Flúgvandi biðil (B)

Fra heimskringla.no
Revisjon per 23. des. 2013 kl. 21:28 av Jesper (diskusjon | bidrag)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Flúgvandi biðil (B)


Tað býr ein jomfrú pá várt land, hon er seg so biðlavánd.
Hon vil ikki hava tann mann,
uttan hann hevur veingir og flúgva kann.
«Mín kæra móðir, legg mær ráð, hvøssu eg skal ta jomfrú fá?»
«Gakk tú teg til smiðju, tú lat tær veingir smíða!
Tú lat tær veingir av hvítasilvur beslá, forgylla letur tú báðar tá!
Tá ið tú hevur smíðað teir av, flúgv tá yvir tað salta hav!»
Hann gekk seg til smiðin, hann læt sær veingir smíða.
Hann læt sær veingir av hvítasilvur beslá, forgylla læt hann báðar tá.
Tá hann hevði smíðað teir av, tá fleyg hann yvir tað salta hav.
Hann fleyg seg so høgt í træ, hann sá ikki nátt fyri ljósan dag.
Hann fleyg seg so høgt í ský, hann kom niður for jomfrúins bý.
Hann fleyg seg so høgt í loft, hann kom niður for jomfrúins port.
Jomfrúin hugsar við sjálvum sær: «Tílíkan vildi eg kjósið mær.»
Meira hon sær ynskti, tað meira fuglurin flyktist.
Hann settist á hennara ljósa fang,
hann spældi við hennara reyðargullband.
Hann tók í hennara ljósu hond, hann leiddi hana so í loftið fram.
Tey lógu har ta longu nátt, svóvu lítið, men snakkaðu kátt.
Tey lógu har ta longu nátt, snakkaðu mangt, men svóvu fátt.