Vøluspá

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk Latin
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif Latin Cross.svg
Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Latin Cross.svg
Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif
Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif


Vøluspá
Leysliga týtt úr forníslendskum


Týtt hevur
Anker Eli Petersen
© 2005


1.
"Hoyrið meg allar
heilagar verur,
meira og minni
ættfólk Heimdals.
Vilt tú, Valfaðir
at eg sigi frá
fornsøgum manna
teim fyrstu eg minnist.
 
2.
Eg minnist jatnir
bornir í forðum,
teir sum í fyrndini
fostraðu meg.
Eg minnist níggju
heimar og trærøtur,
hitt mikla lagnutræ
enn undir moldum.
 
3.
Árla í øldum,
á Ymis døgum,
var hvørki hav ella sandur
ella svalar aldur.
Jørðin fanst ikki,
eiheldur himmalin,
bert gapandi tómleiki,
og ongin gróður.
 
4.
Áður enn Bors synir
brutu upp lond,
teir ið skaptu
Miðgarð hin mikla,
skein sól fyri sunnan
á berar hellur,
tá gró grønur
vøkstur úr grund.
 
5.
Sól reis sunnan,
felagi mánans
tók seg alt hægri
um sjónarringin.
Sólin visti
ei hvar hon búði,
mánin kendi
ei sína megi,
stjørnurnar kendu
ei sína støðu.
 
6.
Tá gingu máttir
saman á tingi,
halgir gudar
samráddust um:
Teir settu nøvn
á nátt og niðju,
heiti á morgun
og miðjan dag,
seinnapart, kvøld,
og skipaðu árini.
 
7.
Savnaðust æsir
á Iðavølli,
har teir reistu
høg hørg og hov.
Teir løgdu alva,
smíðaðu málm,
skaptu tengur
og gjørdu sær tól.
 
8.
Í túninum vóru
leikur telgdar,
teimum væntaði
ikki gull.
Tá komu tríggjar
sera ófýsnar
jatna moyggjar
úr jøtunheimum.
 
9.
Tá gingu máttir
saman á tingi,
halgir gudar
samráddust um:
Hvør skuldi skapa
dvørga drótt
úr blóðgaðum brimi
og fjallaknotum.
 
10.
Har var Móðsognir
mettur mætastur
av øllum dvørgum,
og næstur Durin.
Teir skaptu mangar
mannlíkar verur,
dvørgar í jørð
eftir Durins boðum.
 
11.
Nýi og Niði,
Norður og Suður,
Eystur og Vestur,
Altjóður, Dvalin,
Náður og Náin,
Nipingur, Dáin,
Bifur, Bafur,
Bombur, Nóri,
Án og ànar,
Óin, Mjøðvitnir.
 
12.
Veggur og Gandálvur,
Vindálvur, Tórin,
Tráur og Tráin,
Tekkur, Litur og Vitur.
Ný og Nýráður.
Nú havi eg dvørgarnar,
Regin og Ráðsvíður,
rætt frásagdar.
 
13.
Fili, Kili,
Fundin, Nali,
Hefti, Vili,
Hanar, Svíur,
Billingur, Brúni,
Bildur og Buri,
Frár, Hornberi
Frægur og Lóni
Eyrvangur, Jari,
Eikinskjaldi.
 
14.
Dvørga tal
í Dvalins liði,
telist í mansaldrum
niður til Lovars.
Teir ið komu
úr berum hellum,
úr jarðargrundum
til jarðarvøllir.
 
15.
Har var Drypni
og Dólgtrasi,
Høgur, Heygspori,
Lævangur, Glóin,
Dóri, Óri,
Dúvur, Andvari,
Skirvir, Virvir,
Skavingur, Ai.
 
16.
Álvur og Yngvi,
Eikinskjaldi,
Fjalar og Frosti,
Finnur og Ginnar.
Alsamt man,
sum øldirnar líða,
langrøkta tal
frá Lovari knýtast.


Skapanin:

17.
Úr hesum flokki
komu tá tríggir
mætir og mildir
æsir fram.
Funnu Ask
og Emblu á landi,
illa fyri
og lagnuleys.
 
18.
Tey høvdu hvørki
lív ella anda,
vit ella atferð
og mannalit.
Anda gav Óðin,
Hænir gav lív
Lóður gav vit
og mannalit.
 
19.
Ask veit eg standa,
eitur Yggdrasil,
háviður, slettur
við hvítum eyri,
haðan kemur døggin
ið fellur í dalar,
trúnar ævigrøn
yvir Urðarbrunni.
 
20.
Haðan koma tríggjar
vitugar moyggjar,
úr salinum
undir trænum stendur.
Urð er hin fyrsta,
onnur Verðandi,
skóru í sneisir,
og triðja er Skuld.
Tær skipaði lagnur,
stungu út lív,
lagnu hjá monnum,
aldanna børnum.
 
21.
Hon minnist fyrsta
kríggið í heiminum,
tá ið teir settu
Gullveig á steyrar,
og brendu hana
í høll hins Høga.
Tríggjar ferð brendist hon,
tríggjar ferð føddist hon,
ofta, ósjáldan,
tó livir hon enn.
 
22.
Hon róptist Heiði
har hon kom fram,
spákunnug Vølva,
og rom í gandi.
Hon seið har hon kundi,
seið uttan fyrilit,
altíð hámett
av óndum kvinnum.
 
23.
Tá gingu máttir
saman á tingi,
halgir gudar
samráddust um.
Hvørt æsir skuldu
gjalda endurgjald,
ella gudar
krevja inn bøtur.
 
24.
Óðin sendi
spjótið í flokkin,
tað var fyrsta
stríðið í heimi.
Ásana viðja -
girðing varð brotin,
stríðsbúnir vanir
troddu vøll.
 
25.
Tá gingu megirnar
allar á ting,
heilagir gudar
at tingast saman.
Hvør hevði spilt
loftið við eitri,
og givið Óð’s moy
til jatnaættir.
 
26.
Tór stríddist eina,
sperdur av øði,
hann situr sjáldan
tá hann frættir slíkt.
Tá brutust semjur,
orð og eiðir,
tey miklu mál
teirra millum.
 
27.
Hon veit at Heimdallar
lúður er fjaldur,
undir tí bjarta
heilaga trænum.
Á sær hon streyma
úr mórutum fossi,
av panti Valfaðirs.
Skilja tit nú ella hvat?
 
28.
Hon sat í einsemi
tá ið hin gamli
æsahøvdingin kom.
Hon leit hann í eyguni:
"Hvat vilt tú spyrja meg?
hví vilt tú freista meg?
Óðin, eg veit
hvar tú fjaldi títt eyga:
Í hinum mikla
Mimirs brunni.
Mimir drekkur
mjøð hvønn morgun
úr Valfaðirs panti.
Skilja tit nú ella hvat?
 
29.
Herfaðir gav henni
hálsband og ringar,
megi at ganda
og gávur at spáa.
Tá sá hon vítt og víða um
í hvørjari verøld.
 
30.
Hon sá valkyrjur
koma víða frá,
búnar at ríða
á gudanna fund.
Skuld helt á skildri,
og eisini Skøgul,
Gunnur, Hildur,
Gøndul og Geirskøgul.
Nú eru allar
Herjans dísar
búnar at ríða
valkyrju grundir.
 
31.
Eg sá Baldur,
hin blóðgaða gudin,
Óðins barnið
hvørs lagna er duld.
Yvir vølli
vaks hin mjáði
sera vakri
mistilteinur.
 
32.
Við hesum vøkstri
ið tóktist so veikur,
skeyt Høður
eitt harmaskot.
Árla var Baldurs
bróðir borin,
eina nátt gamal
fór hann í bardaga.
 
33.
Hann var hvørki vaskaður
ella kembdur,
tá hann bar Baldurs
bana á bálið.
Men Frigg hon græt
í Fensølum
um Valhallar vanda.
Skilja tit nú ella hvat?
 
34.
......
......
Av gørnum Vála
varð fjøtur snúin,
seigir vóru
endarnir knýttir.
 
35.
Mann sá hon liggja
bundnan við ketilslund,
líktist tí svika-
fulla Loka.
Har situr Sigyn,
óglað og skammast
um sítt og síni.
Skilja tit nú, ella hvat?
 
36.
Ein á rennur eystan
úr eiturdølum
við knívum og svørðum
ið rópast Slíður.
 
37.
Norðanverts,
á Niðavøllum,
stóð Sindra ættar
salur úr gulli.
Ein annar stóð
á Ókólni,
veitsluhøll jøtuns,
ið rópast Brimir.
 
38.
Fjart frá sólini
sá hon ein sal
við norðrendum durum
á Nástrondum.
Eiturdropar
fella úr ljóðrinum,
húsið er gyrt
við ormaryggjum.
 
39.
Í stríðum streymum
sá hon vaða,
lyguvætti,
morðvargar,
og teir ið fjeppast
við annan mans konu.
Har seyg Niðhøggur
ná teirra feigu,
vargur sleit hold.
Skilja tit nú, ella hvat?
 
40.
Hin gamla sat eystri
í Jarnskógi,
har hon føddi
Fenris børn.
Ein teirra verður,
eina av øllum,
mánans bani
í trøllahami.
 
41.
Hann fyllist av lívsmegi
teirra feigu,
himmalin rodnar
av blóðreyðum droyra.
Svørt verða sólskin
komandi sumrini,
veðurlag versnar.
Skilja tit nú, ella hvat?
 
42.
Á heygnum sat
og leikti á harpu,
hin glaðlynti Egðir,
gívranna hirði.
Á vaglinum yvir
honum gól,
ein blóðreyður hani
ið rópast Fjalar.
 
43.
Gullinkambi
gól fyri æsum,
hann vekir húskið
hjá Herjafaðir.
Í Heljar sølum,
langt undir moldum,
gelur ein annar
sótreyður hani.
 
44.
Garmur goyr illa
við Gnipahelli,
fjøturin slitnar
og freki rennur.
Hon veit av mongum,
eg sá longur fram
um ragnarøkur,
gudanna lagnustund.
 
45.
Brøður munnu berjast
og drepa hvønn annan,
systkinabørn munnu
siðir spilla.
Heimur gerst harðligur,
hordómur mikil,
øksøld, svørðsøld,
skjøldur klovna.
Vindøld, vargøld.
Tá heimurin ferst,
man ongin maður
eira øðrum.
 
46.
Mims synir leika
á hinum gamla
Gjallarhorni,
og heimstræðið logar.
Hátt blæsur Heimdallur,
horn er á lofti,
Óðin tingast
við Mimirs høvur.
 
47.
Yggdrasils askur
skelvur trúnandi,
heimstræið eymkar seg,
jøtunin losnar.
Allir ið ferðast
á helvegum, øtast,
áður enn Surtur
man gloypa bulinum.
 
48.
Hvat er við æsum?
hvat er við álvum?
Jøtunheimur á gosi,
og æsirnir tingast.
Dvørgarnir stuna
við hellisgrindir,
teir vísu í bjørgunum.
Skilja tit nú, ella hvat?
 
49.
Garmur goyr illa
við Gnipahelli,
fjøturin slitnar
og freki rennur.
 
50.
Rymur fer eystan
við hevjaðum skjøldri,
Jørmungandur brestist
í jatnaøði,
ormur øsir sjógvin
og ørnin skríggjar
nevbleiki skræðir lík
og Naglfarið losnar.
 
51.
Skip fer eystan,
muspellsmenn koma
yvir um havið
og Loki stýrur.
Illmegir fylgja
allar freka,
fremstur av teimum
er Býleists bróðir.
 
52.
Surtur fer sunnan
við svíðandi leyvi,
sólin bleiktrar
í stríðsguda svørði.
Bjørgini rapa,
gívrar stumbla,
hælir troða heljarveg
og himinin klovnar.
 
53.
Tá kemur onnur
sorgin hjá Lín,
tá Óðin fer
at berjast við úlvin,
og Beljabanin
bjartur móti Surti,
tá man Fríggjar
elskaði falla.
 
54.
Garmur goyr illa
við Gnipahelli,
fjøturin slitnar
og freki rennur.
 
55.
Tá gongur mikli
sonur Sigfaðirs,
Víðar at vega
valarbeisti.
Hann brennur svørðið
av allari megi
í úlvsins hjarta,
tá hevndist faðir.
 
56.
Tá gongur mikli
sonur Lóðynjar,
Óðins sonur
at vega ormin.
Miðgarðs verji
drepur í øði,
fólk má rýma
heimstaðir allar.
Fjørgynjar sonur
gongur níggju
fet frá orminum,
fellur óræddur.
 
57.
Sólin sortnar,
fold fer í kav,
heiðar stjørnur
hvørva av himni.
Goysandi eimur
og brennandi logar,
hátt leikar eldur
um himinin sjálvan.
 
58.
Garmur goyr illa
við Gnipahelli,
fjøturin slitnar
og freki rennur.
 
59.
Hon sær upp koma
á øðrum sinni,
ævigrøna
jørð úr kavi.
Ørnin flýgur
um fallandi fossar,
hon ið veiðir
fisk á fjalli.
 
60.
Æsir hittast
á Iðavølli,
meta um
hin mikla ormin.
Minnast aftur
á miklar hendingar
og á Fimbultýs
fornu rúnur.
 
61.
Har munnu aftur
undursamir
gyltir brikkar
finnast í grasi,
sum gudar áttu
í fyrndartíðum.
 
62.
Tá munnu ósáddir
akrar vaksa,
mein man batna,
og Baldur kemur.
Høður og Baldur setast
á Roptar toftum,
frægir stríðsgudar.
Skilja tit nú, ella hvat?
 
63.
Har skal Hænir
velja blótvið,
og synir báðar
brøðurnar byggja
vindheim víðan.
Skilja tit nú, ella hvat?
 
64.
Sal sær hon standa,
fagur sum sólin,
tektur við gulli
á Gimli.
Har skulu frægir
drottir byggja,
og í ævir
yndi njóta.
 
65.
Tá kemur hin mikli
mætur oman
við fullum veldi,
hann, ið øllum ræður.
 
66.
Tá kemur hin døkki
drekin flúgvandi,
blankur ormur
av Niðafjøllum.
Niðhøggur flýgur
yvir vølli
við falnum í fjaðrum.
- Nú man hon seta. -