Vøluspá
Hopp til navigering
Hopp til søk
Vøluspá
Leysliga týtt úr forníslendskum
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk | Latin |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► | ![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() | |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() | |||
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
||||
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
||||
![]() |
![]() |
||||||
![]() |
![]() |
||||||
![]() |
![]() |
||||||
![]() |
![]() |
||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
|||||||
![]() |
Leysliga týtt úr forníslendskum
Týtt hevur
Anker Eli Petersen
© 2005
- 1.
- "Hoyrið meg allar
- heilagar verur,
- meira og minni
- ættfólk Heimdals.
- Vilt tú, Valfaðir
- at eg sigi frá
- fornsøgum manna
- teim fyrstu eg minnist.
- 2.
- Eg minnist jatnir
- bornir í forðum,
- teir sum í fyrndini
- fostraðu meg.
- Eg minnist níggju
- heimar og trærøtur,
- hitt mikla lagnutræ
- enn undir moldum.
- 3.
- Árla í øldum,
- á Ymis døgum,
- var hvørki hav ella sandur
- ella svalar aldur.
- Jørðin fanst ikki,
- eiheldur himmalin,
- bert gapandi tómleiki,
- og ongin gróður.
- 4.
- Áður enn Bors synir
- brutu upp lond,
- teir ið skaptu
- Miðgarð hin mikla,
- skein sól fyri sunnan
- á berar hellur,
- tá gró grønur
- vøkstur úr grund.
- 5.
- Sól reis sunnan,
- felagi mánans
- tók seg alt hægri
- um sjónarringin.
- Sólin visti
- ei hvar hon búði,
- mánin kendi
- ei sína megi,
- stjørnurnar kendu
- ei sína støðu.
- 6.
- Tá gingu máttir
- saman á tingi,
- halgir gudar
- samráddust um:
- Teir settu nøvn
- á nátt og niðju,
- heiti á morgun
- og miðjan dag,
- seinnapart, kvøld,
- og skipaðu árini.
- 7.
- Savnaðust æsir
- á Iðavølli,
- har teir reistu
- høg hørg og hov.
- Teir løgdu alva,
- smíðaðu málm,
- skaptu tengur
- og gjørdu sær tól.
- 8.
- Í túninum vóru
- leikur telgdar,
- teimum væntaði
- ikki gull.
- Tá komu tríggjar
- sera ófýsnar
- jatna moyggjar
- úr jøtunheimum.
- 9.
- Tá gingu máttir
- saman á tingi,
- halgir gudar
- samráddust um:
- Hvør skuldi skapa
- dvørga drótt
- úr blóðgaðum brimi
- og fjallaknotum.
- 10.
- Har var Móðsognir
- mettur mætastur
- av øllum dvørgum,
- og næstur Durin.
- Teir skaptu mangar
- mannlíkar verur,
- dvørgar í jørð
- eftir Durins boðum.
- 11.
- Nýi og Niði,
- Norður og Suður,
- Eystur og Vestur,
- Altjóður, Dvalin,
- Náður og Náin,
- Nipingur, Dáin,
- Bifur, Bafur,
- Bombur, Nóri,
- Án og ànar,
- Óin, Mjøðvitnir.
- 12.
- Veggur og Gandálvur,
- Vindálvur, Tórin,
- Tráur og Tráin,
- Tekkur, Litur og Vitur.
- Ný og Nýráður.
- Nú havi eg dvørgarnar,
- Regin og Ráðsvíður,
- rætt frásagdar.
- 13.
- Fili, Kili,
- Fundin, Nali,
- Hefti, Vili,
- Hanar, Svíur,
- Billingur, Brúni,
- Bildur og Buri,
- Frár, Hornberi
- Frægur og Lóni
- Eyrvangur, Jari,
- Eikinskjaldi.
- 14.
- Dvørga tal
- í Dvalins liði,
- telist í mansaldrum
- niður til Lovars.
- Teir ið komu
- úr berum hellum,
- úr jarðargrundum
- til jarðarvøllir.
- 15.
- Har var Drypni
- og Dólgtrasi,
- Høgur, Heygspori,
- Lævangur, Glóin,
- Dóri, Óri,
- Dúvur, Andvari,
- Skirvir, Virvir,
- Skavingur, Ai.
- 16.
- Álvur og Yngvi,
- Eikinskjaldi,
- Fjalar og Frosti,
- Finnur og Ginnar.
- Alsamt man,
- sum øldirnar líða,
- langrøkta tal
- frá Lovari knýtast.
Skapanin:
- 17.
- Úr hesum flokki
- komu tá tríggir
- mætir og mildir
- æsir fram.
- Funnu Ask
- og Emblu á landi,
- illa fyri
- og lagnuleys.
- 18.
- Tey høvdu hvørki
- lív ella anda,
- vit ella atferð
- og mannalit.
- Anda gav Óðin,
- Hænir gav lív
- Lóður gav vit
- og mannalit.
- 19.
- Ask veit eg standa,
- eitur Yggdrasil,
- háviður, slettur
- við hvítum eyri,
- haðan kemur døggin
- ið fellur í dalar,
- trúnar ævigrøn
- yvir Urðarbrunni.
- 20.
- Haðan koma tríggjar
- vitugar moyggjar,
- úr salinum
- undir trænum stendur.
- Urð er hin fyrsta,
- onnur Verðandi,
- skóru í sneisir,
- og triðja er Skuld.
- Tær skipaði lagnur,
- stungu út lív,
- lagnu hjá monnum,
- aldanna børnum.
- 21.
- Hon minnist fyrsta
- kríggið í heiminum,
- tá ið teir settu
- Gullveig á steyrar,
- og brendu hana
- í høll hins Høga.
- Tríggjar ferð brendist hon,
- tríggjar ferð føddist hon,
- ofta, ósjáldan,
- tó livir hon enn.
- 22.
- Hon róptist Heiði
- har hon kom fram,
- spákunnug Vølva,
- og rom í gandi.
- Hon seið har hon kundi,
- seið uttan fyrilit,
- altíð hámett
- av óndum kvinnum.
- 23.
- Tá gingu máttir
- saman á tingi,
- halgir gudar
- samráddust um.
- Hvørt æsir skuldu
- gjalda endurgjald,
- ella gudar
- krevja inn bøtur.
- 24.
- Óðin sendi
- spjótið í flokkin,
- tað var fyrsta
- stríðið í heimi.
- Ásana viðja -
- girðing varð brotin,
- stríðsbúnir vanir
- troddu vøll.
- 25.
- Tá gingu megirnar
- allar á ting,
- heilagir gudar
- at tingast saman.
- Hvør hevði spilt
- loftið við eitri,
- og givið Óð’s moy
- til jatnaættir.
- 26.
- Tór stríddist eina,
- sperdur av øði,
- hann situr sjáldan
- tá hann frættir slíkt.
- Tá brutust semjur,
- orð og eiðir,
- tey miklu mál
- teirra millum.
- 27.
- Hon veit at Heimdallar
- lúður er fjaldur,
- undir tí bjarta
- heilaga trænum.
- Á sær hon streyma
- úr mórutum fossi,
- av panti Valfaðirs.
- Skilja tit nú ella hvat?
- 28.
- Hon sat í einsemi
- tá ið hin gamli
- æsahøvdingin kom.
- Hon leit hann í eyguni:
- "Hvat vilt tú spyrja meg?
- hví vilt tú freista meg?
- Óðin, eg veit
- hvar tú fjaldi títt eyga:
- Í hinum mikla
- Mimirs brunni.
- Mimir drekkur
- mjøð hvønn morgun
- úr Valfaðirs panti.
- Skilja tit nú ella hvat?
- 29.
- Herfaðir gav henni
- hálsband og ringar,
- megi at ganda
- og gávur at spáa.
- Tá sá hon vítt og víða um
- í hvørjari verøld.
- 30.
- Hon sá valkyrjur
- koma víða frá,
- búnar at ríða
- á gudanna fund.
- Skuld helt á skildri,
- og eisini Skøgul,
- Gunnur, Hildur,
- Gøndul og Geirskøgul.
- Nú eru allar
- Herjans dísar
- búnar at ríða
- valkyrju grundir.
- 31.
- Eg sá Baldur,
- hin blóðgaða gudin,
- Óðins barnið
- hvørs lagna er duld.
- Yvir vølli
- vaks hin mjáði
- sera vakri
- mistilteinur.
- 32.
- Við hesum vøkstri
- ið tóktist so veikur,
- skeyt Høður
- eitt harmaskot.
- Árla var Baldurs
- bróðir borin,
- eina nátt gamal
- fór hann í bardaga.
- 33.
- Hann var hvørki vaskaður
- ella kembdur,
- tá hann bar Baldurs
- bana á bálið.
- Men Frigg hon græt
- í Fensølum
- um Valhallar vanda.
- Skilja tit nú ella hvat?
- 34.
- ......
- ......
- Av gørnum Vála
- varð fjøtur snúin,
- seigir vóru
- endarnir knýttir.
- 35.
- Mann sá hon liggja
- bundnan við ketilslund,
- líktist tí svika-
- fulla Loka.
- Har situr Sigyn,
- óglað og skammast
- um sítt og síni.
- Skilja tit nú, ella hvat?
- 36.
- Ein á rennur eystan
- úr eiturdølum
- við knívum og svørðum
- ið rópast Slíður.
- 37.
- Norðanverts,
- á Niðavøllum,
- stóð Sindra ættar
- salur úr gulli.
- Ein annar stóð
- á Ókólni,
- veitsluhøll jøtuns,
- ið rópast Brimir.
- 38.
- Fjart frá sólini
- sá hon ein sal
- við norðrendum durum
- á Nástrondum.
- Eiturdropar
- fella úr ljóðrinum,
- húsið er gyrt
- við ormaryggjum.
- 39.
- Í stríðum streymum
- sá hon vaða,
- lyguvætti,
- morðvargar,
- og teir ið fjeppast
- við annan mans konu.
- Har seyg Niðhøggur
- ná teirra feigu,
- vargur sleit hold.
- Skilja tit nú, ella hvat?
- 40.
- Hin gamla sat eystri
- í Jarnskógi,
- har hon føddi
- Fenris børn.
- Ein teirra verður,
- eina av øllum,
- mánans bani
- í trøllahami.
- 41.
- Hann fyllist av lívsmegi
- teirra feigu,
- himmalin rodnar
- av blóðreyðum droyra.
- Svørt verða sólskin
- komandi sumrini,
- veðurlag versnar.
- Skilja tit nú, ella hvat?
- 42.
- Á heygnum sat
- og leikti á harpu,
- hin glaðlynti Egðir,
- gívranna hirði.
- Á vaglinum yvir
- honum gól,
- ein blóðreyður hani
- ið rópast Fjalar.
- 43.
- Gullinkambi
- gól fyri æsum,
- hann vekir húskið
- hjá Herjafaðir.
- Í Heljar sølum,
- langt undir moldum,
- gelur ein annar
- sótreyður hani.
- 44.
- Garmur goyr illa
- við Gnipahelli,
- fjøturin slitnar
- og freki rennur.
- Hon veit av mongum,
- eg sá longur fram
- um ragnarøkur,
- gudanna lagnustund.
- 45.
- Brøður munnu berjast
- og drepa hvønn annan,
- systkinabørn munnu
- siðir spilla.
- Heimur gerst harðligur,
- hordómur mikil,
- øksøld, svørðsøld,
- skjøldur klovna.
- Vindøld, vargøld.
- Tá heimurin ferst,
- man ongin maður
- eira øðrum.
- 46.
- Mims synir leika
- á hinum gamla
- Gjallarhorni,
- og heimstræðið logar.
- Hátt blæsur Heimdallur,
- horn er á lofti,
- Óðin tingast
- við Mimirs høvur.
- 47.
- Yggdrasils askur
- skelvur trúnandi,
- heimstræið eymkar seg,
- jøtunin losnar.
- Allir ið ferðast
- á helvegum, øtast,
- áður enn Surtur
- man gloypa bulinum.
- 48.
- Hvat er við æsum?
- hvat er við álvum?
- Jøtunheimur á gosi,
- og æsirnir tingast.
- Dvørgarnir stuna
- við hellisgrindir,
- teir vísu í bjørgunum.
- Skilja tit nú, ella hvat?
- 49.
- Garmur goyr illa
- við Gnipahelli,
- fjøturin slitnar
- og freki rennur.
- 50.
- Rymur fer eystan
- við hevjaðum skjøldri,
- Jørmungandur brestist
- í jatnaøði,
- ormur øsir sjógvin
- og ørnin skríggjar
- nevbleiki skræðir lík
- og Naglfarið losnar.
- 51.
- Skip fer eystan,
- muspellsmenn koma
- yvir um havið
- og Loki stýrur.
- Illmegir fylgja
- allar freka,
- fremstur av teimum
- er Býleists bróðir.
- 52.
- Surtur fer sunnan
- við svíðandi leyvi,
- sólin bleiktrar
- í stríðsguda svørði.
- Bjørgini rapa,
- gívrar stumbla,
- hælir troða heljarveg
- og himinin klovnar.
- 53.
- Tá kemur onnur
- sorgin hjá Lín,
- tá Óðin fer
- at berjast við úlvin,
- og Beljabanin
- bjartur móti Surti,
- tá man Fríggjar
- elskaði falla.
- 54.
- Garmur goyr illa
- við Gnipahelli,
- fjøturin slitnar
- og freki rennur.
- 55.
- Tá gongur mikli
- sonur Sigfaðirs,
- Víðar at vega
- valarbeisti.
- Hann brennur svørðið
- av allari megi
- í úlvsins hjarta,
- tá hevndist faðir.
- 56.
- Tá gongur mikli
- sonur Lóðynjar,
- Óðins sonur
- at vega ormin.
- Miðgarðs verji
- drepur í øði,
- fólk má rýma
- heimstaðir allar.
- Fjørgynjar sonur
- gongur níggju
- fet frá orminum,
- fellur óræddur.
- 57.
- Sólin sortnar,
- fold fer í kav,
- heiðar stjørnur
- hvørva av himni.
- Goysandi eimur
- og brennandi logar,
- hátt leikar eldur
- um himinin sjálvan.
- 58.
- Garmur goyr illa
- við Gnipahelli,
- fjøturin slitnar
- og freki rennur.
- 59.
- Hon sær upp koma
- á øðrum sinni,
- ævigrøna
- jørð úr kavi.
- Ørnin flýgur
- um fallandi fossar,
- hon ið veiðir
- fisk á fjalli.
- 60.
- Æsir hittast
- á Iðavølli,
- meta um
- hin mikla ormin.
- Minnast aftur
- á miklar hendingar
- og á Fimbultýs
- fornu rúnur.
- 61.
- Har munnu aftur
- undursamir
- gyltir brikkar
- finnast í grasi,
- sum gudar áttu
- í fyrndartíðum.
- 62.
- Tá munnu ósáddir
- akrar vaksa,
- mein man batna,
- og Baldur kemur.
- Høður og Baldur setast
- á Roptar toftum,
- frægir stríðsgudar.
- Skilja tit nú, ella hvat?
- 63.
- Har skal Hænir
- velja blótvið,
- og synir báðar
- brøðurnar byggja
- vindheim víðan.
- Skilja tit nú, ella hvat?
- 64.
- Sal sær hon standa,
- fagur sum sólin,
- tektur við gulli
- á Gimli.
- Har skulu frægir
- drottir byggja,
- og í ævir
- yndi njóta.
- 65.
- Tá kemur hin mikli
- mætur oman
- við fullum veldi,
- hann, ið øllum ræður.
- 66.
- Tá kemur hin døkki
- drekin flúgvandi,
- blankur ormur
- av Niðafjøllum.
- Niðhøggur flýgur
- yvir vølli
- við falnum í fjaðrum.
- - Nú man hon seta. -