Forskjell mellom versjoner av «Odvalds ríma»

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
(Odvalds ríma)

m
Linje 288: Linje 288:

gitin er so víða,

gitin er so víða,

so fór hann í Runtsival

so fór hann í Runtsival

við tólvjøvningum at stríða.

við tólvjøvningum at stríða.

''Av tí at uppskriftin er samansett, skal eg endurgeva tað ið Patursson skrivar um hana:''

''Av tí at uppskriftin er samansett, skal eg endurgeva tað ið Patursson skrivar um hana:''

Revisjonen fra 24. des. 2013 kl. 10:22

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif

Føroysk kvæði

Kvæðabók I
Jóannes Patursson 1922

Odvalds ríma

(Samansett úr ymsum uppskriftum)

1.
Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
teir síggja eina so mikla kempu
ríða av Garsia høll.

2.
Árla var um morgunin,
sólin skein so víða:
teir síggja eina so mikla kempu
av Garsia høll útríða.

3.
Odvaldur gekk í høllina inn,
kappin tann hin mæti,
hann tók í keisarans hvíta skegg,
og lyfti hann upp úr sæti.

4.
Eim og eld tað bað hann goysa
undir hans skeggi hvíta,
hann var eingin av Frankismonnum,
ið tordi mót' honum líta.

5.
Upp leyp reystur Rólant jall,
vildi ei longur sita:
"Eg skal teg við Dýrindal
for úlv og vørgum brytja."

6.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum løgdi:
"Eingin skal av mínum monnum
røra honum hár á høvdi."

7.
Tað var keisarin Karlamagnus,
sær seg undan skildi:
"Sig mær, frægur Odvald jallur,
hvat tú higar vildi."

8.
Odvaldur gekk at borðinum,
ljómin av honum skín:
"Garsia kongur krevur teg
skatt av landi tínum."

9.
"Tí fór eg av Garsia høll
við mínar sveinar baldar,
vit vilja skatt av landi taka,
síðani frið at halda."

10.
"Gud lati ei Frakland vera so statt
av sínum snildar bræði,
at eg lúki Garsia kongi
skatt av landa ræði."

11.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum teini:
"Eg lúki ikki Garsia kongi
skatt av londum mínum."

12.
"Lúkar tú ikki Garsia kongi
skatt av londum tínum,
tá skal keisarin Karlamagnus
tola so harða pínu."

13.
"Tí fór eg úr Garsia høll,
eg geri tað ei at loyna;
síggja vil eg tín systurson
og roysni við hann royna."

14.
"Tí fór eg av Garsia høll
við mínar tríggjar dreingir:
síggja vil eg tín systurson
og vinna sigur av kongi."

15.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
alt er betur at snúgva:
"Hvør Gud er tín lánardrottur,
og hvønn Gud viltú trúgva?

16.
"Eg trúgvi best á mítt skjøld
og svørð og ringabrynju fríða,
hesin sami búni brandur,
ið prýðir mína síðu.

17.
Eg trúgvi á mítt skjøld og svørð
og ringabrynju bjarta,
hesin sami búni brandur,
leskar mínum hjarta."

18.
"Tjúkkur ertú og dreivlorkutur,
tjúkkur ertú um herðar,
illur er tín trúnarháttur,
so illur tín endi verður.

19.
Tjúkkur ertú og dreivlorkutur,
seinur ertú í vendi,
ill so er tín átrúin,
og illur verður tín endi."

20.
Inn kom væna keisarans systir,
gull úr hári hekk:
hon fekk hug á Odvaldi,
fyri breiðum borði gekk.

21.
Inn kom væna keisarans systir,
gull úr hári hongur:
hon fekk hug á Odvaldi,
fyri breiðum borði gongur.

22.
Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Odvald høvdingin
til síni klæði fús.

23.
Tá var Odvald hertugin
til síni klæði fús,
klæddi seg innan høgaloft
við eitt kertuljús.

24.
alita dubbar út Odvald jall
bæði við brynju og svørð:
"Tú ger so væl við Rólant jall,
hann ungur av aldri er!"

25.
Dalita dubbar út Odvald jall
bæði við brynju og skjold:
"Tú ger so væl við Rólant jall,
tá tú fært hann í vold!"

26.
"Tú ger so væl við Rólant jall,
tí ungur er hann av aldri:
tú ert menskur og fullbrynjaður,
vanur í vápna-skjaldri."

27.
Tað svaraði Odvald høvdingin,
fyri breiðum borði gongur:
"Eg spari ongan Frankismann,
tað frættir ei Garsia kongur!"

28.
Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll;
løgdu sínar bardagar
skamt frá keisarans høll.

29.
Árla var um morgunin,
sólin skein so bleik;
keisarin gekk á borgararm,
hann lysti at síggja tann leik.

30.
Rólant gav so vont eitt høgg
bæði av illsku og ræði,
rámti niður í hjálmin tann,
ið Oddvaldur hevði til klæði.

31.
Odvaldur gav so vont eitt høgg
av so miklum fári,
høvdi niður í hjálmin tann,
at svørðið stóð í hári.

32.
Odvaldnr gav so vont eitt høgg
bæði av grimd og bræði,
hjálmurin sprakk, og brynjan brast,
tá rivnaðu Rólants klæði.

33.
"Nú hevur tú kappin fingið sár,
sjálvur mantú tað sanna,
trúgv tú mær sum menskum manni,
at skemri verður til annað."

34.
Tað var keisarin Karlamagnus,
fell á síni knæ:
"Harra Gud av himmiríki
hjálpi mær í dag."

35.
Tað var keisarin Karlamagnus,
til bønina inn gár:
"Harra Krist gevi tær sigur í dag,
Rólant, frænda vár!"

36.
Dúgva kom av himni niður,
settist á Odvalds herðar;
hvørt eitt høgg hann høgga skuldi,
vildi av ongum verða.

37.
Ljósið kom av himni niður,
alt fór eftir vónum:
Alt ið Odvald høgga skuldi,
alt dró megin frá honum.

38.
Rólant letur høggini falla
bæði títt og ofta:
Nú kann Odvald einki gera
enn bera sín skjøld á lofti.

39.
"Hoyr tú, Odvald høvdingin!
tú lat teg ikki pína:
tak við Gudi og kristnari trúgv,
eg gevi tær systur mína!"

40.
Svaraði Odvald hertugin,
leit seg upp í fjøll:
"So mantú við øllum fara,
smækkast verøldin øll."

41.
"Skal eg taka við kristnari trúgv?
tað geri eg allvæl treyður:
eg skoyti ei, hvat beinini tola,
síðan eg eri deyður!"

42.
Sundur brutu teir mækar sínar
á tann sama dag,
síðan slógu raskar kempur
seg í stallbrøðra lag.

43.
Sundur brutu teir mækar sínar
í tí sama sinni:
Tað kundi ei annar úti verða,
tá annar hann var inni.

44.
Ríða teir tá til hallar heim,
tá var av tað versta:
Tá var einki annað at gera
enn keisarans systur at festa.

45.
Teir kristnaðu Odvald kempuna,
gitin er so víða,
so fór hann í Runtsival
við tólvjøvningum at stríða.

Av tí at uppskriftin er samansett, skal eg endurgeva tað ið Patursson skrivar um hana:

Hesi ørindini eru frá: Tróndi á Trøð 8, 10, 42-45; Svabo 5, 7, 33; av Skarvanesi 19-30, 38-42.