Marra
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851
Marra er eitt trøll, sum líkist teirri fagrastu gentu. Um nætur, tá ið fólk liggur og svevur, kemur hon inn og leggur seg á tey og trýstir so hart á bróst teirra, at tey fáa ikki drigið andan, ei heldur rørt hvørki lið ella lim; hon fer við fingrum sínum inn í munnin á teim at telja tennirnar; sleppur hon at fáa tær taldar, missur maðurin andan og verður straks lívleysur. Teir eiga tí at royna at fáa marru burtur aftur av sær, og eru teir tá mentir at rópa: Jesus! so má hon flýggja, og hvørvur sum skjótast út. Teir tykjast liggja alvaknir og síggja marru koma inn at seingini og leggjast oman á rekkjuváðina, men teir kunna tó einki gera tá fyri at verja seg ímóti henni. Um kvøldið kann hon væl vera inni í stovuni, og tó ikki síggjast; men tað spyrst, tá ið tú tekur knív og ballar inn í ein klút ella eitt sokkaband og førir hann av aðrari hondini í aðra, tríggjar ferðir í ring uttan um teg, meðan tú lesur:
Marra, marra minni,
ert tú her inni,
minnist tú ikki slagið tað,
ið Sjúrður Sigmundarson gav tær
á granabeini á sinni?
Marra, marra minni!
ert tú her inni,
út skalt tú fara,
bera bæði grót og flag,
og alt ið her er inni!
Liggur nú knívurin inni í klútinum ella bandinum, tá ið tú hevur rikið upp aftur, tá er marra inni, og so mást tú tvær ferðir enn vevja klútin ella bandið um knívin og hava sama atburð sum áður fyri at fáa marru út. Gott sigist tað líkaleiðis at vera, fyri at forða henni at koma upp í songina, at venda skónum, tá ið tú fert niður, og seta teir so, at hælurin kemur at standa ímóti songini og tærnar út eftir gólvinum; tá skal hon ikki hava lætt við at sleppa upp í songina.