Flúgvandi biðil (A)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847
1.
Tað býr ein jungfrú yvir land,
- í ríman -
hon er so stolt, so biðlavand.
- talvborði gekk væl leikur, søtan mín.
2.
Hon vil ikki hava tann mann,
foruttan tann ið flúgva kann.
3.
"Mín kæra fosturmóðir, legg mær ráð,
í hvussu eg skal tann jungfrú fá."
4.
"Hvussu skal eg tær leggja ráð,
eg veit ikki, hvar ið tín hug stár á?"
5.
"Tað býr ein jungfrú yvir land,
hon er so stolt, so biðlavand.
6.
Hon vil ikki hava tann mann,
foruttan tann ið flúgva kann."
7.
"Gakk tú tær í smiðju,
tú lat tær veingir smíða!
8.
Tú lat tær veingir av hvítasilvur slá,
forgylla lat tú báðar tá!
9.
Tá ið tú hevur smíðað teir av,
tú flúgv so í tað myrka hav!
10.
Flúgv so í tað myrka hav,
tú sært ikki nátt for ljósan dag!
11.
Flúgv tú tær so høgt í ský,
at tú kemur niður for jungfrú bý!
12.
Flúgv tú tær so høgt í loft,
at tú kemur niður for jungfrú port!"
13.
Hann fór sær í smiðju,
hann læt sær veingir smíða.
14.
Hann læt sínar veingir av hvítasilvur slá,
forgylla læt hann báðar tá.
15.
Tá ið hann hevði smíðað teir av,
tá fleyg hann í tað myrka hav.
16.
Hann fleyg í tað myrka hav,
hann sá ikki nátt for ljósan dag.
17.
Hann fleyg sær so høgt í ský,
at hann kom niður for jungfrú bý.
18.
Hann fleyg sær so høgt í loft,
at hann kom niður for jungfrú port.
19.
Fuglurin setst á lindarkvist,
alt sang hann um Jesum Krist.
20.
Jungfrúin hugsar við sjálvari sær:
"Tílíkan fugl so kjósi eg mær."
21.
Tess meiri jungfrúin ynskti,
tess meiri fuglurin førktist.
22.
Fuglurin fleyg á jungfrúins stól,
hann sló sínar veingir, so fagurt hann gól.
23.
Fuglurin fleyg í jungfrúins fang,
hann leikaði við hennara reyðargullband.
24.
Tey lógu saman ta longu nátt,
tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.
25.
Tað býr ein jungfrú yvir land,
øllum sínum klæðum gevur hon navn.
26.
"Tú heinta mær mín krans-í-ring,
tú heinta mær mítt hálv-um-kring!
27.
Tú heinta mær mín síðu-svans,
tú heinta mær mín fallini-dans!
28.
Tú heinta mær mítt ovurkast,
tú heinta mær mítt hald-fast!
29.
Tú heinta mær mítt brystbragð,
tú heinta mær mítt maljudrag!
30.
Tú heinta mær mítt sprota-sprang,
tú heinta mær mítt ringlu-rangl!
31.
Tú heinta mær mítt blás-í-ring,
tú heinta mær mítt rør-um-kring!
32.
Tú heinta mær mítt varmahús,
tú heinta mær mítt fótakrús!"
33.
Hárið kallar hon krans-í-ring,
húgvuna kallar hon hálv-um-kring.
34.
Serkin kallar hon síðu-svans,
stakkin kallar hon fallini-dans.
35.
Turrklæðið kallar hon ovurkast,
prónin kallar hon hald-fast.
36.
Brystið kallar hon brystbragð,
stiman kallar hon maljudrag.
37.
Nálina kallar hon sprota-sprang,
beltið kallar hon ringlu-rangl.
38.
Fyriklæðið kallar hon blás-í-ring,
sokkabandið rør-um-kring.
39.
Sokkin kallar hon varmahús,
skógvarnar kallar hon fótakrús.