Gentan í risahellinum (A)

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 14:08 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Gentan í risahellinum (A))
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Gentan í risahellinum (A)
ella Teir tólv skógrøvararnir


Niðurskrivað av V. U. Hammershaimb eftir frásøgn av Joen Danielsen í Skálavík

Ein prestur átti ein hjall, sum hann goymdi brenni í, men brenniviðurin varð so illa burturstolin frá honun. Ein sunnudag, sum prestafólkini vóru farin í kirkju og arbeiðskonan var einsumøll eftir, fór hon í kjallin at taka brenni. Meðan hon var har, sá hon eina lúku ganga leysa í gólvinun og ein røvara koma upp ígjøgnun. Hon tók svørðið og høgdi høvdið av honun, og síðan drap hon ellivu røvarar, hvønn undan øðrum, sum teir komu upp ígjøgnun lemmin. Men tá ið hin tólvti og síðsti kom, faftaði hon við - hann slapp undan og lovaði, at hann skuldi minnast henni, hvat hon hevði gjørt.
   Hon læsir seg nú inn í kamarið hjá presti. Tá ið tey koma aftur úr kirkjuni, er eingin døgurði og eingin arbeiðskona at síggja. Umsíðir finna tey hana í kamarinun og spyrja hana, hví hon situr har. Hon sigur, at hon hevur dripið ellivu mýs í hjallinun ídag. Prestakonan fer leypandi í hjallin til at síggja hesar mýs, men fellur í óvit, við tað sama hon sær teir deyðu kropparnar. Hini fara aftaná og fáa hana til at rakna við, og arbeiðskonan sigur teimum nú tilstand sín, og hvat hin undanslopni røvarin hevur lovað henni. Prestur heldur, at tað skal eingin neyð vera: hon skal ongantíð fara út einsumøll.
   Einusinni komu stórir harrar at gista prestin, og av tí at einki fólk var til hendis í teirri løtuni uttan hin nevnda arbeiðskonan, varð hon at fara einsumøll út í urtagarðin at heinta urtir til matin. Best sum hon gongur, er røvarin fyri henni, sleppur millum hana og húsið og forðar henni so at sleppa inn aftur. Hon rennur og hann aftaná ígjøgnun skógvin til ein hamara, hvar berg er fyri - har loypur hon út av og kemur niður í ein grønan dal.
   Hon reikar, til hon kemur at einum húsi, fer inn og sær ein stóran risa sita fyri sær. Hann er fegin uppyvir hesari gentu og sigur:
   "Fjør mítt! tú ert góð til krásir hjá mær."
   Hon biður hann ikki mæla slíkt og sigur honun frá, hvussu hon er stødd í váða.
   Eitt pláss var skamt ífrá, hvar skip ofta brutust í briminun, og har royndi risin at bjarga til sín, hvat hann kundi. Ein dagin, sum eitt skip var komið inn í brimið og risin hevi tikið tað alt upp á land, kendi hann sær mein í rygginun av tí. Hann gremur seg fyri arbeiðskonuni, at nú fer hann at doyggja, og gevur henni eitt svørð, sum hon skal høgga hann sundur við og síðan grava stykkini niður. So lovar hann henni níggju ynskir og fær henni ein lykil at einum kamari, hvar hon kann síggja alt, ið tilberst úti - men eingin kann síggja hana har, tí tað er friðskjól. Um hon hevur lykilin uppi á sær, skal einki granda henni.
   Tá ið risin er deyður, høggur hon hann sundur í fýra partar og grevur hann. Hon gongur nú úti um dagarnar, men ein dagin, sum hon er setst inn í kamarið, sær hon røvaran koma gangandi gjøgnum dalin - hann hevur funnið veg niður um stíggin í hamrinun. Hon skundar sær at leggja ein kagga, fullan av brennivíni, í roykstovuna og læsir seg so inni í kamarinun. Hann kemur inn í roykstovuna, sær kaggan og drekkur, til hann sovnar.
   Annan dagin, sum hon situr í kamarinun, sær hon ein her koma gjøgnun dalin, og ein so vænur og væl klæddur maður gongur fremstur. Hon fer út til teirra og sigur frá, hví og kvussu hon er komin hagar. Teir spyrja hana, um hon veit eingi ráð, hvussu teir skulu sleppa haðani, og hon sigur teimum frá tí brotna skipinun, sum risin tók upp á land. Teir smíða nú skipið attur, og tá ið liðugt er, fer kongasonurin til hennara - tí kongasonurin av Onglandi er tað, ið fyri liðinun stendur - og noyðir hana til at fara heim við sær í skipinun. Hann førir hana heim, læsir eina gullketu um armin á henni og setur hana í læru, síðan fer hann út aftur at sigla.
   Hon lærir bæði skjótt og væl allar listir, men móðir hansara, drottningin, er so ógvuliga forharmað um, at hann hevur í huga at giftast við hesari gentu, og fær ein skipara til at taka hana við sær og royna at forkoma henni á sjónun. Gentan biður skiparan ikki drepa seg, men sleppa sær út á eitt sker, so vil flóðin brátt taka hana burtur. Hann eftirlíkar henni og setur hana á eina oyggj, sum einki annað er á uttan løvur og bjarnir, men einki av hesum djórunun bíður til at granda henni. Urtir hevur hon sær til føði.
   Ein dagin kemur ein bátur av einum skipi til oynna at taka vatn. Hon sleppir sær við bátmonnunun á skipið, kemur so aftur til staðin, har sum drottningin býr, og tekur innivist hjá einun bónda skamt frá kongsgarðinun.
   So kemur kongasonurin aftur. Móðurin sigur honum, at festarmoyggj hansara er deyð, og fær hann til at halda brúdleyp við eini aðrari.
   Nú ið brúdleypið er fyri hond, fer risagentan at búgvast í hátíðsskrúðir, tí hon ætlar sær í brúdleypið við. Tá ið alt er samankomið og setst til borðs, taka øll at rósa prinsessuni uttan henda fremminda gentan. Tey spyrja hana, hví hon rósar ikki prinsessuni, men hon svarar, at hon er tað ikki verd. Kongasonurin sigur nú, at hon skal sanna, at hon sjálv er betri.
   Gentan sigur seg kunna dansa á bylgju blá, brúðurin heldur seg kunna tað eisini, og báðar avstað til at royna leikin.1 Gentan, ið hevur risalykilin undir beltinun, dansar á sjónun og søkkur ikki, men tað fyrsta ið brúðurin stígur á sjógvin, søkkur hon til botns, og tað varð hennara deyði.
   Kongasonurin er nú heilt út av øllun lagi óður og býður, at gentan skal verða dripin, men heldur tað vera ovgott fyri hana at drepa hana skjótt og biður tí fyrst fútan taka æruna av henni. Hon skundar sær til songar at leggja seg, áðrenn fútin kemur, men leggur lumma sín á borðið eftir sær og biður fútan, tá ið hann kemur, fáa sær lumman. Fútin tekur eftir lummanun, men stendur fastur alt í einun og fær ikki vikað sær. Og so verður hann at standa alla náttina.
   Um morgunin kemur kongasonurin og spyr hann, um hann hevur gjørt, hvat ið honun var boðið, men fútin svarar:
   "Náðugi harri, eg havi staðið her fastur í alla nátt."
   Nú setur kongasonurin bøðilin til at útrætta gerningin næstu nátt. Hon ger sum fyrru ferð, leggur seg niður undir og bíðar so, til bøðilin hevur latið seg úr til undirklæðini. So biður hon hann veita sær tann beina at fara út fyri dyr og heinta sær ein lumma, sum hongur uttantil á húsinun. Hann so ger og verður standandi fastur har úti alla náttina í frosti og illveðri, hálvnakin. Mestan deyður í kulda sleppur hann heim.
   Um morgunin spyr kongasonurin, um hann hevur gjørt, hvat hann skuldi, men hann svarar, at hann hevur staðið fastur har alla nátt.
   Kongasonurin vil nú royna sjálvur ta triðju náttina. Hann leggur seg fyrri og biður hana koma til sín, men hon heldur tað einki hasta. So loypur hann upp, trívur í hana, og bæði at togast. Tá fær hann at síggja gullketuna, sum hann sjálvur hevur lagt um armin á henni, og spyr, kvussu hon hevur fingið hesa gullkeðu. Hon sigur honun nú frá øllun, ið tilborist hevur við henni, og hann øsist so upp, at hann lovar at brenna móður sína í hevnd, men gentan biður fyri lívi hennara.
   So giftust tey bæði, fóru til risahellið og førdu heim alt gullið, ið risin hevði samlað. Síðan livdu tey bæði væl og leingi.


1) Um brúdleypið verður eisini sagt frá á henda hátt:

-- -- -- Eitt kvøld, sum risagentan gongur úti, sær hon ljósini brenna so bjørt í kongsins høll. Bóndin sigur henni frá, at kongasonurin skal giftast. Hon fer í kirkju við og hevur slør fyri eyguni, at hon skal ikki kennast aftur.
   Síðan verður hon boðin í brúdleypið og sett til borðs næst eftir brúðrini Til skemtar fara tey at siga hvør frá sínum ævintýri, og tað ið henda fremminda gentan sigur frá sínari søgu, tykist øllum so nóg betri, enn tað ið brúðurin sigur frá. Brúðurin verður ónd og sigur seg kunna nakað, sum hin ikki kann: at dansa á bylgju blá. Hin heldur seg kunna tað líka so væl, og báðar avstað at yna leikin.