Flotoyggjar 1 - Fugloy

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Flotoyggjar 1 - Fugloy


Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv.
   So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna.
   Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi.