Knávi

Fra heimskringla.no
Revisjon per 14. jan. 2013 kl. 13:35 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Knávi)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Knávi


Huldusøgn úr Fámjin

Andras í Kvilvt í Fámjin var skýrdur Knávi. Hann og Jóanis í Porkeri vóru kønastir menn í gandi um tað bilið í Suðuroy.
   Huldukona gekk til Andrassar á Heyggi í Hvalbø, og hvørja ferð hon kom til hansara, mátti hann vera bundin. Boð fór ettir Knáva. Hann kemur og spyr, hvat tíð hon er von at koma. Hin svarar: tá ið dagsett er.
   Knávi er nú hjá honun um hesa tíð. Huldukonan kemur og vil til Andrassar, men Knávi stendur frammanfiri og forðar henni. Hann tekur hana og førir hana út treyga. Tey at berjast, og so var endin, at Knávi komst undir. Hann hevði gloymt eitt orð, sum kundi geva honun vald yvir huldufólkinun. Hon dró hann opnan ettir jørðini, og hann visti einki til sín, fyrr enn høvur hans sló ímóti eingjargarðinun. Tá raknaði hann við og fekk orðið aftur, sum hann hevði gloymt. Við tað sama breyt hann seg upp og fekk yvirvald á huldukonuni.
   Knávi átti eina ær, sum ikki kundi ganga ímillun hin seyðin. Ein dag fer hann við hundi at beita eftir lambi hansara, men ikki bar til at fáa tað, tó at lambið altíð vísti seg fyri honum, tá ið hann kom. Hann fór annan dagin, men tað gekk við sama lag. Triðja morgunin ger hann seg til aftur at fara á fjall, men í sama bragdi verður boðað til útróðrar, og ikki hevur Knávi hug at liggja eftir heima.
   Ein fátækur maður, skýrdur Rappi, búði tætt hjá. Hann var fram um allar menn til skjótleika. Knávi biður hann fara sær ettir lambinun, men Rappi sigir seg ikki tora, tí at hann kvíðar firi at fáa skaða. Knávi lovar honun, at tað skal ikki vera, og Rappi heldur seg til. Hann fer, hittir lambið hjá ærini, tekur tað frá henni, bindur tað og leggur tað á bakið. Men best sum hann gongur, snávar hann og missir lambið. Hann vendir sær við til at taka tað aftur, men horvið er og verður tað, og við tí skili verður hann at fara aftur til húsa.
   Um kvøldið kemur Knávi heim, og Rappi , sigur nú frá, kvussu sær hevur tilborist. Knávi heldur fyri, at tað man vera hin heidni á Herðablaðsgjáum, ið er farin við lambinun, men teir skulu tó dragast um tað. Hann biður Rappa koma við sær og visa sær á, hvar hann snávaði og misti lambið.
   Báðir avstað til plássið og so í Herðablaðsgjáir. Knávi biður Rappa ikki lurta ettir, kvat ið hann talar. Nú letst upp, og ein føgur skínandi stova sæst. Ein maður gongur har inni, og lambið liggur á gólvinum. Knávi sigur seg eiga ærina og lambið, men hin forneski heldur seg hava javngóðan rætt til teirra og hann, tí hann átti sjálvur brundin, sum lambið var gitið av. Knávi tók hendur á lambið, og so gjørdi hin forneski; hvør dró í sín endan, men Knávi dró huldumannin út um dyr við lambinun, og varð hin at sleppa. Tað dunaði í Herðablaðsgjáum, tá ið hellið varð afturlatið.
   Kona Knáva bað dóttrina fara niðan í Teindal ein morgunin og skava korka. Hon fór, men tá ið hon kom oman aftur, var hon málleys og fekk ikki talað. Knávi var til sjós. Tá ið hann kom aftur um kvøldið, var konan heilt ring um dóttrina og segði honum frá, hvussu til hevði borist við henni. Hann spyr, kvar hon sendi dóttrina um morgunin, og hon sigur: niðan í Teindal á tann stóra steinin til at skava korka.
   So hann avstað, tók knív uppá seg - tí, helt hann fyri, knívleysur maður var lívleysur - fór niðan og inn í steinin. Ein kona situr inni. Hann spyr hana, hví hon hevur tikið málið frá barni hansara.
   "Skammsetta! gentan hevur grøtað mær badnið," sigur huldukonan; "tað hvakk við, sum hon tók at skava uppi á steininun, datt í eldin úr fanginun á mommu sínari og kolaði seg."
   Knávi biður hana fáa gentuni málið attur í stundini, fer so út aftur, smellir hurðina í eftir sær og sigur, at ongantíð skal hon fara upp aftur.
   Ikki hevur steinurin verið opnaður síðani.
   Men tá ið Knávi kom heim, hevði dóttirin fingið málið attur.