Símun í Kirkjubø (1)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Símun Símunarson, skýrdur Huldu-Símun ella Trølla-Símun, var abbasonur Jenis Símunarsonar, bónda í Laðangarði í Sunnbø, sum gitin er í øðrun søgnun. Símun fekk Kirkjubø í Streymoy í festi, kona hansara var systur Jógvans bónda Ólavssonar í Skúgvoy. Ikki sigist hann at hava verið blíður við konuna, uttan heldur at hava farið illa við henni.
Símun var ógvuliga stórur maður á vøkstri, honum kravdi til stáku tríggjar stikkur tvíkvølvt av vadmali. Sterkur var hann eisini og fótfimur; fram um hann tordi eingin av húskøllunun at fara á fjalli, uttan hann vildi missa lív. Um so var, at seyðurin slapp úr fjallgonguni, var Símun altíð fremstur av øllum.
Uppi í Kirkjubøreyni búði ein huldumaður. Hann slepti einun stórun fylgi av gráum og svørtun seyði at ganga í haganun kjá Símuni og rak Kirkjubøseyðin burtur av tí góða grasinum upp á tey mest grýtutu reynini, so at stór fylgi soltnaðu upp í deyðarak, meðan hulduseyðurin var feitur.
Símun var varigur við hulduseyðin og lovaði, at fekk hann fatur á huldumanninum, skuldi hann níva honun tað aftur.
Ein dagin, ið Símun var útrógvin, kom óført veður á hann, so tað var ikki meira enn, at teir slitu til lands. Tá ið Símun legði at landi í sugguni, sá hann bát liggja innanfyri. Hann kendi við tað sama huldumannin, og báðir at brigslast. Huldumaðurin heldur seg hava javngóðan rætt til lendistøðna og hann.
"So heldur tú teg hava rætt í øðrun eisini," svarar Símun, "tú mant vera tann, ið spillir haga mín við hasum gráa og svarta seyðafylginun, ið gongur í reyninun."
Huldumaðurin segði tá, at hansara ættarmenn høvdu nýtt hagan fyri hann, og hann sjálvur vildi nýta hann á sama hátt.
Orð ókst av orði, og endin varð, at Símun leyp á hin heidna at berjast. So bar á, at Símun vann og ætlaði at drepa hin; men huldumaðurin bað hann geva sær lív og grið, og Símun játtaði tí, tó so, at hin heidni mátti lova at flytja burtur úr Streymoy við øllun sínum og ikki seta fótin har oftari. Huldumaðurin gekk undir hetta og fór so í kambin yvir Froðbø í Suðuroy til at búgva. Síðan spurdist einki aftur til hansara í trý ár.
Við norðasta endan av Sandoynni er ein hólmur, Trøllhøvdi, sum hoyrir til Kirkjubøar. Á hesum hólminun hava teir nú sum áður seyð og stundun oksar og geldneyt. Trý ár eftir tað, at huldumaðurin var farin í Froðbiarkamb at búgva, kom ein fremmandur oksi, gráur á liti, at ganga í Trøllhøvda. Símun kendist ikki við hendan oksan og lýsti hann upp á trimum Ólavsøkutingun upp í slag, men einki batti: Eingin vildi kanna sær oksan, og triðju ferðina segði Símun, at nú vildi hann sjálvur taka og drepa oksan, av tí at eingin tóktist eiga Hann.
Jógvan Ísaksson úr Skúgvoy, fráskilamaður og vitugur, sum var skipaður at siga fyri minni á hvørjun tingi, ráddi Símuni at lata oksan ganga; tann, ið hevði sett hann í høvdan, mundi væl taka hann aftur (hann grunaði, at huldumaður átti oksan). Men Símun gav ikki hesum gætur; um heystið vildi hann taka oksan, segði hann.
Ein morgun snimma um veturnætur, væl fyri dag, fór Símun upp og vakti húskallarnar til at fara við sæt út í Høvda (Trøllhøvda). Summir mæltu til og summir frá at fara. Úti á Bø búði Baraldur, eyknevndur Trølla-Baraldur, uppsitarin kjá Símuni. Altíð spurdi Símun hann til ráða, tá ið hann skuldi fara nakrastaðni, tí Baraldur var framsíggin maður. Símun bað hann vera við sær í ferðini hin sama morgunin, men Baraldur segðist ikki troysta sær at fara og bað Símun geva ferðina yvir, men Símun segði, at hann hirdi ikki, hvat hann segði, bannaður trøllaskorturin; nú mundi okkurt ilt vera komið fyri hann í nátt, sum vant var.
So fóru teir, sjey menn saman, av húsum og beint í høvdan eftir hesun góða oksa. Símun var fastandi - konan hevði ikki sett morgunmat til hansara, tí ilt var ímillun teirra, sum hann hevði sligið hana. Ikki hevði hann lisið faðirvár heldur.
Teir komu í Trøllhøvda, men hulduoksin, sum fyrr hevði altíð verið so deyðaspakur, visti nakað á sær hendan morgunin og var so styggur, at teir fingu ikki hendur á hann og vóru í ansi at geva hann yvir. Komið var at kvøldi; tá stóð oksin stillur fyri teimum. Teir bundu hann og linaðu hann niður í bátin.
Teir setast at rógva heim, og Símun er í góðum skørum. Sum honum er hyggjandi til viks, sær hann bát koma gjøgnum Høvdasund og stevna beint á bát hansara. Flýggja undan kundi Símun ikki, tí at hin báturm var nærri landinun, og hann legði tí uttan dvøl at bátinun. Formaðurin reistist upp og leyp inn í Kirkjubøarbátin. Nú kendi Símun huldumannin aftur, sum hann hevði vunnið sigur av áður. Huldumaðurin treiv við tað sama um oksan at fáa hann inn í sín bát, men Símun støkk upp av bekkinun, og báðir at takast. Símun feldi huldumannin niður í skutin og rópaði á ein drong at taka sær tað kvassa, ið undir bandinun stóð. Dronginun skildist ikki, og hann spurdi: "Hvat?"
Tá ilskaðist Símun, hvesti í drongin og rópaði: "knívin!"
Men nú ið hetta orðið var sagt, fór huldumaðurin at brótast og vinna seg upp aftur. Hann tók eitt reytt silkiband og bant tvørtur um skøvningin á Símuni, tók so bæði Símun og oksan inn í bát sín og bant teir.
Síðan fóru huldumenninir fyri eystan suður um Skálavík.
Kirkjubøarbáturin varð sundursorlaður. Ein maður, nevndur Torbergur, kom rekandi á einun spreki í sugguna við Kirkjubø, og hann hevur sagt frá hesun tilburðinum.
Huldubáturin sigldi nú suður ettir. Tá ið hann kom ábeint Skúoy, var verfaðir Símunar, Jógvan ísaksson, burturi í haga, bar eyga við bátin og kendi.
"Ikki skuldi Símun farið so í dag, um hann hevði verið blíður við konuna," segði hann. Tó skuldi hann dvølja huldumannin eitt sindur, helt hann fyri, fór út á egg og blakaði haðan eina fliðu oman í sjógvin frammanfyri bátin. Síðan fór hann heim til húsa og segði:
Í kvøld er Kirkjubøur høvuðleysur."
Í trý sjóarføll varð huldubáturin liggjandi har á Bergsíðu og slapp ikki úr stað. So sendi Jógvan son sín út á egg við einun slíðrum og bað hann kasta teir út av, so teir komu í sjógvin attanfyri bátin. Drongurin so gjørdi. Tá losnaði báturin, og huldumenninir fingu róð, sum teir vildu.
Høvuðsmaður teirra hevði nú Símun við sær upp í Froðbiarkamb, hvar bústaður hans var. Hann var annars ikki illur við Símun, nú hann hevði fingið vald yvir honum. Harímóti fóru hinir huldumenninir altíð illa við honun, tá ið høvuðsmaðurin ikki var nærstaddur. Hvar ið Símun hevði herbergi at liggja í, har hongdu teir vásklæði, rennvátar spjarrar, uppgjørd og vaskaði snøri, sum vatnið rann úr, og annað honun til meins.
Hvørt kvøld slapp Símun einsamallur út, og tá hevði hann oftast fyri sið at leggjast á knæ og hyggja at mánanun. Hin forneski høvuðsmaðurin sá hann eitt kvøldið liggja so og gráta; hann gekk tá til hansara til at ugga hann og segði við hann, at hereftir skuldu hinir ikki gera honun ilt. Hin forneski hevði at teimun, men einki bataði Símuni.
Ein dagin vóru Froðbingar á fjalli til at taka heystskurð. Tá ið seyðurin var bundin og borin til húsa, dvaldist ein av monnunun eftir á rættini. Hann sær mann stevna beint á seg og heldur hann vilja finna seg. Nú ið maðurin nærkast, kennir Froðbingurin, at hetta er hin fyrri bóndin í Kirkjubø. Símun heilsar honun og spyr hann tíðindi, hvussu til stendur í Kirkjubø, um einkjan er gift upp aftur, og annað tílíkt. Froðbingurin sigur satt frá øllum: einkjan er gift við einun húskalli, og húskallurin hevur fest Kirkjubøgarð. Hann spyr Símun, hvussu hann nú tykist liva, og um hann hevur ikki hug at sleppa heim aftur til Kirkjubøar. Símun svarar, at hann hvørki vil ei kann sleppa aftur frá teimun, ið hann er hjá. Illa sigur hann seg liva, uttan tá ið teir eru burtur frá húsum; tá livir hann frægari, tí kona høvuðsmansins er blíð við hann. Teir fáast nógv við at rógva út, og hvørja ferð teir koma aftur, verður hann at sita undir renningarvatninun úr snørum teirra.
Símun bað Froðbingin leggja sær ráð, at hann kundi hjálpast betur ímóti teimum. Froðbingurin helt seg lítið kunna hjálpa honum til at bøta um viðurskifti hansara; tó fekk hann Símuni ein lítlan mudd, sum hann bað hann hava altíð á sær og nýta, tá ið neyðugt gjørdist; vildu teir ráðast á hann, skuldi hann vísa hann fram. Sum teir standa og tosa, koma tveir huldumenn ettir Símuni; men hann vísir teimum muddin, og teir fáa einki gjørt honun.
Froðbingurin fann Símun í haganun tvær reisur eftir hetta, og nú segðist Símun liva betur, tí hann hevði fingið vald yvir huldumonnunun og lært teir siðir og hógv; nú tordu teir ikki longur at gera honum ilt.
So ein dagin gongur sami maður úr Froðbø á fjalli uppi undir kambinun. Hann møtir har einum manni, men heldur seg vita, av hvørjum slagi hann er, og vil tí ikki finna hann til máls. Hann skákar av veginun, men huldumaðurin tekur vegin av honum og sigur við hann, at skomm skuldi hann hava fyri muddin, ið hann hevði fingið Símuni, sum nú var yvirmaður sín; hann og hansara fólk skuldu muna honun tað attur og løna tað hart. Froðbingurin biður hann royna:
"Havi eg givið Símuni muddin, man eg sjálvur hava knívin ettir, og ætli eg at hjálpast við honum.
Seinnameiri frættist einki frá Símuni og huldufólkinun í Froðbiarkambi.
Viðmerkingar Jacobsens:
Til søgnina um Símun í Kirkjubø, hevur Dr. Jakobsen hesa viðmerking:
Dette sagn er tidligere meddelt i Antikvarisk Tidsskrift 1849 - 51, s. 327-33 (både dansk og færøsk tekst), ved V. U. Hammershaimb, og er her gengivet i den form, hvori det dér findes, med nogle små ændringer og tilføjelser efter mine egne samlinger.
Den her omhandlede Símun er Simon Simonsen, sønnesøn af den i sagn 2 omtalte Jens Simonsen i Sumbø (Jenis í Laðangarði).
Angående Simons forsvinden, bortførelse ved en huldremand undervejs fra holmen Trøllhøvdi i båd til Kirkebø, findes allerede hos Lucas Debes en kort beretning (Færoa o.s.v., s. 320-21. Debes sætter tildragelsen til 1617, men efter oplysning af N. Andersen (Meddelelser fra Færøernes Retsprotokoller II, i bladet "Dimmalætting", nr. 13, 1891) møder Simon Simonsen af Kirkebø for retten i 1618 i anledning af en strid med Mikkel Joensen (Mikkjal bónda í Lamba, sé sagn 34) om Husevig gård.
I 1619 omtales derimod Simon Simonsens enke.
Hans forsvinden må altså henlægges til denne mellemtid.
Efter Debes kom båden hel og holden til lands igen, men ganske uden mandskab. Efter V. U. Hammershaimbs gengivelse af sagnet i Ant. Tidsskr., hvortil jeg her har holdt mig, sønderbrødes båden, og en enkelt mand (Torbergur) kom drivende til Kirkebø på et stykke af den - han skal da have fortalt tildragelsen.
Den sidste del af sagnet, omhandlende Simons ophold hos huldrefolket i fjældet Froðbiarkambur på Suderø, har interesse ved det lys, der kastes over almuens tro på menneskers samliv med huldrefolket i disses boliger.
S. 91. l. 6 nævnes Jógvan Isaksson på Skuø som Simons svigerfader. Efter V. U. Hammershaimb var imidlertid Simons hustru en søster til Jon Olavssøn, ligeledes bonde på Skuø.
Den s. 89 nævnte Baraldur úti á Bø kaldes hos V. U. H.: Bárður.