Skeggjatussin (B) - Trøllið hjá Pápaleysa

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Skeggjatussin (B)
Trøllið hjá Pápaleysa


Uppskrift úr Fugloy

Einaferð vóru tveir brøður, sum høvdu tikið seg saman og livdu í einum lítlum húsi burtur í skóginum. Í felagi við sær høvdu teir ein drong, sum nevndist Pápaleysi, av tí at hann var leysingabarn og fólk vistu ongan pápa til hansara. Hvønn dag vóru teir tveir av teimum burtur at høgga brenni, men hin triði var heima til at gera mat.
   Ein dagin, ið hin elsti er eftir, kemur eitt so vesaligt hagar á dyrnar og biður sleppa sær inn. Lítið er tað uppá vøkstur, men ræðuligt á at líta, og skeggið stendur niður til kníggja á tí. Tað er so kalt, sigur tað og biður lova sær at sita við eldin eina løtu.
   Maðurin lovar tí.
   Ein kjøtpottur hongur uppyvir og kókar. Tað biður geva sær eitt sindur at eta, tí tað er so svangt. Maðurin tykist synd í neyðardýrinum og fær tí ein drýlenda at drepa niður í fløtið.
   Nú ið hetta hevur etið, pretnar tað upp so kvikliga. Tað vil eta alt sum er, maðurin roynir at forða tí, menn trøllið vinnur, bukar mannin og kastar hann í ein krók, mestur deyðan.
   Nú ið hinir báðir koma heim, fáa teir einki at eta, tí trøllið hevur etið alt. Miðlingardrongurin heldur, at í morgin skal tað ikki ganga so, tá skal hann vera heima.
   Næsta dag kemur hetta sama vesalavætti aftur, biður tað sama sum fyrru ferð og fær lov til tað, tí maðurin heldur, at hetta kann ikki gera honum nakað. Men við tað sama tað hevur etið, pretnar tað so ógvuliga upp og bukar mannin. Tá ið hinir báðir koma heim um kvøldið, liggur hann í krókinum, mestan deyður. Ongan mat fáa teir heldur tað kvøldið.
   Triðja dagin biður hin yngsti lova sær at vera heima, men teir spotta hann: hann kann einki gera - hann er ringari maður enn so.
   Tað kann ikki ganga verri hjá sær enn hjá teimum, heldur hann og verður so eftir heima.
   Tá ið dagurin líður nakað, bangar eitt á dyrnar. Drongurin vil ikki lova tí inn, men hetta klórar og skavar, so tað fær lásin upp, og kemur so inn og setur seg við eldin.
   Tað biður geva sær at eta, men drongurin svarar, at tað kann einki fáa enn, tí potturin er ikki farin at kóka. Hann biður trøllið hjálpa sær eitt sindur fyrst við at høgga brenni og leggja til eldin undir pottinum - fer eftir einum ógvuliga stórum træi og biður tað høgga hetta sundur.
   Tá ið øksin er komin niður í, stendur hon føst. Trøllið tekur ein kíla og slær niður í, so øksin verður leys. Men meðan tað stríðist við hetta, kemur skeggið niður í kleivina. Tá ið trøllið hevur fingið kílan út aftur úr trænum, stendur skeggið fast í kleivini. Ólukkudýrið sleppur nú ongan veg, men drongurin sigur við tað, at nú skal hann hevna aftur, hvat tað hevur gjørt við hinar báðar.
   Hann at buka tað, so tað rínur og hvínur. Tað streingir á at sleppa burt og dregur træið eftir sær, so at skeggið slitnar og kjálkafidlin rivnar. So rennur tað burt, og skeggið situr eftir í klótuni.
   Um kvøldið koma hinir báðir heim aftur og fáa matin góðan. Hin yngsti sigur teimum frá, hvussu hann hevur gjørt við trøllið. Teir eldru halda, at best man vera at fara at leita eftir tí, tí líkindi eru til, at tað eigur ríkidømi. Teir hugsa líka skjótt at finna tað deytt.
   Blóðslóðin liggur eftir tí allan vegin til eitt hol. Teir eldru tora ikki at fara niður í, men hin yngsti lesur seg niður eftir einum togi. Myrkt er har niðri, og hann leitar leingi.
   So rakar hann við eitt fólk í einum króki. Tað er kongadótturin, ið leingi hevur verið horvin út kongsgarðinum.
   Umsíðir finnur hann trøllið í einum øðrum króki - tað talar og biður hann fyri guds skild ikki drepa seg: hann skal fáa kongadóttrina og eina fulla kistu av gulli afturfyri.
   So gevur hann tí grið, bindur kongadóttrina upp í togið, rópar til teir báðar uppi í erva og biður teir draga upp. Síðan tekur hann kistuna og knýtir upp í endan á toginum, sum teir hava latið niður aftur.
   Tá ið teir hava drigið kistuna upp, rópar hin yngsti á teir triðju ferð og biður teir lata togið niður aftur.
   Nei, siga teir: nú hava teir fingið væl, og biðja hann bara liggja eftir í holinum.
   Hann er nú so ógvuliga ringur, tí hann sær sær ongar vegir til at sleppa upp. Men so hugar hann trøllið, fer til tað og sigur, at beint nú skal hann drepa tað.
   Trøllið bønar hann ikki at gera tað og lovar at gera fyri hann, hvat hann biður.
   Ja, um tað kann sleppa honum upp úr hesum holinum, so skal tað sleppa við lívinum, sigur hann.
   Trøllið tekur at royna, klórar á øllum fýra, krøkir klórnar í og biður hann halda í seg. So sleppur hann upp úr, og trøllið fer niður í aftur.
   Hann alt fyri eitt heim aftur til sín sjálvs. Tá eru hinir eldru brøðurnir báðir farnir til staðin og inn fyri kong við dóttrini. Kongurin er fróður og sigur, at annar teirra skal hava hana til konu, men hon grætur og sigur nei.
   Hin yngsti fer aftaná og beint fyri kong at kæra seg um, hvussu teir hava farið við sær. Hetta er maðurin, ið sær hjálpti, sigur kongadótturin.
   So letur kongur báðar seta fastar.
   Hin yngsti fekk gullkistuna aftur, varð giftur við kongadóttrini og meira at siga: varð kongur, tá ið hin gamli kongurin doyði.