Trøllahellið í Lítlu Dímun

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Trøllahellið í Lítlu Dímun


Hvalbingar vóru vanir áður at søkja oynna Lítlu Dímun til at sláa kobbar, men løgdu tað av umsíðir, tí hvørja ferð teir vóru har, hvarv ein maður frá teimum.
   Ein góðveðursdag um heystið í slóttri, sum menn stóðu og tosaðu úti á bønum, helt prestur við teir, hví teir royndu ongantíð at fara aftur at fanga kobbar. Teir svaraðu, at teir høvdu givið tað yvir, tí hvørja ferð teir vóru á látrinum, hvarv ein maður frá teimum. Prestur segði tá, at um teir vildu fara, skuldi hann koma við teimum.
   So góvu teir seg undir ferðina og komu undir Lítlu Dímun. Sjálvur triði fer prestur niðan av látrinum til hellið og kemur at einum durum sum lykil stendur í. Hann læsir upp - har situr eitt gamalt við eldin og er so rísut og illpjøskut. Konufólkaskapilsi hevur tað, og øska rýkur av tí, sum tað tíggjar sær. Prestur grípur niður í fikkuna - vanlukkutíð! Nú er eingin bók.
   Teir aftur at bátinum. Prestur biður bátmenninar skunda sær heim í Leirar eftir bókini. Teir undir árar, hattleysir og klútaleysir.
   Tá ið teir koma aftur, stendur prestur fyri teimum og biður hinar báðar koma við sær aftur niðan í helli. Teir ganga inn sama veg sum fyrr. Prestur letur einar aðrar dyr upp og sær tveir menn, ógvuliga illfrínutar og trøllsligar á at líta. Eitt fólk situr á gólvinum í bondum. Tað hevur snjóhvítt hár og skegg, apar seg og gløir upp á teir, ið inn koma.
   Prestur spyr teir heidnu, um eingin av sóknarfólki hansara er her. Teir siga nei. Hann høttar at teimum við bókini og biður teir siga satt. Tá ganga teir við, at teir hava dripið menninar, ið horvnir eru. Bert hatta á gólvinum er eftir, siga teir.
   Prestur heldur við fylgisneytar sínar, at tað batar einki at taka mannin aftur. Tað gamla tveitir seg fyri dyrnar og roynir at forða teimum útgonguna, men prestur sipar til hennara við fótinum. Hann biður fylgisneytarnar ganga út undan, sjálvur skal hann koma aftastur.
   Tá prestur fer út, smellir hann hurðina aftur eftir sær. Allir ganga oman at bátinum, sum liggur inni fyri látrinum, og verða tiknir inn. Tá ið teir eru komnir nakað lítið frá landi, biður prestur teir støðga eitt sindur. Sum teir liggja, hoyrist buldur, nístan og pípan inni frá hellinum. Bergið sígur fast saman um teir heidnu, og prestur rúnarbindur tað, so trøllini verða at doyggja inni.
   Nú kunnu teir fara og vitja látrið í guds friði, tá teir vilja: einki skal verða teimum at skaða, sigur prestur. Og einki heldur, ið varð.
   Eini tvey ár eftir hetta leyp "Urðin Nýggja" niður fyri látrið, og tað skuldu trøllini gera í hevnd.