Ólavur Riddararós (B)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Islandsk.gif Norsk.gif Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Ólavur Riddararós (B)


(Uppskrift eftir Onnu Jakobsdatter úr Oyndarfirï í 1868.)

1.
Ólavur ríður eftir bjørgunum út,
- kol og smiður við -
har fann hann eitt elvarhús.

2.
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,
har fann hann ein álvarann.

3.
Ólavur ríður eftir bjørgunum inn,
har fann hann tað álvating.

4.
Út kom ein av álvum smá,
flættað hár á herðar lá.

5.
Út kom ein av álvum stór,
flættað hár á herðar dró.

6.
Ólavur inn um dyrnar sá,
gullband um hans herðar lá.

7.
"Hoyr tað, Ólavur Rósinkrans,
statt av hesti, gakk í dans!"

8.
"Ikki vil eg hjá álvum vera,
í morgin skal eg mítt brúdleyp gera.

9.
Ikki vil eg hjá álvum bó,
í morgin skal eg mítt brúdleyp snó."

10.
"Vilt tú ei hjá álvum vera,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

11.
Vilt tú ei hjá álvum bó,
sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó."

12.
Inn tá kom tað silvursteyp,
eiturkornið í tí fleyt.

13.
Fyrsta drykkin Ólavur drakk,
gullband um hans herðar sprakk.

14.
Satt er at siga nú ífrá,
bleikur Ólavur av sjúkdómi lá.

15.
"Hvat vilt tú fyrr liggja sjey vintur sjúk
ella fara í morgin til moldar út?

16.
Hvat vilt tú fyrr liggja sjey vintur í dvala
ella í morgin til moldar fara?"

17.
"Tveir eru kostarnir, hvørgin er mjúk,
ilt er at liggja leingi sjúk."

18.
"Hoyr tú, Ólavur fríði,
tú kyss meg, áður enn tú ríður!"

19.
Hann kysti hana so mjúka,
hon sveik hann so sjúkan.

20.
Ólavur heim í garðin fór,
úti hans móðir fyri honum stóð.

21.
"Hví ert tú følin, hví ert tú bleik,
sum tú hevði verið í álvaleik?"

22.
"Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,
í gjár var eg í álvakonuleik."

13.
Har var sorg, og har var sút,
trý fóru lík til moldar út.

14.
Ein var harra Ólavur, annað hans vív,
hans móðir læt av sorgini lív.