Dvørgamoy II (Dvørgamoyggin fagra)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55


Dvørgamoy II
(Dvørgamoyggin fagra)


Uppskriftin var gjørd á Sandoynni.

1.
Ásmundur saðlar gangara sín,
hann snúðist burt úr veldi,
hann kundi ei ta jomfrú sjá,
heim var hon flutt á kvøldi.

    Viðgangur:
Gevið ljóð frúvur,
kall er komin í dans,
gud gevi onga jomfrúnna
gjalda hans.

2.
Ásmundur ríður út árla morgun
við sínum fylgdarsveini,
kongur flutti moynna heim,
sum dvørgurin hevði heimi.

3.
Kongurin kemur inn árla morgun,
talar við dreingir fróðar:
"Tit skulu fara um landið alt
brúdleypsfólk at bjóða.

4.
Sjálvur eri eg manna maki,
royndur í avreksverki,
ríðið fram á Sjúrðar fund,
ið væl má kallast hin sterki.

5.
Kvittið fram yvir Húnaland
fornum kappum at bjóða,
eg kenni væl Ásmund Kellingarson
og hansara dreingir góðu."

6.
Sveinar riðu á markir út,
vítt um vørild alla,
riðin er nú dvørgurin
av skóginum heim til hallar.

7.
Dvørgurin kastar reyðum skildri,
í borgum sá hann einki:
burtur er bæði skjøldur og svørð
og horvin frú úr beinki.

8.
Ásmundur ríður á skógvin fram,
at hitta dvørgin ein:
"Ætlar tú ikki moynna at hevna,
ið kongurin flutti heim?"

9.
"Bæði snart og skundiliga,
legst mær nú í minni:
burtur er bæði skjøldur og svørð
eg náði nú ikki á sinni."

10.
"Læna skal eg tær skjøldin góða
og svørðið tað hitt besta,
sjálvur skal eg í ferðini fara
Húnakong at gesta."

11.
Kallin kemur úr gátt frá sær,
hann sær dvørgin ríða:
"Eg skal tær til hallar fylgja
at skoða moy so fríða."

12.
Riðu teir til hallar heim
við sín reyðargullkrans,
tá ið teir komu at borgini,
teir hoyrdu urgur og dans.

13.
Kallin inn um dyrnar sá,
hann var um kinnar bleikur,
moyjin spældi fyri kongsins borði,
dreingir hildu leik.

14.
Hann sá frúur og stoltar jomfrúur
runt um salin stræta:
"Latið ei kallin svíkja os,
ið komin er her at gæta."

15.
Ein kom maður í høllina inn,
sigur hann øllum frá:
"Eg sá so mangar herklæddar menn
at borgararmi gá."

16.
Kongur upp frá borði steig,
dregur hann út sítt svørð:
"Vildi eg, Sjúrður og Virgar sterki
vóru í borgum her."

17.
Kongur upp frá borði steig
og talar til sína sveina:
"Bið teir koma í brúðarhús
og drekka tann mjøðin reina."

18.
"Standið ei longur við borgararmi,
loysið saðilreimar,
býður hann tykkum í brúðarhús
at drekka tann mjøðin reina."

19.
"Býður kongur mær í brúðarhús
at drekka av skálum hvítu,
her standi eg nú herklæddur
ógvuligur á at líta.

20.
Vil hann ikki forligt fljóð
senda mær til handar,
brynja skal valdra manna lið
og stríða mót kongi og landi."

21.
Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja teir sínar bardagar
so skamt frá kongsins høll.

22.
Ásmundur ríður í herin fram,
ætlaði sær at vinna,
kongurin honum ímóti tók,
har mundu tveir reystir finnast.

23.
Kongurin gav so vænt eitt høgg
av so góðum treysti,
so sló hann á Ásmund fast,
at hann fell niður av hesti.

24.
Ásmundur stoyttist niður á jørð,
tað mundi ei ofta vera,
út kom Júkans dýra drottning,
ið væl kundi rúnir skera.

25.
Hon tók frá honum møði alt
og so hans illsku grand,
sjónligur var hann hvørjum manni,
eingin har hann vann.

26.
Dvørgur spennir sín hest við spora,
hann letur í herin skunda,
legði niður liðið alt,
kongurin flýddi undan.

27.
Niður legði hann liðið alt,
kongurin mátti flýja,
kallin sætaði brúðrini,
tók gull og drósið dýra.

28.
Ein kom maður í høllina inn,
smílist undir lín:
"Nú kemur Sjúrður Sigmundarson
og Høgni, bróðir tín."

29.
"Vælkomin Høgni, bróðir mín,
tú hevur so drúgvant riðið,
mist havi eg tað væna vív
og so tað heila liðið."

30.
"Eg havi farið um ríkið og lond,
Virgar eg ikki fann,
hann reið sær at biðja moy
so langt í fremmanda land."

31.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann mælir av tungum sinni:
"Vit skulum ríða á skógvin fram
dvørgin á máli finna."

32.
Árla var um morgunin,
sól skein bjart á heiði,
riðu teir á skógvin fram
fast av miklari vreiði.

33.
Sjúrður gekk at hellisdurum,
var ikki gott at finna,
unti sær ikki upp at lata,
klývur tað stálið stinna.

34.
Moyjin sat við silvdrigið skinn,
dvørgur í smiðju stendur:
ofta er nest hjá monnum longst
enn vera teirra frændir.

35.
Tað var Høgni hin sterki,
hann mundi dvørgin stevna:
"Til tess eru vit higar komnir,
bróður sakir at hevna.

36.
Kongurin flutti moynna heim,
tað var so mikil vandi,
vegið hevur tú liðið alt
og rænað fæ úr landi."

37.
Dvørgurin klæðir seg í stál
bæði við hond og fót,
riðu teir so frá hellisborg
burt á oyðuskóg.

38.
Høgni gav so stórt eitt høgg,
frá man frættast víða,
ikki beit svørð á stáli stinna,
ið dvørgurin hevði smíðað.

39.
Riðu saman á grønum vølli,
lýtur í homrum gella,
síðan stríddust kappar tveir
henda dag at kvøldi.

40.
Dagurin tók at kvølda,
fellur yvir døgg,
Høgni sterki undan dreiv,
eitt spring fyri hvørt eitt høgg.

41.
Høgni fell av hesti niður,
møðin at honum seig,
Sjúrður bindur hjálm á seg
árla ið sól upp reis.

42.
Sjúrður gav so vont eitt høgg,
frá man frættast víða,
ikki beit svørð á stáli stinna,
ið dvørgurin hevði smíðað.

43.
Riðu saman á grønum vølli,
lýtur í homrum gella,
síðan stríddust kappar tveir
henda dag at kvøldi.

44.
Síðan stríddust kappar tveir
henda dag til enda,
tyngist svørð í Sjúrðar hondum,
hann tekur nú spjót at senda.

45.
Kastar hann eitt og kastar hann tvey,
og kastaði hann tað triðja,
dvørgurin tók móti øllum teim,
ei kendi hann til sviða.

46.
Sjúrður brá upp sínum bitra brandi,
tó hendur vóru ei seinar,
feldi han yvir dvørgsins høvur,
einki var honum at meini.


47.
Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,
tað hoyrdist út í Frans,
høggur niður á Sjúrðar høvur,
hjálm av høvdi hans.

48.
Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,
tað fell so væl í lag,
spretti brynju av baki hans,
Grani fell á knæ.

49.
Sjúrður reiðjar svørð umkring
bæði av grimd og vreiði,
klývur av honum skøldirnar
og gav honum skeinir fleiri.

50.
Dvørgur lat av skóginum standa,
ið illa særdur var:
"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
sigurin gevi eg tær."

51.
Riðu so til hallar heim
Høgni og Sjúrður svein,
sum hin fagra dvørgamoyjin
sat í borgum ein.

52.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann svør við sína trú:
"Hvar er Ásmundur Kellingarson,
sæð vildi eg hann nú."

53.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann situr á baki Grana:
"Ásmundur ber eitt heiðursnavn,
teir kalla hann kappabana.

54.
Eg havi leita víða um lond
og inn fyri Singjant há,
men onga tíð á ævini
fekk eg hann at sjá."

55.
Til tess svaraði Høgni sterki,
komin til gott at evna:
"Hann er vænur og vøkstraligur,
kann væl dreingjum stevna.

56.
Tað er Ásmundur Kellingarson,
hann er nýtur drongur,
hittir hann teg í oyðiskógi,
tú verður ei glaður longur."

57.
Bjørt sat brúður við breiða borði,
hon seymar hvíta lín,
Sjúrður flutti hana úr høll
og hennara gull í skríni.

58.
Hann setti hana upp á hests síns bak,
og førdi heim til hallar,
tók tá bæði skært og skreyt,
nú man ríman falla.

59.
Hann flutti hana ei í Júkagarð,
men heim í høll til sín:
"Høgni, heilsa konginum,
at moyjin skal vera mín."

60.
Setti hann hana í moyja skara,
tó hon vildi treyð,
Ásmundi dugnaði hon sára væl,
hvar hann var staddur í neyð.

61.
Sjúrður flutti moynna heim,
frá segði Høgni sterki,
til tess svaraði kongurin
undir sínum reyðargulls merki.

62.
Til tess svaraði kongurin,
undir sínum reyðargulls merki:
"Ikki skal Sjúrður Sigmundarson
rósa av hesum verki."