Snæbjörn

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Snæbjörn[1]


Bóndin Jákup við Neyst í Kvalbø hevði ein húskadl, sum var bæði brøgdigur og djarvur og einsínamaður til bakkagongu. Hann æt Snæbjødn. Bóndin átti tvey fjós, annað heima við Neyst og annað vesturi í bigdini, á Heyggi. í heimafjósinun hevði hann neytini seinra partin av vetrinun. Eina arbeiðskonu hevði hann, sum slektað var úr Mikinesi; hon ambætaði neytunun, men av tí, at tað var nakað langur vegur kjá henni at ganga til tað vestara fjósið, so búði hon helst í tí fjósinun, meðan neytini stóðu har. Tí rópaðu tey hana fjóskonuna, og Snæbjødn var fríggjari hennara.

So hendi tað eitt árið, at teir stóru komu suður til Suðuroyar at halda ting, og komu teir til Kvalbiar. Dómarin gisti kjá Jákupi við Neyst og fekk dúvuungar til mats. Honun fadl hesar moyru ungar ógvuliga væl og spurdi hann bøndan, hvaðan hann hevði fingið teir. Bóndin svaraði, at Snæbjødn hevði fangað teir í einun kválvi í berginun, men so idla var gongt hagar, sum teir áttu, at eingin maður í bigdini tordi at ganga til teirra uttan Snæbjødn.

Árið ettir kom dómarin attur at gista kjá Jákupi við Neyst. Hann biður bóndan um at koyra sær Snæbjødn út í dúvuholið til at taka nakrar dúvuungar. Bóndin bað Snæbjødn fara, men hann sinjaði firi at gera tað, tí hann var idlur um, at dómarin ikki kom til hansara sjálvs og bað hann veita sær tann beina, men vildi hava húsbóndan til at koyra seg avstað sum ein annan hund. Snæbjødn fór tí ongan veg, men dómarin var idla í øgn við hann av hesun.

Eina tíð ettir hetta kom eitt hálenskt skip til Suðuroyar. Tað hevði mangar góðgripir at selja, men eingin tordi at keypa, tí at kongur hevði burturleigað til nakrar keypmenn rættin til at hava handil í oyggjunun. Snæbjødn fekk sær so tigandi fíra turriklæði av hesun skipi, og tey tvey gav hann gentu sínari, fjóskonuni. Hetta kom upp, og Snæbjødn var stevndur til at møta á Ørðavíkar tingi at hoyra tann dóm, sum ivir hann skuldi ganga firi óløgligt keyp. Tingið varð hildið í tinggilinun "uppi ímidlun Stovur" omanfiri Ørðavík. Snæbjødn visti, at dómarin var sær grummur, og væntaði ein harðan dóm, men kom tó á tingið. Ein góðan píkstav hevði hann kjá sær. Dómarin og fútin báðir sótu omaníiri hedluna, ið rópast "Tingborðið". Dómarin lesir dómin upp firi Snæbjødn og dømir hann til at arbeiða í jadni fíra ár á Bremerholm. Snæbjødn kadlar hetta ein ómildan og órættan dóm, reiggjar stavin ivir høvdið á sær og ætlar at sláa dómaran kaldan; men dómarin bregður sær undan og niður í fangið á fútanun. Stavurin rakaði fútan í høvdið, so hann smadl deyður niður. Tá kom róp í at grípa Snæbjødn, tí hann hevði dripið fútan; men Snæbjødn helt til beins alt firi eitt og flutti, og so fimur var hann á føti, at eingin náddi fram at honun. Hann helt til fjals, upp Klovningar, ígjøgnun Ørðaskarð og upp á Fjadlið Mikla. Nógvir úr mannamúgvuni hildu attaná hann, men mjørki var uppi á fjadlinun, so teir mistu hann brátt úr eygsjón. Vesturi á Fjadlinun Mikla er ein heyggjur nevndur Snavalsheygur; har hoyrdi ein av monnunun stavpíkin kjá Snæbjødni gedla í grótinun og rópaði: "Her var hann! eg hoyrdi píkin glintra kjá honun!" "Hoyrdi tú hann nú, so skalt tú ikki hoyra hann attur", svaraði Snæbjødn úr mjørkanun í erva og vendi so stavinun við, píkin upp og knappin niður. Mannaflokkurin gavst at elta hann, tí teir mistu hann burtur attur, og dagurin kom at kvøldi. Snæbjødn fór suður ettir oynni og í tær røkur, sum ettir honun eru nevndar Snæbjadnarrøkur (í Gjógvaráfjadli í Vági vestaramegin, nakað norður við Fámjinsmarkið). I miðrökini er ein hola niður í og hadl í berginun út ivir. I hesun hedlinun búði hann eina langa tíð, breyt búr um næturnar og stjól. Eina sistur átti hann á Teigum í Fámjin; til hennara gekk hann á loyningun og fekk sær mat, eld og pott. Enn standa steinar í hálvring inn ímóti berginun í Snæbjadnarhedli, og øska finnst ímidlun. Men tá ið lágætt var, var tað so ógvuliga vátligt kjá honun í rókunun, og hann hugsaði tí um at fáa sær eitt annað skfli. Um heystið tók hann ein oksa av Lopransdali, drap og fletti hann; kjøtið hevði hann til mats, men húðina álaði hann sundur og flutti so norður til Kvalbiar. Uttanfiri Tjødnunes sunnanvert við Vatnsdal er ein brattur riggur; har kleyv Snæbjødn so langt niður í vødlin, sum hann kundi sleppa, sló hæl niður og legði lesning á av húðálunun, sum hann hevði við sær. So lesti hann seg niður í dúvuholið, sum ettir honun nevnist Snæbjadnarhol. Men eingin gekk so langt niður frá í erva, at hann sá lesningin, tí har er so idlgongt. Har var hann, tá ið lágætt var, og gekk um næturnar í Heygsfjósið til gentu sína fjóskonuna, sum var við badn við honun. Frá henni fekk hann mat, eld og pott. í Snæbjadnarholi í Kvalbø var hann, tá ið lágætt var, og stjól tá helst suðuri á oynni; men tá ið høgætt var, var hann suðuri í Vági í Snæbjadnarrókun og stjól tá helst har norðuri. So gingu trí ár á henda hátt.

Snæbjødn var væl kendur við ein gamlan mann í Smidlun í Vági, sum átti tríggjar sinir. Eina nátt, ið Vágbingar vóru á útiróðri, sóu teir eld í Snæbjadnarrókun og fóru at tosa saman um hetta. Teir hildu, at har mundi Snæbjødn vera. Tá ið útróðrarmenninir vóru atturkomnir, fór hin gamli í Smidlun til Snæbjadnar og sigir við hann, at nú er hann uppdagaður og verður tikin í kvøld, um hann ikki flitur. So velti Snæbjødn pott og alt, sum var, út av rókini, rímdi og kom ikki attur í Snæbjadnarrøkur.' Stutt attaná kom eitt skip inn á Kvalbø um kvøldið og var horvið um morgunin. Uppá somu tíð var ein bátur horvin av Skálamøl í Kvalbø, og so visti eingin meira um Snæbjødn. Men søgn er, at hann spurdist upp ettirsíðan í Hetlandi.

  1. livdi um 1660.