørgamoyin fríða,
fagurt fljóð í øðrum heyg'
eftir mær man bíða."
10.
"Tá tú kemur í skógvin út
alt fyri uttan vanda,
stóran sært tú dvørgaskara
fyri tær at standa.
11.
Tú má ikki mæla mál
og ikki aftur svara,
um enn tú hoyrir griman song
ígjøgnum dvørgaskara.
12.
Eg skal lána tær hestin tann,
tað er eingin vandi,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir á slættum sandi.
13.
Eg skal lána tær hestin tann,
ið góður er á at ríða,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir í slættum líðum.
14.
Ríð tú heilur og happadyggur
bæði við gleði og gleim,
tá ið tú kemur í villan skóg,
vís mær folanum heim.
15.
Tá ið tú kemur í skógin út,
alt fyri uttan vanda,
stóran sært tú dvørgaskara
fyri tær at standa.
16.
Tú mást ikki mæla mál
og ikki aftur svara,
um enn tú hoyrir griman song
gjøgnum dvørgaskara."
17.
Nógvir vóru dvørgarnir,
ið stóðu á báðar hendur,
allir lótu hann heilan fara,
sín gangara í lund hann vendi.
18.
Sjúrður reið eftir vegnum fram,
alt fyri uttan vanda,
hann sá tríggjar grimar drekar
móti sær at ganga.
19.
Svaraði fyrsti av drekunum:
"Eg óttist ongan mann,
hitti eg Sjúrð í villum skógv,
kykan rívi eg hann."
20.
Svaraði annar av drekunum:
"Tað verður ein verri fløkja,
hvar hann ríður á markir út,
skulu vit hann søkja."
21.
Svaraði triði av drekunum:
"Tað verður ein snarpur leikur,
hann hevur verið á huldarheyg',
nú gerst hann í kinnar bleikur."
22.
Drekarnir so til orða taka,
gitið man vera víða:
"Enn hvat vilt tú, Sjúrður frægi,
leika ella stríða?"
23.
Sjúrður so til orða tekur,
gitið man vera víða:
"Sláast skal eg móti einum fyrst
um enn hinir vilja bíða."
24.
Sjúrður reið móti drekanum,
sum størstur var av øllum,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
tað svaraði í Hilmirs fjøllum.
25.
Høgga títt og líva lítt,
troða jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
verøldin tók at skelva.
26.
Tað var Sjúrður Sigmundarson
sínum svørði brá,
hann kleyv henda grima dreka
sundur í lutir tvá.
27.
Enn tá mælti drekar tveir,
eftir stóðu á gróti:
"Sjúrður okkum av lívi tekur
við sínum blanka spjóti."
28.
Enntá mæltu drekar tveir,
burtur flýddu báðir:
"Hann hevur verið á Hildarheyg'
og fellur fyri kvinnuráði."
29.
Tað var Sjúrður Sigmundarson
heim til hallar fór,
úti sjálvur Hjálprek kongur
fyri honum stóð.
30.
Kongurin so til orða tekur,
svaraði so frá sær:
"Nú hevur tú leingi burtur verið
í hesari ferð frá mær."
31.
Sjúrður so til orða tekur,
frá man frættast víða:
"Møttu mær tríggir grimir drekar,
teir buðu mær av at stríða."
32.
Sjúrður so til orða tekur
við alskyns megi og meingi:
"Møttu mær tríggir grimir drekar,
sum dvøldu mær so leingi."
33.
"Hoyr tú Sjúrður Sigmundarson,
slíkur er eingin í landi.
Mangan hevur tú risan felt
við tínum bitra brandi."
34.
Sjúrður gekk í høllina inn,
gott var í honum alvi,
settist niður í hásætið,
so næstan borgin skalv.
35.
Drukku teir í ríkinum,
fagurt var á at líta,
tað er sjálvur Hjálprek kongur
sparir ei mjøðin hvíta.