Risans klóta (B)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Risans klóta (B)


Uppskrift av Húsum á Kalsoynni

Maður og kona áttu tríggjar døtur. Ein dagin, sum hin elsta var farin í ánna at vaska, sá hon ein vakran fugl og vildi fanga hann, men fuglurin skapaðist um til risa og segði:
   "Fjør míítt, tú skalt vera kona mín!"
   So førdi hann hana heim við sær.
   Morgunin eftir, sum risin skuldi fara burtur í skógina, segði hann við gentuna:
   "Fjør miítt, tú skalt hava til arbeiðis at geva pápa mínun og mommu míni at eta og hundinun, ið undir gólvinum stendur."
   So gav hann henni lyklarnair til øll kømurini og eitt gullepli og legði við, at eitt kamar var, sum hon ikki mátti fara inn í - gjørdi hon tað, so varð hon dripin: og hon skuldi ikki bjóða til at narra hann, tí eplið bløddi, um hon hevði verið har inni.
   So fór risin, men gentan hugsaði, at eplið mundi ikki fara at bløða kortini, og fór inn í kamarið, men sá einki uttan deyðar fólkakroppar. Tá ið hon kom út aftur, bløddi eplið, og einki batti kvussu hon royndi at vaska burtur av tí.
   Tá ið risin kom aftur um kvøldið og sá gulleplið bløða, tók hann gentuna, breyt hana av í rygginun og tveitti hana inn í hetta sama kamarið.
   Dagin eftir fór miðlingargentan í ánna at vaska, og henni gekk í øllun á sama hátt sum teirri eldru systrini.
   Morgunin ettir fór yngsta gentan, Agnas, í ánna at vaska. Tá var hin sami fuglurin fyri henni, hann steig upp til risa og tók hana heim við sær. Hon varð sett til tað sama arbeiði sum systrarnar og fekk tey somu kor. Men hon forvitnaðist sum tær og fór inn í tað forbodna kamarið; har sá hon báðar systrarnar liggja deyðar. Hon hugdi at eplinun: tað bløddi. So fór hon inn í eitt annað kamar og fann tvær krukkur við smyrsli; hon drap fingurin niður í aðra og misti hann, tók so hondina niður í hina krukkuna og fekk fingurin attur. Tað kundi væl borið á, at hon kundi fingið lív aftur í systrarnar við hesum seinna smyrsli, hugsaði hon, og við tað sama hon smurdi uppá tær, livnaðu tær upp aftur. Hon smurdi uppá eplið, og tað gav uppat at bløða. Síðan goymdi hon systrarnar niður í eina stóra jarnkistu.
   "Fjør mítt, tú hevur verið mær trúgv, teg skal eg hava til konu," segði risin um kvøldið, tá ið hann kom heim og sá, at einki bilaði eplinun. Ikki var hann grannsíggin, risin, og ansaði ikki eftir krukkunun. Hon lætst fegin við boðið og bað hann bera sær eina kistu heim til pápa sín: tað var nakað lítið av sendigóðsi. Tað var gaman í, helt risin. So fór hon til systrarnar, í kistuni lógu, og segði við tær, at nú skuldi risin bera tær heim í hesari kistu: men tað skuldu tær vita, at, um hann tók lykilin og vildi læsa upp kistuna, skuldu tær siga:
   "Eg síggi teg, eg síggi teg, eg sær teg!"
   Risin tekur kistuna á bakið, men komin væl á veg við henni fer hann at møðast:
   "Fjør mítt, sum hetta er tungt!"
   Hann skal hyggja, kvat ið í er; men í sama sinni rópa tær í kistuni:
   "Eg síggi teg!"
   Risin kløkkur og aftur undir kistuna:
   "Tað er tann konan, eg eigi, frú Agnas mín: hon sær gjøgnum bjørg og bláar skorar."

[Sami endi sum í Risans Klóta A]