Snopprikkur, Giljabóndin og Laðangarðsbóndin
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Lesibók
Tórshavn 1911
Snopprikkur, Giljabóndin og Laðangarðsbóndin[1]
"Verri enn Snopprikkur" — so verður tikið til um ein, ið bara ger ónt; tí Snopprikkur var eitt idlriski og ein margskálkur og gjørdi altíð tað ið ilt var. Argur var hann at píska, og verður enn tikið til: Alt ger mun, segði Snopprikkur.
Snopprikkur var húskadlur kjá bóndanun í Giljun í Kvalbø. Giljabóndin var sum ein høvuðsmaður í Suðuroy um tað leitið. Hann var órættiligur maður og ránakendur. Tað var ikki eiti, tað ið hann átti — nær um hálva Suðuroynna og har atturat Lítlu Dímun. Markið gekk úr Dalsá og í Anna Miklu í Fámjin (Dalsá gongur vestur igjøgnun Ørðavíkadíð úr Valdaskarði). Inni á Birgi norðanfiri Ørðavík hevði hann oksar gangandi. Nógvar frásagnir eru um hesar báðar menn og um Jenis Símunarson, bónda í Laðangarði í Sunnbø, ið var sonarsonur Jenis Reginssonar í Laðangarði, sum gitin er áður í søguni um Regin í Toftun.
Giljabóndin hevði flítt Jenisi í Laðangarði ein kvølp (elting) at venja til seyðahund firi hann. Men hundurin kom at vera so góður, at Jenis vildi ikki missa hann. Nú bar so á, at Giljabóndin, ið stóð firi síslumannsambætinun í Suðuroy, sonur hansara og Snopprikkur fóru suður ettir oyggj til grannaskikk. Sonurin var kalsmaður kjá pápanun, og Snopprikkur var klæðsekksdrongur. Teir komu til Sunnbiar og fóru inn um gáttina kjá Jenisi til at fáa hundin attur frá honun. Men Jenis svór, at hann vildi ikki lata hann, bant hundin við kvødnina og segði við teir, at komu teir inn um handa bjálkan, skuldu teir smakka øksina, á kvødnini lá. So hildu teir av og einki fingu; síðan fóru teir heim norður ettir oyggj.
Jenis í Laðangarði átti ein reiðrarhest, ein sannan útmælingshest, sum honun tóktist stór ogn í. Altíð stóð hann í tjóðri heima á bønun uttan um veturin; tá hevði Jenis hann inni. Giljabóndin, ið hevði idlvild til Laðangarðsbóndan, ætlaði at vinna honun neisir og legði ráð upp við Snopprik um at stjala hestin. Ein góðan vetrardag, sum tað leið fram undir jól, kom Jenis attur av longun útiróðri. Sum teir komu inn í sundið ímidlun Sunnbiarhóhns og landið, bar hann eyga við ein mann, ið fór ríðandi niðan um bøgarðin í Sunnbø. Hann kendi í sama viðfangi sín egna hest og Snopprik á bakinun. Hann rópaði á hinar menninar í bátinun og bað teir leggja kvikliga at landi á Tarakós (vestanfiri mølina). Tá ið hann kom upp á bakkan, føldi hann, at hann hevði gloymt knívin. Hann rópaði á hinar, í bátinum vóru, og bað blaka sær knívin, ið stóð undir bandinun. Teir blakaðu honun hann, og so fór Jenis kvistandi attaná í roðklæðun sínun — hann gav sær ikki stundir til at fara úr teimun. Men Snopprikkur varð varur við hann og díkti á hestin. Tá ið Jenis kom niðan á fjadlið tað, ið kadlast Hesturin, fór hin um Lopransá (markið midlun Vágs og Sunnbiar); tá ið Jenis kom á Núp, fór hin um Tormansá (á siðru síðu á Vág). Sín av sínu sá Jenis ettir Snopprikki; alt dró saman ímidlun teirra: tiltoyggin var Jenis, og hesturin møddist við manni á baki. Tá ið Jenis kom á Oyrarnar (uttanfiri líðina í tí siðra arminun í Vági), sá hann Snopprik fara upp Brír; tá ið Jenis kom í Vágsskarð, var hin uppi á Vatnariggi; tá ið Jenis kom í Mannaskarð, fór hin oman Stovur (hin gamla tingstaðin); Jenis inn um hálsin í Ørðavík, hin inn um Drelnes (væl innanfiri hólmarnar); Jenis um Trongisvágsbø, hin niðan Kvíthamar (niðanfiri kolholið); tá ið Jenis kom á Beintuskriðu (í Húsgarðshaganun í Trongisvági), var hin komin upp á fjadlið upp ígjøgnun Mannagjógv; tá ið Jenis var komin á Miðfjadlið, var hin komin á Islending norðantil á Kvalbiarfjadli — tá var stutt imidlun teirra. Men tá ið Jenis kom á Islending, tá stóð hesturin tætt við Káragjógv alsveittur, og Snopprikkur var horvin — hann hevði krógvað seg niður í gjónna, tí nú sá hann sær ongan veg at sleppa heilskapaður heim undan Laðangarðsbóndanun, og í Káragjógv vóru góð skjól at fáa kjá honun. Jenis fór út á gjáarbakkan og rópaði niður til hansara: "Væl var tað, at tú slepti hestinun! Hevði tú farið niður um gjónna við honun, skuldi eingin sopið jólagreyt attur í Giljastovu." So setti hann seg á hest sín og reíð heim.
Eitt várið, tá ið Giljabóndin ferðaðist um Suðuroynna til grannastevnu, komu teir til Frobiar Giljabóndin við soni og Snopprikkur. Har stóð ein fátækur ungur maður, Jógvan við Grind úr Trongisvági, og laðaði eina toft upp undir Skorun. Ein ketta var løgst út frá honun og gjørdi skaða á seyðin í Ørðavíkarlíð: hon drap smálomb og fugl um summarið. Giljabóndin hevði fingið uppspurning um hesa góðu kettu. Við tað sama teir hittust, Snopprikkur og Trongisvágsmaðurin, tók Snopprikkur at erta hann við tí, at hann stjól seyð við einari kettu. Snopprikssonur og Jógvan við Grind høvdu klandrast um Barbaru, dóttur Jenis í Laðangarði. Snopprikssonur hevði fingið krakk, men Jógvan hevði fingið ja, og harav stóð hatur. Orð ókst av orði, og báðir at kadlast. Snopprikkur vendi sær til son Giljabóndans og segði, at tað mátti verið litið firi hann, ein ungan og sterkan mann, at lopið niður í toftina ettir Jógvani. Bóndasonurin herjaði á, leyp niður í toftina og skuldi taka livið av honun; men Jógvan var so knappur, at hann fekk knívin út og stakk hann. Tað var alt í senn, at Jógvan flíddi — lættur var hann á føti — og fór inn í kirkjuna (har tordu teir ikki at drepa hann). Snopprikkur eggjaði Giljabóndan og bað hann seta eld á kirkjuna, men bóndin bað ilt firi honun og segði, at hann hevði mist nóg mikið, sum hann hevði; seta eld á guds hús, tað vildi hann ikki. Jógvan slapp sær undan teimun og fór suður ettir oyggj um tríggjar kirkjusóknir: Porkeri, Vág og Sunnbø, til at lísa víggi. Tann, sum hevði dripið mann, kundi bjarga lívi sínun, um hann var firstur maður sjálvur til at bera boðini um tríggjar kirkjusóknir. Hann skuldi fevna um kirkjuhodnið og rópa: "Eg havi verið manni at skaða!" Hetta kadlaðist at lísa víggi. Ein óveðursdag síggja fólk í Sunnbø ein mann koma í stórun skundi oman á Kross. Tey fara inn í Laðangarð og siga Jenisi frá. Jenis sigur: "Hann er ikki ørindisleysur, ið úti gongur ídag í hesun ovurveðrinun." Jógvan kemur í Laðangarð, vátur og idla tiltøssaður; tað rennur úr kvørjun tráði. Hann biður gott kvøld og guds frið í húsi. "Friður uttanbjálka, men ófriður innanbjálka!" svarar Jenis. Hann hevði øksi standandi í uttasta roykstovubitanum, sum stólpi var gjørdur upp undir. Har inn um tordi eingin uttan tann, sum Jenis sjálvur beyð at koma inn. "Eg lísi víggi!" sigir Jógvan. "Kvønn hevur tú dripið tá?" spir Jenis. "Son Giljabóndans!" svarar Jógvan. "Gud signi teg, vinur mín!" sigir Jenis, "kom og set teg her kjá mær." Jenis hevði ikki biðið gud signa mann í sín dag firr enn nú. So bað hann arbeiðskonuna geva honun turr klæði og nakað at eta, og sjálvur gav hann honun helvtina av bótini íiri drápið (60 dálar var bótin). Hetta var firsti maður, ið Jenis hevði híst í sín dag.
Seinni varð Jógvan við Grind tikin, førdur til Havnar og settur í mirkastovu. Snopprikkur hevði logið firi embætismonnunun og sagt, at hann hevði gjørt sína egnu sistur við badn. "Vinur mín! tað eru harðir handskar, ið tú hevur," segði ein Havnarmaðar, ið komin var at finna Jógvan (hann meinti við leinkjurnar). "Ja, harðir eru teir," svaraði Jógvan, "men havi eg sitið veturin, summarið skal eg ikki sita." "Ikki skal deyði mín spirjast í Føroyun," legði hann atturat. Páskaaftan var hetta og páskamorgun var hann brotin út og hevði tikið bát av Havnini. Hann sást úr Froba, sum hann kom rógvandi fram við einsamadlur. Síðan frættist, at hann var komin til Hetlands og giftur har.
Stórbærur maður var Jenis. Brúdleyp hansara er eitt tað tiltiknasta, í Føroyun hevur verið. Hann læt bjóða um adla Suðuroy í brúdleyp sítt ødlun uttan tjóvun og skálkun, og so kom ødl oyggin, alt, sum ragga kundi, tí eingin vildi sita ettir sum tjóvur edla skálkur. Nøgd av seyði bant hann niður til brúdleypsmats, tríati geldseyðir úr einun filgi úr Mírabirgi — fudlur gamalseyðakjaftur í ødlun; ikki lambstonn í heysi. Tó skuldi einki vera til avlops. Borðreitt var úti á Kelteigun, tí lítið fólk av miklun var tað, ið inni rúmaðist. Summar var og veðrið gott. Fleiri brennivínstunnur vóru, sum ovari botnurin var sligin úr, og træker flutu omaná til at drekka úr. Tá ið Jenis kom úr kirkjuni við brúðrini, klæddur í reyða skarlaksskikkju, møtti hann tveimun Fámningun, Jansaguttunun báðun, í skinnstúkubulun og helt við teir, at hann hevði ongun skinnbulun boðið.
Jenis í Laðangarði og Pætur við Kvíggjá (vísi Pætur Gunnarsson) áttu sjey og tjúgu merkur í felagi. Jenis átti Míri og Hólmskorar, Pætur átti Blæðingina, ið omanfiri er. Men tá ið út leið ímóti skurðtíð, fór Jenis eystur á skørðini, ið uppi ivir Blæðingini eru, beitti grót niður á seyðin, ið á Blæðingini stóð, rak hann niður av einun hamri inn á Mírabirgi og bant so eitt árið tríati geldseyðir niður frá Pæturi (Mírabirgi, sum Jenis hevði latið gera, lá báðumegin markið). I endanun leiddist Pæturi at hava felag við Jenis og fekk hann til at bíta sundur. Tá var Jenis vorðin gamal og fadlin frá sjálvur. Hann bað son sín, Símun, taka íiri seg; men tó helt hann við hann, at: víst var Míri og Hólmskorar fosturmamman góð, men ikki átti hann at ganga frá teirri høgu (Blæðingini); tí tá ið hann kom upp á Bødlheyg, tá lættnaði undir fótunun. Símun tók, sum pápi hansara ráddi honun.
Fodnoter
- ↑ Hesir menn mundu liva í fyrru helvt av 16. øld.