Risans klóta (A)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Risans klóta (A)


Uppskrift úr Syðradali á Kalsoynni

Ein fátækur maður átti tríggjar døtur. Ein dagin, sum hann var farin út at velta, kom ein risi og segði við hann:
   "Fjør mítt! tú stendur einsamallur her og veltur ídag."
   "Hann verður mangt at gera sjálvur, ið ongan eigur sonin," svarar maðurin.
   "Fjør mítt! vilt tú geva mær elstu dóttur tína, so skalt tú fáa ein haka, sum sjálvur dugur at velta," sigur risin.
   "Tað er sjálvandi," heldur maðurin, "men eg veit ikki, hvussu eg skal fáa hana til tín."
   "Fjør mítt! send hana í ánna við vøttunum í kvøld!" sigur risin.
   Tá ið gentan kom at ánni um kvøldið, stóð ein hvítur fuglur fyri henni. Hon fór til hansara, men í sama bragdi sló hann veingirnar tvørtur um hana og fleyg burtur við henni. Nakað lítið burtur frá skapaðist hann um - tá var tað risin.
   "Fjør mítt! hvat skal eg gera við teg? Skal eg bera teg ella draga teg?" spurdi hann.
   Hon svaraði: "Drag meg!"
   So dró hann hana allan vegin, og tá ið hann kom heim, legði hann hana tvørtur um gáttina, breyt hana av í rygginun og kastaði hana aftur um hurðarbak. Ein tíð leið um, so fór maðurin at skera tørv. Sum hann stóð og skar, kom risin aftur til hansara og segði:
   "Fjør mítt! tú stendur og skert torv einsamadlur."
   "Hann verður mangt at gera sjálvur, sum ongan eigur sonin," svarar maðurin.
   "Fjør mítt! vilt tú geva mær miðlingardóttur tína, so skalt tú fáa ein torvskera, sum sker sjálvur," sigur risin.
   "Tað er sjálvandi," svarar maðuirin, "men eg veit ikki, hvussu eg skal fáa hana til tín."
   "Fjør mítt! send hana í ánna við hosunum í kvøld, eg skal vera fyri henni."
   So varð. Um kvøldið letur maðurin seg úr, flýggjar gentuni hosurnar og biður hana fara í ánna at vaska tær. Hon so ger, men komin at ánni, veit hon av ongun, fyrr enn ein fuglur kemur, leggur veingirnar tvørtur um hana og fer við henni. Nakað burtur frá skapast hann um - nú er tað risin.
   "Skal eg bera teg ella draga teg?" spyr hann hana.
   Hon sigur sum systurin og biður hann draga seg. Tá ið hann kemur heim, leggur hann hana tvørtur um gáttina, brýtur hana av í rygginun og kastar hana aftur um hurðarbak.
   Nú líður ein tíð aftur, so kemur slótturin fyri. Ein dagin, sum maðurin er farin út at sláa hoyggj, kemur risin triðju ferð og sigur við hann:
   "Tú stendur og slært einsamallur í morgun, fjør mítt!"
   "Hann verður mangt at gera, ið ongan eigur sonin," svarar maðurin.
   "Fjør mítt, vilt tú geva mær lítlu Giljonnu tína" - tað var yngsta dóttirin - "so skalt tú fáa ein líggja, sum sjálvur dugir at sláa," sigur risin.
   "Tað er sjálvandi," sigur maðurin, "men hvussu skal eg fáa hana til tín?"
   "Send hana í ánna eftir vatni, tá ið fuglur er avflogin!" sigur risin.
   Tá ið hon kemur at ánni, stendur risin fyri henni og tekur hana.
   "Skal eg bera teg ella draga teg?" spyr hann.
   "Ber meg!" sigur hon, og har valdi hon klókari enn hinar báðar systirarnar.
   Risin fór heim við henni og honum líktist so ónatúrliga væl á hana, at hann fríggjaði við tað sama.
   Um dagarnar var hann burtur, og tá skuldi hon sópa og halda reint í øllun stovunun uttan í einun kamari, sum hann hevði forboðið henni at fara inn í. Men hon var so altráin eftir at vita, hvat ið har kundi vera inni, at hon kundi ikki stýra sær, fór inn og sá báðar systrar sínar liggja attanfyri hurðina. Tær bragdaðu enn. Tvær krukkur hingu á bróstinun, hon drap fingurin niður í aðra og misti hann, drap so attur niður í hina krukkuna og fekk fingurin aftur. Okkurt hissini slag mundi tað vera, ið har var í, hugsaði hon: tá ið tað gjørdi so mikið, skuldi ein ikki taka fyri, at tað kundi hjálpt til at fáa lív attur í systrarnar. Men einki tordi hon at gera tann dagin.
   Um kvøldið kemur risin heim.
   "Fjør mítt," sigir hann við hana, "eg hugsaði, at nú skuldi eg gera alt um eina leið - eg skrivaði meg inn alt firi eitt."
   Tað hevur hann gjørt rætt í, sigur hon og heldur við hann, at tað er ikki meira enn sámiligt, at tey fara at gera eitt sindur til brúdleyps nú.
   Morgunin eftir fór risin avstað at bjóða í brúdleyp. Meðan tók hon og grøddi systrarnar úr krukkuni, smurdi uppá tær, og tær vóru heilar við tað sama. So segði hon við tær, at nú vildi hon leggja tær niður í ein posa og senda risan avstað við teimun í morgin heim til pápan; men hvørja ferð, ið risin setti av sær, skuldu tær láta í posanun:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg!"
   Um morgunin segði hon við risan, at eina bøn fór hon at biðja hann, áður enn brúdleypið kom fyri, og tað var, um hann vildi ikki bera sær henda posan heim til pápa hennara: men ikki skuldi hana loysa kjaftbandið av og hyggja niður í, tí tað skuldi hann vita, at hon sá hann, hvat ið hann gjørdi - hon sá ígjøgnum bjørg og bláar skorar. Risin lovaði at gera, sum hon bað, tí hon hevði verið sær so trúgv, segði hann. So fór hann undir posan at bera og til gongu, men fyrsta fjallið, hann kom afturundir, har setti hann posan og skuldi hyggja, hvat ið í var, hann kundi ikki ráða sær. Men sum hann var at loysa bandið av, rópaðu tær har niðri í:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg!"
   Risin varð kløkkur og fór í stundini aftur undir posan at bera.
   "Tað er tann gentan ið er, lítla Giljanna mín, hon sær ígjøgnum bjørg og bláar skorar."
   Komin afturundir næsta fjallið setur hann aftur av sær.
   "Fjør mítt, sum hetta er tungt." Hann skal loysa bandið av - her kann hon tó ikki síggja hann - men við tað sama ljóðar tað:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg!"
   Risin so kvikur undir posan aftur og til beins:
   "Tað er tann gentan, eg eigi, hon sær ígjøgnun bjørg og bláar skorar."
   Komin afturundir tað triðja fjallið setur hann uppaftur av sær, forvitni er á honum, men í tí at hann skal loysa, nú rópar:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg!"
   Hann loypur undir posan og tekur at renna. Slík genta sum hansara hevur ikki verið, sigur hann og steðgar ikki, fyrr enn hann er komin til hús.
   "Fjør mítt, eg eri so gott og deyður," sigur risin og kastar byrðuna á gáttina. Síðan fer hann og býður risunun, javnlíkun sínun, í brúdleyp sítt.
   Meðan gongur Giljanna hansara heima í hellinun og pyntar eina klótu, letur hana í skært og skrúðir og gevur henni strimlakýsa á høvdið, so hon kann líkjast henni sjálvari.
   Síðan kyndur hon eitt bryggjubál, fulla grúgvuna, heingir ein stóran pott uppyvir og setur so klótuna tætt kjá eldinun til at detta. So klæðir hon seg í tær ríngastu pjaltrarnar, sum hon eigur, tekur ein biddaraposa á bakið, so hon kann líkjast einum biddara, og rímur úr hellinun. Á vegnun heim møtir hon risanun, sum hevur verið og boðið í brúdleyp. Hann kennir hana ikki í pjøltrunun, steðgar og spyr:
   "Fjør mítt, hvør ert tú?"
   Hon er eitt neyðardýr, sigir hon, sum einki eigur, men gongur og biður sær molarnar. Risin vil hava at vita, hvørjum hon hevur verið hjá og kvat hon hevur fingið:
   "Fjør mítt! vart tú ikki hjá lítlu Giljonnu mínari?"
   "Jú," sigur hon, "tað er vorðið sum genta og blíð, hon sat so bjørt og uppskrýdd við eldin, og vakurleikin lýsti av henni, hon longdist so ógvuliga ettir tær."
   Frálíka væl dámdi hetta risanun at hoyra.
   "Fjør mítt! fekkst tú nakað frá henni?"
   "Ja, ja," sigur hon, "tað var ikki eiti, eg fekk bæði nógv at eta og nógv at bera - upp í henda posaprinsin fullan."
   Risin fer nú so gleiðbeintur og errin avstað; hann skundar sær heim tað besta, hann kann. Tað fyrsta, hann kemur inn í hellið og sær ta uppskrýddu klótuna, sum hann heldur vera Giljonnu sína, sita so svinna við eldin - hon rætt sum vendir nakkan til - trívur hann í:
   "Á søta, lítla Giljanna mín! tú situr so prúð og pretin fyri mær."
   Hann tekur um hálsin á henni og skal heilsa henni - men nú ríður klótan yvir og dettur í eldin, og risin aftaná. Tá ið sløður kom á risarnar, skuldi tað altíð vera so ógvisligt. Potturin, ið hekk í skarðinginun, stoyttist omanyvir risan, og har kolaðist hann upp.
   Tá ið nøkur tíð leið um og tað frættist, at risin lá stoktur, fóru systrarnar við pápanun aftur í hellið til at fáa sær ríkidømi, bæði gull og silvur. Tey fingu so mikið, at tey livdu væl alla teirra tíð.