Huldumaðurin og seyðamaðurin

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 13:34 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Huldumaðurin og seyðamaðurin)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Huldumaðurin og seyðamaðurin


Huldusøgn úr Fugloy

Óskepna var komin at vera í einun hagaparti. Hetta helt so við í langa tíð, at seyðurin har vildi ikki trívast, og seyðamenninir doyðu, ein fyri og annar eftir. Menninir, ið áttu hagapartin, fingu fremmint seyðaslag at sleppa uppí hin seyðin, men einki hjálpti.
   Í endanun kom ein nýggjur seyðamaður, sum seyðurin treivst so væl hjá og varð bæði nógvur og feitur uttan í einum bóli. Tann seyður, ið tók støðu har, kundi ikki lukkast.
   Hesin seyðamaður hevði tann vana, at hann gekk ikki tann vegin, sum hinir altíð vóru farnir, tá ið teir vóru burtur í haga. Ein dagin, sum hann er farin burtur í haga, møtir hann einun huldumanni. Huldumaðurin spyr, hvussu til stendur við seyðinun.
   "Tað stendur væl til hjá mær," sigur seyðamaðurin, "uttan í einum bóli, men her hevur altíð verið so ring skepna fyrr."
   "Tað vil eg væl trúgva," segði huldumaðurin, "og eg skal nú siga tær frá, kvussu hetta hevur borið til: Hinir fyrru seyðamenninir hava altíð gingið ein annan veg, enn tú nú gongur, og beint undir tí veginun, sum teir hava gingið, liggja hús míni. Teir hava traðkað hol á takið hjá mær, so tað er komið at leka; men tú ert farin annan veg, og tí hevur tað eydnast tær so væl at rakja seyðin. Men hitt eina bólið, sum seyðurin ikki vil trívast i, skalt tú bróta niður, taka upp tað, sum liggur undir ti norðasta hornasteininun, og so byggja bólið upp aftur."
   Maðurin so gjørdi, og tá ið hann lyfti tí norðasta hornasteininun upp, lá eitt rúnarhorn undir, sum ein annar hevði lagt har av tjóvskun sinni fyri at ganda seyðin. Hann bygdi bólið atttur, og tá doyði ikki ein seyður longur.