Riddarin Klæmint

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Riddarin Klæmint


(Heimildarfólk var Anna Sofia Joensdatter á Skála suðri í Vági í 1848)



1.
Barnið tekur at tala,
øllum tókti undur:
"Ber tú meg ikki í heimin skjótt,
eg rívi teg kykan sundur."

2.
Barnið tekur at tala,
ikki ræður at tiga:
"Hvat skal meg í heimin henda,
við móður tú mær sigur?"

3.
"Gud náði teg í hesari verð,
tú tekur so ung at tala,
tú mant mangan óvinin
í hesari verøld hava.

4.
Fyrsta fært tú mótgang tann,
tá ið tú kemur á fold,
tá ið tú verður í verøld borin,
fer tín móðir í mold.

5.
Annan fært tú mótgang tann,
tó at tær bíður harm,
tú verður kallað Medallín,
tín egin móður navn.

6.
Triðja fært tú mótgang tann,
tó at tær líkar illa,
tú verður kallað frú Medallín,
síðan ein deyðs mans frilla.

7.
Tú fært hug at deyðum manni,
gongur á hans leið,
hann hevur sær í moldum sovið
fimtan vetra skeið.

8.
Gakk tú tær til kirkjuna,
bið Mariu ráða tær bót,
tá ið tú sært tínar óvinir,
tú fell teim øllum til fót!

9.
Gakk tú tær til kirkjuna,
bið Mariu ráða tær bøtur,
tá ið tú sært tínar óvinir,
tú fell teim øllum fyri føtur!"

10.
Fyrsta fekk hon mótgang tann,
tá ið hon kom á fold,
tá ið [hon] var í heimin borin,
fór hennara móðir í mold.

11.
Annan fekk hon mótgang tann,
tó at henni tókti tað harm,
hon varð kallað frú Medallín,
sín egin móður navn.

12.
Triðja fekk hon mótgang tann,
hvat henni líkaði illa,
hon varð kallað frú Medallín,
síðan ein deyðs mans frilla.

13.
Hon gekk sær í kirkjuna,
bað Mariu ráða sær bót,
tá ið hon sá sínar óvinir,
hon fell teim øllum til fót.

14.
Hon gekk sær í kirkjuna,
bað Mariu ráða sær bøtur,
tá ið hon sá sínar óvinir,
hon fell teim øllum til føtur.

15.
Tað var frúgvin Medallín,
sær til kirkju gár,
hon hevði sær so mangar óvinir,
sum hár á hesti stár.

16.
Tað var frúgvin Medallín,
sær til kirkju gekk,
hon hevði so mangar óvinir,
sum hár á hesti hekk.

17.
Tað var frúgvin Medallín,
skuldi til kirkju ganga,
tað er mær av sanni sagt,
tað opnaðist grøvin langa.

18.
Tók hann hana í grøvina niður,
av bar barnagaman,
óðir gingu kongsins menn,
og ikki seig grøvin saman.

19.
Tók hann hana í grøvina niður
langt fyri annan heim,
tað er mær av sanni sagt,
hann gat við henni svein.

20.
Setir hana á grøvina upp,
av bar barnagaman,
óðir gingu kongsins menn,
og tá seig grøvin saman.

21.
Kongur kemur út árla morgun,
tykist komin í vanda,
hann sær sína onkadóttur
undir kirkjuhorni standa.

22.
"Hvør er sá av mínum monnum,
ið mær hevur vunnið háð,
sovið hjá míni onkadóttur,
ikki sagt mær frá?"

23.
"Sá er eingin av tínum monnum,
tær hevur vunnið háð,
hon var úti vetrarnátt,
og hvat gjørdi hon tá?

24.
Hon fekk hug at deyðum manni,
gekk hon á hans leik,
hann hevur sær í moldum sovið
fimtan vetra skeið."

25.
"Var hon úti vetrarnátt,
hvat ið hon gjørdi tá,
sveinar, gangið á skógvin burt,
kyndið fyri henni bál!"

26.
Tóku teir frúnna Medallín,
skuldu í bálið kasta,
tað er mær av sonnum sagt,
at jørðin helt hana fasta.

27.
"Mikkjal, tak tín fjøðurham,
flúgv tær yvir hav,
í tann sama kirkjugarð,
sum Klæmint liggur í grøv!"

28.
Mikkjal tók sín fjøðurham,
fleyg sær yvir hav,
í tann sama kirkjugarð,
sum Klæmint lá í grøv.

29.
"Statt upp, riddarin Klæmint,
Gud meg higar sendi,
Medallín liggur í bálinum,
eg vænti, at hon er brend."

30.
Upp stóð riddari Klæmint,
ikki mælti mál,
hann tók sína góðu brynju,
og hon var gjørd av stál.

31.
Bokslið var av reyðargull,
saðilin av tann,
so ríður riddarin Klæmint
ein á skógvin fram.

32.
"Statt upp, frúgvin Medallín,"
blóðgað vóru hennar klæði,
"far tú tær til hallar heim,
og bøt so fyri os bæði!

33.
Eg fari mær í grøvina niður
langt fyri annan heim,
far tú tær til hallar heim,
tú føðir ein ungan svein!"

34.
Hann fór sær í grøvina niður,
langt fyri annan heim,
hon fór sær til hallar heim,
hon føðir ein ungan svein.