Forskjell mellom versjoner av «Huldumaðurin í Gullsteini»
(Huldumaðurin í Gullsteini) |

| Linje 25: | Linje 25: | ||

Tá ið huldumaðurin kemur aftur til hennara, sleppur hann ikki at henni og sær nú at hann er narraður. Tá segði hann: |
Tá ið huldumaðurin kemur aftur til hennara, sleppur hann ikki at henni og sær nú at hann er narraður. Tá segði hann: | ||

"Skamm fái tú spyrjandi! | + |

| + | "Skamm fái tú spyrjandi! | ||

Tví vorði mær sigandi! |
Tví vorði mær sigandi! | ||

Kú skildi, |
Kú skildi, | ||

Kona sjálv hava vildi."

Kona sjálv hava vildi." |

So rýmdi hann og slapp ongantíð aftur at henni. | So rýmdi hann og slapp ongantíð aftur at henni. | ||
Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 17:02
| Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |

| Denne teksten finnes på følgende språk ► |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Í Skarvaneslíð í Sandoy er ein steinur, sum rópast Gullsteinur. Har búði huldumaður á sinni, sum gekk nógv eftir konu Ásbjarnar á Skarvanesi. So nærsøkin var hann, at hon noyddist at hugsa um ráð, hvussu hon skuldi fáa vart seg fyri honum.
So ein dagin fór hon til hansara í steinin, gjørdi seg ógvuliga blíða, og bað hann leggja sær ráð ímóti trøllum, tí tey gingu so hart at einari kúgv, ið hon átti, at kúgvin var vorðin heilt trølsk.
Huldumaðurin var fegin um at hjálpa henni - tað var meira enn at siga tað - og bað hana binda gøtubrá upp á kúnna (gøtubrá høvdu tey gomlu ofta uppi á sær til verju móti gandi). Men best sum hon er heim komin, bindur hon gøtubráina uppá seg sjálva.
Tá ið huldumaðurin kemur aftur til hennara, sleppur hann ikki at henni og sær nú at hann er narraður. Tá segði hann:
"Skamm fái tú spyrjandi!
Tví vorði mær sigandi!
Kú skildi,
Kona sjálv hava vildi."
So rýmdi hann og slapp ongantíð aftur at henni.