Hørpu ríma (E)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Úr Fugloyarbók, fyri 1854.

Hørpu ríma (E)


1.
Tað komu tveir biðlar í ein garð,
- biður tygum renna -
bóðu moy, sum yngri var.
- Rúnarmenn, gerið tað,
ið jomfrú biður tygum renna,
ærligir menn, teir rúnarmenn!

2.
Ta yngru teir sær bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3.
Tann yngra hon var seg so fríð,
sum sólin skínur í grøna líð.

4.
Tann eldra hon var seg so ljót,
rætt sum sólin skínur í grót.

5.
Tann yngra kundi at gera ost,
tann eldra kundi ikki at seyma kveistur.

6.
Systir talar til systur góð:
"Gongum nú okkum til sævarflóð!"

7.
"Hvat skulu vit í sævarflóð gera,
vit hava ikki tvinni silki at bera?"

8.
So gingu tær til sævarflóð,
tær drógu ikki tvinni silki á skó.

9.
"Um enn tú tóar teg allan dag,
tú verður ikki hvítari, enn Gud teg gav."

10.
"Vit tóa os ikki so hvítar,
vit eru tvær systrar álíkar."

11.
"Um tú tóar teg hvít sum bein,
tú fært ikki mín festarsvein."

12.
Tann yngra sturtaðist út í streym,
tann eldra settist upp á stein.

13.
Hon rætti upp sína ljósu hand:
"Kæra systir, hjálp pá land!"

14.
"Ikki hjálpi eg, systir mín,
uttan eg fái biðil tín."

15.
"Gjarna gevi eg tær alt, eg ár,
á biðlinfum] havi eg einki ráð.

16.
Gjarna gevi eg tær bæði,
bæði biðilin og biðilins klæði."

17.
"Søkk nú, søkk nú, systir mín,
eg skal hava biðil tín!"

18.
Tá kom vindur sunnan,
líkið sló til grunnar.

19.
Tá kom vindur eystan,
líkið sló til neysta.

20.
Tá kom vindur og bylgjan blá,
líkið mundi til landa slá.

21.
Tað komu tveir dreingir oman við á,
funnu á, sum líkið lá.

22.
Teir tóku hennara reyðargullring
bóru gullharpan undir skinn.

23.
Teir fóru seg út í ein garð,
sum teir vistu, brúdleyp var.

24.
Teir fóru seg út í ein bý,
sum teir vistu brúdleyp í.

25.
Drongur setst á brúðargátt:
"Vilja tær hoyra hørpuslátt?"

26.
Drongur setst á brúðarpall:
"Vilja tær hoyra tað, harpan fall?"

27.
Svaraði strongurin fyrsti:
"Brúðurin var mín systir."

28.
Svaraði strongurin annar:
"Brúðurin var mín granni."

29.
Svaraði strongurin triði:
Brúðgómin var mín biðil."

30.
Svaraði strongurin fjórði:
"Brúðurin mær forgjørdi."

31.
Svaraði brúðurin, reyð sum blóð:
"Hvat er hetta fyri hørpuljóð?"

32.
So mundi harpan larma,
brúðurin sprakk av harmi.

33.
So mundi harpan ljóða,
brúðurin fleyt í blóði.