Flotoyggjar 2 - Svínoy

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 13:01 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Flotoyggjar 2 - Svínoy)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Færøsk Anthologi
København 1891


Flotoyggjar 2 - Svínoy


Tað er manna søgn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var flotoy av fyrstu tíð. Hon kom upp fyri norðan, men sást sjáldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjørka. Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð føst oyggj.

Í bygdini Viðareiði á Viðoynni áttu menn eina súgv, men ongan gølt, og tó varð súgvin kviðin á hvørjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta, og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk søgdu nú, at tey høvdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur.
   Ein dagin fór hon kvikliga eystur ígjøgnum bygdina og yvir um eið móti Eiðsvík. Ein kona fekk fatur á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni. Súgvin fór á sjógvin og svam frá landi.
   Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum. Teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni. Tá ið súgvin hevði borið jarn á hana, festist hon, og straks lýsti í mjørkanum, sum hevði ligið um hana. Og har hevur hon ligið síðani.
   Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí hon var full av svínum, tá teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur. Men úti á henni var tað, at Viðareiðissúgvin hevði søkt sær brund.