Huldukonan í barnsneyð

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 13:33 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Huldukonan í barnsneyð)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Færøsk Anthologi
København 1891


Huldukonan í barnsneyð


"Norður í heyggi" við bygdina Eiði í Eysturoy er íbygt - har búgva huldufólk sum víða hvar í øðrum støðum.
   Eina ferðina sat ljósmamman á Eiði, Elseba, frammi á løðugarðinum og rørdi fleytir. Sum hon best situr og letur tyrilin renna sum skjótast, at fáa fleytirnar fastar og vaksa væl í dylluni, kemur ein hundur at henni, er naskur og vil sleikja av mjólkini. Hon kennir ikki hundin og vil koyra hann burtur frá sær, men hann er treiskur og vil ikki fara undan hóttum hennara. Hon ætlar sær tí at rýma og fara inn til sín við mjólkini. Hundurin eltir hana, og tá ið hon kemur at durunum, stendur ein huldumaður har fyri henni og biður hana koma við sær at hjálpa konu síni, sum var farin í gólv og lá í barnsneyð.
   Hon fylgir honum nú norður í heyg og var har alla náttina. Huldumaðurin bant fyri eyguni á henni, tá ið hann leiddi hana norður í heygin.
   Nú hon kemur aftur um morgunin, fara fólk at forvitnast um, hvar hon hevði verið um náttina, og hvat hon hevði havst at, men hon svaraði ikki annað enn:
   "Vænur var grúkurin, ið føddur varð í nátt."
   Hann lovaði Elsubu lukku í tíggjunda lið, tí at hon hjálpti huldukonuni úr neyð. Hanis í Búrstovu á Eiði er sætti maður frá henni.
   Eina ferðina eftir hetta vóru Eiðismenn á fjalli at taka skurð, og maður Elsubu var ein av rakstrarmonnunum.
   Meðan fjallmennirnir savna seyðir hvør á sínum stað, sleppur lamb úr gonguni hjá honum, og hann rennur eftir tí. Nú møtir hann huldumanni, sum í ilsku sigur við hann, at hevði hann ikki ligið við liðina hjá Elsubu um náttina, skuldi ilt verið honum fyri, tí at hann hevði gingið yvir tekjuna hjá teimum.