Sjúrðar kvæði, annar táttur: Brynhild
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Sjúrðar kvæði, annar táttur: Brynhild
- 1.
- Eg havi eina rímu hoyrt,
- gjörd er í grønari líð,
- tað var fyrst í fyrndini,
- tað brast í Buðlans tíð.
- Viðgangur:
- Grani bar gulið av heiði,
- Grani bar gull av heiði,
- brá hann sínum brandi av reiði,
- Sjúrður vann av orminum,
- Grani bar gullið av heiði.
- 2.
- Í fornum dögum kongur ráddi,
- Buðla skulum var nevna,
- átti sær so væna dóttir,
- borin til gott at evna.
- 3.
- Kongur ræður fyri langari lund,
- bjarti Buðlin kallast,
- tívin telur málm og ring
- við sínar hirðir allar.
- 4.
- Nevnd var onkadóttir hans
- gjögnum grøna líð,
- kallast Brynhild Buðla dóttir,
- tað hit væna vív.
- 5.
- Nevnd var onkadóttir hans
- gjögnum grøna lund,
- kallast Brynhild Buðla dóttir,
- tað ynniliga sprund.
- 6.
- Brynhild situr á Hildarfjalli
- hon er dóttir Buðla,
- teir sögdu so frá í bragdar tátti,
- Ijós fann av henni skugga.
- 7.
- Brynhild situr á Hildarfjalli,
- mitt í faðir síns veldi,
- Ijómin skein av axlagrein,
- tað var sum at líta at eldi.
- 8.
- Brynhild situr í stólinum,
- kembur hon sítt hár,
- fínt er tað sum silki,
- gull ber litur á.
- 9.
- Brynhild situr í salinum,
- sum ríkir ganga inn,
- ongan tykir Buðla dóttir
- vera javnlíka sín.
- 10.
- Hana bóðu mangir menn,
- konga synir og jalla,
- Bynhild var so biðlavond,
- hon segði teir burtur allar.
- 11.
- Tað var reystur kongurin,
- sveipar hann seg í skinn,
- so gongur hann í høgaloft
- fyri dóttir sína inn.
- 12.
- Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
- tú elvir mær miklan vanda,
- at tú noktast hvörjum manni,
- ið tær býðst til handa.
- 13.
- Hvör leingi viltú, dóttir mín,
- eyka mær ta sorg,
- at tú noktar hvönn at eiga,
- higar kemur í borg?
- 14.
- Tegið, tegið, faðir mín,
- tær talið ikki svá:
- ikki er komin hin veldigi harri,
- ið mær er sámi at fá.
- 15.
- Ikki er komin hin veldigi harri,
- ið mær er sámi at fá,
- eystan fyri londini,
- har stendur mín hugur á.
- 16.
- Sjúrður heitir sami maður,
- Sigmundar svein,
- tað var hin unga Hjördís,
- hon bar hann í heim.
- 17.
- Undarliga hevir tú
- tær ástir við tær lagt,
- at tú unnar mannin tann,
- ið tú hevir ikki sætt.
- 18.
- Tað hava mær nornur skapt,
- liggur í brósti trá,
- níggju vetur unti eg Sjúrð,
- eg ei við eygum hann sá.
- 19.
- Til tess svaraði kongurin,
- hann drekkur mjöðin reina:
- hvat er hann Sjúrður frægari
- enn aðrir kongsins sveinar?
- 20.
- Hoyr tað mín sæla dóttir,
- tað sigi eg tær enn:
- hvat er hann Sjúrður frægari
- enn aðrir kongsins menn?
- 21.
- Tað er Sjúrður frægari
- enn aðrir kongsins menn,
- tí hann fellir heidningar
- hundrað um í senn.
- 22.
- Tað er hann Sjúrður frægari
- enn aðrir kongsins garpar,
- saðil hans og brynja hans,
- tey glógva sum gullið bjarta.
- 23.
- Hoyrt havi eg frásagt
- snildu hans eg bragdi,
- tá ið hann tann frænarorm
- við svörðinum niður lagdi.
- 24.
- Hoyrt eg havi frá tí sagt,
- ikki var eg hjá,
- tá hann vann tann frænarorm,
- á Glitraheiði lá.
- 25.
- Tá ið hann vá tann frænarorm,
- á Glitraheiði lá,
- mikið mundi Sjúrður
- gullið ognast tá.
- 26.
- Sjúrður vá tann frænarorm,
- tí er hann so ríkur,
- eingin maður á Húnalondum
- honum kann vera líkur.
- 27.
- Hoyr tað mín sæla dóttir,
- legg nú til tess ráð,
- hvussu vit skulum tann mikla
- mann av sínum landi fá.
- 28.
- Tú skalt lata mær salin
- í oyðum mörkum gera,
- við so lítlari tænastu
- skal eg harinni vera.
- 29.
- Tú skalt seta mær gullstólin
- í oyðumörk at stá,
- sum teir kunna dvörgar túeir
- best víð rúnum slá.
- 30.
- Sum teir kunna dvörgar túeir
- best við rúnum slá,
- bæði við royk og váðaloga,
- sum salinum brennur á.
- 31.
- Hesin sami váðalogi,
- hann man meg so verja,
- eingin uttan Sjúrður frægi
- har torir á at herja.
- 32.
- Hann læt henni salin tann
- í oyðumörk so gera,
- við so lítlari tænastu
- hon fór harí at vera.
- 33.
- Han læt henni salin tann
- í oyðum mörkum slá
- bæði við royk og reyðan loga,
- sum salinum brennur á.
- 34.
- Og so miklan váðaloga
- læt hann harum vera,
- sum teir kundu dvörgar túeir
- best við rúnum skera.
- 35.
- Og so miklan váðaloga
- læt hann harum slá,
- ikki máttu dvörgarnir
- við svikunum ná.
- 36.
- Arla var um morgunin,
- sólin roðar í fjöll,
- tað ríður so mangur edilingur
- í Buðla kongsins höll.
- 37.
- Arla var um morgunin,
- sólin bráar í brún,
- ríða so frægir edilingar
- í Buðla kongsins tún.
- 38.
- Ríða so frægir edilingar
- í Buðla kongsins tún,
- Brynhild situr í stólinum,
- hon ber gull á brún.
- 39.
- Buðli kongur í salin gongur,
- biður frúgv við svari:
- komin er hann Gunnar kongur
- niðan úr Júka garði.
- 40.
- Hoyr tú Brynhild, dóttir min,
- gera skaltú tað,
- komin er hann Gunnar kongur,
- honum sigir tú ja.
- 41.
- Buðli kongur á gólvi stendur,
- styðjar seg við borð,
- Brynhild unga, dóttir hans,
- hon talar ikki eitt orð.
- 42.
- Brynhild seg úr stóli lyfti,
- glógvar í gulli reyð,
- skundaði sær av Buðlans borg,
- hon gongur á Hildarheyg.
- 43.
- Grímur og Högni Júkason,
- teir møttust á grønum völli,
- moyjar hvukku í Hildarsali
- tá skelvur høga Buðlans höll.
- 44.
- Grímur og Högni Júkason,
- teir slógust við bitrum brandi,
- Brynhild situr í váðaloga,
- mitt í faðirs síns landi.
- 45.
- Settist aftur í gyltan stól,
- hon smílist undir lín:
- hvör, ið heldur á váðalogan,
- hann skál vera mín.
- 46.
- Brynhild situr í gyltum stóli,
- tað hit væna vív,
- dregur hon Sjúrð av öðrum londum
- sær til sorgar tíð.
- 47.
- Sjúrður vaknar árla morgun,
- telur frá sínum dreymi,
- so var hann í víggi førur,
- sum áin rennur í streymi.
- 48.
- Meg droymdi, at Grani
- í reyðum loga stóð,
- fyri honum á grønum völli
- rann so mikið blóð.
- 49.
- Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
- eg spardi hann ei at koyra,
- fyri honum á grønum völli
- so miikil rann mannadroyri.
- 50.
- Meg droymdi, tað brast lindin mín,
- gull og búgvið belti,
- meg droymdi, at mítt góða svörð
- á gyltum hjálmi smelti.
- 51.
- Sjúrður klæðist árla morgun,
- hann ber lov og prís,
- hann gekk í sín urtagárð,
- og mangt var hann har vís.
- 52.
- Tað sögdu honum ígðurnar,
- uppi sitja í lund:
- væn er Brynhild Buðla dóttir,
- hon stundar á tín fund.
- 53.
- Tað sögdu honum villini fuglar,
- uppi sótu í eik:
- væn er Brynhild Buðla dóttir,
- hon væntar á tín leik.
- 54.
- So frætti tað Sjúrður
- eystur í sítt land:
- Brynhild situr á Hildarfjalli,
- hon er biðlavond.
- 55.
- Árla var um morgunin,
- sólin skein so víða,
- hann talar til Víggrím Gunnarsson,
- tú saðla mær hestin fríða.
- 56.
- Út var loystur gangarin,
- ið Sjúrður skuldi á ríða,
- hann var prýddur við skarlak
- niður á miðal síðu.
- 57.
- Út var leiddur gangarin
- undir hallarvegg,
- hann var prýddur við skarlak
- niður á hóvarskegg.
- 58.
- Gullbúnar handskanar
- dregur hann sær á hand,
- so ríður hann Sjúrður
- beina götu fram.
- 59.
- So reið Sjúrður Sigmundarson
- víðan vegin fram,
- gyltir leika ringarnir,
- hans góði gangari rann.
- 60.
- Tólv gullringar
- hevði hann haríhjá,
- drottningaringin reyða
- setti hann omaná.
- 61.
- Tólv gullringar
- dregur hann sær á hand,
- síðan kvittar nýtur drongur
- á Buðla kongsins land.
- 62.
- So gongur hann Grani
- á gróti sum á völl,
- slíkur kemur ikki aftur
- á Buðla kongsins höll.
- 63.
- So gongur hann Grani
- á gróti sum á sand,
- eingin kemur tilíkur
- á Buðla kongsins land.
- 64.
- Hann reið sær so niðarlaga
- við Júka görðum fram,
- úti stendur hon Grimhild
- við so mangan mann.
- 65.
- Úti stóð hon Grimhild
- við so mangan mann,
- við báðum sínum hondunum
- hon í hans teymar rann.
- 66.
- Við báðum sínum hondunum
- hon í hans teymar rann,
- tí hon sá ikki á hestbaki
- ein týðuligari mann.
- 67.
- Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,
- kinnar ber hann so baldar:
- eg visti ta onga kvinnu vera,
- mín gangara tordi at halda.
- 68.
- Sjúrður, stedga tíni ferð,
- og tala nú við meg,
- eg eigi mær so væna dóttir,
- ið ást vil leggja við teg.
- 69.
- Eg stedgi ikki mínari ferð,
- alt meðan mín gangari rennur,
- eg fari mær á heygin fram,
- sum váðalogin brennur.
- 70.
- Eg stedgi ikki mínari ferð,
- mín gangari rennur í lund,
- eg fari mær á heygin fram
- at skoða tað væna sprund.
- 71.
- Tað er enn sum ofta fyrr,
- biðlar fara at fríggja,
- eingin tordi longur fram,
- enn váðalogan at síggja.
- 72.
- Merkismaður orðum talar,
- tungan mælir at inna:
- hvör ið heldur á váðalogan,
- hann skal ta jomfrú vinna.
- 73.
- Grímur ríður á grønum volli,
- kinn ber hann so balda,
- hann vendi sínum hesti frá,
- tá ið hann skuldi í bálið halda.
- 74.
- Sjúrður frægi til orða tekur,
- frá man frættast víða:
- eg beri tað merki í mín skjold,
- eg skal nú harí ríða.
- 75.
- Eingin reið á Brynhildar heyg
- uttan Sjúrður snari,
- gekk um royk og vádaloga
- hann og hestur hans Grani.
- 76.
- So stígur hann Grani
- á foldina fast,
- innarlaga við heygsdir
- tá hóvsporið brast.
- 77.
- So stígur hann Grani
- drístuliga fram,
- heitur var tá eldurin,
- ið Sjúrði um lendar brann.
- 78.
- Sjúrður kvittar á Brynhildar heyg,
- sum eingin tordi fyrr,
- við sínum svörðinum
- kleyv hann heygsdir.
- 79.
- Og við sínum svörðinum
- kleyv hann lokur frá,
- sá hann hvar tað væna vív
- í herklæðum lá.
- 80.
- Sjúrður frægi í salin gongur,
- víða um seg hyggur,
- sær hann hvar tað væna vív
- eina í seingini liggur.
- 81.
- Hann sá hvar hit væna vív
- í herklæðum svav,
- hevði hann upp sín bitra brand,
- hann sprettir brynju av.
- 82.
- Vaknar upp Brynhild Buðladóttir,
- hon hyggin um seg leit:
- hvör átti henda bitra brand,
- ið brynju av mær beit?
- 83.
- Upp vaknar hon Brynhild,
- víða um seg sær:
- hvör er sá hin djarvi drongur,
- ið sprettir brynju av mær?
- 84.
- Sjúrð skaltú nevna meg,
- Sigmundar svein,
- tað var drottning Hjördís,
- hon bar meg í heim.
- 85.
- Riðin eri eg av öðrum londum
- higar nú til tín,
- Sjúrður heiti eg Sigmundarson,
- veldiga søta mín.
- 86.
- Brynhild setist upp undir seg,
- smílist undir lín:
- ver vælkomin av öðrum londum
- higar nú til mín.
- 87.
- Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
- hvör vísti tær leið
- gjögnum royk og váðaloga,
- at tú higar reið?
- 88.
- Tað sögdu mær fuglar tveir
- gjögnum grøna lund:
- væn er Brynhild Buðladóttir,
- hon stundar á tín fund.
- 89.
- Tað sögdu mær fuglar tveir
- har á mínari leið:
- væn er Brynhild Buðladóttir,
- tí eg higar reið.
- 90.
- Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
- ver nú ei so bráður,
- gakk tær fyrst í faðir míns garð
- og tak av honum ráð.
- 91.
- Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
- bæði var vænur og vitur:
- tú hevir so lítil góðráðini
- av faðir tínum tikið.
- 92.
- Tú hevir so leingi Brynhild
- stundað á mítt mál,
- eg fari ikki til faðir tín
- at taka av honum ráð.
- 93.
- Hann legði sínar ástir saman
- við tað mentar sprund,
- tá var Ásla Sjúrðardóttir
- gitin á teirri stund.
- 94.
- Blíður legði hann armarnar
- yvir Brynhildar háls,
- eg svörji tann eið á míni trú,
- har býr ikki undir fals.
- 95.
- Tólv gullringar
- legði hann henni á fang:
- hetta skal vera tað fyrsta
- várt elskógar band.
- 96.
- Tólv gullringar
- legði hann frúnni á fang,
- síðan legði hann omaná
- tann dýra drottningaring.
- 97.
- Tólv gullringar
- setti hann henni á arm:
- hetta skal vera tað annað
- várt elskógar band.
- 98.
- Tað var Sjúrður Sigmundarson,
- skortar hann ei fíggjar,
- bindur upp í Brynhildar
- flættu gullringarnar tríggjar.
- 99.
- Tað var Sjúrður Sigmundarson,
- skortar hann ikki eyð,
- hann var sær i moyjarsali
- mánarnar sjey.
- 100.
- Brynhild, tak mær saðil og boxl,
- ring og brynju síða,
- eg havi litil örindi
- burt annanstað at ríða.
- 101.
- Sit tú heldur her við frið
- og leika við mær í talvi,
- Júki kongur dóttir eigir,
- so sterk við tröllskum alvi.
- 102.
- Tú mant verða av aldri ungur,
- lívið mann teg tróta,
- tú mant ognast Guðrunu,
- mín mant tú ikki njóta.
- 103.
- Tað tykir mær undarligt,
- slíkt skal meg ikki henda,
- eg mann ikki mínar ástir
- frá tær Brynhild venda.
- 104.
- Svaraði Brynhild Buðladóttir,
- tekur um hjarta at køla:
- Júki kongur dóttir eigir,
- við ástir mann teg tøla.
- 105.
- Hoyr tú tað nú Sjúrður,
- eg gevi tær fingurgull,
- ríð tú ikki til Grimhild,
- tí hon er av svikum full.
- 106.
- Hon fylgdi honum so langt á leið,
- bað honum góðan dag:
- far væl heilur og happadrjúgvur,
- alt gangi tær væl.
- 107.
- Tað var Brynhilð Buðladóttir,
- bað honum góðan frið:
- far væl heilur og happadrjúgvur,
- alt gangi tær við.
- 108.
- Bæði heil og happadrjúgv
- skiljast vit á sinni,
- Sjúrður, goym væl hesi orð,
- og legg tey væl í minni.
- 109.
- Til tess svaraði Sjúrður,
- hin gævuligi drongur:
- aldri tú, mín veldiga søta,
- mær úr huga gongur.
- 110.
- Tað var Sjúrður Sigmundarson,
- helt seg í saðilboga,
- hann kyssti frúnna Brynhild
- fast av heilum huga.
- 111.
- Tað var Sjúrður Sigmundarson,
- kom har ríðandi í garð,
- úti sjálvur Buðli kongur
- fyri honum var.
- 112.
- Ver vælkomin Sjúrður
- higar nú til mín,
- drekk nú hvat tær betur líkar
- mjöðin ella vín.
- 113.
- Lítið er mær um mjöðin tín,
- allvæl minni um vín,
- gev mær ungu Brynhild,
- onkadóttir tína.
- 114.
- Ver vælkomin Sjúrður,
- tú tarvt ei boðini senda,
- fullvæl eg tíni forlög veit,
- hvör tær skal ganga til enda.
- 115.
- Tú mant verða av aldri ungur,
- lívið mann teg tróta,
- tú mant ognast Guðrunu,
- og Brynhild ikki njóta.
- 116.
- Hevir tú Brynhild lovað trú,
- væl mant tú vilja halda,
- Guðrun blandar valmanna drykk,
- tað man sútir valda.
- 117.
- Undarlig eru tey orðini,
- tað man meg ei henda,
- eg man ikki mínar ástir
- frá tíni Brynhild venda.
- 118.
- Tí svaraði Buðli kongur,
- tekur um hjarta at køla;
- Júki kongur dóttir eigir,
- við ástum man teg tøla.
- 119.
- Tað tykir mær undarígt,
- og ei man tað meg ná,
- at eg skal mínar ástir
- frá tíni Brynhild slá.
- 120.
- Hoyr tú tað nú Sjúrður,
- ger tær ei ta skomm,
- ríð tær ikki so niðarlaga
- hjá Júkagörðum fram.
- 121.
- Ríð tú ikki so niðarlaga
- við Júkagarðar fram,
- úti stendur hon Grimhild
- við so mangan mann.
- 122.
- Úti stendur hon Grimhild
- við so mangan mann,
- gjarna vil hon forvitnast,
- hvört tú ríður fram.
- 123.
- Gjarna vil hon forvitnast,
- hvört tú ríður fram,
- tí hon sær ikki á hestbaki
- ein týðuligari mann.
- 124.
- Hann fylgdi honum so langt á leið,
- bað honum góðan dag:
- far væl heilur og happadrjúgvur,
- alt gangi tær væl.
- 125.
- Sjúrður reið á skógin burt,
- alt fyri attan váða,
- hann sá tað hit illa djór
- berjast við bógvar báðar.
- 126.
- Hann sá tað hit illa djór
- berjast við bógvar báðar,
- eldin goysti, eitur spýði,
- tá stóð lív í váða.
- 127.
- Sjúrður situr á Grana baki,
- hann tykist ei leið at finna,
- Grani bæði beit og sló,
- hann leitst til ymsa kinna.
- 128.
- Hestin vilti hon undir honum,
- hann mátti ei finna leið,
- síðan mátti Sjúrður venda
- til Júkagarðar heim.
- 129.
- Burtur hvarv hit illa djór,
- burt úr Sjúrðar eygum,
- sá hann hvar ið Grimhild sat,
- væl lögd við bondum beygum.
- 130.
- Hann reið sær so niðarlaga
- við Júkagörðum fram,
- úti stendur hon Grimhild
- við so mangan mann.
- 131.
- Úti stendur hon Grimhild
- við so mangan mann,
- báðum sínum hondunum
- hon í hans teymar rann.
- 132.
- Sjúrður, stedga tíni ferð
- og tala nú við meg,
- eg eigi mær so væna dóttir,
- ið ást vil leggja við teg.
- 133.
- Væn er Guðrun dóttir mín,
- hvar hon gongur inn,
- rósur og so liljur,
- tær lýsa av hennara kinn.
- 134.
- Væn er Guðrun dóttir tín,
- tað er tær væl betri,
- hon er ikki meira Brynhild lík,
- enn summar líkist vetri.
- 135.
- Gakk tú nú í höllina inn,
- fátt verði tær á vási,
- tú drekk so títt av dýrari krús,
- tín gangari stendur í lási.
- 136.
- Út kom frúgvin Guðrun
- í einum stakki bláum,
- flættað hár á herðar
- lá við silkibondum smáum.
- 137.
- Tað var Grimhild Júka drottning,
- hon talar til dóttir sína:
- gakk tú tær í kjallara,
- tú blanda mjöð og vín.
- 138.
- Gakk tú tær í kjallaran,
- og blanda mjöð og vín,
- og so mikið óminni
- læt tú harútí.
- 139.
- Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
- tungu bar so snjalla:
- hava tað, ið annar eigir,
- tað mann lukkast valla.
- 140.
- Nógvir eru í várum londum
- konga synir og jalla,
- girnast tann, ið onnur eigir,
- tað man lukkast valla.
- 141.
- Hon hevði upp sína høgru hond,
- gav Guðrunu hogg á tenn,
- blóðið dreiv í barmin niður,
- sóu tað mangir menn.
- 142.
- Tig tú Guðrun dóttir mín,
- mangt má smæin líssa,
- betri var tó sjálv at biðja,
- enn góðan mann at missa.
- 143.
- Guðrun gekk í kjallaran,
- blandaði mjöð og vín,
- og so mikið óminni
- læt hon harútí.
- 144.
- Alt so mikið óminni
- læt hon harútí,
- bar so inn fyri Sjúrð hin unga,
- bað hann drekka til sín.
- 145.
- Drekka fór so dýran dramm,
- drakk av horninum leingi,
- Sjúrður misti minni alt,
- og bøta kann hann eingin.
- 146.
- Drekka fór so dýran dramm,
- drakk av horninum bjarta,
- Sjúrður misti minni alt
- og brúður úr buðlungs hjarta.
- 147.
- Tá ið hann hevði drukkið,
- greiddi han aftur ker,
- hann mintist ei á frú Brynhild,
- og ikki hvar hann er.
- 148.
- Guðrun drakk tá afturímót
- til tann dreingin mæta,
- Sjúrði kom einki annað í hug,
- enn Guðrunu vil hann hava.
- 149.
- Tað er vonda frú Grimhild,
- hon talar til dóttir sína:
- gakk tú tær i skemmu inn
- og reið fyri gesti tínum.
- 150.
- Tað var Sjúrður Sigmundarson,
- tók sær frú at festa,
- snarliga læt til brúdleyps ætla,
- hann læt ikki leingi fresta.
- 151.
- Drukkið var teirra brúdleypið,
- kátt var teirra lív,
- gingu so bæði í eina song
- Sjúrður og hans vív.
- 152.
- Fimti vóru voxljós brend
- fyri teim vønu eingjum,
- kongurin og hirðin öll
- fylgdu teim at seingjum.
- 153.
- Sjúrður gekk í skemmu upp,
- til Guðrunar vegin finnur,
- frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
- nú rann henni ilt í sinni.
- 154.
- Brynhild gekk av Hildarheyg,
- táð hit væna vív,
- kappin gisti Guðrunu,
- men Sjúrður misti lív.
- 155.
- Brynhild fyri munni mælir,
- tár á kinni man fljóta:
- ikki skal Guðrun Júkadóttir
- tann avrekskappa njóta.
- 156.
- Brynhild fyri munni mælir,
- sorgartíð skal eg kalla:
- at hava tann, ið onnur ár,
- tað skal lukkast valla.
- 157.
- Árla var um morgunin,
- tað roðar fyri sól,
- fóru sær út á vatn at tváa,
- fögur vóru fljóð.
- 158.
- Árla var um morgunin,
- sólin roðar í líð,
- fóru sær út á vatn at tváa,
- fögur vóru vív.
- 159.
- Møttust tær á miðjari leið
- Brynhild og Guðrun Júka,
- onnur teirra gleði bar,
- og onnur harmin sjúka.
- 160.
- Møttust tær á miðjari leið
- Brynhilð og Guðrun unga,
- onnur teirra gleði bar,
- og onnur harmin tunga.
- 161.
- Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
- hvör er snótin stríð:
- hví man min bróðir Gunnar
- kongur ei ognast so vænt eitt vív?
- 162.
- Tað var Guðrun Júkadóttir,
- gjördi so mangt av fári,
- ei hon vildi nýta tað vatn,
- sum rann av Brynhildar hári.
- 163.
- Hon gekk sær í ánna út,
- sum fossurin rann stríður,
- tí hon átti tann Sjúrð svein,
- sum ein yvir allar ríður.
- 164.
- Guðrun leyp á ánna út,
- sum fossurin rann harður,
- tí hon átti Sjúrð svein,
- sum hövur yvir allar bar.
- 165.
- Henda sama reyða ring,
- tú sært á armi mínum,
- gav mær Sjúrður Sigmundarson,
- tað vann eg í stríði tínum.
- 166.
- Tí svaraði Brynhild Buðladóttir
- av so tungun stríði:
- fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
- um eg verði á lívi.
- 167.
- Tað at tú neytst tann mikla kappa,
- tað var ei mítt ráð,
- eg hevði ást við Sjúrða lagt,
- áður enn tú hann sá.
- 168.
- Sjúrður hevir tín moydóm spilt
- og brotið Buðlans frama,
- ríkum kongi tú gavt teg í vold,
- og nú havi eg tann sama.
- 169.
- Tú tarvt ikki falssnóta
- brigda mær tað svá,
- fyri títt orð skal Sjúrður doyja,
- um eg liva má.
- 170.
- Ikki óttist eg hóttur tínar,
- tó tú ert í orðum stív,
- sá er eingin í Júkagorðum,
- ið ræður um Sjúrðar lív.
- 171.
- Syrgjandi gekk frú Brynhild
- í sín sal at sitja,
- Gunnar kongur frægur og fúsur
- hennar reið at vitja.
- 172.
- Brynhild gekk til seingina
- á teirri somu grund,
- nú tolir hon fyri Sjúrði
- so vonda eina stund.
- 173.
- Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
- á teirri somu stund,
- sjálvur fór hann at vitja
- hit ynniliga sprund.
- 174.
- Tað er eingin hunskur riddari,
- ið gjort hevir sum tú,
- tú hevir svikið fljóðið tað,
- tú fyrstur lovaði trú.
- 175.
- Hoyr tað mín hin veldiga søta,
- kenn mær einki um,
- vendur var mær hugurin
- frá hesum ástum tínum.
- 176.
- Tað fyrsta Brynhild mundi
- Sjúrð við eygum sjá,
- tá mundi tað væna vív
- eina unga dóttir fá.
- 177.
- Til tess svaraði Brynhild
- fyrst á orði tá:
- berið mítt barn á ánna út,
- eg vil tað ikki sjá.
- 178.
- Tóku Áslu Sjúrðardóttir,
- floyttu oman eftir á,
- stórar áir og stríðir streymar
- bóru hana londum frá.
- 179.
- Mangur hevir høttur notið
- fyri fagurt vív,
- nú er komið at evstu stund,
- at Sjúrður missir liv.
- 180.
- Sjúrður var ein avrekskappi,
- hann brá sítt svörð í droyra,
- og honum voldu kvinnur deyða,
- sum tær skuluð fáa at hoyra.
- 181.
- Brynhild situr í sínum sali
- við so tungum móði,
- hvörki mátti mæla ella sitja
- hit ynniliga fljóðið.
- 182.
- Gunnar gekk í höllina inn
- við hvössum slíðraspjóti:
- hann skal harðan deyða tola,
- ið tær hevir gjort ímóti.
- 183.
- Tað var hon Guðrun systír tín,
- hon voldi mær tað stríð,
- tí hon hevir tann Sjúrð svein,
- sum ein yvir allar ríður.
- 184.
- Brynhild lá í sínari song,
- og Gunnar stóð fyri stokki,
- yppist nú ráð av illari dáð,
- so kaldur er kvinnu tokki.
- 185.
- Ei fært tú nakað yndi av mær,
- ei tarvt tú tað trá,
- fyrr tú hevir tann Sjúrð svein
- tikið burt londum frá.
- 186.
- Hoyr tað mín hin veldiga søta,
- tí vil eg einki trúgva,
- at tú vilt honum Sjúrði unga
- svik til handar snúgva.
- 187.
- Gunnar so til orða tekur:
- nú man tað so vera,
- Sjúrður er mín heitbróðir,
- eg kann honum einki gera.
- 188.
- Ei fært tú nakað yndi af mær,
- ei tarvt tú tað vænta,
- so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
- so seint man angur lætta.
- 189.
- Hoyr tað mín hin veldiga søta,
- tú elvir mær miklan vanda,
- hvursu skal eg Sjúrð av lívi fá,
- sum einki svörð kann granda.
- 190.
- Tí svaraði Högni Júkason,
- hann gjördist í kinnum bleikur,
- tað eru fullir fimtan vetur,
- síðan vær fremdum leik.
- 191.
- Brynhild setist í gullstólin,
- frá man frættast víða,
- nú skulu teir Júkungar burt
- á skógin ríða.
- 192.
- Brynhild situr í stólinum,
- spælir við gyltum knívi:
- tit komið ei aftur í mína höll,
- meðan Sjúrður er á lívi.
- 193.
- Hoyr tað Brynhild Buðladóttir,
- legg sjálv til tess ráð,
- hvussu vit skulum Sjúrð hin unga
- av sínum lívi fá.
- 194.
- Tit gevið Sjúrði salta krás
- og hartil einki drekka,
- ríðið so á skógin burt
- alt fyri uttan ekka.
- 195.
- Tú bið hann býta saðil,
- tú bið hann býta hest,
- hav tú svik í hjartanum,
- tú lat sum tú kant best.
- 196.
- Sjúrður gongur í höllina inn,
- vænur er hann og vitur,
- sum hon Brynhild Buðladóttir
- fyri í stólinum situr.
- 197.
- Sjúrður stendur á hallargólvi
- við gyltan skjóld í hendi,
- Brynhild unga Buðladóttir
- eyguni frá honum vendi.
- 198.
- Sjúrður so til orða tekur,
- kappin tann hin reysti:
- tá ið eg komi av skógi heim,
- tá skal eg teg festa.
- 199.
- Til tess svaraði Brynhild,
- í tungu var hon snjöll:
- eg lovi ikki tógva kongar
- báðar í eini höll.
- 200.
- Svaraði Brynhild Buðladóttir,
- sorg um hjarta ber:
- hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
- tú festir ikki meg.
- 201.
- Tá var rómur í buðlungs höll,
- sveinar ríða út,
- Brynhild sat eftir í gyltum stóli,
- hon feilir tár á dúk.
- 202.
- Buðli kongur til orða tekur
- bæði av móði og ekka:
- fáið Sjúrði bjálm og svörð
- og hornið úr at drekka.
- 203.
- Eingin unnar so öðrum væl,
- at sínum av man hyggja,
- ikki skal Sjúrður Sigmundarson
- longur í heiminum byggja.
- 204.
- Tí svaraði Buðli kongur,
- hann heldur á ringinum reyða:
- hoyr tað Brynhild dóttir mín,
- hví elvir tú Sjúrði deyða?
- 205.
- Minnist tú Brynhild dóttir mín,
- minnist tú ta tíð,
- drótt tú Sjúrð av Norðlondum
- ígjögnum grøna líð.
- 206.
- Minnist tú tað Brynhild,
- sæla dóttir mín,
- tú drótt Sjúrð av Norðlondum
- á Hildarheyg til tín.
- 207.
- Buðli kongur av sali gongur
- henda morgun snimma,
- eftir situr Brynhild við hond
- upp undir kinni.
- 208.
- Ríða teir á skógin burt,
- Sjúrður í teirri ferð,
- hann visti ei av svikunum,
- teir hövdu í ráðagerð.
- 209.
- Brynhild stendur í höllini,
- sær hon út so víða,
- Sjúrður frægi fyrstur og fremstur
- fyri Júkungunum ríður.
- 210.
- Brynhild settist í gyltan stól,
- av so miklari pínu møðig
- fellir hon tárini
- á báðar armar sínar.
- 211.
- Brynhild grætur møðiliga,
- tað hit væna vív:
- far væl Sjúrður Sigmundarson,
- eg síggi teg ei á lívi.
- 212.
- Ríða teir í skógin burt,
- glaðir fyri uttan ekka,
- teir gövu Sjúrði salta krás
- og hartil einki drekka.
- 213.
- Drekka teir úr sínum horni
- bæði títt og ofta,
- eftir liggur Sjúrðar horn
- heima á Júka lofti.
- 214.
- Drekka teir úr sínum horni
- alt fyri uttan ekka,
- Sjúrður situr á Grana baki,
- nú lystir hann at drekka.
- 215.
- Drekka teir úr sínum horni
- glaðir fyri uttan sút,
- Sjúrður loysir hjálmabond,
- hann stígur úr saðli út.
- 216.
- Sjúrður sá ikki svikara vón,
- hann steig úr saðli út,
- skundaði sær at kelduni,
- glaður fyri uttan sút.
- 217.
- Sjúrður legðist at drekka,
- sum vatn stóð fyri í brunni,
- sjaldan hevir góður kvistur
- sprottið av illum runni.
- 218.
- Sjúrður legðist at drekka,
- sum vatn stóð fyri í veit,
- Gunnar átti mækan tann,
- á Sjúrðar hálsi beit.
- 219.
- Högni stakk og Gunnar hjó
- við hvössum slíðraknívi,
- teir gjördu so mikið niðingsverk,
- teir tóku hann Sjúrð av lívi.
- 220.
- Högni stakk og Gunnar hjó
- mest av Brynhildar ráðum,
- hevði hann vitað av svikum fyrr,
- máður var hann fyri báðum.
- 221.
- Tungan tók at mæla bæði
- av illsku og reiði:
- hevði eg vitað av svikum fyrr,
- maður var eg fyri fleiri.
- 222.
- Tungan tók at mæla,
- har hann lá á völli:
- hevði eg vitað av svikum fyrr,
- maður var eg fyri öllum.
- 223.
- Teir skiftu síni klæðini,
- hvör við sínum lit,
- ikki vildi Grani ganga,
- tí hann hevði manns vit.
- 224.
- Ikki vildi Grani ganga,
- tí Gunnar honum reið,
- fyrr enn hin snari Sjúrður
- honum á herðar neig.
- 225.
- Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
- førdu hann heim á skildi,
- tað hevir so mangur latið lívi
- helst av kvinnu veldi.
- 226.
- Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
- lögdu Guðrunu á skeyt,
- visti ei brúður, hon vaknaði,
- fyrr enn blóð um beðin fleyt.
- 227.
- Visti ei brúður, hon vaknaði,
- fyrr enn blóð á beði lá,
- tað var ei so undarligt,
- við sorg hon í tað sá.
- 228.
- Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
- hon læt so orðum fara:
- síðst mundi eg Gunnar kongur
- svikini av tær vara.
- 229.
- Guðrun setist upp undir seg,
- strýkur sveita frá,
- blóðigan kysti hon munnin tann,
- á Sjúrðar hövdi lá.
- 230.
- Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
- tekur til orða svá:
- eg skal hevna Sjúrðar deyða,
- um eg liva má.
- 231.
- Guðrun gekk í loftið fram,
- hon fór úr stakkinum reyða,
- alla sína ævina syrgdi hon
- Sjúrðar deyða.
- 232.
- Hoyr tað mín hin sæla dóttir,
- syrg ikki Sjúrðar deyða,
- Artala kongur í Húnalandi
- skortar ei gullið reyða.
- 233.
- Svaraði Guðrun Júkadóttir
- av so tungum stríði:
- tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,
- um eg verði á lívi.
- 234.
- Brynhild hevði manga nátt
- sovið á Sjúrðar armi,
- nú hevði hon hans deyða volt,
- kyk springur hon av harmi.
- 235.
- Brynhild sprakk av harmi,
- Sjúrður læt sítt lív,
- tað man merkjast á ástini,
- at Brynhild hon var fríð.
- 236.
- Brynhild sprakk av harmi
- eftir Sjúrðar deyða,
- teir bóru Guðrunu gull og fæ
- og mangar ringar reyðar.
- 237.
- Tað er satt sum talað er,
- at mong er konan eym,
- Guðrun gongur um allan heim,
- hon heldur í Grana teym.
- 238.
- Nú skal lætta Ijóði av,
- eg kvøði ei longur á sinni,
- so skal taka upp triðja tátt
- og víðari leggja í minni.