Símun í Kirkjubø (3)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Annaler for nordisk oldkyndighed og historie

1846-54


Símun í Kirkjubø


Tveir menn eru gitnir víða í Føroyum, ið báðir livdu um somu tíð. Æt annar Símun, og sat í Kirkjubø, annar æt Jón (Jógvan) í Skúvoy. Hesin Jón var sonur Ísaks Ísmalssonar í Dímun, sum var sýslumaður í Sandoyar sýslu. Men hann var ovbundin á Dímun, tí at hann kundi ikki hava bát har og soleiðis sleppa av oynni. Oyggin er brøtt niður í sjógvin ølluminni, og hevur einki undirlendi til at seta bát á. Av teirri orsøk flutti hann úr oynni sjálvur sekstandi, og sjálvur ellifti av monnum. Hann settist niður í Skúvoy, hvar hann fekk Stórstovugarð (sum Sigmundur Brestisson hevði átt) og tann sunnasta triðingin av jarðargóðsinum í Skúvoy - hinir báðir partarnir vóru býttir millum Jón Ólavsson, sum átti mittpartin, og bróður hans Rasmus, sum átti norðasta partin av oynni.
   Tá ið hesin Ísakur doyði, fekk sonur hansara, Jógvan, garðin eftir honum. Jón Ísaksson var kønur í gandi, sum seinni her í søguni skal sigast frá.
   Símun var slektaður úr Sunnbø - abbi hans var Jenis í Laðangarði, sum aðrar sagnir eru um - hann [Símun] var komin til Kirkjubøar og fekk hann í festi. Kona Símunar var systir áðurnevnda Jóns Ólafssonar í Skúvoy. Ikki sigist hann at hava verið góður og blíður við konuna, uttan heldur fingist við at sláa hana og fara illa við henni.
   Símun var bæði stórur og sterkur. Honum kravdi til stúku, tríggjar stikkur tvíhvølvt av vaðmali. Fram um hann tordi eingin av húskøllunum at fara á fjalli,, uttan hann vildi missa lív. Um so var, at seyðurin slapp úr fjallgonguni, var Símun tó altíð fremstur av øllum.
   Uppi á reynunum við Kirkjubø búði ein huldumaður. Símun visti av honum, tí hann hevði sæð hulduseyð ganga í haganum hjá sær, og verið varur við, at huldumaðurin rak Kirkjubøseyðin burtur av tí góða grasinum upp í tey mest grýtutu reynini, so at stór fylgi av hesum seyðinum soltnaði upp í deyðarak, meðan hulduseyðurin var feitur. Símun lovaði, at fekk hann fatur á huldumanninum, skuldi hann løna honum hetta aftur.
   Ein dagin, ið Símun var útrógvin, kom óført veður á hann, so tað var ikki meira enn at teir slitu til lands aftur. Har sá Símun huldumannin standa fyri sær í fjøruni, og Símun fór straks á hann. Teir bardust leingi, og umsíðir vann bóndin og ætlaði at drepa huldumannin. Tó gav hann honum lív og grið, tá ið huldumaðurin játtaði Símuni at fara úr Streymoy við øllum sínum og ikki seta fótin har oftari.
   Huldumaðurin gekk undir hetta, hvarv haðani, og fór tá í kambin yvir Fróðabø í Suðuroy.
   Teir ið vóru hjá huldumanninum, eggjaðu hann at bøta aftur ta skommina, Símun hevði gjørt honum, og at hevnast á hann. Huldumaðurin1 var treyður at lurta eftir hesum, tí at hann hevði lovað ikki at koma til Streymoyar aftur.
   Umsíður fann hann eitt ráð, sum dugdi. Við norðasta endan av Sandoy liggur ein hólmur, Trøllhøvdi, sum hoyrir til Kirkjubøar. Á hesum hólminum hava teir nú, sum áður, seyð og stundum oksar og geldneyt. Huldumaðurin tók nú ein oksa og slepti honum út í Trøllhøvda.
   Símun kemur út í høvda og sær henda gráa oksan, sum hann átti ikki. Hann beyð oksan fram trý ár upp í slag á Ólavsøkutingi, men eingin vildi kanna sær oksan. Triðu ferðina segði hann á tinginum, at hann sjálvur vildi taka og drepa hann nú, so sum eingin tóktist eiga hann.
   Jón Ísaksson úr Skúvoy, sum var skipaður at siga fyri minnið á hvørjum tingi, ráddi Símuni at lata oksan ganga. Sá, ið hevði sett hann í høvdan, mundi væl taka hann aftur (tí hann grunaði tað, at huldumaður átti oksan). Símun gav ikki hesum gætur, um heystið vildi hann taka hann.
   Ein morgun snimma um veturnætur fer Símun upp og vekir allar húskallar at fara við sær út í høvda. Allir vóru teir fúsir til tess, uttan ein sum búði úti á Bø og kallaðist Trøllabárður. Hann segðist ikki troysta sær at fara við, men Símun svaraði honum aftur:
   "Tað man eingin ilska vera ið tær brekar, bannaður trøllaskortur, men eitthvørt ilt man vera komið fyri teg í nátt."
   Bárður var tí heima eftir, men hinir fóru, væl fyri dag, út í høvdan. Teir síggja oksarnar, men hin grái, sum fyrr hevði altíð verið so deyðspakur, var henda morgunin so styggur, at teir fingu ikki hendur á hann fyrr enn um kvøldið. Tá bundu teir hann og fóru til báts við honum.
   Tá ið teir høvdu lagt frá landi, sá Símun ein tóman bát at koma gjøgnum Høvdasund og stevna beint á bát sín. Flýggja undan kundi Símun ikki, tí at hin báturin var nærri landinum. Hann legði tí uttan dvøl at bátinum, men formaðurin sprakk straks inn í Kirkjubøbátin. Hesin formaðurin var eingin annar enn huldumaðurin, sum Símun hevði vunnið sigur av áður. Hann treiv straks um oksan at fáa hann inn á sín bát, men Símun sprakk nú upp av bekkinum, og báðir fóru at takast. Símun feldi huldumannin niður í skutin og segði við bátmennirnar:
   "Fái mær hasa, undir bandinum stendur!"
   "Hvørja?" spurdu teir.
   "Øksina," svaraði Símun, og nú ið hetta orðið var sagt, fór huldumaðurin at brótast ov vinna seg upp aftur, og fekk bæði Símun og oksan inn í sín bát, báðar bundnar.
   Kirkjubøbáturin sorlaðist sundur, og mennirnir doyðu. Tó kom ein sum nevndist Tórbergur, rekandi á sprekunum í sugguna við Kirkjubø, og hann hevur fortalt tilgangin.
   Huldumaðurin sigldi nú suður eftir fram við Skúvoy. Jón Ísaksson var um tað sama bilið burturi í haga og sá nú, hvar huldumaðurin róði suður við Símuni. Hann fór út á egg og blakaði haðani eina fliðu oman í sjógvin. Hann fór heim til húsa og segði:
   "Í kvøld er Kirkjubøur høvuðleysur."
   Í trý samdøgur lá huldubáturin har í Bergsíðu, tí ikki kundu teir rógva framm um fliðuna, ið Jón Ísaksson hevði kastað fyri teim. Fjórða dagin á morgni sendi hann son sín út á egg við einum slíðrum og bað hann kasta teir út av eggini, so teir komu í sjógvin, og tá slapp báturin.
   Huldumaðurin hevði nú Símun við sær upp í Fróðbíðarkamb, hvar bústaður hansara var.
   Eitt skip kom inn í Havn (Tórshavn). Formaðurin á tí fann einkju Símunar og spurdi hana, hvørt hon hevði vilja fingið mannin aftur, um hon kundi. Men hon helt, at illur hevði hann verið við seg fyrr, hann mundi ikki fara at verða betri nú, og tí var best sum var.
   Høvuðsmaðurin hjá huldufólkunum var annars ikki illur við Símun, nú hann hevði fingið vald yvir honum. Harímóti fóru hinir huldumennirnir alltíð illa við honum, tá høvuðsmaðurin ikki var nærstaddur hjá teimum. Hvar Símun hevði herbergi at liggja í, har hongdu teir vásklæði, rennvátar spjarrar og annað honum til meins.
   Hvørt kvøld slapp Símun einsumallur út, og tá hevði hann oftast fyri sið at leggjast á knæ og hyggja at mánanum. Hin forneski høvuðsmaðurin sá hann eitt kvøldið liggja so og gráta. Hann gekk tá til hann at ugga hann við, at hinir hereftir ikki skuldu gera honum ilt - hann hevði at teim, men einki bataði Símuni.
   Ein dagin vóru Fróðbøingar á fjalli at reka heystskurðin í rætt. Tá ið seyðurin var bundin og borin til húsa, dvøldist ein av monnunum eftir á rættini. Hann sær mann koma og stevna beint á rættina og helt hann tí vilja finna seg; kennur hann nú, at tað var fyrri bóndin í Kirkjubø.
   Símun heilsar honum og spyr, hvussu til stendur í Kirkjubø, um einkja Símunar var aftur gift og annað tílíkt.
   Fróðbøingurin sigur satt frá øllum, og spyr hann tá Símun, um hann ikki hevði hug at sleppa heim aftur til Kirkjubøar, og hvussu hann nó tóktist at liva.
   Símun svarar, at hann hvørki vildi ei kundi sleppa heim frá teim, hann var hjá. Men illa segðist hann liva hjá teimum, og bað mannin leggja sær ráð, at hann kundi hjálpast betri ímóti teim, at teir ikki skuldu fara so illa við sær.
   Lítið helt Fróðbøingurin seg kunna hjálpa honum at bøta um viðurskifti hans. Tó fekk hann Símuni ein lítlan mudd (lítil knívur), bað hann hava hann hjá sær og brúka hann, tá ið neyðugt gjørdist.
   Sum teir nú standa har og tosa, síggja teir tveir menn koma eftir Símuni, men hann ræðist nú ikki longur og fer beint ímóti huldumonnunum, tekur muddin og stingur hann í ennið á øðrum, so hann fell deyður til jarðar. Hin flýddi.
   Fróðbøingurin fann Símun í haganum tvær ferðir eftir hetta, og nú segðist Símun liva betur, tí hann hevði vald yvir teimum, so hann hevði lært teir siðir og hógv. Nú tordu teir ikki longur gera sær ilt.
   Aðra ferðina gongur sami maður úr Fróðbø á fjalli uppi undir kambinum. Hann møtir har einum manni, men heldur seg vita, av hvørjum slagi hann er, og vil ikki finna hann til máls. Hann skákar av vegnum, men huldumaðurin tekur vegin av honum og sigur við hann, at skomm skuldi hann hava fyri muddin, ið hann hevði fingið Símuni, sum nú var yvirmaður sín. Hann og hansara fólk skuldu muna honum tað aftur og løna tað hart. Fróðbøingurin biður hann royna, hevði hann givið Símuni muddin, mundi hann sjálvur hava knívin eftir, og ætaði hann at hjálpast við honum.
   Seinnameiri frættist einki frá Símuni og huldufólkinum í Fróðbíarkambi, og her er søgan komin at enda.


Viðmerking Hammershaimbs:

Lucas Debes fortæller dette sagn ganske kort i sin Færöa reserata, side 320-21 i kapitlet "Om Spögelse og Satans Anfectelse udi Færöe"; han sætter begivenheden med oksen til året 1617.


Fodnote:

1) Í uppskriftini stendur Símun, men har má Hammershaimb hava blanda persónarnar saman (Anker Eli Petersen)