Nykurin í Leitisvatni
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Eitt kvøldið vóru børnini í Sørvági farin oman til Leitisvatns at spæla. Tá kom nykurin í skapilsi av einum stórum hesti til teirra, og tey so fegin upp á bakið á honum. Best sum tey vóru setst, fór hesturin við teimum beinan vegin oman til vatnið. Minsti drongurin, sum ikki var sloppin uppá, varð nú ræddur og rópaði á beiggja sín Niklas, sum sat uppi á hestinum:
"Nika baggi!" (Barnið dugdi ikki reiðuliga at tala enn).
Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið rópað varð, misti nú megið og hvarv, men børnini vóru bjargaði. Sagt er, at tá nykurin hoyrir navn sítt nevna, missir hann allan mátt.
(Sama søgn verður søgd um ein nyk í Vatni Lítla í Gásadali.)
Eina ferð fór presturin Rasmus Ganting við húskalli sínum úr Sørvági og skuldi heim til Miðvágs.
Tá ið teir komu at ánni, stóð ein hestur har við Vatnsoyrar, og prestur, sum vildi sleppa undan at vaða, bað drongin leiða hann til sín. Tá ið drongurin skuldi leggja hondina á hann til at taka, leyp hesturin undan, og griftin stóð frá honum, beint í vatnið. Har hvarv hann.
Eina aðru ferð, tá ið Rasmus Ganting fór út um vatn og kom út á Vatnsbrekku omanfyri Vatnsoyrar, sat eitt har á rættini (kallað Vatnrætt) og greiddi sær við einum gullkambi.
Nú skuldi hann verða sitandi, segði prestur - hann visti, at tað var nykurin, tí nýkurin kann skapa seg í fólkalíki. Hann tekur ein stein í hondina, kastar av gøtuni oman á sandin og tekur at lesa upp yvir honum. Steinurin veksur og verður til ein stóran klett.
"Nú skalt tú í steinin," sigur prestur og rekur (mánar) so nykin inn.
Tá sást nykurin ikki aftur, men steinurin vísist enn og eitur Leiðisteinur.