Kjartan Ólafssons kvæði (CCF nr 23, TSB E 103)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði og vísur


Kjartan Ólafssons kvæði


1.
Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur tvær,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá ið Kjartan var ikki har.

Leggið nýggjar árar út,
tað flýtur ein snekkja
fyri hertogans garða,
hon er sær av alm-við og eikini harða,
leggið nýggjar árar út.

2.
Ríða út av Hjarðarholtið
reystar kempur báðar,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá ið Kjartan var ikki hjá.

3.
Kjartan legði at Leygará,
mongum tað væl tókti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðruna Ósvivsdóttir.

4.
Kjartan gongur fyri faðir sín,
leitar við hann ráð:
Vøn er Guðrun Ósvivsdóttir
eg vil ta frúnna fá.

5.
Sømir tað øllum høviskum køllum
læra spekt og sinni
"Líkari var tær mín sæli son
tín velduga harra at finna."

6.
Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
"Finna skal eg mín velduga harra
á hesum sama heysti."

7.
Kjartan gongur við Guðrun at tala,
tað mátti eingin hoyra,
segði frúnni frá ætlan sín,
hon rodnaði sum ein droyri.

8.
Leggur hann hendur um frúnnar háls,
mælir við hana so blíðum:
"Ísland skal eg á sumri hava,
væl máttú mær bíða."

9.
Lat tær góðan hugin siga,
aftur man eg koma,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær konu.

10.
Lat tær góðan hugin siga,
aftur komi eg við lív,
elska tær ikki annan mann
ei heldur eg mær vív.

11.
Tað var Guðrun Ósvivsdóttir
ið reyðargull bar á hond,
fylgir hon Kjartani Ólavssyni
niður á sjóvarstrond.

12.
So letur Kjartan Ólavsson
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

13.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við ráðum brann,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregs land.

14.
Strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis vág,
har lá Grímur innan fyri,
spælir í brynju blá.

15.
Fyrst stígur Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
so hann Bolli Tollaksson
undir hans høgru hand.

16.
"Hoyr tú Bolli Tollaksson,
eg geri tað ei at loyna;
gakk á sund við griman mann,
har skal tú teg royna."

17.
Svaraði Bolli Tollaksson,
hann lítur á henda mann:
"Flestalt er hann í gævu treystur,
eg royni ei sund við hann."

18.
"Far tú tær til Íslands aftur,
heilsa fólki heim,
eg skal mær á sundið út
at fremja lítlan gleim.

19.
Tú heilsa Guðruni Ósvivsdóttir
av so góðum treysti:
Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at heysta.

20.
Bolli vindur upp síni segl,
út í havið setti,
Kjartan legðist á sundi út,
at fremja leikir eftir.

21.
Bolli vindur upp síni segl,
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág.

22.
Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land.

23.
Fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.

24.
Tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand:
Hvar er Kjartan Ólavsson,
hví kemur hann ikki á land.

25.
Tú tarft ei Guðrun Ósvivsdóttir
eftir honum at fregna,
Kjartan er í Noregi
so glaður við kongsins tegnar.

26.
Kjartan er í Noregi
fáir finnast slíkir,
hann hevur fest eina norska frú,
hon er ikki tygara líki.

27.
Guðrun snúðist Bolla frá,
var reið og ikki góð:
vont er slíkum rakkum at trúgva,
tár á kinnum stóð.

28.
Bolli legði at Leygará,
mongum illa tókti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðruna Ósvivsdóttir.

29.
Tað var Bolli Tollaksson,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyp bjóða,
læt ikki leingi fresta.

30.
Øllum letur Bolli Tollaksson
í sítt brúdleyp bjóða,
uttan Ólavi Kjartans faðir,
ið væl kann randir rjóða.

31.
Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Bolli og hans vív.

32.
Drukkið var teirra brúdleypið
mangur fór glaður av,
eg kvøði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.

33.
Spæla teir á sundinum,
báðir reystir seggir,
Kjartan kennir møði á sær,
biður at landi leggja.

34.
Kjartan læt á landið leggja
sóu tað konur og menn,
grimur maður á sundi spælir
Í hvørjari reglund enn.

35.
Grímur gár fyri Ólav kong,
strýkur sær um ennið,
"Heitstórir eru Íslendingar,
vilja oss innibrenna."

36.
Kjartan gongur fyri Ólav kong
svør á síni trú nú:
"Allir vilja vit íslendingar
taka við kristnari trú."

37.
Mælti tað Kjartan Ólavsson,
hann slær tað í ein gleim:
"Allir kristnast vær íslendingar
uttan Fróðar ein."

38.
Tað var Torkil erkibisp
heldur á gyltum horni,
allar kristnaði hann íslendingar
á einum summarmorgni.

39.
"Eg kristni teg Kjartan Ólavsson
væl í góðum tíma,
tak við kristnari trú av gudi,
eg gevi tær systir mína."

40.
Svaraði Kjartan Ólavsson,
konginum illa tókti:
"Harri eg taki ei tygara systur,
tað frætttir ei Ósvivs dóttir.

41.
Svaraði Kristin kongsins systir,
talar eitt orð for sær:
"Vilt tú Kjartan Ólavsson,
skiljast nú frá mær."

42.
Hon tók upp úr mjøðdrekkju
Kjartani mentir gav
sylgjan sett við gimsteinum
gripur av gulli var

43.
Hon gav honum tað góða svørð
við gyltar slíðrar at binda,
hann var aldri í víggi sár
ið bar tann brand við linda.

44.
Tað var Kristin kongsins systir
gull bar sær á hond
fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
niður til sævarstrond.

45.
Har mundi hvørt frá øðrum skiljast
báðum illa tókti:
"Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
tað frættir ei Ósvivsdóttir."

46.
Tú heilsa trúi grannakonu
tú kemur til Íslands heim,
tann tú elskaði í Noregi
var ikki av trælagrein.

47.
Tú heilsa tíni grannakonu,
tú kemur til Íslands aftur,
tær beyðst ástir í Noregi,
ikki av trælaættum.

48.
Kjartan vindur upp síni segl
bæði gul og blá
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág.

49.
Skrikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág,
har lá Kálvur innan fyri,
vindur upp segl í rá.

50.
Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.

51.
Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.

52.
Har komu frúir og stoltsmoyar
at keypa skrúð og lín,
har kom Tóra Kjartans systir,
og fagnaði bróðir sínum.

53.
Revna situr undir faldinum,
alt sømir henni væl,
Kjartan kom frá strondum niðan
snart kom teim á tal.

54.
Revna situr undir faldinum,
væl sømir henni klæði
"Mentarlín og høvuðgull
tey vil eg hava bæði."

55.
Svaraði Kálvur hennara bróðir,
kundi væl spekt og æru,
"Mentarlín og høvuðgull
tað sømir tær ei at bera."

56.
Hann gav henni mentarlín
og høvuðgullini tvey,
mangur fær tað øðrum er ætlað,
eingin tað øðrum er eyðið.

57.
Hann gav henni stakkin
høvuðgullini bæði,
mangur fær tað øðrum er ætlað
eingin tað øðrum er lagað.

58.
Hann gav henni gull og fæ
so tað silvurið brenda,
Guðruni var ikki hjartað lætt
tá hon sá skeinkin henda.

59.
Kjartan gongur fyri faðir sín
leitar við hann ráð:
"von er Revna systir Kálvs,
eg vil tað moynna fá."

60.
Tað var Kjartan Ólavsson
tók sær frú at festa,
snarliga lat til brúdleyp bjóða,
ei var longur at fresta.

61.
Teir drekka bæði úti og inni,
gott skal slíkum gegna,
Kjartan saknar úr máldrykkju
svørði við kongsins tegna.

62.
Tórólvs menn hans góða svørð
stjólu úr gyltum skeiðum,
stungu aftur í lodna slíðra
brandin tann hin deiga.

63.
Kjartan kemur inn árla morgun,
mist hevði brandin sín:
"Eg havi stuldur og rán at lýsa,
horvin er mækin mín."

64.
Teir leita bæði úti og inni
hvør til sama verka,
fingu ein mann at leita har,
teir kalla hann Ólav sterka.

65.
Teir leita bæði úti og inni
hvør í sínar vráir,
burtur vóru Tórólvs børn
og Bitlusynir báðir.

66.
Kjartan kemur inn árla morgun
lítst hann um so víða:
"Eg havi so mikil ørindi
burt á skóg at ríða."

67.
Kjartan leyp á vøllin fram,
bæði við illsku og vreiði,
hann bað saðla sær horsið tað,
hann burtur á skógin reið.

68.
"Tú ver væl um teg Kjartan mín,"
Knútur mælir av sonnum,
"teir hava á tær illan hug,
tú statt for Leygarmonnum."

69.
Teir skulu fáa so tungligt gjald
hvør skal annan svíkja,
fyrri skal eg lata lív,
enn burtur av vegnum víkja.

70.
Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur fyri honum í knæ:
"Unni eg Kjartani væl við tí
nú hevur tú skommir tvær."

71.
Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur honum til kníggja:
"Bolli eg verði tær ikki tekk,
so leingi eg Kjartan síggi."

72.
Sára græt Guðrun Ósvivsdóttir
av so tungum stríði:
"Tú skalt ongan søtan sova,
meðan Kjartan er á lívi."

73.
Bolli leyp á vøllin fram,
bæði av illsku og vreiði,
hann bað saðla sær horsið tá,
hann burt á skógin reið.

74.
Kjartan vá fimtan brynjumenn
rennur í randir sveiti:
"Skjótt er einum av at máa,
heljarmat at veita."

75.
Tað var Kjartan Ólavsson
tað fann hann til ráð:
stígur nú á tað deiga svørð,
við hvønn mann hann vá.

76.
Aftur vá hann aðrar fimtan,
rennur í randir sveiti:
"Hví stendur tú, Bolli frændi
vil ongum dugna veita?"

77.
Aftur vá hann triðja fimtan,
rennur í randir sveiti:
"Hví stendur tú Bolli frændi,
vil hvørgum dugna veita ?"

78.
Bolli leyp á vøllin fram,
tað var dreingja ferð,
hann stakk Kjartan Ólavsson
ímillum buls og herða.

79.
Mælti tað Kjartan Ólavsson
tá ið hann fell í knæ:
"Hetta hevur tú Bolli frændi,
leingi ætlað mær."

80.
Kjartan liggur á grønum vølli,
sær seg um so víða:
"Einki skulu tit Bolla gera
meðan hann er á lívi."

81.
Bolli stendur á grønum vølli,
lítur seg um so víða:
"Eg má ikki gera so ónt,
at tað má mær jú líða."

82.
Tá var grátur í Hjarðarholti,
bæði av konum og kvendum,
Tórólvs børn og Bitlusynir
niður til strandar rendu.

83.
Tórólvs børn og Bitlusynir
niður til strandar rendu,
Bitlusynir skútu fingu
og út av Hvamsfjørð vendu.

84.
Tað var Ólavur faðir hans,
læt sær byggja borg,
síðani livdi hann ævi sína
alla út við sorg.