Forskjell mellom versjoner av «Angankári»
(Angankári) |

| (En mellomliggende revisjon av en annen bruker er ikke vist) | |||
| Linje 17: | Linje 17: | ||

''(Uppskrift eftir Hans Jakobsen í Hamrabyrgi)'' | + |

| − | + | ''(Uppskrift eftir Hans Jakobsen í Hamrabyrgi)'' | |

1. |

1. | ||

Árla var um morgunin, |
Árla var um morgunin, | ||
| Linje 24: | Linje 24: | ||

tá var illi Illsniðul |
tá var illi Illsniðul | ||

riðin fram á skóg. |
riðin fram á skóg. | ||

Niðurlag: |

Niðurlag: | ||

''Har var leikur, har var troðin,'' |
''Har var leikur, har var troðin,'' | ||

''har vóru trodnar organspípur'' |
''har vóru trodnar organspípur'' | ||

''millum Jútland og Rípur.'' |
''millum Jútland og Rípur.'' | ||

2. |

2. | ||

Tá var hin illi Illsniðul |
Tá var hin illi Illsniðul | ||
| Linje 35: | Linje 33: | ||

møtir hann eini miklari kempu, |
møtir hann eini miklari kempu, | ||

mætari enn menskur mann. |
mætari enn menskur mann. | ||

3. |

3. | ||

"Far tú tær til hallar heim, |
"Far tú tær til hallar heim, | ||
| Linje 41: | Linje 38: | ||

bið hann lata av seigum jarni |
bið hann lata av seigum jarni | ||

sínar hallir slá! |
sínar hallir slá! | ||

4. |

4. | ||

Far tú tær til hallar heim, |
Far tú tær til hallar heim, | ||
| Linje 47: | Linje 43: | ||

bið hann lata av seigum jarni |
bið hann lata av seigum jarni | ||

slá sínar hallarbeinkir! |
slá sínar hallarbeinkir! | ||

5. |

5. | ||

Bið hann lata av seigum jarni |
Bið hann lata av seigum jarni | ||
| Linje 53: | Linje 48: | ||

Sá man koma garpur at garði, |
Sá man koma garpur at garði, | ||

ið eitur Angankári. |
ið eitur Angankári. | ||

6. |

6. | ||

Oksan ein og geitir sjey, |
Oksan ein og geitir sjey, | ||
| Linje 59: | Linje 53: | ||

skal hann honum til máltíð ætla, |
skal hann honum til máltíð ætla, | ||

áður dimmur á dag." |
áður dimmur á dag." | ||

7. |

7. | ||

Hann fór sær til hallar heim, |
Hann fór sær til hallar heim, | ||
| Linje 65: | Linje 58: | ||

hann bað hann lata av seigum jarni |
hann bað hann lata av seigum jarni | ||

sínar hallir slá. |
sínar hallir slá. | ||

8. |

8. | ||

Hann fór sær til hallar heim, |
Hann fór sær til hallar heim, | ||
| Linje 71: | Linje 63: | ||

hann bað hann lata av seigum jarni |
hann bað hann lata av seigum jarni | ||

slá sínar hallarbeinkir. |
slá sínar hallarbeinkir. | ||

9. |

9. | ||

Hann bað hann lata av seigum jarni |
Hann bað hann lata av seigum jarni | ||
| Linje 77: | Linje 68: | ||

"Sá man koma garpur at garði, |
"Sá man koma garpur at garði, | ||

ið eitur Angankári." |
ið eitur Angankári." | ||

10. |

10. | ||

Oksan ein og geitir sjey, |
Oksan ein og geitir sjey, | ||
| Linje 83: | Linje 73: | ||

læt hann honum til máltíð ætla, |
læt hann honum til máltíð ætla, | ||

áður dimdi á dag. |
áður dimdi á dag. | ||

11. |

11. | ||

Hundar taka at goyggja hart, |
Hundar taka at goyggja hart, | ||
| Linje 89: | Linje 78: | ||

so steig hann á foldina fast, |
so steig hann á foldina fast, | ||

at eingin varð tað varur. |
at eingin varð tað varur. | ||

12. |

12. | ||

Veggir allir signaðu, |
Veggir allir signaðu, | ||
| Linje 95: | Linje 83: | ||

hurðar allar rivnaðu, |
hurðar allar rivnaðu, | ||

áður enn hann fekk rúm. |
áður enn hann fekk rúm. | ||

13. |

13. | ||

Beinkir allir brotnaðu, |
Beinkir allir brotnaðu, | ||
| Linje 101: | Linje 88: | ||

Svaraði Sjúrður Sigmundarson: |
Svaraði Sjúrður Sigmundarson: | ||

"Slíkt eru trøllalæti." |
"Slíkt eru trøllalæti." | ||

14. |

14. | ||

Svaraði Sjúrður Sigmundarson, |
Svaraði Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 107: | Linje 93: | ||

"Sig mær, frægur Angankári, |
"Sig mær, frægur Angankári, | ||

hvat tú higar vildi!" |
hvat tú higar vildi!" | ||

15. |

15. | ||

Svaraði frægur Angankári, |
Svaraði frægur Angankári, | ||
| Linje 113: | Linje 98: | ||

"Fyrst er at geva kempuni mat, |
"Fyrst er at geva kempuni mat, | ||

síðan eftir at spyrja." |
síðan eftir at spyrja." | ||

16. |

16. | ||

Oksakroppin át hann upp, |
Oksakroppin át hann upp, | ||
| Linje 119: | Linje 103: | ||

tólv tunnur av stumpabreyði, |
tólv tunnur av stumpabreyði, | ||

áður dimdi á dag. |
áður dimdi á dag. | ||

17. |

17. | ||

Oksan ein og geitir sjey |
Oksan ein og geitir sjey | ||
| Linje 125: | Linje 108: | ||

tunnur breyð og laksir sjey, |
tunnur breyð og laksir sjey, | ||

flykkini tólv av svínum. |
flykkini tólv av svínum. | ||

18. |

18. | ||

Hann vildi ei av kerum drekka, |
Hann vildi ei av kerum drekka, | ||
| Linje 131: | Linje 113: | ||

teir máttu honum á stongum vega |
teir máttu honum á stongum vega | ||

stóra bryggjukar. |
stóra bryggjukar. | ||

19. |

19. | ||

Svaraði Sjúrður Sigmundarson, |
Svaraði Sjúrður Sigmundarson, | ||
| Linje 137: | Linje 118: | ||

"Sig mær, frægur Angankári, |
"Sig mær, frægur Angankári, | ||

hvat tú higar vildi!" |
hvat tú higar vildi!" | ||

20. |

20. | ||

Svaraði frægur Angankári: |
Svaraði frægur Angankári: | ||
| Linje 143: | Linje 123: | ||

til tess eri eg higar komin |
til tess eri eg higar komin | ||

roysni við teg royna. |
roysni við teg royna. | ||

21. |

21. | ||

Førum okkur í Tyrnisdal, |
Førum okkur í Tyrnisdal, | ||
| Linje 149: | Linje 128: | ||

har skínur eingin sólin á |
har skínur eingin sólin á | ||

uttan hægst um summartíð! |
uttan hægst um summartíð! | ||

22. |

22. | ||

Førum okkur í Tyrnisdal, |
Førum okkur í Tyrnisdal, | ||
| Linje 155: | Linje 133: | ||

ikki heima í øskubrondum, |
ikki heima í øskubrondum, | ||

sum kattar liggja og klórast!" |
sum kattar liggja og klórast!" | ||

23. |

23. | ||

Árla var um morgunin, |
Árla var um morgunin, | ||
| Linje 161: | Linje 138: | ||

Sjúrður spennir gyltan hjálm, |
Sjúrður spennir gyltan hjálm, | ||

Angankári eftir. |
Angankári eftir. | ||

24. |

24. | ||

Ríða teir í Tyrnisdal |
Ríða teir í Tyrnisdal | ||
| Linje 167: | Linje 143: | ||

so sprakk hestur Angankára, |
so sprakk hestur Angankára, | ||

at Grani sputtaði blóð. |
at Grani sputtaði blóð. | ||

25. |

25. | ||

Teir bardust fullar tógva dagar, |
Teir bardust fullar tógva dagar, | ||
| Linje 173: | Linje 148: | ||

inntil tann hin triðja, |
inntil tann hin triðja, | ||

ið sól til viðar rann. |
ið sól til viðar rann. | ||

26. |

26. | ||

Inntil tann hin triðja, |
Inntil tann hin triðja, | ||
| Linje 179: | Linje 153: | ||

tað var Sjúrður Sigmundarson, |
tað var Sjúrður Sigmundarson, | ||

kendi sær møði á hand. |
kendi sær møði á hand. | ||

27. |

27. | ||

Niður setist Sjúrður, |
Niður setist Sjúrður, | ||
| Linje 185: | Linje 158: | ||

"Lova mær, frægur Angankári, |
"Lova mær, frægur Angankári, | ||

at binda mítt hosuband!" |
at binda mítt hosuband!" | ||

28. |

28. | ||

"Lovi eg tær, Sjúrður, |
"Lovi eg tær, Sjúrður, | ||
| Linje 191: | Linje 163: | ||

hvar veitst tú so fræga kempu, |
hvar veitst tú so fræga kempu, | ||

ið berjast kann mót mær?" |
ið berjast kann mót mær?" | ||

29. |

29. | ||

"Eg veit hann ongan føddan á fold, |
"Eg veit hann ongan føddan á fold, | ||
| Linje 197: | Linje 168: | ||

uttan hin menski megnar Álv, |
uttan hin menski megnar Álv, | ||

sum nógvar hevur spennir skarpar. |
sum nógvar hevur spennir skarpar. | ||

30. |

30. | ||

Men hevði hann Bekkur Baraldsson |
Men hevði hann Bekkur Baraldsson | ||
| Linje 203: | Linje 173: | ||

hann hevði givið tær banasár, |
hann hevði givið tær banasár, | ||

sum sjálvur eg tað veit. |
sum sjálvur eg tað veit. | ||

31. |

31. | ||

Hevði hann Bekkur Baraldsson |
Hevði hann Bekkur Baraldsson | ||
| Linje 209: | Linje 178: | ||

hann hevði givið tær banasár, |
hann hevði givið tær banasár, | ||

so tú beið ikki bøtur." |
so tú beið ikki bøtur." | ||

32. |

32. | ||

Fram gekk Bekkur Baraldsson |
Fram gekk Bekkur Baraldsson | ||
| Linje 215: | Linje 183: | ||

hvítan hjálm á høvdi bar, |
hvítan hjálm á høvdi bar, | ||

Angankára ímót. |
Angankára ímót. | ||

33. |

33. | ||

Fram gekk Bekkur Baraldsson |
Fram gekk Bekkur Baraldsson | ||
| Linje 221: | Linje 188: | ||

so høgg hann til Angankára, |
so høgg hann til Angankára, | ||

at egg í beinið neit. |
at egg í beinið neit. | ||

34. |

34. | ||

Teir bardust fullar tógva dagar, |
Teir bardust fullar tógva dagar, | ||
| Linje 227: | Linje 193: | ||

inntil tann hin triðja, |
inntil tann hin triðja, | ||

ið sól til viðar rann. |
ið sól til viðar rann. | ||

35. |

35. | ||

Inntil tann hin triðja, |
Inntil tann hin triðja, | ||
| Linje 233: | Linje 198: | ||

tá fell Bekkur Baraldsson, |
tá fell Bekkur Baraldsson, | ||

tann hin raski mann. |
tann hin raski mann. | ||

36. |

36. | ||

Sjúrður er staddur í Tyrnisdal |
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal | ||
| Linje 239: | Linje 203: | ||

sendir hann boð til Virgar |
sendir hann boð til Virgar | ||

at bjarga sínum lívi. |
at bjarga sínum lívi. | ||

37. |

37. | ||

Sjúrður er staddur í Tyrnisdal |
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal | ||
| Linje 245: | Linje 208: | ||

heitir hann tá á Snarvin |
heitir hann tá á Snarvin | ||

at fara til Virgar sterka. |
at fara til Virgar sterka. | ||

38. |

38. | ||

"Hoyr tað tú nú, Snarvin, |
"Hoyr tað tú nú, Snarvin, | ||
| Linje 251: | Linje 213: | ||

bið hann læna mær svørðið tað, |
bið hann læna mær svørðið tað, | ||

ið eitur Mimmaring!" |
ið eitur Mimmaring!" | ||

39. |

39. | ||

So stoyttist hann Snarvin |
So stoyttist hann Snarvin | ||
| Linje 257: | Linje 218: | ||

hann kom har at kvøldinum, |
hann kom har at kvøldinum, | ||

sum Virgar fyri stóð. |
sum Virgar fyri stóð. | ||

40. |

40. | ||

"Ver vælkomin, Snarva, |
"Ver vælkomin, Snarva, | ||
| Linje 263: | Linje 223: | ||

drekk nú, hvat tær betur líkar, |
drekk nú, hvat tær betur líkar, | ||

mjøðin ella vín." |
mjøðin ella vín." | ||

41. |

41. | ||

"Lítið er mær um mjøðin tín, |
"Lítið er mær um mjøðin tín, | ||
| Linje 269: | Linje 228: | ||

tað var Sjúrður Sigmundarson, |
tað var Sjúrður Sigmundarson, | ||

hann sendi meg til tín. |
hann sendi meg til tín. | ||

42. |

42. | ||

Sjúrður er staddur í Tyrnisdal |
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal | ||
| Linje 275: | Linje 233: | ||

hann biður teg læna sær svørðið tað, |
hann biður teg læna sær svørðið tað, | ||

tú eigur, Virgar sterki." |
tú eigur, Virgar sterki." | ||

43. |

43. | ||

"Sendi Sjúrður teg til mín |
"Sendi Sjúrður teg til mín | ||
| Linje 281: | Linje 238: | ||

Mimmaringur er tað besta svørð, |
Mimmaringur er tað besta svørð, | ||

eg velji honum frá mær. |
eg velji honum frá mær. | ||

44. |

44. | ||

Sendi Sjúrður teg til mín |
Sendi Sjúrður teg til mín | ||
| Linje 287: | Linje 243: | ||

Mimmaringur er tað besta svørð, |
Mimmaringur er tað besta svørð, | ||

eg dragi honum av slíðrum." |
eg dragi honum av slíðrum." | ||

45. |

45. | ||

Snarvan stoyttist í jørðina niður, |
Snarvan stoyttist í jørðina niður, | ||
| Linje 293: | Linje 248: | ||

hann kom har á morgninum, |
hann kom har á morgninum, | ||

sum Sjúrður fyri var. |
sum Sjúrður fyri var. | ||

46. |

46. | ||

Sjúrður ríður í Tyrnisdal, |
Sjúrður ríður í Tyrnisdal, | ||
| Linje 299: | Linje 253: | ||

Mimmaring tók hann frá Snarvu, |
Mimmaring tók hann frá Snarvu, | ||

hann bant við saðilbuga. |
hann bant við saðilbuga. | ||

47. |

47. | ||

Teir bardust fullar tógva dagar, |
Teir bardust fullar tógva dagar, | ||
| Linje 305: | Linje 258: | ||

niður setist Angankári, |
niður setist Angankári, | ||

kennir sær sár í hand. |
kennir sær sár í hand. | ||

48. |

48. | ||

Niður setist Angankári, |
Niður setist Angankári, | ||
| Linje 311: | Linje 263: | ||

"Tað kenni eg á høggunum, |
"Tað kenni eg á høggunum, | ||

at lánað hevur tú svørð." |
at lánað hevur tú svørð." | ||

49. |

49. | ||

Niður setist Angankári, |
Niður setist Angankári, | ||
| Linje 317: | Linje 268: | ||

"Tað kenni eg á høggunum, |
"Tað kenni eg á høggunum, | ||

lánað hevur tú brand. |
lánað hevur tú brand. | ||

50. |

50. | ||

Hóast tú hevur høggað meg, |
Hóast tú hevur høggað meg, | ||
| Linje 323: | Linje 273: | ||

eyðkendur eri eg á Sjólondum, |
eyðkendur eri eg á Sjólondum, | ||

eg eri tín systurson." |
eg eri tín systurson." | ||

51. |

51. | ||

"Tóast tú ert mín systurson, |
"Tóast tú ert mín systurson, | ||
| Linje 329: | Linje 278: | ||

eg kann ikki grøða teg, |
eg kann ikki grøða teg, | ||

tað voldir, eg eri so móður. |
tað voldir, eg eri so móður. | ||

52. |

52. | ||

Tóast tú ert mín systurson, |
Tóast tú ert mín systurson, | ||

tað er ikki meira enn so." |
tað er ikki meira enn so." | ||

Sjúrður hevði Mimmaring á loft, |
Sjúrður hevði Mimmaring á loft, | ||

hann høgg hans høvur frá.

hann høgg hans høvur frá. |

{{DEFAULTSORT:Angankári}} | {{DEFAULTSORT:Angankári}} | ||
Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 18:13
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847
(Uppskrift eftir Hans Jakobsen í Hamrabyrgi)
1.
Árla var um morgunin,
áður upp rann sól,
tá var illi Illsniðul
riðin fram á skóg.
Niðurlag:
Har var leikur, har var troðin,
har vóru trodnar organspípur
millum Jútland og Rípur.
2.
Tá var hin illi Illsniðul
riðin í skógvin fram,
møtir hann eini miklari kempu,
mætari enn menskur mann.
3.
"Far tú tær til hallar heim,
kongi sig tú frá,
bið hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá!
4.
Far tú tær til hallar heim,
kongi loyn tú einki,
bið hann lata av seigum jarni
slá sínar hallarbeinkir!
5.
Bið hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá!
Sá man koma garpur at garði,
ið eitur Angankári.
6.
Oksan ein og geitir sjey,
tríati seyðatal,
skal hann honum til máltíð ætla,
áður dimmur á dag."
7.
Hann fór sær til hallar heim,
kongi segði frá,
hann bað hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá.
8.
Hann fór sær til hallar heim,
kongi loyndi hann einki,
hann bað hann lata av seigum jarni
slá sínar hallarbeinkir.
9.
Hann bað hann lata av seigum jarni
sínar hallir slá.
"Sá man koma garpur at garði,
ið eitur Angankári."
10.
Oksan ein og geitir sjey,
tríati seyðatal,
læt hann honum til máltíð ætla,
áður dimdi á dag.
11.
Hundar taka at goyggja hart,
tá garpurin kom at garði,
so steig hann á foldina fast,
at eingin varð tað varur.
12.
Veggir allir signaðu,
hvar hann gekk í tún,
hurðar allar rivnaðu,
áður enn hann fekk rúm.
13.
Beinkir allir brotnaðu,
hvar ið hann gekk í sæti.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson:
"Slíkt eru trøllalæti."
14.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
lítst fram undan skildri:
"Sig mær, frægur Angankári,
hvat tú higar vildi!"
15.
Svaraði frægur Angankári,
rak so mál at byrja:
"Fyrst er at geva kempuni mat,
síðan eftir at spyrja."
16.
Oksakroppin át hann upp,
tríati seyðatal,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áður dimdi á dag.
17.
Oksan ein og geitir sjey
slógvaði hann á tíma
tunnur breyð og laksir sjey,
flykkini tólv av svínum.
18.
Hann vildi ei av kerum drekka,
ei av smáum skálum,
teir máttu honum á stongum vega
stóra bryggjukar.
19.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
lítst fram undan skildri:
"Sig mær, frægur Angankári,
hvat tú higar vildi!"
20.
Svaraði frægur Angankári:
"Eg hirði tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin
roysni við teg royna.
21.
Førum okkur í Tyrnisdal,
har býr maðkur og mý,
har skínur eingin sólin á
uttan hægst um summartíð!
22.
Førum okkur í Tyrnisdal,
har er maðkur og móra,
ikki heima í øskubrondum,
sum kattar liggja og klórast!"
23.
Árla var um morgunin,
sveinar leiða hest til bekka,
Sjúrður spennir gyltan hjálm,
Angankári eftir.
24.
Ríða teir í Tyrnisdal
fast av miklum móði,
so sprakk hestur Angankára,
at Grani sputtaði blóð.
25.
Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
26.
Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tað var Sjúrður Sigmundarson,
kendi sær møði á hand.
27.
Niður setist Sjúrður,
kennir sær møði á hand:
"Lova mær, frægur Angankári,
at binda mítt hosuband!"
28.
"Lovi eg tær, Sjúrður,
at hvíla teg,
hvar veitst tú so fræga kempu,
ið berjast kann mót mær?"
29.
"Eg veit hann ongan føddan á fold,
snimma sonin bjarta,
uttan hin menski megnar Álv,
sum nógvar hevur spennir skarpar.
30.
Men hevði hann Bekkur Baraldsson
havt síni bæði bein,
hann hevði givið tær banasár,
sum sjálvur eg tað veit.
31.
Hevði hann Bekkur Baraldsson
havt sínar báðar føtur,
hann hevði givið tær banasár,
so tú beið ikki bøtur."
32.
Fram gekk Bekkur Baraldsson
við sín annan fót,
hvítan hjálm á høvdi bar,
Angankára ímót.
33.
Fram gekk Bekkur Baraldsson
við sítt annað bein,
so høgg hann til Angankára,
at egg í beinið neit.
34.
Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.
35.
Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tá fell Bekkur Baraldsson,
tann hin raski mann.
36.
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal
í tí tunga stríði,
sendir hann boð til Virgar
at bjarga sínum lívi.
37.
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal
í djarvisverki,
heitir hann tá á Snarvin
at fara til Virgar sterka.
38.
"Hoyr tað tú nú, Snarvin,
tú veit mær nú tann ting,
bið hann læna mær svørðið tað,
ið eitur Mimmaring!"
39.
So stoyttist hann Snarvin
í jørðina skjótt,
hann kom har at kvøldinum,
sum Virgar fyri stóð.
40.
"Ver vælkomin, Snarva,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín."
41.
"Lítið er mær um mjøðin tín,
alvæl minni um vín,
tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann sendi meg til tín.
42.
Sjúrður er staddur í Tyrnisdal
í tí tunga verki,
hann biður teg læna sær svørðið tað,
tú eigur, Virgar sterki."
43.
"Sendi Sjúrður teg til mín
at bjarga nakað sær,
Mimmaringur er tað besta svørð,
eg velji honum frá mær.
44.
Sendi Sjúrður teg til mín
at bjarga sínum lívi,
Mimmaringur er tað besta svørð,
eg dragi honum av slíðrum."
45.
Snarvan stoyttist í jørðina niður,
bæði dró og bar,
hann kom har á morgninum,
sum Sjúrður fyri var.
46.
Sjúrður ríður í Tyrnisdal,
grimt var honum í huga,
Mimmaring tók hann frá Snarvu,
hann bant við saðilbuga.
47.
Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
niður setist Angankári,
kennir sær sár í hand.
48.
Niður setist Angankári,
gerist nú sárur í herðum:
"Tað kenni eg á høggunum,
at lánað hevur tú svørð."
49.
Niður setist Angankári,
kennir sær sár í hand:
"Tað kenni eg á høggunum,
lánað hevur tú brand.
50.
Hóast tú hevur høggað meg,
tað er ikki meira enn so,
eyðkendur eri eg á Sjólondum,
eg eri tín systurson."
51.
"Tóast tú ert mín systurson,
so mín onkabróðir,
eg kann ikki grøða teg,
tað voldir, eg eri so móður.
52.
Tóast tú ert mín systurson,
tað er ikki meira enn so."
Sjúrður hevði Mimmaring á loft,
hann høgg hans høvur frá.