Geyti Áslaksson (Galta táttur)
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Geyti Áslaksson (Galta táttur)
- 1.
- Tostan fór til Noregis
- at kæra sína neyð:
- vár bróðir hevir undir seg tikið
- allan Onglands eyð.
- 2.
- Tostan jall gár for Harald kong,
- svor á sína lund:
- vár bróðir hevir undir seg tikið
- alla Onglands grund.
- 3.
- Tær bjóði eg nú Haraldur kongur
- boga mín at røkja,
- eg trúgvi tær ein manna best
- við odd og egg at søkja.
- 4.
- Tú tarft ikki Tostan jall
- meg til ferðar eggja:
- stórum skipum hóskar lítið,
- tí grunt er at landi at leggja.
- 5.
- Fjórðingin, ið eg tær bjóði,
- mín bróðir tað nú veldir,
- um tú frægi Filkirs arvi
- fara vilt tá heldur.
- 6.
- Tað var reysti Haraldur kongur,
- út í havið lagdi,
- møtti honum Galti Íslandsfari,
- rímtur av morgum bragdi.
- 7.
- Kongurin sigldi í havið út
- við teim gyltu lögdum,
- møtir hann Galta Íslandsfara,
- rímtur av mórgum brögdum.
- 8.
- Hoyr tað tú hin lítli maður,
- situr í báti niðri:
- veist tú nakran fyrilit
- at greina frá várum sigri?
- 9.
- Eg sá eikimar standa við sjó,
- sum skínanda gullið bjartar,
- tá fell av hvör ein kvistur,
- vóru so allar svartar.
- 10.
- Eg sá enn eitt annað træ,
- tað var av öllum meiri:
- harri, tað eru sálir tygra
- og slíka garpa fleiri.
- 11.
- Eg sá fljúgva oknir sjey,
- rann teim blóð at veingi:
- tað ber fyri tygara sál,
- tær missið lív og dreingir.
- 12.
- Eg sá fljúgva aðrar sjey,
- brent var teim á fiðri,
- aftan til sum svörð at sjá,
- tær møttust har á mýri.
- 13.
- Eg sá Ijós í lofti brenna,
- ein so fagran skara:
- tað verður fyri tygara sál,
- hon man til himla fara.
- 14.
- Tað var reysti Haraldur kongur,
- heldur á eggjateini:
- tær skuluð Galta á hondum taka,
- munnuð tó vera seinir.
- 15.
- Hildarmaður av heitum skalv
- niður á knæið hvassa,
- kongurin bresti lítlum lóv,
- og tá skalv hjartað í Galta.
- 16.
- Galti fór við furkum fram,
- legði árar í sjó,
- hirdi lítið um kongins vreiði,
- seg frá skipunum dró.
- 17.
- Galti fór í víkina inn,
- sum hann hevði ligið leingi:
- kongurin helt fram síni ferð,
- hann misti bæði lív og dreingir.
- 18.
- Galti fór í víkina inn,
- sum hann hevði ligið fyrr:
- kongurin helt fram síni ferð,
- hann misti bæði lív og lið.
- 19.
- Kasta sínum akkerum
- á so hvítan sand,
- fyrstur stígur Haraldur kongur
- sínum fótum á land.
- 20.
- Fyrstur stígur Haraldur kongur
- sínum fótum á land,
- og albrynjaður Tostan jall
- undir hans høgru hand.
- 21.
- Og albrynjaður Tostan jall
- undir hans høgru hond,
- teir slógu sínar tjaldbúðir
- so skamt frá sjóvarstrond.
- 22.
- Tað var uppá ein helgan dag,
- sólin skein so víða,
- kongin lystir í staðin upp
- at skoða teir kostir fríðar.
- 23.
- Kongin lystir í staðin upp
- at skoða teir kostir fríðar,
- gingu undir ein högan heyg,
- so eingin skuldi á lýða.
- 24.
- Tær vil eg Tostan, bróðir mín,
- ríkið aftur fáa,
- allar hálvar landkomstir
- at vera hövdingar báðar.
- 25.
- Tær vil eg Tostan, bróðir mín,
- landið aftur leggja,
- allar hálvar landkomstir
- at vera hövdingar beggja.
- 26.
- Tí svaraði Tostan jall
- alt foruttan trega:
- Haraldur kongur fylgdi rnær,
- hvat skulum vit honum geva?
- 27.
- Tí svaraði Tostan jall,
- gott er slíkt at njóta,
- Haraldur kongur fylgdi mær,
- hvat skulum vit honum bjóða?
- 28.
- Honum vil eg ikki meiri geva,
- sjálvur vil hann sær kjósa:
- hava land for sína longd
- og lítlum sigri rósa.
- 29.
- Honum vil eg ikki meiri geva,
- sjálvur vil hann tað tiggja:
- hava land til sína longd
- og nógv rúm í at liggja.
- 30.
- Eg bjóði tygum öllum heim,
- meiri av monnum og minni,
- um tær viljið halda frið
- og ongum neisur vinna.
- 31.
- Tí svaraði kongurin,
- heldur á búnum stáli:
- um hvat mælti kongurin,
- í dag fann teg á máli?
- 32.
- Mær vildi kongur bróðir mín
- ríkið aftur fáa,
- allar hálvar landkomstir
- at vera hövdingar báðar.
- 33.
- Mær vildi kongurin bróðir mín
- ríkið aftur leggja,
- allar hálvar landkomstir
- at vera hövdingar beggja.
- 34.
- Tær vildi hann ikki meira geva,
- sjálvur skuldi tú tær kjósa:
- hava land til tína longd
- og lítlum sigri rósa.
- 35.
- Hann vildi tær ikki meiri geva,
- sjálvur mundi tú tað tiggja:
- hava land til tína longd
- og nógv rúm í at liggja.
- 36.
- Hann beyð okum öllum heim,
- meiri av monnum og minni,
- um vær vildum halda frið
- og ongar neisur vinna.
- 37.
- Tað var tá sum ofta er enn:
- mangt er í brögdum vunnið,
- illa líkar Haraldi kongi,
- at hann ikki ensku kunni.
- 38.
- Tí svaraði Tostan jall:
- tí skal ikki spara:
- hava við okum brynjað lið,
- tí gott er við frið at fara.
- 39.
- Tí svaraði Haraldur kongur:
- tað man ei um vara,
- hvat skal okum brynjað lið?
- til skemtan skulum vær fara.
- 40.
- Teir fóru seg til hallar heim,
- slíkt kom teim ei í huga:
- brynjað lið at borði sat,
- og ei hava ráðini dugað.
- 41.
- Hirðin leyp at hallardurum,
- sum skínanda gullið bjartar,
- kongurin hopar til hallarvegg
- við stáli og stinnum hjarta.
- 42.
- Brandi brá og mælti svá:
- hilmar undan leypa,
- eg skal standa eftir ein,
- lív mitt dyrt at keypa.
- 43.
- Brandi brá og mælti svá:
- tað man nú so verða:
- báðir skulum vær falla í senn,
- eg mælti teg fyrst til ferðar.
- 44.
- Upp leyp ein av kongins monnum,
- sínum brandi brá,
- hann kleyv ungan Tostan jall
- sundir í luti tvá.
- 45.
- Tað var spell, at jallur fell
- frá tí rúnar veldi,
- kongurin stendur eftir ein,
- so sigst, av grimum feldi.
- 46.
- Jallurin fell, og tað var spell,
- frá tí gullinum reyða:
- kongurin stendur eftir ein,
- teir søkja til hans deyða.
- 47.
- Gingu inn for Geyta í loft
- og dugnað biðja sær:
- gott er at hevna fomar sakir,
- deyðan vildi hann tær.
- 48.
- Gingu inn fyri Geyta í loft
- og dugnað biðja sær:
- gott er at hevna fornar sakir,
- deyða vildi hann tær.
- 49.
- Geyti læt tá dubba seg,
- tó tað var honum í móti,
- stakk ígjögnum stillis bróst
- við tí valða spjóti.
- 50.
- Tað var Geyti Áslaksson,
- ið kongin førdi av lívi,
- hann vann ikki sigur síðan,
- hvar hann var í stríði.
- 51.
- Tað var Geyti Áslaksson,
- ið kongin førdi til heljar,
- so er fallið hundrað mangt,
- at eingin man túsund telja.
- 52.
- Allir teir, ið eftir vóru,
- sigldu tann sjógvin salta;
- kongurin fell í Onglandi,
- og út gekk gáta Galta.