Dvørgamoy IV (Frábrigdi av Dvørgamoy III)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55


Dvørgamoy IV


Fragment. Frábrigdi av Dvørgamoy III

1.
Hálvdan kongur og Heiðrikur
hildu saman leingi,
kvittaðu norður í Ásgarðar
at hitta Óðins dreingi.

2.
Teir komu har so síðla tá,
seint til dags í skými,
leiddi á fagran moyjarsál,
gull bar litur á túnið.

3.
"Eg reið mær á skogvin fram,
síðla dags í skými,
leiddi á fagran moyjarsál,
gull brann har í túni.

4.
Eg stóð líð og langa tíð,
mín var lítið kunni,
frúgvin bar upp orðum sjálv,
legði mær mál í munnin.

5.
Eg stóð líð og langa tíð,
mín var lítil hyggja:
hvar eru fleiri fljóðini tey,
íð henda heygin byggja?"

6.
"Mær er faðir og móðir frá deyð,
so mínir brøður sjey,
eg hávi ongan forløgsmann,
eina byggi eg her heyg.

7.
Mær er faðir og móðir frá deyð,
so mínar systrar báðar,
eg havi ongan forløgsmann,
so eina má eg her ráða."

8.
"Enntá skalt tú siga már,
tú dvorgamoyjin snjalla:
hvussu het frúgvin, móðir tín,
og hvussu skál eg teg kalla?"

9.
"Eg var fødd, tá ið dagur treyt,
síðla dags á kvøldi,
Ásla nevndi mín faðir meg,
hann ráddi í Óðins veldi.

10.
Eg var fødd, tá íð dagur treyt,
síðla dags í skými,
sokti hann már tann teknar ring,
hann leiddi af rúnarstreymi.

11.
Mikil ódn og eystanduni
mínum var fáðir at deyða,
Gunhild kallaðist móðir mín,
íð nogv átti gullið reyða."

12.
Vatnið rennur á víðum vølli,
tað gekk fljóði í dreymi:
gullið liggur á botni niðri
á bráðum rúnarstreymi.

13.
"Legði eg hendur á frúnnar háls,
lat so orðum byrja:
hví situr tú so eina her,
táð er um first at spyrja."

14.
"Vatnið rennur á víðum vølli
niður af høgum fossi,
fyrri unti mar Sjúrður svein
gull og góðar kossir."

15.
"Enntá skalt tú siga mær,
dvørgamoyjin fríða:
hvussu heita garpar teir,
á henda skógin ríða."

16.
"Silvur heitur sá kongason,
á henda skóg hevir troytt,
Álvur ber hans orð firi meg,
eg hávi honum einki skoytt.

17.
Vatnið rennur af høgum fjøllum
eftir hvøssum gróti,
illt er at leggja ást við hann,
íð onga leggur ímóti.

18.
Tað er so vont í tínum landi,
har er veður og vindur,
betri er í glæstriborg
tú ástir við meg bindur.

19.
Táð er so vont í tínum landi,
har er vindur og veður,
kemur so mangur ómildur
at ræna tykkara fæ."

20.
Gingu tey í glæstriborg,
hans var lítil hyggja:
"her mant tú fyri eygum sjá,
hvussu mong ið heimin byggja."

21.
Gingu tey í glæstriborg,
hildu sær í hendur:
"her mant tú firi eygum sjá,
hvor vítt íð sólin rennur."

22.
Gingu tey í glæstriborg,
hildu sár at teiti:
"her mant tú firi eygum hava
minni lutir og meiri."

23.
"Her er klæði og føðsla mín,
gull og annar geiri,
her er hvat íð ynskjast vil,
minni lutir og meiri."

24.
"Tú fært einki yndi af mær,
ei mátt tú tess stunda,
eg skifti ikki óðal mítt
burt á heidnar grundir.

25.
So kom eg í henda heyg,
táð var mikil villa,
dvøljist eg her nakra tíð,
mann eg kristni spilla."

26.
"So komst tú í henda heyg,
hann er af ongum illur,
eg skal telja tær dagatal,
so fert tú ikki villur.

27.
Vilt tú ikki klæði slíta
eftir tann Dagmanns deyða,
eg skal lata tær onnur skera
sett við gullinum reyða.

28.
Vilt tú ikki klæði slíta
eftir tann Dagmann dýra,
eg skal lata tær onnur skera
sett við gulli fríða."

29.
Tí svaraði sveinurin,
sló táð upp í gleim:
"Frúgvin, (f)líggja mær fljótan hest,
meg lystur at ríða heim."

30.
"Stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verði tær at grandi,
sjaldan loysti faðir mín
henda falk úr bandi.

31.
Stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verði tár at meini,
tá íð tú kemur av skógi út,
tú vís mínum fola heim."

32.
Frúgvin sat í gullstóli,
hon hevði harm og pínu,
hin væna feldi møðig tár
á báðar armar sínar.

33.
Fylgdi hon honum so langt á leið,
til gøtur tóku at skilja:
"Tað íð eg vendi aftur frá tær,
tað er ei við mín vilja."

34.
So rann folin alla nátt,
glaður á geklar slóð,
eldur feyk úr gronum hans,
tað gjørdi ljós í skóg.

35.
So reið sveinur alla nátt,
hans var gangari móður,
eldur dreiv úr nøsum hans,
tað bar ljós í skóg.

36.
Sveinur kom til hallar heim,
hann letur síni orð væl sníða:
"Frúgvin lænti mær fljótan hest,
hin dvørgamoyjin fríða."

37.
Frúgvin situr í gullstóli,
hon vekir harm og pínu,
møðig fellir hon blóðig tár
á báðar armar sínar.