Páll fangi

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911


Páll fangi


Jóhannes bóndi á Sunnanágarði í Mikladali (í Kalsoy) átti tveir sinir. Hin ingri, Magnus, var hugagóður maður til arbeiðis og giftist til Trødlanes; hin eldri, Páll, var bæði sterkur og stimalegur, men tímdi lítið og einki at gera og lá oftast burturi og sveimaði. Ógvulíga kaldligt var ímidlun Páls og pápa hansara, og hin gami ráddi tí av, at ingri sonurín skuldi eiga garðin ettir seg. Páll fekk frænir av hesun. So hendi tað eitt árið, at pápin fadl í eina sjúku og doyði. Tað kom upp við tað sama, at Páll hevði dripið hann; ein arbeiðskona, sum Páll hevði lagt ást saman við firr, men sum hann nú ikki skoytti um longur, hevði lagt hatur á hann firi hetta, vildi hevna seg og førdi út í orð, at Páll hevði latið eitur út í drekka til pápa sín og dripið hann. Har attur at hevði hann havst við gandakunstir. Eitt brúdleyp hevði tá firi stuttun verið, kvar Páll hevði fingið væl upp í høvðið; har var tosað um kríggj, og mongun tókti tað nógv firi at fara at drepa fólk, men Páll segði, at tað hevði sær einki tókt firi. Eisini skuldi hann hava sagt, at tann var verðugur at fáa eitt kvíguvirði, sum segði frá deyða pápa hansara, og hesi orð hansara vóru høvd á lofti leingi attaná. Mong hildu tó, at Páll var sakleysur: hann hevði verið til handils í Havn og keypt rottukrút til at drepa ravnar við, og so hevði tað borist á, at krútið var tikið firi kriddarí og latið út í súpan til pápan av misgáu. Tað frættist skjótt til Havnar, hvat henda arbeiðskonan hevði sagt, og Páll varð tikin, førður til Havnar og settur í mirkastovu. Men hann breyt seg út á nátt, gekk norður ettir Streymoynni til Sunds og tók sær bát haðan ivir um í Eysturoynna. Har dró hann bátin upp og tók so leiðina til Lorvíkar, kvar hann tók sær annan bát ivir um til Blankskála í Kalsoynni. Blankskálamenn funnu bátin drignan upp á Neystafløtunun, har sum klettur er upp firi. Hetta var onnur náttin ettir tað, at Páll var rímdur, í bátarnar, sum hann hevði tikið og síðan drigið upp, hevði hann rist merki P. F. M., og tað løgdu fólk út firi at vera: Poul, fangen Mand. Síðan hevur hann verið rópaður Páll fangi.

Tað frættist skjótt, at Páll var í Kalsoynni, og øvrigheitin sendi boð norður, at kvør, sum gav Pálli innivist edla hjálpti honun á annan hátt, skuldi verða dømdur í stórar bøtur. Menn voru settir út við tað sama til at fanga hann, og tað lukkaðist teimun. Hann varð tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan. Tá var tað, at hann firi at bjarga lívi sínun beyð sær til at vilja lesa sig í línu upp firi fjadlið Borgarin (á norðurendanun á Kalsoynni), trí hundrað favnar í hædd. Men tað var honun noktað, tí hann var hildin førur firi at gera tað, sum var ødlun øðrun ómøguligt. So breyt hann seg út aðra ferð, varð fingin upp attur og settur fastur í jadn, men sleit leinkjuna og breyt seg út triðju ferð. Hann tók leiðina norður ettir Streymoynni til Hósvíkar, tók sær bát haðan ivir um í Eysturoynna og dró bátin upp á Sandaleiti (sandoddi midlun Oyra og Selatraðar). Haðan tók hann, sum firstu ferð, leiðina til Lorvíkar, tók sær uppattur bát har og fór ivir um Kalsoynna. So flíddi hann norður í Nesskorarnar (skorarnar vestanfiri Trødlanes). Har vísist enn "Páls loft", eitt stórt hol inn undir ein klett, kvar hann skuldi halda til ta tíð, hann livdi í Nesskorunun. Um næturnar gekk hann so heim í Mikladalsbigd, breyt inn í kjadlarnar og stjól seyðakrov. Náttina ettir tað, at hann var komin í henda skortin (Páls loft), breyt hann kjadlin kjá bróður sínun, bóndanun á Sunnanágarði, og setti navn sítt á eina rím, sum hann hevði brotið burtur úr, at bróðirin skuldi vita av honun. Søgn er, at bróðirin læt likilin standa í kjadlinun um næturnar, so hann skuldi sleppa inn. Eina ferð kom skansabáturin norður at leita ettir honun; teir róðu runt um Kalsoynna og komu so nær loftinun, har sum Páll sat, at hann, sum hann bar uppá mál seinni, kundi hava sorað bátin við gróti; men tað vildi hann ikki gera, segði hann, tí bátmenninir vóru rættuligir menn og høvdu einki ilt gjørt honun. Níggjársaftan, meðan hann sat í holi sínun og kókaði sær kjøt — pott hevði hann stolið sær eisini — kom eitt trødl og stoytti honun pottin í eldin. Hann barðist við tað leingi og fekk rent tað út firi bergið. Plássið, har sum trødlið fór út av, rópast enn "á Smedlinun" av tí smedli, sum trødlið tá fekk.

Eina ferð stóð eitt brúdleyp í Mikladali. Um náttina — hetta var um vetrartíð — hevði Páll sníkt seg heim í bigdina til brúdleypshúsið og lagt seg í slis uppi á mønuni. Sum hann lá og lurtaði við Ijóaran, hoyrdi hann nakrar menn tosa har inni um, at tað var tó ein roynd at fara at leita ettir Pálli í Nesskorunun; tí har mundi hann vera. Ettir hetta rímdi hann úr skorunun og flíddi í "heimara fjadl", annað fjadlið sunnanfiri Mikladal. I heimari fjadli bar væl til kjá honun at krógva seg — har eru stórar urðar og nógv glopur niður ímidlun urðargrótið, og har var hann adlan veturin í friði. "Norðoyapáls vetur" er tiltikin um adlar Føroyar íiri at hava verið mildur; summi siga, at tað følvaði ikki adlan veturin ígjøgnun; summi siga, at tað kavaði ikki meira enn eina ferð í bakka. Tá ið tað váraði og attur var farið at leita ettir honun, tók hann sær eitt kvøldið bát av Blankskála ivir um Kalsoyarfjørð til Fiskimølar (sunnafíri Haraldsund eystantil á Kunoynni; har hava altíð neyst staðið). Haðan gekk hann til Haraldsunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har, ið tá var sum høvdingur í Norðuroyggjun og góður í treytun kjá Pálli at heita á, tí gamal vinskapur var teirra midlun. Tað var nakað tíðliga á náttini, at Páll kom, so tey vóru ikki niðurfarin enn í Haraldsundi, men hirdu beint tá drílarnar. Rasmus segði nú við Páll, at "hísa honun tað tordi hann ikki: hann átti so nógv húsfólk, og tey vóru so slafsut; men hann skuldi geva honun ein góðan bát og kvat ið honun níttist av mati og drekka; fisk og dríl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Hetta gjørdi hann í stundini. Páll helt so til havs og ætlaði sær til Noregs edla Hetlands; men hann var ikki komin hálvan vegin, tá brast á óveður. Einki batti kjá honun at rógva; hann rak inn attur undir Føroyalandið, undir Borðoynna og kom inn á Adnfjarðarvík. Sama dagin var bóndin í Gerðun, Hanus, burturi í haga til at higgja ettir seyði; hann sá ein bát liggja inni undir Barmi (siðst í Gerðahaganun) og ein mann liggja fram á árarnar og sova. Hann helt seg kenna Pádl fanga, skundaði sær heim til hús og mannaði sum skjótast bát, eitt seksmannafar, til at fara ettir honun og taka hann. Men av áraskramlinun, ið Gerðamenninir gjørdu, vaknaði Páll og tók at rógva undan av ødlun alvi sínun. Úrmælingur var hann at rógva, og leingi stóð javnt ímidlun báðar bátarnar, tí summir Gerðamenninir róðu treyðir. Tá tók Hanus mastrina, sum lá niðri, gekk fram í bátin, hóttaði við henni og segði, at, róðu teir nú ikki so hart sum teir orkaðu, so sló hann teir við mastrini; tað var ov stór skomm, at ein maður skuidi kunna rógva undan seks. Tá fór at liða skjótari kjá teimun, og teir komu so nær, at Hanus fekk sligið Padl við mastrini á armin uppi við økslina so digt, at armurin gekk úr liði. So tók Hanus ein sóknarkrók og høgdi ímidlun herðarnar á Pálli, so har var eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað gud løna honun hetta høggið attur. Hann varð nú tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan fjórðu ferð. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður attur til heilsu, sum hann hevði verið firr. Kvussu honun fórst síðani: um hann breyt seg út attur edla varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyun fór hann og kom ongantíð attur hagar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði kvørvusteinar sum annað at selja. Hanus í Gerðun, sum tá var síslumaður har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein kvørvustein. Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við kvørvusteinunun og rekur teir attur — hann fann ongan, sum dámaði honun, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var — so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honun og biður hann skunda sær at velja sín kvørvustein, tí her hevur hann einki ráð: "hetta skal ikki vera sum at sláa armin av Páll fanga." Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Páll fangi sjálvur. Og ettir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í Gerðun fekk ein ógrøðiligan svudi í lærið. Hann fór niður til Keypmannahavnar eina ferð "uppá landsins besta", sum tað nevnist, til at royna at fáa betri prís uppá handilspørini — men helst var tað firi lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann kom attur, kom alt at vera kvaðna verri enn íirr, tí tá fór eitt skinn av kvørjun pari, og eitt ørindi var irkt um hann:


Hanus við sínun rotna læri,
hann fekk skinn av kvørjun pari.


Hann doyði av hesun lærsvudlinun, og soleiðis gekk tann bønin út, søgdu fólk, sum Páll hevði biðið til gud: at tað mátti vera Hanusi atturlønt, tað høggið, ið hann gav honun við sóknarkrókinun.