Hørpu ríma (B)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Uppskrift eftir Hans Christian Lyngbye
Úr "Nyeste Skilderie af Kjøbenhavn" í 1821


Hørpu ríma (B)


1.
Tað komu tveir biðlar ríðandi í garð,
- biði eg tygum renna -
bóðu moy, sum yngri var.
- Rúnarmenn, verið við teirri jomfrú,
byr í tí at renna,
tølum varliga við teir rúnarmenn!

2.
Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsmóðu.

3.
Tann yngra kundi at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kveistur.

4.
Tann yngra kundi at spinna lín,
tann eldra ei at skálda svín.

5.
Tann yngra kundi at spinna gull,
tann eldra ikki at tæga ull.

6.
Tann yngra hon spann ofta gull,
tann eldra var av svøvni full.

7.
Tann yngra hon vóv gull í lað,
tann eldra svav bæði nátt og dag.

8.
Tann yngra hon var sær so blíð,
líkasum sólin um middagstíð.

9.
Tann eldra hon var sær so ljót,
líkasum ormar skríða á grót.

10.
Systir talar til systur góð:
"Førum os í sævarflóð!"

11.
"Hvat skulum vit í sævarflóð gera,
vit hava ei tvinni silki at bera?"

12.
"Vit tváa os so hvítar,
vit eru tvær systrar líkar."

13.
"Um enn tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari, enn Gud tær gav.

14.
Um enn tú tváar teg hvít sum fann,
tú fært ikki mín festarmann.

15.
Um enn tú tváar teg hvít sum lín,
tú fært ikki biðil mín."

16.
Tær gingu sær á sandi,
har stóð ein stein fyri landi.

17.
Tann yngra setti seg upp á stein,
tann eldra koyrdi hana út á streym.

18.
Hon rættir upp sína ljósa hand:
"Kæra systir, hjálp á land!"

19.
"Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
fyrr enn tú játtar mær biðil tín."

20.
"Gjarna gevi eg tær alt, ið eg ár,
á biðlinum havi eg einki ráð.

21.
Gjarna gevi eg tær bæði,
biðil og brúðarklæði.

22.
Søkki, søkki, systir mín,
biðilin hann skal vera tín."

23.
"Søkk nú, søkk nú, systir mín,
eg skal hava biðil tín!"

24.
Tá kom vindur sunnan,
líkið sló til grunnan.

25.
Tá kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

26.
Tá kom veður á bylgju blá,
líkið mundi til landa slá.

27.
Komu tveir pílgrímar oman við á,
funnu á, hvar ið líkið lá.

28.
Teir tóku hennara ljósa arm,
gjørdu hann til hørpuskjarm.

29.
Teir tóku hennara gula hár,
gjørdu tað til hørpustreingir smár.

30.
"Vit førum os til næsta bý,
sum vit vita brúdleyp í."

31.
Teir gingu sær til næsta bý,
sum teir vistu, brúdleyp var í.

32.
Teir settust niður við hurðargátt:
"Viljið tær hoyra hørpuslátt?"

33.
Mælti tað strongurin fyrsti:
"Brúðurin var mín systir."

34.
Svaraði strongurin annar:
"Brúður var mín bani."

35.
Svaraði strongurin triði:
"Brúðgómur var mín biðil."

36.
Mælti tað brúður, reyð sum blóð:
"Harpan ger os mikið óljóð."

37.
Svaraði brúður á beinki sat:
"Harpan ger os mikið ómak."

38.
Brúðurin rodnaði sjálv sum droyri:
"Hørpuna lystir meg ikki at hoyra."

39.
"Hevði eg vist, tað líkti tær illa,
ei skuldi eg mína hørpu stillað."

40.
Teir slógu sína hørpu av magni,
blóðið dreiv brúður í fangið.

41.
Teir slógu sína hørpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.

42.
Teir slógu sína hørpu av armi,
brúðurin sprakk av harmi.