Flóvins ríma
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Johannes Clemensen
Sandur 1848
1.
Frættist fyrst í forvitstíð,
harfyri lati eg lív,
flestallar høviskar moyggjar
vildu míni klæði sý.
Niðurlag:
Skuldi á mjúkum armi sovið,
ljósið læk á runni,
lystilig er tann liljan,
eg væl unni.
2.
Frættist fyrst í forvitstíð,
vil eg fyri ydrum greina,
flestøllum lystir at lýða á,
bæði moyggjar og sveinar.
3.
Tað er nú sum ofta er,
hesi jólini líða,
keisarin letur bera síni boð
um Rúmaríki víða.
4.
Keisarin letur bera síni boð
um Rúmaríki víða,
hertugin er treyður og dravlorkutur,
lystir um lívið at stríða.
5.
Keisarin situr í hásæti,
ógvuligur at líta,
glógvar hann allur við gilsteinar,
hann skín sum fonin hvíta.
6.
Keisarin situr í hásæti,
glaður foruttan ekka,
talar til Flóvan, frænda sín,
bað geva teim sterkt at drekka.
7.
Flóvin stóð fyri breiða borði
við silvurker í hendi,
gáaði eftir keisarans orðum,
vínið niður rendi.
8.
Droparnir dryppa tveir og tríggir
niður á hertugans ræði:
"Skamm fái tú, pútuson,
tú spillir míni klæði!"
9.
Droparnir dryppa tveir og tríggir,
hertugin líkar tað illa:
"Skamm fái tú, pútuson,
tú vilt míni klæði spilla!"
10.
Droparnir dryppa tveir og tríggir
niður á skinnið hvíta,
hertugin gjørdist grummur og grønur,
ógvuligur at líta.
11.
Hetta til legst hertugin,
hann hevði ei fleiri orð,
hann gav so høgg á hvítan háls,
at Flóvin fell for borð.
12.
Flóvanum rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
hann var ungur og óstiltur,
hann illa við tað kundi.
13.
Flóvin stóð fyri breiða borði,
komin til góðar at evna:
"Mær tykir tað skomm, tað frættist út,
eg tori ei høgg at hevna."
14.
Háðuliga skonkti hann kerið fult,
setti á borð við reiði,
hertuganum aftur í enni brast
Flóvans nevi breiði.
15.
Deyður fell tá hertugin
keisaranum for fót,
hann var eingin í Rúmaríki
honum kann ráða bót.
16.
Deyður fell tá hertugin
keisaranum for føtur,
hann var eingin í Rúmaríki,
honum kann ráða bøtur.
17.
Keisarin rópar ógvuliga,
biður basta og binda,
háðuliga frænda sín
í myrkastovu rinda.
18.
Allir lótust uppi at vera,
keisarans vilja gera,
eingin lætst at vita av,
hvar Flóvin mundi vera.
19.
Keisarin treiv eftir búnum spjóti,
ilt var skap at eggja,
Flóvin slapp av hallini
ímillum stavs og veggja.
20.
Flóvin sprakk av hallini út,
hin vitri og hin svinni,
haðan heim til fostru sína,
so eingin skuldi hann finna.
21.
Flóvín gisti Hermundfrú,
har hon sat í gróti,
hon gav honum svørðið tað,
ið Saksland var ímóti.
22.
Flóvín gisti Hermundfrú,
har hon sat í steini,
hon gav honum svørðið tað,
ið Saksland var at meini.
23.
"Eg havi vigið hertugan,
keisaranum illa hagar,
hann hevur borið skjøld og svørð
í allar sínar dagar.
24.
Eg havi vigið hertugan,
keisaranum illa líkar,
hann hevur lovað at heingja meg
í gálgan í Rúmaríki."
25.
Keisarin eigur ein flótan hest,
slíkur er eingin í landi,
loypur so goyst yvir dalir og fjøll,
sum aðrir á slættum sandi.
26.
Keisarin leyp á gangaran sín
við fagran ampin fríða,
gyrdi hann seg við Ljósivant,
sum Gud gav hinum umsíðir.
27.
Keisarin leyp á gangaran sín
við fagran amp til fóta,
gyrdi hann seg við Ljósivant,
sum Gud gav hinum at njóta.
28.
Flóvin leyp á gangaran sín
við fagran ment hin fríða,
gyrdi hann seg við stáli fast,
sum Gud gav hinum umsíðir.
29.
Flóvin leyp á gangaran sín
við fagran ment til fóta,
gyrdi hann seg við stáli fast,
sum Gud gav hinum at njóta.
30.
Keisarin rópar ógvuliga,
tykist Flóvan kenna:
"Eg skal teg til hallar føra,
tín búk á báli brenna.
31.
Teg batar ei, tín pútuson,
undan mær at renna,
eg skal teg til hallar føra,
tín búk á báli brenna."
32.
Flóvanum varð so illa við,
hann hoyrdi keisaran kalla,
biður skaparan skýla sær,
sum skapt hevur verðina alla.
33.
Biður skaparan skýla sær,
sum skapt hevur verðina alla,
og hana mildu Mariu moy,
man móður Guds skal kalla.
34.
"Jomfrú Maria, dugna mær,
eg eri á ungum aldri!
Keisarin frægur og fullhagur
vegur við váknaskjaldri."
35.
Riðu teir í Rúmi norður,
treystir hestastígur,
hoyrast mundi turpin og 'trædur',
høgar løvur 'trojjur'.
36.
Sterkir taka stinnar stengur,
støkkja av um miðju,
hvørgin seggur úr saðli gekk,
teir tóku til tær triðju.
37.
Flóvin var ungur og óstiltur,
orna tók hans blóð,
førdi keisaran í skarndíki,
hann upp um ryggin stóð.
38.
"Nú havi eg makt at løna tær
og mikið á teg níða,
fyri tú lovaði at heingja meg
í Rúmaríki víða.
39.
Nú havi eg makt at løna tær
og nakin føra teg heim,
fyri tú lovaði at heingja meg
í hægstu gálgagrein.
40.
Hevði ikki Hermundfrú
verið mær so góð,
her skuldi tú keisarin
sætt títt hjartablóð.
41.
Hevði ikki Hermundfrú
verið mær so blíð,
her skuldi tú, keisarin,
mist títt unga lív."
42.
Har komu sveinar ríðandi,
sóu so miklan vanda,
sóu keisaran, harra sín,
djúpt í díki standa.
43.
Sóu keisaran, harra sín,
djúpt í díki standa,
tað er Flóvin, frændi hans,
eykað hevur vanda.
44.
Sveinar skunda sína ferð,
veitslu vænta sær,
hann var eingin av øllum teim,
Flóvanum tordi nær.
45.
"Er hann nakar á meg vil herja,
hildarmálmur dyggur,
hann skal fara á díkið út,
sum keisarin fyri liggur."
46.
Keisarin misti Ljósivant,
tá hann fell av hesti,
Flóvin aftur um skeftið treiv,
kappin tann hin reysti.
47.
Keisarin treiv um stálið sterkt,
Flóvin bar við síðu,
keisarans hestur í kníggjum fell,
læt til jarðar níga.
48.
"Hoyr tú, Flóvin, mín systurson,
lat meg ikki doyggja:
Eg gevi tær jomfrú Helmintrú,
mína festarmoyggj."
49.
"Gevur tú mær Helmintrú,
festarmoynna tína?
Eg gevi tær Dunimoy,
væna systur mína."
50.
Eg gevi tær frá strondum niðan
mangar ringar reyðar,
helvtina av ríkinum, meðan eg livi,
og alt eftir mín deyða."