Geipatáttur

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Kvæðabók I
Jóannes Patursson 1922


Geipatáttur


(Samansett úr ymsum uppskriftum)

1.
Keisarin situr í gullstóli,
allur í gulli skín:
"Eg veit ongan í verøldini
vera javnlíka mín!"

2.
Tað var hansara dýra drottning,
mælir av tungum ynna:
"Hann er eingin í verøldini
sín líka kann ikki finna!"

3.
Keisarin so til orða tekur,
allur í gulli skín:
"Hvar veitstú, dýra drottning,
javnlíka mín?"

4.
Drottningin stóð fyri breiðum borði,
svarar honum av:
"Keisarin av Miklagarði
er tín yvirmaður."

5.
Tað er keisarin Karlamagnus,
letur á reiði renna:
"Er hann ei mín yvirmaður,
tú skalt á báli brenna!"

6.
Drottningin so til orða tekur,
heldur á mjaðarskál:
"Mongum verður ótalað
og tó ikki brennt á báli."

7.
Drottningin tár á kinnar rann
hon aftur svarar honum:
"Eg haldi tað ei vera brennumál,
eg eri tín egin kona."

8.
Keisarin upp frá borði steig,
tók Ljósivant í hand:
"Satt skal vera sum talað er,
komi eg lívs til land!"

9.
Keisarin kemur inn árla morgun,
talar til dreingir stinnar:
"Nú viljum vær til Miklagarðar
roysni av køppum at vinna."

10.
Keisarin kemur inn árla morgun,
talar til dreingir snarar:
"Tit skulu fremja útreiðina,
ríða til Miklagarðar."

11.
Vær viljum ei við skipum fara,
bráð er vetrar bylgja:
Turpin og hann Rólant jall
og Ólivar skulu mær fylgja.

12.
Viljormur av Ángulborg,
eg kenni tann garpin besta,
annan nevni eg Olgar danska
og triðja Ríkin reysta."

13.
Rólant fyrstur í giti kom,
svørð í hondum var,
fróur og so fúsur við
at ríða til Miklagarð.

14.
Ólivar upp frá borði steig,
tók hættargerð í hand:
"Falla skal niður hans valdra lið,
vit ríða til Miklaland."

15.
Lupu út av glæstriborg,
álbrynjaðir til hesta;
riðu so til Miklagarð
rætt sum boðar bresta.

16.
Ríða teir út av Fraklandi
yvir bøkk og bleytar mýrar,
tá mundu síggjast tólvjavningar
sitja til saðil dýra.

17.
Ríða teir út av Fraklandi,
fljótir hestar renna,
seggir sitja í saðlum fast,
teir lata gullsporar kenna.

18.
Turpin orð við ráðum sigur,
dreingir leggi í minni:
"Ríðið fyrst til Jorsaland,
patriarkin at finna."

19.
Mælti tað reystur Rólant jall,
svørð í hondum var:
"Eg støðgi ikki míni ferð
fyrr enn við Miklagarð."

20.
Svaraði Nemus hertugin
fyrsta orðið tá:
"Keisarin hoyri og lýði væl,
tit akti bispsins ráð."

21.
Teir vendu sínum hestum
av so góðum treysti;
vreiður Ólivar kempan var
og Rólant kappin reysti.

22.
Teir vendu sínum hestum við
alt fyri uttan gleim,
síðani ríða tólvjavningar
til Jorsalanda heim.

23.
Tá ið teir komu har mitt á land,
teir hoyrdu klokkur ringja:
Tað var Turpin erkibisp,
hann messur fór at syngja.

24.
Tað var keisar Karlamagnus,
heim í garðin fór,
Koronatus patriarkur
fyri honum stóð.

25.
Koronatus til orða tekur,
mælir for munnin sín:
"Nú er hann komin av himni niður
einivaldskongur mín.

26.
Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
sig mær satt ífrá:
Hví ertú so útgjørdur,
hvar stevnir tú tømur á?"

27.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
eg geri tað ei at loyna:
"Eg ætli mær til Miklagarð
roysni av køppum at royna."

28.
"Far tú tær á Miklagarð
roysni av køppiun at fáa,
haðan er eingin aftur komin,
ið stevnt hevur tømur á."

29.
Svaraði reysti Ólivar jall,
vildi ei undan renna:
"Skulu so reystir ribbaldadreingir
tólvjavningar kenna!"

30.
Koronatus til orða tekur
í tí sama sinni:
"Tað bata eingir brandar til
roysni av teim at vinna.

31.
Men vilja tit ríða til Miklagarð
roysni av køppum at vinna,
fyrst skulu tit í kirkjuna
mentir har at finna."

32.
Hann fylgdi keisaranum í kirkju inn,
sum mentir vóru inni,
síðani allir tólvjavningar
gingu á sama sinni.

33.
Tað var keisar Karlamagnus
gongur um kirkjugólv,
sjálvar ringdu klokkurnar,
tað tendraðust ljósini tólv.

34.
Tólv vóru teir stólar settir
við tann møttulin blá;
so var sagt, at tólvjavningar
skuldu har sitja á.

35.
Hann setti keisaran í stólin tann,
ið sjálvur Harrin átti;
síðani allar tólvjavningar
hann setti á sama sátti.

36.
Koronatus til orða tekur,
leit seg undan skildri:
"Sig mær, keisarin Karlamagnus,
hvat tú higar vildi."

37.
Svaraði keisarin Karlamagnus
bæði við siðir og sóma:
"Til tess eri eg higar komin
at skoða teir halgidómar."

38.
Hann bar honum fram halgidómar,
tó tað fleiri væri:
Bryst av jomfrú Mariu moy,
tátt av hennara hári.

39.
Hann bar honum fram borðkerini
bæði smá og stór,
sjálvur Harrin drakk herav,
áðrenn hann til himna fór.

40.
Hann bar honum fram borðdúkin,
allur í gulli rendur,
sjálvur Harrin av himmiríki
turkaði sínar hendur.

41.
Tekur hann upp tann sveittadúk
for tólvjavningar friðar;
síðani høvdu teir allir eitt lív,
hvar teir komu at stríða.

42.
"Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
hvat eg sigi tær:
Mentir færtú av miklum verki,
tú kemur til Miklagarð.

43.
Táið tú kemur mitt á leið,
tit síggja for tykkum ein krans,
trý sinn hundrað riddarar
teir ganga og troða ein dans.

44.
Hesir somu riddarar
sýnast so mikið mætir,
teir hava eingi onnur klæði
uttan gull og vovin petur.

45.
Trý sinn hundrað jomfrúir
allar troða ein dans,
ein knekt ímillum hvørja tvá
tær halda sær í hand.

46.
Tá ið tú kemur at fyrsta portri,
ei er lokin vandi,
tólv eru teir úlvhundar,
ið miðjum portri standa.

47.
Higar ið teir úlvhundar
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðsins eggjar.

48.
Tá ið tú kemur at øðrum portri,
ei er búgvið við frið,
tólv eru tær hvítabjarnir
standa har bundnar við.

49.
Tak tú hetta handklæði
yvir tær at bera,
allar falla til jarðar niður,
tær skulu tær einki gera.

50.
Tá ið tú kemur longur fram
at hans hallargrunn,
har standa tólv staddur
og halda sær í munn.

51.
Tak tú henda sveittadúk
yvir tær at bera,
allar falla til jarðar niður,
tær kunnu tær einki gera.

52.
Tá ið tú kemur í høllina inn,
tá eykast ein løgin siður:
Gólvið fer til himna upp
og loftið vendir niður.

53.
Tak tú henda gullboltin,
tú slá hann í borgar enda,
borgin tekur at stillast við
og síðani aftur venda.

54.
So er borgin innan skipað,
sigur hann frá, ið kennir:
Gullskrúð stendur í hvørji vrá,
og píl av hvørji rennur.

55.
So er borgin við mentir full,
sigur hvør frá, ið kundi:
Gullskrúð stendur í hvørji vrá,
og horn á hvørjum munni."

56.
Tað var keisarin Karlamagnus
burtur av garði reið,
Koronatus fylgdi honum
tríggjar dagar á leið.

57.
Riðu teir út av Jorsalandi
reystir kappar til víggja,
fyrstur fekk hann Rólant jall
Miklagarð at síggja.

58.
Tá ið teir komu á miðja leið,
alt segði hin satt,
trý sinn hundrað riddarar
teir gingu og tráddu ein dans.

59.
Trý sinn hundrað jomfrúir
allar troða ein dans,
ein knekt ímillum hvørja
tær hildu sær í hand.

60.
Tá ið teir skuldu dansin troða
- so er sagt millum seggja -:
ein stolts jomfrú
millum hvørja tveggja.

61.
Tá ið hann var komin
til hans borgargarð,
hann sá standa tólv úlvhundar
bundnar í bondum har.

62.
Hegar ið teir úlvhundarnir
vildu at honum leggja,
brádliga mundi hann vísa teim
tær bitru svørðsins eggjar.

63.
Hegar ið teir sóu hann
svørðseggjum við,
allir duttu úlvhundar
steindeyðir niður.

64.
Tá ið hann kom at øðrum portri,
ei var búgvið við frið,
har stóðu tólv hvítabjarnir
bundnar lið um lið.

65.
Hann tók upp tað handklæði
yvir tær at bera,
allar fullu til jarðar niður,
tær kundu honum einki gera.

66.
Tá ið hann kom longur fram
at hans hallargrund,
har stóðu tólv staddur
og hildu sær um munn.

67.
Hann tók upp tann sveittadúk
yvir tær at bera,
allar fullu til jarðar niður,
tær kundu honum einki gera.

68.
Staddurnar leysar frá høllini lupu,
øllum tókti undur:
høvdu tær ikki dúkin sæð,
tær høvdu rivið teir sundur.

69.
Keisarin gongur í høllina inn,
tykist komin í vanda:
borðiskar og ljósastakar
uppi á ongum standa.

70.
Keisarin stóð og sá hará,
eg sigi tað av tí sanna,
sjálvir gingu rættir fram,
bar teir eingin manna.

71.
Borgin stendur á hundrað pílar,
sigur hann frá, ið kann,
gullskrúð stóð á hvørji vrá
og píl av hvørji rann.

72.
So var borgin innan skipað,
sigur hann frá, ið kundi,
gullskrúð stóð í hvørji vrá
og horn á hvørjum munni.

73.
Vindur kom í neðra inn,
hornini tóku at blæsa,
ikki høvdu Frankismenn
verið í verri vasi.

74.
Borgin tók at mæla í klingur,
tað mundi kongur valda,
upp lupu allir Frankismenn,
hvør um annan at halda.

75.
Borgin tók at kastast í kring,
tá elvist ein løgin siður,
gólvið fór til himna upp,
takið vendi niður.

76.
Keisarin tók tann gullboltín,
sló hann í borgar enda,
borgin tók at stillast við,
og síðani aftur venda.

77.
Borgin kom á grundum niður,
sum hon hevði verið fyrr,
tá kom keisarin av Miklagarði,
gulli glæstur, í dyr.

78.
Fylgdi hann teimum í høllina inn
at sova í gyltum húsi,
steinbogi á gólvi stóð,
maður við kertuljósi.

79.
Snarliga hann av høllini gekk,
hann festi hurð í klova,
keisarin og tólvjavningar
gingu til songar at sova.

80.
Steinbogi stóð á hallargólvi,
av svikum var hann full,
uttan var hann við tigulsteinar
innan við reyðargull.

81.
Steinbogi stóð á hallargólvi,
eingin ið hann kendi,
uttan var hann við tigulsteinar,
hol til beggja enda.

82.
Steinbogi stóð á hallargólvi,
eingin mundi tað vita,
hvat teir vildu Frankismenn,
mæla ella gita.

83.
Har mundu seggja seingir síggjast,
fullar upp við lín,
keisarin og tólvjavningar
skuldu har sova í.

84.
Har mundu seggja seingir síggjast,
hvør við sínari grein,
har var ikki annað ímillum
uttan silvurhellan ein.

85.
Keisarin talar til tólvjavningar,
hann vil ikki megin loyna:
"Hvat vilja tit á Miklagarði
tykkum til roysni royna?"

86.
Svaraði reystur Rólant jall:
"Ei skal niður falla;
ber nú upp ta fyrstu treyt,
tí tær eru yvir oss allar.

87.
Eg skal høgga so stórt eitt høgg,
hest og mann tílíka,
við svørði eg sjálvan Hugon kong vegi,
egg í beinið níta.

88.
Mann og hest og brynju og hjálm,
glaður for uttan vanda,
við svørði eg sjálvan kongin vegi,
so oddur í jørð skal standa."

89.
Svaraði maður í steinboga,
gull bar seg á hendi:
"Eg kenni væl harra Hugon kong,
hann kann tær ódnir venda."

90.
"Hoyr tú, reysti Rólant jall,
siga skaltú mær:
Hvat viltú á hesum landi
til roysni kjósa tær?"

91.
"Eg skal taka mín hvølla lúður,
alt fyri uttan vanda,
blása skal hár av keisarans høvdi,
bert skal eftir standa.

92.
Eg skal taka mítt einhyrningshorn,
blása skal eg so snjalla,
einar dyrnar upp at lata,
aðrar aftur falla."

93.
Skrivar maður í steinboga,
alt fyri uttan vanda:
"Gerir tú tað, ið tú sigur,
tá hevur tú sterkan anda."

94.
"Hoyr tú, ungi Viljormur,
siga skaltú mær:
Hvat viltú á hesum landi
til roysni kjósa tær."

95.
"Eg skal taka tann gullboltin,
fimtan gótu ikki lyfta,
við aðrari míni hondini
hann yvir múrin syfta.


96.
Eg skal taka tann gullboltin,
tað skal mær einki bella,
sleingja hann yvir hægsta múr
og múrurin niður falla."

97.
Skrivar hann maður í steinboga,
alt fyri uttan harm:
"Gerir tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú sterkan arm."

98.
"Hoyr tú, reysti Ólivar jall,
siga skaltú mær:
Hvat viltú á hesum landi
til roysni kjósa tær?"

99.
"Eg skal ganga í moynnasal,
gera tað allvæl brátt,
fremja mín vilja við keisarans dóttur
hundrað reisur á nátt."

100.
Skrivar maður í steinboga,
tann virðiliga knekt:
"Gertú tað, sum tú sigur,
tá ertú av spurraslekt."

101.
"Hoyr tú, Turpin erkibisp,
siga skal tú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa tær?"

102.
"Eg skal fara í dalin inn,
væl skal mær tað líka,
eg skal veita ánna heim
aftur í Garðaríki.

103.
Eg skal veíta ánna heim,
stórir fossar falla,
keisarin skal flýja í hægsta torn
við knektar sínar og jallar."

104.
Skrivar maður í steinboga,
hann var ei fróur, ei glaður:
"Gertú tað, sum tú sigur,
tá gertú kong Hugon skaða."

105.
"Hoyr tú, reysti Osvald jall,
siga skaltú mær:
Hvat viltú á hesum landi
til roysni kjósa tær."

106.
"Eg skal taka teir bjørtu brandar,
frammi á borgum standa,
støkka teir av so brádliga
ímillum mína handa."

107.
Skrivar maður í steinboga,
tann virðiligi knekt:
"Tykir oss miklar mentir vera,
ei keisaranum háðuligt."

108.
"Hoyr tú, Olgar danski,
siga skaltú mær:
Hvat viltú á hesum landi
til roysni kjósa tær?"

109.
"Eg skal ganga at borgini
og koyra á grønan vøll,
ei skulu múrar á grundum standa
av gyltu keisarans bøll."

110.
Skrivar maður í steinboga,
tann virðiligi knekt:
"Tykir oss miklar mentir vera,
ei keisaranum háðuligt."

111.
"Hoyr tú, reysti Ansias jall,
siga skaltú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa tær?"

112.
"Vil kongurin taka eina konnu,
sjóða hana fulla av blý;
tá ið hon sýður allarmest,
tá skal eg stíga harí.

113.
Eg skal stíga í blýílatið,
tá tað tekur at vella,
alt skal eg rista burtur av mær,
tá dagurin tekur at halla.

114.
Eg skal standa harí so leingi,
hagartil alt er kalt,
standa so upp og rista mær,
alla skal av mær alt."

115.
Skrivar maður í steinboga,
hann svør við sína trú:
"Gerir tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú seiga húð."

116.
"Hoyr tú, Reimar kempa sterk,
siga skalt tú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa tær?"

117.
Svaraði Reimar, kempan reyst,
skortar ikki fíggja:
"Eg eigi ein hatt, eg seti hann á,
og eingin skal meg síggja.

118.
Hugsað havi eg um eina treyt,
eg geri tað allvæl snarur:
Taki burt rættir av keisarans borði,
so eingjn verður tað varur.

119.
Eta skal krás av keisarans fati,
er mær ei á tí hól,
stoyta hann úr hásæti
fram á hallargólv."

120.
Skrivaði maður í síeinboga,
so lágliga man hann tala:
"Gertú tað, sum tú sigur,
tá dugir tú væl at stjala."

121.
"Hoyr tú, Nemus hertugin,
siga skaltú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa tær?"

122.
"Eg skal fara í eina brynju,
uttanyvir í tvá,
standa so upp og rista meg,
falla skal av sum strá."

123.
Skrivar maður í steinboga,
tann virðiligi knekt:
"Tykir oss miklar mentir vera,
ei keisaranum háðuligt."

124.
"Hoyr tú, Bernhard, kempan sterk.
siga skaltú mær:
Hvat viltú í hesiun landi
til roysni kjósa tær?"

125.
"Vil kongurin taka triggjar hestar,
allir renna mót mær:
Eg skal leypa av minum á teir
í teirri somu ferð.

126.
Vil kongurin taka fýra epl
í teirri somu ferð:
Eg skal lofta øllum teim,
áðrenn tey á jørðini eru."

127.
Skrivaði maður í steinboga,
tann virðiligi knekt:
"Høvdu allir talað sum tú,
slíkt var hegómligt!"

128.
"Hoyr tú reysti Odvald ungi,
siga skaltú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa tær?"

129.
"Eg skal rópa so stórt eitt róp,
orna skal mítt blóð,
fiskarnir í havinum
skulu springa upp úr flóð.

130.
Fiskarnir í havinum
skulu springa upp úr flóð,
fuglar og so villini dýr
skulu leypa burtur av skóg."

131.
Skrivar maður í steinboga,
alt fyri uttan vanda:
"Gertú tað, ið tú sigur,
tá hevur tú sterkan anda."

132.
"Hoyr tú, Gerald, kempa sterk.
siga skaltú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa taer?"

133.
"Vil kongurin taka trý hundrað svørð,
venda teir oddar upp,
eg skal leypa á øllum teim,
tað skal ikki skaða mín kropp."

134.
Skrivar maður í steinboga,
hann var ei teirra vinur:
"Gertú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú seigar sinur."

135.
"Hoyr tú, Gráddur hin gamli,
siga skaltú mær:
Hvat viltú í hesum landi
til roysni kjósa tær?"

136.
"Hetta er hin síðsta treyt,
allar eru til enda:
Eg skal ganga burt hálva mílu,
spjót mítt aftursenda!

137.
Eg skal tað skjóta á slotsmúrin
og leggja tvá peningar á;
annar hann skal stillur standa,
annar detta burt frá.

138.
Eg skal leypa so snarliga
í teirri somu ferð,
eg skal lofta báðum teim,
áðrenn teir á jørðini eru."

139.
Svaraði maður í steinboga
við so lítið ljóð:
"Ertú so fimur á fótinum,
tú tekur væl haru í skóg."

140.
"Nú høvum vær enn treytir vunnið,
leingi man vera gitið,
givið vildi eg hálvt mítt ríki,
at kongur fekk einki at vita."

141.
Svaraði Turpin erkibisp
á tí sama sinni:
"Ofta hava tríggir verið
har tveir tóktu vera inni."

142.
Allir sova Frankismenn
til dagurin varð ljús,
maður er gingin úr steinboga
inn fyri kongin fús.

143.
Hann spretti bræv frá belti á sær,
kastar fram á borð,
har stóð alt, sum talað var,
tó fátt av nýtum orðum.

144.
Keisarin upp frá borði steig,
letur á reiði renna:
"Kunnu teir ikki roysni enda,
teir skulu á báli brenna!"

145.
Svaraði hansara dýra drottning,
søgur ganga frá:
"Brenn ikki keisaran Karlamagnus,
elv ikki drottning trá."

146.
Tað var hansara dýra drottning,
sveipar hon seg í skinn,
so gekk hon í gullsalin
fyri Karlamagnus inn.

147.
Hon lyfti hurð við fjøldum frá,
stígur inn um gátt:
"Minst væl, keisarin Karlamagnus,
hvat geipað er í nátt!

148.
Mangt hava tit á borgini geipað,
vistu ei vigni, ei vorðið;
steinbogi á gólvi stóð,
greindi frá hvørjum orði.

149.
Keisarin er so vreiður maður,
letur á reiði renna:
Kunna tit ikki roysni enda,
tit mugu á báli brenna."

150.
Tað er keisarin Karlamagnus,
lítur á ringin reyða:
"Nú munnu frægir orðum sanna,
mín dýra drottning segði.

151.
Harra Gud í himmiríki
lini mínari neyð,
drottning gevi eg Hildarheim
og skarlaks skikkju reyða.

152.
Harra Gud í himmiríki
lini mínum vanda,
drottning gevi eg Hildarheim,
komii eg lívs til landa."

153.
Røddin kom av himni niður,
keisaranum gevur móð:
"Allir skulu tólvjavningar
enda roysni góð.

154.
Allir skulu roysni enda,
um enn tey vóru fleiri,
hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
geipa ikki meira!"

155.
Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá vóru allir tólvjavningar
til síni klæði fús.

156.
Kappar skulu roysni enda,
keisarin biður royna:
"Tit skulu allir á báli brenna,
eg geri tað ei at loyna.

157.
Hoyr tú reysti Rólant jall,
tak Ólivant horn í hendi,
fyrstur skaltú á Miklagarði
tíni roysni enda."

158.
Rólant blásti í hvøllan lúður
fast av miklum vanda,
eingin kundi á Miklagarði
fastur á fótum standa.

159.
Keisarin fall á grúgvu fram
av so miklum vanda,
einki hár av høvdi fall,
men hvørt annað at standa.

160.
Svarar keisarin á Miklagarði,
gull ber sær á hendur:
"Eg haldi tað vera eitt avreksverk
so síni roysni enda.

161.
Hoyr tú, reysti Viljormur,
tú manst ikki megin loyna,
tú skalt nú á Miklagarði
tíni roysni royna."

162.
Viljormur tók tann gullboltin,
tað mundi honum einki bella,
hann slongdi hann yvir hægsta múr,
ei mundi múmrin falla.

163.
Svaraði keisarin av Miklagarði,
snúgviliga sær vendi:
"Tað er ikki kempum líkt
so síni roysni at enda.

164.
Hoyr tú, reysti Ólivar jall,
eg vil tess ikki loyna,
hvat kann tú á Miklagarði
iðknar kostir royna?"

165.
Hann gekk sær í moynnasal,
gjørdi tað allvæl brátt,
kysti keisarans dýru dóttur
hundrað reisur á nátt.

166.
Svaraði keisarin av Miklagarði,
snarliga hann sær vendi:
"Eg haldi tað ei vera kempum líkt
so síni roysni at enda.

167.
Statt upp, Turpin erkibisp,
ei skal slíkum loyna,
nú skaltú á Miklagarði
tínar athavnir royna."

168.
Turpin fór í dalin inn,
fáir finnast slíkir,
áin fylgdi honum heim
aftur í Garðaríki.

169.
Áin fylgdi honum heim
aftur í Garðaríki,
stórar áir og stríðir streymar
brutu sum fen í díki.

170.
Áin fylgdi honum heim,
høgir fossar falla,
keisarin mátti í hægsta torn
við knektar sínar og jallar.

171.
Keisarin talar til Karlamagnus,
biður hann ánni venda,
ei skulu fleiri tólvjavningar
síni roysni enda!

172.
Turpin flutti ánna aftur,
royndi reystar dreingir,
keisarar tveir í høllina ganga,
teir røða um skattin leingi.

173.
Røða teir í borgini,
søgur ganga frá:
Karlamagnus skattin tók
av Miklagarði tá.

174.
Tað var keisarin Karlamagnus
burtur av garði reið,
keisarin av Miklagarði
fylgdi honum á leið.

175.
Tað var keisarin Karlamagnus
heim í garðin fór,
úti hansara dýra drottning
fyri honum stóð.

176.
Svaraði hansara dýra drottning,
øll í gulli skín:
"Hvat gekk av á Miklagarði,
veldigi harra mín?

177.
Hvat gekk av á Miklagarði,
veldigi harra mín?
Heilur ertú av ferðum komin,
áðrenn eg væntaði tín."

178.
"So gekk av á Miklagarði,
satt segði eg tær frá:
Drottning verður tú enn sum áður,
í ríki hevur tú ráð!"

Av tí at uppskriftin er samansett, skal eg endurgeva tað ið Patursson skrivar um hana:

Geipatáttur
Grundarlagið er úr kvæðbók frá Óla Jákupi á Stainum, Velbastað. Hesi ørindi eru sett uppímillum: Frá Sofíu Dánialsdóttur á Skála í Vági: 14, 15, 16, 23, 25, 33, 35, 42, 45, 47, 58, 59, 72, 83, 123, 124, 125; 126, 131, 132, 133, 135, 136, 141. Frá Skarvanesi: 4, 7, 9, 17, 29, 34, 43, 68, 69, 82, 90, 92, 117, 119, 134, 137, 138. Fugloyarbókin hevur: 11, 12, 57, 84, 118, 139, 140. N. Nolsøe, lækni: 22, 24, 30, 46, 48, 163, 166. Svabo: 37, 39, 40. J. Jakobsen, dr.: 70, 76, 80, 81, 85, 111, 113, 116. Rættað er í ørindi 12 "reysta" til "besta", í 107 "Osvald jall" til "Olgar danski", í 126 "hegomssnakk" til "hegómligt", í 166 "atnir" til athavnir".