Huldugentan (Johan Djurhuus)
Hopp til navigering
Hopp til søk
Føroysk kvæði
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Johan Djurhuus
(1885-1960)
- 1.
- Náttin svørt yvir landið lá,
- fólkið tað mesta svav.
- Veðrið var gott, og mánin sá,
- sólin var gingin í kav.
- 2.
- Ein var maður, ið úti stóð
- hesa somu nátt,
- náttina damar ei øllum gott,
- gævi tað lýsti brátt.
- 3.
- Heyggjarnir runt um opna seg,
- huldufólk koma í dyr,
- hesin maður tað sýnið sá,
- hevði ei sæð tað fyrr.
- 4.
- Vakrar moyggjar í skarlak reyð,
- klæddar frá topp til tá,
- skunda sær út av hvørjum heyg,
- ætla til dans at gá.
- 5.
- Á fríðari fløtu tey sláa ring,
- gentur og ungir menn,
- ofta tey gera so knapplig sving,
- dansa so runt í senn.
- 6.
- Dansa tey runt um víðan vøll,
- vakurt tað var at sjá,
- vøkur tey vóru á vøkstri øll,
- bæði á brún og brá.
- 7.
- Songurin klingar sum klokkuljóð,
- stundum sum bylgjubrús,
- ekkóið aftur úr homrum sló,
- stundum alt hoyrdist sum sús.
- 8.
- Ein kom smílandi har eg stóð,
- sýntist at vera so blíð.
- Aldri sá eg vænari fljóð,
- hvørki í bygd ella bý.
- 9.
- Brúnir lokkar tann hvíta kinn,
- rammað inn sum ein krans,
- eyguni tey vóru dúgvublá,
- strála í stjørnuglans.
- 10.
- Varrar fagrar sum purpur reyð,
- brosið tað duftar søtt,
- silkikápa um herðar fleyg,
- slíkari hevði eg ei møtt.
- 11.
- "Gott kvøld" hon sigur og smílist við
- hon rættir mær sína hond,
- "eg eri tín vinur og vil tær frið,
- góð eru vinskapsbond.
- 12.
- Eg havi sæð teg so manga ferð,
- harav eg kenni teg gott,
- tú hevur gingið mítt heim forbí,
- bæði um dag og nátt.
- 13.
- Kom og dansa ein dans við mær,"
- talar hon orðum blítt,
- "við mína lið eg havi teg kær,
- heim mítt skal vera tær frítt."
- 14.
- "Vakra genta, tað tori eg ei,
- tí eg havi hoyrt frá sagt,
- tit kunnu skjótt fortrølla meg,
- fáa tit yvir mær makt."
- 15.
- Bliknaði hon við hesi orð,
- sukkar frá brósti svakt,
- hon skalv og vendi sær frá mær burt,
- eg angraði, eg hevði tað sagt.
- 16.
- "Ikki er vert tú ræðist meg,"
- talar tann fagra moy,
- "ont eg ikki vil gera tær,
- fyrr so vildi eg doyð.
- 17.
- Aldri tala vit vonda bøn,
- ongum gera vit mein.
- Fólk okkum hata sum versta pøl,
- munna tey vera so rein?
- 18.
- Vit eru skøpt at ferðast um nátt,
- skaparin skapti alt gott;
- sól og máni bleiv døgnið býtt,
- dagin hava vit frítt
- 19.
- Mánin fargar tann hvíta kinn,
- hon turkar úr eygum tár;
- barmurin bivar, tí bleytt er sinn,
- svíða ger hjartasár.
- 20.
- "Syrg nú ei so, lat alt vera gott,
- tak ei av hesum harm,
- sakta vit ganga til dansin brátt,
- ganga nú arm í arm."
- 21.
- Dansaðu vit tá hesa nátt,
- til dagur í eystan var;
- moyggjar skunda sær heim so brátt,
- við gleði vit skiltust har.
- 22.
- Síðani havi eg manga ferð
- dansað við henni í ring,
- ofta vit møtast, tá eingin sær,
- ganga so vítt umkring.
- 23.
- Ofta spadsera vit meðan dagur er
- fró eftir vegnum fram,
- glað hon smílist, tí eingin sær,
- hatturin fjala kann.
- 24.
- Ofta eg komi til hana heim,
- steðgi har eina stund,
- tíðin gongur við skemt og gleim,
- hon mær fylgir á fund.
- 25.
- "Hertha, tú er so ung og nett,
- lukka fylgir tær við,
- ger títt lív so ljóst og lætt,
- signi tín hvíldarfrið".
- 26.
- Er tú mín vinur, so henda kann tað,
- hana eg vísa kann tær,
- slíka sjønheit tú aldri sá,
- ikki í landinum her.
- 27.
- "Trútt sum trøllið" er gamalt orð,
- stóla bert á tað fast,
- huldufólk svíkja ei vinin sín,
- fyrr enn at hjartað brast.