Nakað um kvæðir okkara og kvæðayrking
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Nakað um kvæðir okkara og kvæðayrking
Hvaðani eru kvæðir og kvæðayrking komin til Føroya? Hava vit fingið "fólkavísuna" úr Noreg? Ella úr Hetlandi, sum vit í so langar tíðir hovdu samband við og sum vit hava fingið so nógv annað frá? Ella heldur úr báðuni stöðum? Ella kanska eisini úr Islandi? Ella hava kvæðir ikki í summar mátar á teirra ferð úr einum landi í annað lagt vegin um Føroyar, so at vit ikki eina hava fingið frá öðrum, men eisini givið öðrum? Nær og í hvussu langar tíðir er hesin skaldskapur komin til okkara og undir hvörjum viðurskiftum? Og nær stóð hann í hægsta blóma her á landi? Og nær og hvaðani er hin "føroyski" dansurin, ið hevir borið kvæðini, komin til okkara? Kann einki ætlast um aldurin hjá teimum ymisku kvæðunum? Hvar finna vit nakað at halda um í okkara ætlan í so máta? í málinum ella í öðrum? Hvussu mong av okkara kvæðum eru yrkt her á landi? Og hvaðani hava tá hesi heintað evni síni? Úr útlendskum sögnum og sögum ella úr tilburðum heima hjá okkum sjálvum? Hvussu mong av okkara kvæðum hava vit bara fingið yvirført úr öðrum londum? Hvussu hevir henda yvirførsla gingið fyri seg? Hvat læra kvæðini okkum um okkara samband við útheimin í miðöld? I hvat mál kunna tey upplýsa fyri okkum tað lív, sum okkara forfedrar hava livað í miðöldini og seinni út eftir? Gongur tað gjögnum tey føroysku kvæðini eitthvört drag ella lyndi, sum ikki í sama mál finst aftur í fólkavísunum í hinum norðurlondunum og sum kanska sýnir okkum eitt eyðkent føroyskt fólkalyndi? Ella skortar okkara kvæðum, á hin bógvin, eitthvört drag, ið hesar hava, og hvat kann henda skortan í so máta upplýsa? Ein nøgd av spurningum reisist, sum enn langtfrá kunna greiðast nökulunda til lítar. Ein stór og vökur uppgáva bíðar her eftir at verða loyst. Eitt arbeiði væl hóskandi fyri ein Føioying at farið undir!
Tann skaldskapsgreinin, ið menn nevna fólkavísuna, var í miðöldini víða kend og nýtt, ikki eina í Norðurlondunum, men eisini í öðrum londum, mest í Týsklandi, Hálandi, Onglandi og Skotalandi. Hjá norðurfólkunum var fólkavísan ein sonn felagsogn, sum sýnir okkum tann sterka andliga felagsskap teirra millum í miðöldini, sum tað politiska arbeiði ofta kundi arbeiða uppá at avtaka.
Nær hesin skaldskapur er komin upp og nær hann er komin til Norðurlondini, vita vit ikki. Menn halda seg finna fólkavísuna í Onglandi longu í 11. öld á á dögum Knút kongs hins stóra. Longu í fyrru helft av 12. öld mundi fólkavísan vera kvöðin í Danmörk, halda teir. Dansurin (hin "føroyski") er komin til Norðurlondini úr Fraklandi, ivaleyst um Ongland (og Skotaland); hann stóð í hægsta blóma í Fraklandi í 12. öld, í Onglandi dansaðu tey hann longu um hetta mundið. Longu um ár 1200 sýnist at vera tikið til dans og kvöðing á Íslandi. Tað er ikki óteinkjandi, at menn hava kvöðið fólkavísur í Norðurlondum, áðrenn teir kendu dansin.
Um ár 1200 man tí hesin skaldskapur mestur hava verið kendur í Føroyum, helst longu í 12. öld.
Og hvussu leingi hevir hann síðan átt innivist í Föroyum, við lívskraft til at skjóta nýggjar runnar?
Yvirførsia av útlendskum fólkavísum til Føroya við málsligari tilevning og umvöling man ikki hava funnið stað eftir trúbótarskeiðið. T. d. hava bæðl "Súsonnuvísan" og "Brúðarvísan" (báðar úr Cassubens sálmabók frá ár 1666) og tær prentaðu donsku kempuvísurnar (t. d. "Peder Syvs") verið nýttar í Føroyum í teirra danska hami. Og Svend Grundtvig hevir úr Føroyum fingið uppskriftir av donskum fólkavísum, utan at tær hava borið merki av prentaðum kempuvísu-bókum og sum tí mugu ætlast at hava verið tiknar í brúk í Føroyum í teirra danska hami, áðrenn slíkar bøkur funnust her, kanska í 16. öld. Kanska eru Jón Árasons íslendsku "Ljómur" tann síðsti útlendski skaldskapur, ið Føroyingar hava upptikið við málsligari tilevning (og her er tann málsliga umvölingin ófullkomin; um tað annars er so, at Ljómurnar hava verið munnliga goymdar í Føroyum í tí hami, vit kenna frá útgávuni av Jensen presti).
Harafturímóti hevir nýyrking av fólkavísum funnið stað í Føroyum langt eftir ta katólsku tíðina. Vit hava t. d. átt eitt kvæði um Magnus Heinason (eittans örindi er eftir av tí), og kanska hevir tráðurin í heilum verið spunnin víðari líka niður til Jens Christian Djurhuus, Pól og Jákup Nolsoy og til okkara dagar (jvf. J. Patursson: "Gunnleygskvæði"). Í öllum föllum hevir tann serligi skapnaðurin av fólkavísuni, sum hádingsvísan, (táttayrkingin) er, verið nógv nýttur í tey síðstu tvey hundrað av árum. I Noreg og Danmörk sýnist fólkavísan ikki at hava skotið nýggjar runnar eftir trúbótarskeiðið og eisini har at hava enda sínar dagar í hádingsvísuni. Tað, sum hevir givið heila hesum skaldskapinum so nógv longri lívsaldur í Føroyum enn aðrastaðni, er dansurin hjá okkum, hann sum fall burtur aðrastaðni. Tað er ikki lætt at meta tann stóra týdning, sum hesi lívsterku kvæðir hava haft til varðveitan og gøyman av okkara móðurmáli niður ígjøgnum trongar tíðir; og okkara ríki kvæðaskattur man leingi fara at vera tann keldan, sum føroyskt bókmál eigir at drekka sær styrki og ynging úr. Eftir eini kritiskari útgávu av öllum okkara kvæðum eiga vit allir harðliga at leingjast.
Ein yrking, sum tann ið vit eiga í okkara kvæðum, sum í so mong hundrað av árum hava Ijóðað á fólksins vörrum og goymt tess mál, er so fullnational sum nökur yrking kann vera tað. Og hetta lagið broytist ikki av tí, at ein stórur partur av hesum kvæðum ikki upprunaliga er yrktur í Føroyum, men yvirførdur higar við málsligari umvöling.
Summi av kvæðunum heinta sær evni antin frá persónunum í tí gamla gudaheiminum (Lokka táttur), jvf. ör. 13 í Jatvarðs ríma) ella frá teim úrgomlu felags-germansku kappasögnunum (Sjúrðar kvæði, annar táttur: Brynhild, Sjúrðar kvæði, Dvörgamoy), onnur finna evnistilfarið í ymsum leivdum av gamlari Ásatrúgv og í teim kristnu heiligmannasögunum (Skrímsla, Ólavur Riddararós, Signild og dvörgurin, Harpu ríma, Mariu vísa, Sankti Niklas, Rudisar vísa, Silvurlín, Torkils døtur). Ein rættiliga stórur partur av kvæðunum tekur evnið úr teirri somu verð, sum tær íslendsku sögurnar, ella er beinan vegin yrktur upp úr sjálvum teim skrivaðu sögubókum (Álvur kongur, Jallgríms kvæði, Jómsvíkingar, Sigmundar kvæði, sum ikki er yrkt upp úr teirri skrivaðu Úr Tróndarbók (Færeyjingasaga), Kjartans tættir, Geyti Áslaksson (Galta táttur), Jatvarðs ríma). Nökur av okkara størstu og kraftabestu kvæðum taka evni úr gomlum miðaldarsögnum syðri í Evropu (Óluvu kvæði, Runsivals stríð, Nökur örindi av Ásmundi Aðalsson og Nökur örindi av Hermundi illa illa munu verða yrkt upp úr íslendskum sögubókum um sama evni). Onnur taka evnið úr tátíðarlívinum (Frúgvin Margreta, Brúnsveins vísa, Faðir og dóttir og Harra Pætur og Elinborg).
Tað kann tykjast, at tey kvæðir munu vera tey elstu, sum heinta evni síni úr gamlari gudaverð og ásatrúgv ella úr teim elstu felagsgermansku kappasögnunum. Herum kann tó einki sigast fyri vist. Summir halda t. d. Sjúrðar kvæði, annar táttur: Brynhild at vera yrktan ikki fyrr enn seinni helvt av 14. öld og seinni enn Frúgvin Margreta, sum helst man vera yrkt í fyrru helft av 14. öld. Fleiri kvæðir við evnum úr somu verð sum tær íslendsku sögubøkurnar tykjast vera ógviliga gömul (t. d. Tormann skald, Sigmundar kvæði), meðan tey flestu av teimum, ið heintað evnið úr skrivaðum sögum, helst munu teljast millum tey yngri, summi millum tey allaryngstu. Tess seinni slík munu vera yrkt, tess størri grund er til at trúgva, at tey eru yrkt í Føroyum. Við hesum er ikki sagt, at ikki eisini rættuliga gomul kvæðir kunna vera yrkt her. Tað ið ger tað ógviliga torført at døma um aldurin hjá teim ymisku kvæðunum, er, at vit ikki nú hava kvæðini í teirra upprunaliga skapnaði; aftratyrkingar, umskrivingar og samanblandingar finna stað, ting úr einum kvæði eru íðuliga flutt inn í onnur kvæðir, av misgávum ella við vilja. Vit eiga kvæðir, ið næstan allar vegir eru uppbygd av örindum úr fleiri av okkara bestu kvæðum, og sum tí, í teirra núverandi hami, mugu teljast millum tey ungu (t. d. "Ríki Álvur"). Eitt óoriginalt og tí ungt men tó kraftagott kvæði er t. d. Einars ríma (við teirri hugagóðu frásogn frá sjóferðini, sum eyðkennir fleiri føroysk kvæðir).
Um byggingina av fólkavísuni er at siga, at eyðkent fyri versið[1] í henni er, at fýra liðir eru í tí (Signild slóg sín vev so fast; ella minni reint: Hvört skalt tú ríða, Ólavur mín, Börnini gráta á foldum). Tvey fýraliðavers knýtast við rími saman til tað tvéregluta örindið (Risin og bóndin leikaðu leik / risin vann og bóndin veik). Hetta er ivaleyst tað elsta örindið í fólkavísuni. Síðan er vaxið um hetta tvíregluörindið, annaðhvört á tann hátt, at annað versið ella nakað av tí er tikið uppaftur, ella mest á tann hátt, at niðurlagið verður tvíflættað (Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan / og tað sigi eg av sonnum — ovalaga glógvar tann stjornan reysta / med öllum Guðs heiligu monnum). Niðurlagið trýdeilist síðan, síðsta reglan í tí skiftist í tvey og bert fyrra helftin ber upp á rím við niðurlagsregluna frammanfyri, meðan seinna helft er utan rím. Soleiðis:
- Heima situr moyggin ein
- - spanga belti um búk -
- við so miklan tröllagleim
- - við alnalangan dúk
- tær fellur so væi í lag í dag, mín jomfrú! Ut av hesum skapast so umbroytingin frá tviregluörindinum til örindið við fýra reglum: Fyri tær tvær fyrstu niðurlagsreglurnar setast reglur, ið føra kvæðatextin víðari fram, meðan síðsta niðurlagsregla verður standandi sum niðurlag fyri heila örindinum; annað og fjórða vers í örindinum bera so upp á rím, meðan fyrsta og triðja ikki longur krevja rím (t. d. Árla var um morgunin / sól tók fagurt at skína / Marita snúðist av hallini út / við fylgismoyggjar sínar / Lat meg sova á tínum armi, ríka jomfrúva). Hetta orindið við fýra versum elia reglum er tað mest nýttað. Í Nökur örindi av Jósveins vísu hevir örindið 6 vers, og ber fyrsta vers uppá rím við annað, fjórða við fimta, meðan triðja og sætta ríma saman. — At leingja um niðurlagið hevir Føroyingurin haft góðan hug til, bæði tað tvíflættaða og hitt; ofta er niðurlagið bygt sum eitt heilt örindi fyri seg.
Rímið í kvæðunum er endarím. Tó kennist bókstavrím á stöðum, sum t. d. í niðurlaginum til Sjúrðarkvæði : Grani bar gullið av heiði / brá hann sínum brandi av reiði; jvf. niðurlagið til og fyrsta örindið av "Koralds kvæði" (sum eisini er merkiligt í tí, at öll versini ríma við endarími): Ríkaldur ræður for langari lund / og keisarin fyri Saxlands grund / við ástum leiddi lystugt sprund / mætur unti menjar grund og niðurl.: Mær var list og leik í lund / lat tær sorgir mildna fund / i skulu so byrja á bønastund / i bíða mín, tú hitt væna sprund. Eisini finst bókstavrím í flest öllum örindum í Skrímslu. Oftast er fult samljóð í ríminum, sum tá ið menn nú á dögum yrkja (t. d. líð — tíð; sinni — minni) ; men ikki sjaldan er tað ófullkomið samIjóð, soleiðis at annaðhvört eina sjálvljóðini bera upp á rím (líð — vív ; Buðla — skugga) ella eina hjáljóðini (land — biðlavond ; fang — ring).
Virðið í kvæðunum er ógviliga ójavnt. Summi hava lítið at týða, men nógv eru av högum virði. Huglagið í teimum røkkur líka frá tí sterka og kraftagóða (mest í frásögnum frá bardögum og sjóferðum), ofta bara buldrandi og innantóma, til tað mjúka og yndisfulla og til tað merkiliga fagra huglagið í "Dvörga-moy" her í bókini.
Sum eitt lítið bílæt av andslívinum í farnar dagar, hava vit umframt eitt úrval av kvæðum upp í hesa bók tikið nakrar eyðkendar sagnir. Tað er eyðvitað, at tað, ið er okkum goymt utanfyri tann bundna stílin, ikki í sama mál sum kvæðini ber merki av teirri gomlu tíðini. Lyktarskinið frá sögnunum ber ikki so langt sum tað frá kvæðunum. Ein yrking í bundnum stíli, sum er 500 ára gomul, ber okkum, munnliga goymd, í ikki so lítlum muni boð frá tonkum og kenslum tá á dögum. Ein sögn, sum er 500 ára gomul, gevur okkum munnliga goymd, kanska bara afturskinið frá manna hugsan fyri 1—200 ár síðan.
Í summum sögnunum tykjast vit at hoyra eitt síðsta afturljóð frá tí gamla sögustílinum.
Fotnoter
- ↑ vers er ner = regla.